Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 . 2, Nr. 67 — 9. september 1978 CHILE — fimm ár við fasismu Mánadagin, 11. september, eru fimm ár liðin, síðani chilenskir heryvirmenn við Pinochet á odda tóku ræðið í landinum eftir eitt blóðugt kvett, har fólkavaldi forsetin, Allende, varð tikin av døgum. Framhaldandi solidaritetsarbeiði 11. september eru liðin fimm ár, síðan Unidad Popular stjórnin í Chile varð kveistrað til viks av einum hermannakvetti og ein hermannastjórn undir leiðslu av fascistiska ge- neralinum Pinochet tók við. Víða hvar um heimin liva nú chilenarar í útlegd og víða hvar um heimin hava demokratiskt sinnað fólk tikið seg saman at stuðla hesum flóttafólk- unum og demokratisku andsteðuni í Chile Serliga hevur verið lagdur dentur á at fáa greiði á, hvar fleiri enn 2500 fangar, sum junta- stýrið higartil hevur sagt seg einki vita um, eru. Hungursverkfall Hetta seinasta árið hava serliga hungursverkfell verið nýtt í stríðnum fyri at leggja trýst á Pinochet og hansara hermanna- stýri. Undirtøkan hevur verið heilt stór. Í juni í ár vóru eini 800 chilensk flóttafólk í 22 londum, sum tóku lut í hungurs- verkfellum og at tey eisini hava havt stóra ávirkan sýnir niðanfyri prentaða reða hildin av chilenara í Keypmannahavn 13. juni, tá Pinochet hevði lovað katólsku kirkjuni í Chile at koma til samráðingar um tey horvnu innan 30 dagar: »Vit chilenarar eru sera takksamir fyri tann stuðul tit stødugt veita okkum i striånum móti Juntastyr- inum. Vit eru serliga takk- samir i hesari løtuni, har tit hava synt umfatandi stuðul og solidaritet við tey 200 avvarðandi teirra horvnu, sum hava verið í hungursverkfalli heima í Chile og við tey yvir 800, sum í 22 londum somu- leiðis hava skipað fyri hungursverkfalli. Vegna »Felagsskap skyldfólk teirra horvnu i Chile« veita vit tøkk til øll fakfeløg, ungmannafeløg, há re myndin er av eini mótmælisgengu í Washington. e sipar til, at Kina stødugt veksur um handils- ”hile og veitir Pinochetstýrinum stór Men måtstødan móti ti fasistiska stýr- inum hjá Pinochet heldur fram og sama er at siga um solidaritetsarbeidid víða hvar um heimin. Vit prenta her tvær greinar. Onnur er kvinnufeløg, trúarfelags- skapir og mentanarlig fel- og, til politiskar flokkar, ja, eisini til donsku stjórnina og Anker Jør- gensen sjálvan, 'sum studladu sak okkara. Hetta tiltak er partur av ti striånum, sum byrj- aði seinasta år, tå ein bólkur av kvinnum settu Pinochet og loynipoliti hansara, DINA, í eina ringa steðu við at fremja fyrsta hungursverkfallið í ST-húsinum í Santiago de Chile og harvið vísti chil- enska fólkinum á eina nýggja leið í stríðnum fyri frælsi. Hvat hava vit so rokkið til dagin í dag við hesum tiltøkum??? Sum felagar okkara i Chile siga tad, so hava vit rokkid, at bædi stjórnin og pressa hennara hava vidurkent, at vanda- málið viðvíkjandi teim horvnu fangunum er til. Tað hevur eisini eydnast okkum at greiða fyri al- menninginum bæði í og uttanfyri Chile, hver veruliga hevur ábyrgdina av hesi ålvarsligu støduni. Tað hevur eydnast at fáa enn fleiri at taka lut í andsteðuni, bæði fakfel- og, studentafelog, trúar- felagsskapir og mentanar- ligar rørslur. Øll hava tey opinlýst bjóðað diktatur- inum av við at ganga kravgongur i getum Santiagos. Tað ber ikki til hjá Pinochet at leingja pínsl- urnar hjá fleiri túsund og oll mannaættin fer at bíða eftir svarinum 8. juli, svarið, sum einans Pino- chet kennir. Men tað eru góðar grundir ikki at líta ov nógv á lyfti Pinochets. I fjør tók tað meira enn 3 mår. hjá honum at koma við einum einkisigandi svari, sum sjálvur ST- skrivarin metti var einki vert. Fyri kortum svór Pinochet eisini uppá, at stjórn hansara hevði einki at gera við morðið á Lete- lier, uttanríkisráðharra Unidads Popular, sum herfyri varð framt í Was- hington. Men kanningar, sum gjørdar eru í USA, hava sýnt, at tað var DINA, loynipolitiið, sum framdi morðið og kann hetta ikki hava verið Pinochet ókunnugt. Ti er hungursverkfallið ikki av — tað er einans steðgað fyribils Vit heita á allar felags- skapir um at venda sær til chilensku biskupparnar og veita teimum stuðul í samráðingunum. Vit mæla eisini til at alt samband við hermanna- stýrið verður slitið hesar 30 dagarnar. Samstundis fara vit eisini at stuðla til at øll solidaritetstiltøk í Nordanlondum verða samskipað og at gjørd verður ein felags sendi- nevnd, sum kann fara til Chile at kanna viðurskift- ini beinleiðis á staðnum. Vit fara at heita á Chilenska um tey mongu hungursverkføllini, sum chilensk flóttafólk hava verið í og hin er um lutin hjá hjá chilensku kirkjuni í stríðnum móti juntaini stjórnirnar, um alment at gera stødu sína vidvikj- andi teir horvnu greiða og krevja eitt fullgott svar frá Pinochet. Tað fer fyrr ella seinri við stríð og arbeiði at eydnast at fáa hetta svar- ið. Túsundtals chilenskir fosturlandsvinir = kunnu ikki hverva uttan spor. FYRI FOSTURLAND- IÐ — FYRI LÍVIÐ — FYRI FRÆLSI — VIT VILJA FINNA TEY! kirkjan virkin í stríðnum Andsteðan móti Pinochet- stýrinum er ekt í hverj- um, hóast nógv eru myrd, koyrd av landinum ella tey eru flýdd. Onnur upp- aftur — eini 2500 — sigast at vera horvin hóast tað í flestu forum eru prógv fyri, at tey eru handtikin av loyniliga militerpoliti- num, DINA. Bæði ST-skrivarin Kurt Waldheim og nógv onnur hava roynt at fingið eina frágreiðing um hesi »horvnu«, men higartil til fánýtis. Hetta seinasta árið hev- ur serliga hungursverkføll verið nýtt í stríðnum at fáa upplýsingar um hesi »horvnu«. Tad byrjadi å sumri i 1977, tå einar 30 kvinnur fóru inn á ST-skrivstov- una í Santiago de Chile og har fóru at svelta seg. Hetta vakti miklan ans um allan heimin og hevði til úrslit — tá hungurs- verkfallið hevði staðið við i 13 dagar — at Kurt Waldheim, ST-aðalskriv ari, fekk lyfti frá Pinochet um at eina fulgóða frá- greiðing um tey horvnu innan 90 dagar Hatta varð tó ikki so. Eitt svar kom, men Wald- heim metti tað at vera púra einkisigandi. Síðan hava verið fleiri hungursverkføll og komu tey í hæddina nú í summ- ar tá yvir 800 fólk í 22 londum sveltaðu seg. Hetta vakti ein slíkan ans í heiminum, at Pinochet aftur mátti lova at koma við einum svari — nú innan 30 dagar. Tað var hesaferð chilenska bisk- upparáðið, sum fekk lyft- ið, og niðanfyri er áheitan biskuppa á tey sveltandi um at gevast nú lyfti var givið. Yvirlýsing katólska biskupparáð Chiles 1. >Í longri tíð hava vit chilenskir biskuppar fleiri ferðir verið í nærum somu ræðuligu stødu, sum handtiknir og horvnir borgarar eru i og sum familjur teirra horvnu, ið ikki vita um skyldfólkini eru á lívi, eru í. Vit hava víst stjórnina á hesi viðurskifti — hava sent umsóknir og væl- prógvaðar frágreiðingar, bæði alment og privat. Serliga fara vit at vísa á skriv okkara frá mars 1977, har vit heita á stjórnina, um at fáa greiði á lagnuni hjá hverjum ein- stakum av teim horvnu. Um lagna teirra ikki verð- ur greidd — segdu vit tá — kunnu familjur teirra ikki fáa sálarfrið, ei heldur - kann veruligur friður ger- ast í Chile og andlitið hjá Chile kann ongantíð verða reint«. Tiltøkini, sum hesar seinastu vikurnar hava havt so stóra ávirkan, bæði á pressuna í Chile eins væl og á alheims- pressuna, bera prógv um, at tað framvegis er ein skylda at fáa greiði á hes- um lagnum«. 2. >Tað hevur altíð ver- ið ynski okkara við virð- ing at taka lut í teirri sorg, sum avvarðandi teirra horvnu liva í og vit síggja tað, sum okkara skyldu og teirra sjálvsagda rætt at fáa allar upplýsingar til vega, sum fáast kunnu elskaðu ættfólk teirra. Tann møguleikin, at til- tak okkara verdur tulkad ella nytt til onnur enda- mål, sum eru arbeiði kirkjunnar fremmand, skal ikki forða okkum at halda fram, inntil hetta rættvisiskravid hevur vunnið frama«. 3. »Somuleidis virda vit tey offur, sum avvardandi teirra horvnu hava gjørt fyri at åvirka almenningin uttan harðskap og fyri at hann skal fata, hvussu rættvís, sjálvsegd og átroðkandi krevini eru. Vegna ta virðing, sum vit ell skylda Gudi, skapara av og harra yvir menn- iskjans lívi, og vegna tess, at vit halda at komið er til eitt gott úrslit í hesi rætt- visissøk, heita vit á tykk- um at gevast við hungurs- verkfallinum, sum nú hev- ur vart í meira enn 2 vik- ur. Kirkjan fer at gera alt hon er ment, fyri at tit fáa tað svarið, tit av rottum eiga«. 4. »Biskuppafundurin hevur heitt å Raul Silva Henriques, kardinal, og å Fransisco de Borja Valen- zuela, formann, um at tosa við innanrikisråd- harran Sergio Fernandez. Ráðharrin hevur svarað, at stjórnin um stutta tíð fer at klárleggja, hvat er vorðið av øllum teim menniskjum, sum segd eru at vera horvin. Har- aftrurat ætlar ráðharrin, at greiða allar logfrødis- ligar spurningar, sum hava samband við hetta. Vit heita á allar chilen- arar, at sýna gott skil og góðan vilja — serliga venda vit okkum til trúar- brødur okkara fyri, at vit oll — við Guðs hjálp — í felag kunnu vinna á øllum trupulleikum, sum enn forða fyri ynsktu tjóð- skaparligu semjunic. Fransisco de Borja Valen- zuela, erkabispur, bisk- uppur fyri San Felipe, for- maður í Biskupparáðnum Raul Silva Henriques, erkabispur fyri Santiago de Chile, Sergio Contre- ras, biskuppur fyri Tem- uco, Orozimbo Fuenzali- do, biskuppur fyri Los Angelos, Sergio Valech, hjålparbispur fyri Santi- ago de Chile, Carlos Gon- zales, biskuppur fyri Tal- ca. 6. juni 1978 MS SDS EET i å FE] HH 1