Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 67 — 9. september 1978 Berar illgitingar — vit dålka ikki sigur Torkil Lindberg um taravirkið, sum verður bygt á Skålafjørdinum Torkil Lindberg, ið er oddamaðurin aftanfyri taraprojektinum, harmast um, at íbúgvar á Skála- fjøråinum nú royna at gera taravirkið til eitt so- nevnt dálkingarvirki. — Sjálvandi skulu fólk hava rætt til at mótmæla, men hesi mótmælini eru bert illgitingar. Talan er ikki um sakligar og væl undirbygdar skuldseting- ar, sigur hann. — Nú vit hava tikið stig at byggja eitt nýtt idnad- arvirki, eru menn farnir at tosa um dálking og oyðing av ellum lívi á Skålafjørd8- inum. Hví verður ikki tos- að um ta dálking, sum fer fram á Skálafjorðinum i dag, spyr Torkil. — Verandi virkir sum t.d. Skála Skipasmiðja og húsarhaldini framvið fjørdinum dálka so sanni- liga umhvervið. Men tað verður helst tagt. Er tí talan um oyðing av liv- inum á Skålafjørdinum, so verður tað ikki taravirkið, sum er orsøkin. — Tað er eingin grund til at bera ótta fyri, at taravirkið við Hulkin fer at dálka sjógvin ella luft- ina á SkålafjørS9inum held- ur Torkil Lindberg fyri. Sjóvar kommuna hevur eisini lagt teimum eina við, at alt skal vera gjert fyri at forða fyri eini meguligari dálking. — Men hvat er tað fyri ein dálking, ið menn tosa um? spyr Torkil Lindberg. Eru tað kemikaliir, teir eru bangnir um, so kann eg bert siga, at eingi vanda- mikil kemikaliir verða leidd út á sjógv. Kemik- aliir verða nýtt í fram- leiðsluni, men ikki tilik vandamikil kemikaliir, sum t.d. tungmetallir. Harafturiméti evni sum t.d. salt, soda og formal- Framhald å sidu 11 Lokkafeil: Wosturdgtur- Sue 8 --Skokkateingfógs Sk; ; skarð “í #7 #8 4 SR Á 5 » => z SN 4. z 2% ”e, 5% #2 Veðrgnes Selatrað - Langanes á Phn = 5“ Mørlutjall > me Ta dalstindut í fMannålelsdal: — int Bitufall ki Bugur er mæ ER Norðrageta Eggin + om Søg Á me | > + rt ir Knyklarni A í angasandur “ FÅ. ”%; Skáli Fásk rum VØR Á 0 a EN Slættafelli há fS Taravirkid verdur bygt å Hulki nordan fyri Strendur Taravirkið fer at oyða alt liv å fjørdinum Gera nú økid til virkið byggiklárt Á Hulki. Her verður taravirkið bygt Arbeiðið uppá taravirkið við Hulkin á Skálafjorð- inum er byrjað. Lands- verkfreðingurin, sum skal geva játtan til at byggja har á plássinum, hevur herfyri givið hetta loyvi, og fyrsta hond verður nú løgd á at gera ekið byggi- klárt. Í letuni hevur fíggjar- nevnd legtingsins tara- virkið til viðgerðar. Tað var landsstýrið, sum her- fyri mælti til at seta al- mennan partapening uppá 300.000 kr. í virkið. Helst kemur málið fyri tingið, áðrenn tað fer heim aftur á hesum sinni. Fleiri hundrað mótmæla Ímeðan hava fólk inni á Skálafjorðinum savnað undirskriftir ímóti tara- virkinum. Hesar undir- skriftir eru sendar ting- inum. Métmælt verður at loyvi verdur givid tara- virkinum at byggja å Skálafjorðinum, ti hetta virkið dálkar. Í einum av mótmælun- um stendur m.a.: »Sum tað skilst, so eru stórir meguleikar fyri at nevnda virki kemur at verða atvoldin til, at alt lív á fjørdinum verður oytt. Tað eru eisini nógvir menn, sum hava gjert seg út við gernum og amboð- um at veiða fjarðasildina. Hesi amboð standa í hópin av peningi. Tá vit í Feroyum eru staddir í eini slíkari broyt- ingartíð, hvar ið tað krympast á fjarleiðum, kann eingin meining vera i, at tað, sum er av sild, brislingi og laksi á fjerð- inum skal týnast og einki koma inn á fjørdin vegna dålking«. Undirskrivararnir krevja ti, at taravirkið verður bygt á ødrum plássi, har vissa er fyri, at eingin skaði verður gjerd- ur. Nógv tjak um taravirið Ætlaða taravirkið hevur elvt til mikið tjak her heima. Í blødunum hevur verið skrivað um vandan fyri dálking við kemikal- jum, tararestum og um týning av tarastovninum. Menninir aftanfyri tara- projektinum hava svarað aftur, at virkið fer ikki at dálka umhvervið. Almennir stovnar hava gjørt kanningar av dálk- ingarvandanum og umboð fyri myndugleikar her heima hava verið uttan- lands og kanna tey tara- virki, sum eru har. Í tjakinum um taravirk- ið hevur eisini verið nortið við spurningin um sjálva ráveruna, TARAN. Menn eru ósamdir á máli, um taraskurður er vandamikil fyri sjálva ekoskipanina og lívið í sjónum. Men, tað sum hevur verið frammi, er fyri tað mesta gitingar og byggir ikki á någreiniligar vis- indaligar kanningar. So- sialurin hevur roynt at kanna, um menn í Feroy- um hava gjert kanningar av tara, og um hann tolir at verða skorin. Hetta hevur ikki givið úrslit. Fiskirannsóknarstovan hevur gjert kanningar av tarastovninum fyri at meta um, hvussu stórur hann er, og hvar tari finst í størri nøgdum. Tað tyk- ist at vera nokk til av tara her heima. Stórdrift av tara vandamikil Vit hava tó hoyrt frá monnum, ið hava skil á taravekstri, at stórdrift av tara er sera vandamik- il. Tarin skaffar tilvega nógv súrevni, sum er lívs- neyðugt fyri alt livandi í sjónum, og haraftrat virk- ar tarin eisini sum reinsari av firðunum. Hann fram- leiðir evni, sum t.d. jod, ið fyribyrgir dálking. Menn vilja vera við, at tann dag, tá tarin er burt- uri, tá hvervur alt lív við strendurnar. Skotið verð- ur tí upp, at tarin verður kannaður gjøgnum longri tíð, áðrenn steða verður tikin til at skera taran. Aðrir siga, at tara- stovnurin er so stórur, at pA FRL % f 4, BOR ve, ON: hk Á = i ey, Knokut ter I mn Í TBRSSGGV ,å 3 Á SP v; 00 VW y |. AÐ i 5 7 94 1 5 ;daisheyggjur 2 Se 0 "Leirvik N Tinghella einki er til hindurs fyri, at nakað verður skorið. Sagt verður, at tað at skera tara, er ikki ødrvisi enn at grasið verður sligid.” Leirvíkingar søgdu fyrst ja — síðani nei Upprunaliga varð ætlanin at leggja taravirkið í Leir- vík, ti har eru umsteður- nar tær allar bestu í Fer- oyum. Bygdaráðið gav virkinum loyvi at byggja í bygdini, men tók seinni loyvið aftur. Grundgev- ingin var tann, at fólk í bygdini vildu heldur nýta. økini við havnina til út- byggjan av fiskivinnuni. Víst var eisini á dálking- arvandan. Tað næsta, ið hendi í »taramålinum« var, at Sjóvar kommuna heitti á stovnararnar av taravirk- inum um at fáa ein fund, har støda kundi takast til, um virkið kundi liggja við Hulk á Strondum. Seinni varð avgjert at geva taravirkinum loyvi at byggja har á staðnum, og hetta arbeiði er síðani byrjað. Starv sum klinikkassistentur er leyst Lønin er eftir sáttmálanum við Starvsmannafelagið. Hondskrivað umsókn saman við avritum av møguligum skjølum, sum kunnu hava tydning, vera at senda til: Tannlæknastovu Torshavnar kommunu Torsgøta 23