mikudagur 13. september 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EEN SE SE RE RUN
Nr. 68 — 13. september 1978
sosialurin
Atli Dam um landsbankan:
Neyðugur stovnur
i framkomnum samfelagi
Sambandsmenn: Landsbankin er eitt risastig til
vinstru. Sjålvstyrisflokkurin: talan er ikki um
sosialisering. Javnadarflokkurin og tjóðveldisflokk
urin: eitt stort stig framå
— Landsbankin er ein
sjålvsagdur stovnur i ein-
um framkomnum samfel-
agi. Vit hava klárað okk-
um uttan ein landsbanka,
men vit høvdu klárað okk-
um betur við einum lands-
banka, segði Atli Dam,
legmaður, í reðu síni undir
1. viðgerð av uppskoti-
num um ein føroyskan
landsbanka.
Atli Dam skýrdi mót-
stødu sambandsfloksins
móti landsbankanum fyri
afturhald av versta slag.
Måtstødan vísti sam-
bandsfloksins politikk um
tað statiska — støduga —
samfelagið, segði Atli
Dam m.a.
LÍTIL MOTSTØDA
Einans sambandsflokkur-.
in og framburðs- og fiski-
vinnuflokkurin vóru bein-
leiðis ímóti at stovna ein
landsbanka.
Sjálvstýrisflokkurin og
einstakir politikkarar tóku
fyrivarni við samanset-
ingini av. umsjónarráðn-
um, nevndini og tað at
figgjarmálaráðharrin skal
hava forsæti á fundunum í
ráðnum.
Frá m.a. sambands-
floksins síðu er uppskotið
um stovnsetan av lands-
banka skýrt fyri at vera
eitt risastig til vinstru og
at talan varum sosialiser-
ing. Serliga hevur - Pauli
Ellefsen, formaður í ting-
bólki sambandsfloksins,
lagt eftir fólkaflokkinum í
hesum viðfangi.
EINGIN
SOSIALISERING
— Men hetta er avgjert
ikki rætt. Talan er ikki um
nakra sosialisering, segði
Jógvan Sundstein. ØIN
lond hava fyri neyðini ein
miðdepul til peningaverk-
ið, líkamikið hvat land
talan er um.
Jógvan Sundstein
segði, at landsbankin hev-
ur tvær hevuðsuppgávur:
„at skipa fyri tryggum pen-
'ingavidurskiftum og at
vera bankasamband hjå ti
almenna.
— Føroyska samfelagið
líkist sjálvsteðugum lond-
um, hóast vit ikki hava
egnan valuta. Luxem-
bourg hevur valuta saman
við Belgia. Tí er hetta ikki
avgerandi, um bankin
kemur at hava tjóðbanka-
uppgávur ella ikki, segði
Jógvan Sundstein í sam-
bandi við atfinningarnar
móti, at vit ikki fáa ella
hava egnan valuta og at
vit ikki fáa seðlaútgávu
meguleika.
Hann helt, at framburð-
urin og støda Føroya
gjørdu tað neyðugt at
hava eitt bankasamband
fyri at skipa fyri fíggjar-
viðurskiftunum.
Hann visti annars á, at í
uppskotinum var dentur
lagdur á, at stýrið fyri
bankan var politiskt óheft
og at tað skuldi vera fak-
ligt kvalifiserað.
HJÁLPA BANKUNUM
Viðvíkjandi teimum priv-
atu peningastovnunum
segði Jógvan Sundstein,
at landsbankin skuldi
hjálpa teimum í likvidi-
tetsspurninginum. Lands-
bankin skal eisini kunna
skaffa likviditet og læna
hinum bankunum. Annars
skal hann hava samband
við teir og kunna teir um
landsins steðu.
— Áleggjast kann ikki
teimum privatu peninga-
stovnunum samfelagslig-
ar skyldur, men haraft-
urímóti skal landsbankin
hava slíkar fyri at hava
eina javna peningaliga
gongd í samfelagnum.
— Fremja vit ikki hetta
málið, oyðileggja vit pol-
itisku meguleikarnar fyri
at skapa eina javna gongd
í samfelagnum, segði
framsegumaður fólka-
floksins og legði afturat,
at landsbankin skal ikki
kappast við hinar bankar-
nar, men vera eitt sam-
skipanarlið millum sam-
felag og núverandi bank-
ar.
SAMSKIPA ARBEIÐIÐ
Í GRUNNUNUM
Eisini nevndi Jógvan
Sundstein meguleikarnar
fyri at samskipa arbeiðið
hjá teimum ymisku al-
mennu grunnunum í
landsbankanum, meðan
sjálv sakviðgerðin fram-
vegis fór fram í grunn-
stýrunum.
Kjartan Mohr var ímóti
landsbankanum:
— Okkum dámar ikki at
spæla sjálvstýri, men at
hava sjálvstýri og hetta
við landsbankanum var at
spæla sjálvsstýri.
Hann helt uppskotið
vera órealistiskt — ein
tankatosk. Annars fanst
hann at, at eingin pen-
ingur varð settur av til
bankan og at stovningar-
útreiðslurnar og stovns-
fæið var ov lítið.
Heðin Klein úr tjóð-
veldisflokkinum tók undir
við uppskotinum, hóast
tað ikki var so vitt gang-
andi sum tjóðvelisflokkur-
in ynskti, men tað var tó
eitt stig á rætta leið.
EIN NATURLIGUR
LIÐUR
Hilmar Kass úr sjálvstýr-
isflokkinum helt, at lands-
bankin var ein natúrligur
samskipanarliður.
— Landsbankin er eitt
stig til vinstru, siga
summi, men tað haldi eg
ikki, segði Hilmar Kass,
sum annars helt tað vera
mannminkandi, at lands-
bankin skuldi stovnast við
undirskoti. Eftir hansara
áskoðan skuldi ein upp-
hædd verið sett av á figgj-
arlógini.
Hilmar Kass fanst at,
at uppskotið kom so seint
fram. Eisini fanst hann at
samansetingini av um-
sjónarráðnum og nevndini
smb. uppskotinum.
M.a. nevndi hann, at
fýra limir skuldu veljast
av legtinginum við lut-
falsvali. T.v.s. tað sama
sum, at núverandi sam-
gonga kundi velja triggjar
limir. Tilsamans skal
landsstýrið velja tveir.
Tilsamans eru tað fimm.
IKKI ÓPOLITISKT
Hann helt, at hetta var
ikki ópolitiskt og fanst
eisini at sam: setingini
av nevndini. (Nevndin
skal hava sjey limir. Teir
báðir landsstýrisvaldu í
ráðnum skulu smb. upp-
skotinum eisini sita í
nevndini saman við fimm
eðrum, sum umsjónarráð-
ið velur við lutfalsvali,
red.).
Hilmar Kass segði, at
sjålvstyrisflokkurin var
vælsinnaður fyri at finna
eina loysn í málinum, hó-
ast sjálvstýrisflokkurin
tók ikki í ellum ferum
undir við landsstýrisupp-
skotinum.
J. Fr. Øregaard helt, at
fíggjarmálaráðharrin,
sum smb. uppskotinum
skal hava forsæti í um-
sjónarráðnum og skal vera
til staðar, tá týðandi av-
gerðir skulu takast í
nevndini, fekk ov stórt
vald.
Annars tók Øregaard
undir við uppskotinum.
EIN STÓRUR DAGUR
Johs. Martin Olsen úr
sambandsflokkinum helt
fyri, at hetta var ein stór-
ur dagur hjá javnaðar-
flokkinum og tjóðveldis-
flokkinum. Og nú eisini
hjá fólkaflokkinum og
sjálvstýrisflokkinum, sá
tað út til.
— Hetta var ikki pro-
grammið hjá fólkaflokk-
inum, men hjá hinum
flokkunum, segði Johs.
Martin Olsen og saman-
bar fólkaflokkin við eina
kúgv á ísi.
— Onnur lond hava ein
tjóðbanka, tí tey eru
noydd til tað. Okkum nýt-
ist hann ikki — vit hava
ikki brúk fyri honum, tí
vit hava gott samband við
Danmark.
Soleiðis málbar Pauli
Ellefsen seg í reðu síni.
Hann segði, at vit hava
bygt samfelagið upp uttan
nakran landsbanka. Alt
hevur gingið uppá stás,
ja, betur enn í Danmark.
Framhaldandi segði
hann, at fyrst samtykkja
samgonguflokkarnir = at
stovna ein banka, fyri síð-
an at finna út av, hvat
bankin skal brúkast til.
— Men sjálvir eru teir
ikki førir fyri at vita, hvat
hann skal brúkast til. Utt-
an ein — legmaður. Hann
veit, hvat bankin skal
brúkast til: at stýra við.
Landsbankin verður ein
effektivt stýritól og
effektivur at stýra hinum
bankunum og virkjunum
við.
Annars fanst Pauli Ell-
Síða 3
Atli Dam: Mótsteða sambandsfloksins er afturhald av
versta slagi
efsen at, at ongar stovn-
ingarútreiðslur vóru til.
LUKKUYNSKTI
LØGMANNI
SPEISKLIGA
Framsegumaður sam-
bandsfloksins helt eisini,
at vinningurin hjá lands-
bankanum fór at verða
tikin frá hinum peninga-
stovnunum og at megu-
leikarnir hjá teimum fóru
at minka.
Pauli Ellefsen skilti
væl, at vinstrasinnaðir
eru fyri einum lands-
banka, men at liberalistar
vóru fyri einum slíkum,
skilti hann ikki.
Í hesum sambandi
ynskti Pauli Ellefsen løg-
manni tillukku við at seta
ein varða eftir seg:
— Eingin sosialistiskur
leiðari hevur sett so stóran
sosialistiskan varða eftir
seg. Og eingin maður hev-
ur fingið so nógvar liberal-
ar menn at laða upp
hendan sosialistiska varð-
an. Í hesum feri hevur
legmaður sligið sína egnu
rekord.
EITT ÁLVARSAMT
MÁL
Í reðu síni segði Atli Dam,
at talan var um eitt álv-
arsamt mál fyri samfel-
agið nú og komandi.
Í samband við viðmerk-
ingarnar hjá Paula Ellef-
sen og Hilmari Kass um,
at peningur ikki var settur
av, segði løgmadur, at tað
var ikki av tilvild. Um
landsstýrið hevði sett
pening í formi av parta-
brevum, hevði verið talan
um ein landsstovn. Men í
staðin fyri skal lands-
bankin taka upp lán.
— Hetta mátti verið ein
tryggleiki fyri teir, sum
eru ímóti landsbankanum,
at hann ikki er ein lands-
stovnur, segði Atli Dam.
Annars tók legmaður í
tað, sum aðrir høvdu sagt.
Til teir, sum hildu, at
landsbankin fór at nerva
hinar bankarnar, i
hann, at
yvirhevur ikki fór at gera
fortreð, men harafturimoti
fóru peningastovnarnir
kanska at vera glaðir um
at fáa hjalp.
EFTIR DANSKARI
FYRIMYND
Eisini vísti Atli Dam á,
hvussu danski tjóðbankin
var stovnaður í 1936 og at
tað stórt sæð var á sama
hátt sum í hesum feri.
Somuleiðis var saman-
setingin av umsjónarráð-
num og stjórnini tikið eftir
danskari fyrimynd.
— Einasta sum brýtur
frá, er at í Danmark skulu
fólkatingsmenn veljast í
umsjónarráðið, meðan her
bert »kunnu« legtings-
menn veljast, og tað ger
tann almenna partin veik-
ari, segði Atli Dam.
— At fáa tað til styring,
at figgjarmålarådharrin
fær forsæti í umsjónarráð-
num, er at virða hinar
ráðslimirnar = ov lítið.
Figgjarmálaráðharrin
hevur ikki atkveðurætt
men er har fyri at tað pol-
itiska valdið veit, hvat fer
fram.
Annars segði hann seg
vilja broyta tað, at figg)j-
arráðharrin skuldi hava
forsæti, um tað var ynski-
ligt
— Eisini verður megu-
ligt at ávirka likviditetin í
landinum við egnum pen-
ingamiðlum, sum ikki er
meguligt í letuni. Annars
eri eg ikki negdur við
hendan bankan, ti tað er
ikki ein sosialistiskur
banki, men hann er eitt
stórt framstig, endaði Atli
Dam.
Uppskotið um stovnan
av einum landsbanka varð
eftir viðgerðina beint í
figgjarnevndina.