leygardagur 9. september 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 -
9. september 1978
sosialurin
Sida9
Skålafjørdurin er deydavatn
— leggið ti virkið aðrastaðni
sigur Hans Jacobsen, stjóri
á Bakkafrost á Glyvrum.
Hann hevur saman við
fleiri hundrað ødrum mót-
mælt, at taravirkið verður
bygt á Skálafjorðinum
— Hans Jacobsen heldur,
at tað er ikki rætt at
leggja eitt tílíkt virki á
Skálafjorðinum, sum er
deyðavatn. Fjerðurin er
rættiliga djúpur og inn-
anfyri Saltnes er djúp
grynna, har megulig evni
frá virkinum koma at
liggja á sama stað og ikki
verða skolað longur út.
— Eg skilji ikki, sigur
Hans Jacobsen, hví polit-
ikararnir tosa so nógv um
at gera nakað fyri tey
smærri plássini, og nú
leggja eitt taravirki á
Strondum. Eg fati ikki,
hví teir ikki heldur hava
lagt tað í Skálavík ella í
Oyndarfirði, sum eru bet-
ur egnað til eitt taravirki.
— Tú hevur skrivað
undir mótmæli, har sagt
verður, at taravirkið fer at
oyða alt lív har á fjørdin-
um. Hverji prógv finnast
fyri hesum?
— Egivist ikki í, at eitt
virki, sum skal framleiða
veru úr tara og brúka
kemikaliir í hesi fram-
leiðslu fer at dálka Skála-
fjørdin. Og so er tað
spurningurin um sjálvan
tarastovnin. Mangir
skilamenn hava borið
uppá mál, at tað kann
vera sera vandamikið fyri
lívið í sjónum at skera
taran.
— Nú ert tú leiðari á
einum fiskiídnaðarvirki.
Dálkar Bakkafrost Skála-
fjørdin?
— Virki okkara er sjålv-
andi ikki 100 prosent
reint. Sjálvandi dálkar tað
eins og alt annað ger tað,
men her mugu vit minn-
ast, at ein fyritreyt fyri at
kunna fiska sild, er, at eitt
virki er at taka imóti sild-
ini.
Men tað man vera lítil
dálking, ið kemur frá
Bakkafrost. Her er jú tal-
an um nátúrligan lort frá
fiskiarbeiði. Við taravirk-
inum er steðan ein onnur.
Har er talan um m.a.
kemikaliir, sum eru
vandamikil fyri umhverv-
ið.
Hans Jacobsen mælir at
enda myndugleikunum til
at leggja taravirkið á eitt
annað pláss, har umsteð-
urnar eru betri fyri tilikum
virki. Hann heldur, at vit
sum samfelagsborgarar
eiga at seta krøv fram um,
at alt, sum kemur til land-
ið, verður kannað gjella
fyri at fyribyrgja megu-
ligari dálking.
Hans Jacobsen, Bakka-
frost: — Leggid virkið
aðrastaðni
— Sjálvandi skulu vit
eisini kanna tey virki, sum
eru í gongd her heima,
sigur Hans Jacobsen á
Bakkafrost.
Bygdaráðsformaðurin á Strondum:
Taravirkið
verður bygt
— Vit hava ongar ætlanir taravirkið her á Strondum
at taka loyvið at byggja
,
aftur, sigur formaðurin í
Sjóvar kommunu, Sofus í
Selvindi.
Hann hevur onga við-
merking til tey mótmæli,
sum eru send tinginum,
men vísur á, at treytin fyri
at leggja eitt taravirki har
á staðnum er, at virkið
ikki dálkar umhvervið.
Kommunan hevur
samstundis við tí sátt-
mála, ið gjerdur er við
taravirkið, vissað sær, at
kanningar verða gjerdar í
samband við tarafram-
leiðsluna, og hverja á-
virkan hon fer at hava á
umhvervið. Sofus sigur,
at lítið og einki arbeiði av
týdningi er á Strondum,
so eitt tílíkt arbeiðspláss
hevði munað nógv.
Eftir meti frá Sjóvar
kommunu vóru umsteður
fyri at leggja eitt tílíkt
virki á Hulki, ti at havna-
ekið var so gott sum klárt
at seta virkið á, og at
vatnveitingin til havnar-
ekið var rættiliga væl út-
bygt.
Aðrenn endaligt loyvi
og sáttmáli varð gjerdur
millum Sjóvar kommunu
og taravirkið, vórðu
gjerdar kanningar fyri at
vita um virkið dálkar.
Umboð fyri Sjóvar komm-
unu og aðrar myndug-
leikar vóru í Noregi og
Danmark og kannaðu
líknandi taravirkir har.
Sofus sigur, at norð-
menn hevdu góðar royndir
av taravirkjum. Teir vitj-
aðu virkið Protan á Fag-
Sofus í Selvindi
ertun, ið liggur í í Karm-
oysundinum nakað sunn-
anfyri Haugesund. Hetta
virkið er 18 ára gamalt.
— Vit merktu ikki til
ringan lukt, sigur Sofus í
Selvindi, og fingu vit at
vita, at eingir trupulleikar
hevdu verið við dálking
har á staðnum.
Eisini Heilsufrødisliga
Starvsstovan varð biðin
um at gera kanningar við-
víkjandi taravirkinum.
Úrslitið av hesum kann-
ingum vísur, at verður
farið fram á rættan hátt,
er lítil vandi fyri, at virkið
fer at dálka.
Nidurstøda av visindaligum kanningum:
Kanningar og umfatandi eftirlit er
neyðugt, áðrenn framleiðslan byrjar
Vit prenta her brot úr frágreiðingini, sum Heilsufreð-
isliga Starvsstovan hevur gjørt í samband vid tara-
virkið á Hulki. Starvsstovan a Debesartreð sigur í
frágreiðingini til Sjóvar kommunu, at avleiðingar av
royki og dusti frá virkinum vera av lítlum týdningi.
Víðari verður sagt, at tað er torfert at gera met um
avleiðingarnar av-avfalli, sum verður leitt úr á fjørd-
in. M.a. tí hevur Heilsufreðisliga Starvsstovan heitt
á Vandkvalitetsinstituttet í Danmark um at gera eitt
met av avfallinum og biologisku viðurskiftunum á
fjørdinum.
Sagt verður, at virkið kann setast upp treytad av,
at kanningar verða settar í verk, so at tað til eina og
hverja tíð er gjerligt at seta tiltek í verk, sum kunnu
minka um dálkingina. Rátt verður til, at hesar kann-
ingar byrja áðrenn virkið verður sett upp.
Avleiðingarnar av dálkingini vera óivað minni, um
tararestirnar verða fluttar út á streymasjógv, og
eisini er hugsandi, at eftirlitið við virkinum og bio-
logisku viðurskiftunum á fjørdinum ikki nýtast at
vera so umfatandi sum tá tararestirnar verða leiddar
út á fjerðin.
Taravirkið og avleiðingar
Vandin fyri ringum royki av ráveruni skuldi verið
lítil. Ráveran verður konserverað við formalini fyri at
fyribyrgja roti. Tað verður bert neyðugt at nýta
formalin um summarið, tá vandin fyri roti er sterst-
ur.
Ráveran verður goymd á sjálvum virkinum, og tað
ger, at vandin fyri ringum royki verður minni. Tað er
annars illa hugsandi, at trupulleikar kunnu standast
av tí, sum verður leitt burtur gjegnum skorsteinin.
Undir serligum umsteðum, t.d. tá lotið liggur at
húsum í grannalagnum, kann tað hugsast, at fólk
fara at vera var við royk og dust.
Eingi eitrandi evni
Tá mett verður um evni, ið hava týdning í samband
við dálking, verður fyrst og fremst hugsað um eitr-
andi evni, t.d. kviksilvur, cadmium, PCB, DDT
0.s.fr., og tað verða eftir okkara meti og sambært
teimum upplýsingum, vit hava fingið um framleidsl-
una, eingi slík evni leidd burtur frá virkinum.
Viðari verður sagt í frågreidingini, at tey evni, sum
verða leidd út á fjørdin, eru upployst og óupployst
(tararestir) evni úr taranum, og kemikaliir, sum
stava frá framleiðsluni. Hesi evni hava ávirkan á djór
og plantur, sum eru í sjónum.
Kemikaliir frá virkinum, sum verða leidd út á
fjørdin, kunnu hava ávirkan á liviumsteðurnar í
sjónum. Her verður serliga hugsað um sýru og basu.
Ti er tað av týdningi, at sýrur og basur verða so
mikið neutraliseraðar, áðrenn tær verða leiddar út á
sjógv, at tá tær eru blandaðar við sjógvin, eru
neutralar.
Undir framleiðsluni verður nakað av gipsi leitt út á
sjógv. Vandi kundi verið fyri, at hetta tungt upp-
loysiliga evni legst sum eitt hvítt lag á botnin og
fram við strondini, men sambært frágreiðingini frá
Vandkvalitetinstituttet, verður hetta evni upployst,
um tað verður blandað við nóg nógvum sjógvi.
Fyri at ávirkanin av dálkingini skal gerast minst
megulig er tað umráðandi, at avfallið frá virkinum
verður leitt út á fjørdin á ein slíkan hátt, at tað verð-
ur blandað skjótast gjerligt og mest meguligt við
sjógvin.
Mælt verður til at frárenningin verður legd niður á
botn, ti tá vil avfallid, sum er lættari ennsjógvur,
flotna og verða fert burtur við rákinum og roknað
verður við, at rákið í vatnskorpuni vanliga liggur út
eftir fjørdinum.
Tað er ikki óhugsandi, at fjerðurin undir serligum
umsteðum verður litaður av tararestum. Verða tær
koyrdar á streymasjógv, er hesin meguleiki væl
minni.
Nidurstødan
Nidurstødan hjå Vandkvalitetsinstituttet er tann, at
virkid kann setast upp å Hulki treytad av, at kann-
ingar verða gjørdar áðrenn framleiðslan byrjar, so-
leiðis at tað til eina og hverja tíð eru meguleikar fyri
at meta, um dálkingin kann hava óynsktar avleið-
ingar fyri fjerðin. Um so er, verður neyðugt at seta
tiltek í verk, sum kunnu minka um dálkingina. Her
er vert at leggja til merkis, at tararestirnar í einum
liði undir framleiðsluni finnast í festum líki og eru
sostatt lættar at beina burtur frá virkinum, t.d.
kunnu tær flytast við skipi út á streymasjógv.
Um so er at hetta ikki er nóg mikið, vera einastu
ráðini tey, at reinsiverk má setast upp við virkið.
Í frágreiðingini verður at enda mæli til, hóast
tararestirnar verða fluttar burt, at eftirlitið kortini
verður gjert so umfatandi i byrjanini, at steðan við-
víkjandi dálking verður gjella lýst. Hetta kann m.a.
hava tydning, um so er, at hugsað verður um at økia
um framleiðsluna í framtíðini.
LA. La.