Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 1978síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 68 Mikudagin 13. september 1978 51. árgangur Leysasøla kr. 3,00 frælsi javnadur brødralag Byráðið letur 10,7 mill. kr. fyri Hoyvík og Hvítanes — samanleggingin samtykt av báðum kommunustýrum Sum eitt lið í umskipanini av kommunumarkinum millum Tórshavnar kommunu og Uttanbíggj- ar kommunu, soleiðis at Hoyvík og Hvítanes koma uppí Havnina, skal Tórs- havnar kommuna taka við lánum og skattaeftirstoðu í teimum báðum bygdun- um uppá tilsamans 10,76 mill. kr. Hetta stendur í sáttmálanum um saman- leggingina, sum bæði kommunustýrini sam- tyktu mánakveldið. Har- afturat skal Tórshavnar byråd sleppa øllum ó- goldnum krevum, herund- ir vatngjaldi, sum tað hevur mótvegis Hoyvík og Hvitanesi. Sáttmálin er settur til at koma í gildi 1. apríl í ár, men hann má góðkennast av landsstýrinum, áðrenn hann kann setast í verk. Í sáttmálanum stendur, at skattaprosentið í Hoyvík og Hvítanesi verður tað sama til næsta kommunu- val verður, ella til tað verður tilmælt broytt av trýmannaráðnum. Tey trý umboðini, sum Hoyvík og Hvítanes fingu í Uttan- bíggjarbygdaráðið við seinasta kommunuval, skulu sita í trýmannaráð- num, sum skal gera til- mæli og tilráðingar bein- leiðis til Tórshavnar býráð um øll viðurskifti í báðum bygdunum. Tey trý um- boðini eru Mortan Winther Poulsen, Zakari- as Wang og Hegni Vester- gaard. Uttanbiggjar bygdarådid samtykti sått- målan vid 6 atkvødum fyri og 1 móti og i Tórs- havnar byråd vóru 7 fyri og 2 móti. Bygdaráðslimur í Hoyvík: — Hetta er hvítur trælahandil! — Tað ber ikki til hjá okk- um longur at vera í hesi kommununi. Øll okkara mål, sum fáa viðgerð, verða forkastað og fleiri mál fáa als onga viðgerð. Men hesin mátin at leggja saman við Havnini er skeivur. Hetta er hvítur trælahandil, ti Argir selur Hoyvík og Hvítanes fyri 1 1/2—2 mill. kr. Hetta segði eitt av um- boðunum fyri Hoyvík og Hvítanes, Mortan W. Poulsen á bygdaráðsfund- inum á Argjum mána- kveldið, tá umskipanin av kommunumarkinum var til viðgerðar. Mortan W. Poulsen at- kveddi móti innihaldin- um í sáttmálanum, men segði seg vera fyri prin- sippinum. Hann spurdi eisini, hvussu nú verður við teimum ognum á Argjum, sum borgararnir í Hoyvík og Hvitanesi hava verið við til at goldið í mong harrans ár. Borgararnir hildnir uttanfyri Mortan W. Poulsen fyltist eisini á, at borgararnir í Hoyvík og Hvítanesi full- komiliga eru hildnir utt- anfyri samanleggingina. Hon er gjerd yvir hevd- unum á teimum, segði hann. Annars meinti hann, at ongin trygd er fyri, at sáttmálin verður hildin. Hann visti eisini á nakrar greinar í honum, sum hann segði vóru í stríð við landsins lógir, eitt nú tað, at skattaprosentið í Hoy- vik og Hvitanesi verður 6- broytt og sostatt lægri enn í Havnini. — Tað er ti ein spurn- ingur, um sáttmálin held- ur juridiskt, segði Mortan W. Poulsen Mortan W. Poulsen legði soljóðandi uppskot fyri fundin mánakveldið. men tað varð felt: Bygdaráðið samtykkir at heita á Feroya lands- stýri um et fáa i lag sam- ráðingar millum Tórs- havnar Uttarbiggjar kommunu og Tórshavn ar kommunu við lutteku av umboðum fyri bygd- irnar Hoyvík og Hvítanes og undir leiðslu av lands stýrinum til tess at skipa fyri samanlegging av Hoyvík og Hvítanesi við Tórshavnar kommunu. Tá hesar samráðingar eru loknar, verður úrslitið at leggja fyri bygdafólkið í Hoyvík og á Hvítanesi til steðutakan. Verður samráðingarúr- slitið góðkent, skipar Fer- oya landsstýri fyri saman- legging samsvarandi grein 48, 2. petti í kommunu- lógini. Ein stórur dagur Umframt Mortan W. Poulsen og bygdaráðs- formannin hevði bert Zakarias Wang orðið á fundinum mánakveldið, tá hetta stórmálið var til viðgerðar. Hann helt, at hetta var ein stórur dagur fyri allan Suðurstreym. Hóast hann var ósamdur við nógvum í sáttmála- num tók hann kortini undir við tí úrsliti, sum hann førir til, nevniliga umskipan av kommunu- markinum. Sáttmálin varð sam við 6 atkveðum tyktur {Yy Tórshavnar kommuna hevur átikið sær at gera Argjavegin lidnan Havnin og Uttanbiggjar komm- una gjørt samarbeidssåttmåla I samarbeiðssáttmálanum millum Tórshavnar Utt- anbíggjar kommunu og Tórshavnar kommunu stendur í grein 6, at »frå 1. apríl 1978 verða útreiðsl- urnar til slekkilið, lækna- og heilsumál, svimjuhyl og kirkjugarð býttar í mun til fólkatalið í komm- ununum tann 1. januar sama ár<. Og vidari stend- ur, at »Uutreidslurnar til sosiala umsorgan, vøggu- barnagaråar, stovur, skúlar, skulatannlækna- stovur og renovation verða byttar mun til nytslu« í Sattmálanum er eisini „13 £j8:( ru fyri m tí P tr kommunan letur hinari vatn. Báðar kommunurnar eru samdar um at halda fram við samvinnuni á skúla- økinum. Ætlanin er at viðka hana, so at ein megulig framhaldsdeild á Argjum kann hava næm- ingar úr Vesturbýnum í Havn og/ella samarbeiði við Venjingarskúlan Vegasambandið millum Havnina og Argir er eisini umrett í sáttmálanum Tórshavnar kommuna hevur átikið sær at gera Argjav norðanfyri Sanda innan eitt á rá ti s in er undir x M krivaður. Innan ein må skal Havnar kommuna gera endaliga regulering av nýggja ringvegnum. Í sambandi við henda veg, skulu kommunurnar felag gera brúgv um- Sandá Annars eru kommunur nar samdar um at kravið um, at onnur kommunan skal gjalda í generalkostn- aði hjá hinari, fellur burt- ur Såttmålin um arbeiðið er treytaður sam 1 at såttmålin millum kom munur