Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. september 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin kring oyggjarnar Jean Germaine hevði ongan undirmálsfisk líknandi mánað. Tað var ongin undir- brot í málsfiskur í lastini hjá franska trolaranum Jean Germaine, sum í síðstu viku varð tikin av Tjaldrinum fyri at royna við snerdum trolposa. Skiparin varð funnin sekur i Føroyå Til rætti og demdur at gjalda 30.000 kr. í bót umframt at missa veiðu og reiðskap. Jean Germaine hevði roynt í fýra dagar, tá hann varð tikin. Hann hevði tá 31 tons inni og varð veiðan legd upp á Bacalao. Meginpartur- in, 20 tons, var upsi og annars hevði hann 6 tons av toski og fimm av ymiskum eðrum. Jean Germaine hevði tó ikki undirmálsfisk sum enski trolarin Osa- ko, ið varð tikin fyri juni Listin í Suðuroy løgtingsvalid 7. nov. hevur Javnaðar- flokkurin gjert henda lista í bókstavareð: Hilmar Bech, løg- tingsmaður, Porkeri, Atli P. Dam, løgmad- ur, Tveroyri, Andreas Petur Jacobsen, bóndi, Vágur, Karin Johan- sen, húsmóður, Hov, Sverri Midjord, løg- tingsmaður, Tveroyri, Manne Næs, keypmað- ur, Hvalba, Jóan Pauli Poulsen, útróðrarfor- maður, Sandvík, Mart- in Poulsen, skipari, Sumba. Frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd: Veitst tú alt um atburðin hjá børnum ferðsluni? Ansið eftir børnunum, sum standa aftanfyri parkeraðar bilar, og sum brádliga kunnu stinga seg út á veg- in. Ti børn, sum standa á gongu- breytarkantinum, royna at kunna seg um ferðsluna; men tey skilja ikki so væl, at parkeraðir bilar forða útsýninum, bilarnir eru stórir og børnini eru smá. Eingin er nóg varin í slíkum um- støðum, tå ið barnaliv umræður. Hav eyguni við tær, har sum børn eru á ferð: leika, ganga ella súkla! fff lívið er eittans Nr. 68 — 13. september 1978 Mótmælini eitt varskó — um at vera varnir og at taka allan dálkingarspurningin upp av álvara Soleiðis sigur landsstýris- maðurin í idnadarmålum, Jákup Lindenskov. Um mótmælini, sum eru send Tinginum viðvíkjandi taravirkinum á Hulki á Strondum, sigur hann, at tey eiga at verða tikin álvarsliga, og at vit sum heild eiga at ansa okkum, so forðast kann fyri ó- neyðugari dálking. Hann heldur ikki, at vandi er fyri, at taravirkið fer at dálka umhvervið, um rætt verður borið at, um ásettar treytir fyri virkinum verða hildnar. Alternativt virki — Í taravirkinum hava vit fingið ein góðan alterna- tivan meguleika. Hetta er ein nýggj leið at ganga í vinnulivi okkara, sigur landsstýrismaðurin. Vit hava ráevni sjálvir, og vit mugu rekja hetta ráevni væl, fara væl um tað, so framtið verður í tí. Vit eiga eisini at útbyggja taraframleiðsluna, = men vit mugu ikki vænta okk- um ov nógv í byrjanini, hetta er ein nýggjur táttur innan idnadin í Feroyum, oll byrjan hevur sjálvsagt sínar vansar. Eysturoyggin rætta plássið? Jákup Lindenskov ivast í, um Eysturoyggin er ein- asta rætta plássið at leggja taravirkið. Yvir- hevur kann sigast um hesa oyggj, her er arbeiði til allar hendur, tó tað ikki er á øllum plåssum. — Eg kundi ynskt, at virkið lá í eini minni bygd, t.d. Skálavík. Men hin- vegin er at siga, at staðið við Hulkin á Skálafjorð- inum egnar seg væl til virkið, tí fyritreytirnar: havnagki og nógv vatn, eru til staðar. Í Skotlandi og kanna virki Herfyri var Jákup Lin- denskov í Skotlandi, er indini vóru at kanna um- hvervini á taravirkjum har. Hann sigur, at skotar hava góðar royndir av taravirkjunum, sum hava Jákup Lindenskov, lands- stýrismaður: — Vit mugu taka dálkingarspurningin til viðgerðar framleitt alginat í meira enn 30 ár. Eingin dálking at kalla stendst av fram- leiðsluni. Agn- og sléågvmidstødin í Eysturoynni: Vit bida i spenningi — og vóna at politikararnir taka undir vi Soleidis sigur ein av und- angongumonnunum aft- anfyri ætlanini at byggja eina agn- og slogvmidstød í Eysturoynni, Havstein Ellingsgaard á Lynfrost. Tað eru tey seks flaka- virkini i Eysturoynni: Lynfrost, Nykur, Nordis, Frost, Handils- og frysti- virkið og Fuglafjarðar is- virki, sum eru gingin sam- an um at byggja eina fel- ags frystigoymslu til agn, slógv og lidnar fiskavørur. Flakavirkini hava skot- ið upp, at tað almenna letur 45 prosent í parta- peningi, meðan flakavirk- ini sjálvi lata 55 prosent. Uppskotið varð viðgjert í landsstýrinum, sum legði málið fyri tingið við teirri broyting, at almenni partapeningurin verður 30 prosent, og ikki 45, sum flakavirkini hava skotið upp. Flakavirkini vildu helst at býtið varð, sum skotið varð upp frá byrjan, og málið hevur síðani verið í figgjarnevndini. Havstein Ellingsgaard sigur, at hann vónar, at málið kemur fyri tingið, áðrenn tað fer heim á hesum sinni. HEVUR ÓMETALIGA STÓRAN TÝDNING Higartil hevur lítið sam- arbeiði verið millum flaka- virkini í Feroyum. Hetta er spell, tí tað eru nógvir spurningar, sum flaka- virkini loysa best í felag. Ein agn- og slógvgoymsla hevur ómetaliga stóran týdning fyri flakavirkini í Eysturoynni. Steðan í dag er tann, at flakavirkini hava ikki frystiorku til at kunna ar- beiða slógvið sjålvi, har- umframt er goymsluplåss- ið alt ov lítið. Flestu flakavirkir aðrastaðni í landinum hava loyst henda spurningin við at útbyggja hver í sær. Tað meta virkini í Eystur- oynni verður bæði dýrt og ov órationelt. Við at fara saman um eitt tílíkt mál, kunnu tey 6 eysturoyar- flakavirkini fáa eina tílíka midstød biligari enn at út- byggja hver sær. SLÓGVIÐ GER STORAN MUN - Ætlaða felagsgoymslan verður fyrst og fremst til innfrysting av slógvi. Uppsettir = vera bæði frystitunlar og vertikalir plátufrystarar. Tað at flakavirkini á henda hátt hava meguleika at frysta slógvið sjálvi, fer at muna í roknskapinum. Innfryst- ingarorkan á nýggju goymsluni verður 100 tons um degnið. Ætlanin er at taka ímóti makreli, sum verður fryst- ur til agn. Tað er stórur tervur á eini frysti- goymslu til agn, og sum stødan er í dag, verður nærum alt agnið, ið før- oysku skipini brúka, inn- flutt. Tað er serliga ma- krelur úr Noregi og høgguslokkur úr Canada og Sovjetsamveldinum. Innflutt verða eini 3000 tons av agni um árið til eitt samlað virði uppá um- leið 7 mill. kr. Havstein Ellingsgaard sigur, at tað er harmuligt, at allur tann makrelur vit veiða norðan fyri Shetland ikki kann vera landaður í Feroyum og fara sum agn til skip- ini. HENT Í KREPPUSTØDU — Tað er heilt greitt, at vit kunna ikki vera eina tilika frystigoymslu fyri- uttan koma vit í eina ella aðra kreppústeðu, sigur Havstein Ellingsgaard. Hann hugsar her um meguleikan, at t.d. havnaverkfall verður í USA, og eingin fiskur verður landaður har. Í dag verður meginparturin av okkara flakaframleiðslu seld til USA. So vit kunnu hugsa okkum, hvussu álv- arsligar avleiðingar tað hevði fingið fyri flakavirk- ini i Føroyum, um propp- ur kom i. Eftir bert stutt- ari tíð, hevdu eingi goymslupláss verið til fiskaverurnar. — Og júst her er ein felagsgoymsla loysnin. ð málinum Havstein Ellingsgaard sigur, at tað hevur skund at loysa goymsluspurn- ingin. Felagsgoymslan í Eysturoynni fer eisini at gera tað bæði lættari og bíligari, tá talan er um av- skiping av fiskavørum. Tá verður bert neyðugt at av- skipa frá einum stað, í- staðin fyri, at skipini sku- lu leggja at og taka ímóti fiski á seks plássum. BYGD Á GLYVRUM Flakavirkini hava viðtikið at byggja agn- og slógva- goymsluna á Glyvrum. Her er stytsta leiðin at fara við slógvinum. Her skal havast í huganum, at her liggja tvey flakavirki næstan síð um /sið. Hugsað hevur eisini verið um tann meguleikan at lata makrel til Bakka- frost, sum kann skera hann til flak. Ætlaða agn- og slógv- goymslan, sum verður 10.000 m? til støddar, er mett at kosta umleid 17 mill. kr. £/ KJARTAN VV '/ DALSGAARD HOYDALSVEGUR 8 TLF 15222 HEIMA TLF 12940