Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 68 — 13. september 1978 telf. 147 20 3800 Tórshavn naðarflokkur Tørfinn Smith 1) box 76 Foroya Ja Fyritaksstjór Vilhelm Jo Høgni D Johann Mortense Jan Miller Yrné Thomsen z: Soswlurin Dimmalætting »Sunnur politikkur« SEINASTA leygardag hevur for- maður sambandsfloksins aftur eina grein í Dimmalætting. Enn einaferð greiður hann frá, hví sambands- flokkurin ikki kom aftur í landsstýr- ið eftir seinasta løgtingsval. HANN LEGGUR dent á, at sam- bandsflokkurin ógvuliga fegin vildi koma aftur í landsstýri, men at flokkurin ikki kundi góðtaka, at partar av stevnumiðum javnaðar- floksins vórðu tiknir við í einari møguligari samarbeiðsavtalu. TALAN KUNDI einans verða um yfrísinnaðan, sunnan sambands- politikka. Eftir at hava lisið greinina leygardagin ivast vit stórliga í, hvussu frísinnaður og sunnur sam- bandsflokkurin, politikkurin og for- maðurin í flokkinum eru. ÚRSLITIÐ AV løgtingsvalinum i 1974 var, at stevnumið javnaðar- floksins fingu størstu undirtøkuna millum veljararnar. Í demokratisk- um londum, har talan er um stjórnir, sum eru skipaðar av fleiri flokkum, er tað vanlig mannagongd at sam- skipa stevnumiðini hjá viðkomandi flokkum. MEN HESA sjálvsagdu demokrat- isku mannagongd vil sambands- flokkurin ikki hoyra um. Hetta vátt- ar formaður sambandsfloksins al- ment í Dimmalætting leygardagin. Tey stevnumiðini, sum fingu størstu undirtøkuna millum fólk á valinum i 1974 skuldi hvorki fáa orð ella bók- stav við í eina samarbeiðisavtalu. OG HETTA kallar formaðurin í sam- bandsflokkinum fyri »frisinnadan og sunnan politikk«. Vit megu loyva okkum at spyrja, hvat so kann kall- ast ófrælsur og ósunnur politikkur? Er tað frísinnaður og sunnur poli- tikkur at skúgva sjónarmiðini hjá størsta flokkinum til viks? Er hetta ikki at hava fólkaræðið til fóta- traðk? GREININ leygardagin er uttan iva tann einasta av sínum slag, skrivað av einum politiskum oddamanni í ti frælsa heiminum. Tónin í greinini var bæði ódemokratiskur og ósunn- ur. Hon var beinleiðis óhugnalig! - Karmal å Presttrødni Næstseinasta sunnudag var Karmal á Presttreðni í Miðvági borin til gravar úr Miðvágs kirkju. Hann var ikki gamal, einans 56 ár, nú hann legði árarnar inn, men hann hevði mong ár kent til at verða heilsu- brekaður og hartil hvat tað var at liggja sjúkur og undir læknahond. Tey mongu, sum henda fagra sunnudag fylgdu Karmali til hvíldar, og sýndu honum tann síðsta heiður, gjørdu tað eisini við kenslu av, at siga ein- um menniskja farvæl, sum gjøgnum alt liv sítt hevði kempað fyri ti, sum var rætt og rímuligt; har Karmal var, har var hann heilur og hann smæddist ongantíð; segði stødu sína hver tað so var, hann hevði frammanfyri sær. Karmal hevði ikki altíð lættar letur, men hann kendi seg væl, tá heilsan gav honum høvi til at royna seg, hóast sjúkan boygdi hann, royndi hann Neyðbrandpumpa * sjálvsúgvandi løtt-flytbar * lítil í vavi * stóran kapasitet * uppfyllir krøv skipasýnisins C.C. JOHANSEN Her eru tey nyggju bingotølini! 1 RINGO 11 SOSIALURIN 1978 21 SOSIALURIN 1978 - tif. 1 4922 Er nakað á vási, sum tú vilt hava í blgðini, so ring — vit eru til reiðar. Telefonir okkara eru 14720 og 11820. Undirritaði teknar haldara av Sosialinum og fær altíð at kempa, seinasta roynd hansara var at fáa sær hýruvogn, men heldur ikki her loyvdist honum at halda á, og seinru árini var hann langar tíðir bundin at seingini. Meðan Karmal av og á var á rektarheiminum í Miðvági hevði hann tikið sær fyri at lesa og syngja fyri = búfólkunum har. Hetta vóru tey honum sera takksom fyri, hann las m.a. lestur og eisini annað fyri teimum, mest tó av andaligum innihaldi. Eisini eftir at hann var komin heimaftur kom hann javnan á Rektar- heimið at lesa og syngja. Hann vildi so fegin hjálpa og tað gjørdi hann á henda hátt so leingi hann orkadi; men í seinastuni feldi hann seg ikki væl, hevði fingið innleggingarseðil á sjúkhús og bíðaði eftir innleggingarboðunum nú onnur boð vóru eftir hen- um. Karmal hevði nógvar vinir, og hann gloymdi ongantíð vinfólk síni. Eftir hann situr konan og bernini, sum eru 5 í tali. Vit lýsa frið yvir minni hansara. Frá og vid í dag 9.9. 78 — fæst Wash-perle fasadupuss fyri 12,75 kr./kg — Fyrr kr. 15,00 kr./kg — Hettar tilboð er galdandi í hendan mánaðin ut. BECKERS FARVUHANDIL Í GONGINI 3 v. Finn E. Samsonsen TIf. 13657 — 3800 Tórshavn seg sum hann ókeypis restina av árs- hr fjórðinginum. Navn: Bústaður: Øpostað | (SOSIALURIN rindar postgjaldid) | - L. 14 — søsialurin }- Postbox 76 = 3800 Tórshavn U - Kannað posthúsinum 2118 fj AR TN