mikudagur 13. september 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 13. september 1978
sosialurin Síða 5
Fótbóltslandskappingin í fyrstu deild:
Avgerðin fellur |
24. september
Spenningurin um tað verður HB ella TB, ið vinnur
foroyameistaraheitið í 1. deild 1978, er nú rættiliga
- komin í hæddina, men ikki fyrrenn 24. september
eMsia UP) verður avgjørt, hver av arvafiggindunum vinnur
Tá metast bæði liðini til seinna landskappingardyst
teirra millum, og verður hann á Sevmýru
SIE
a li
UN
så
HA
Finalan varð
av ongum
Dómarin, ið hevði fingið boð um, nær
dysturin skuldi spælast, metti ikki til
fyrru finaluna í smádreingjadeildini
Fyri fyrstu ferð skuldi nyggi leikvøllurin á Skála vera
ramma um eina av finalunum í landskappingini hjá
ÍSF, men dysturin varð av ongum, tá eingin dómari
metti.
BÍÐAÐU LEINGI
Hetta var stødan tá fyrri finaludysturin millum
Skála og TB í smádreingjadeildini skuldi leikast
seinasta sunnudag.
Væl av áskoðarum hevdu leitað sær niðan á vellin
at hyggja at dystinum, ið lættliga kundi gerast
spennandi, tá bæði liðini hava staðið seg væl í ár.
Men hesir áskoðarar, og leikararnir við, komu at
bíða í ein tíma og eitt korter til onga nyttu, tí eingin
dómari metti.
AVGJØRDU AT FARA
Tá TB dreingirnir hevdu bíðað hesa tíð, avgjørdi lið-
leiðarin og venjarin, Sverre Midjord, at fara av vell-
inum aftur, tí smádreingirnir skuldu náa Smyril, ið
fór av Havnini kl. 16.
HØVDUHØVDU HAVT SAMBAND
VIÐ DÓMARAN
Útvarpið bar leygarkvøldid tey tíðindi, at Skála sum
ábyrgdarfelag hevði havt samband við dómaran tveir
dagar frammanundan dystinum, og tá skálamenn
sunnudagin ringdu til heim dómarans fyri at vita,
hvar hann bleiv av, varð sagt, at hann fyri lotu síðan
var farin heiman.
SOSIALURIN hevur sum leysatíðindi hoyrt, at
orsekin til at dómarin ikki metti, var, at hann stóð
faddur.
Tiverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fatur á
nøkrum av pørtunum, ella fótbóltsdeild ÍSF's, sum
hevur fingið frágreiðing um málið.
HVOR SKAL GJALDA?
Fyri TB hevur henda keðiliga hending bæði eina
ítróttarliga og peningaliga síðu. Hver skal nú gjalda
teimum tann pening, sum teir til onga nyttu hava
nýtt til uppihald og til ferðing. Ringt verður hjá ÍSF
at svara hesum spurningi.
EINKI FRÆTT
Tá hetta varð skrivað, hevdu vit einki frætt um,
hverja stødu fótbóltsdeildin tekur í hesum máli. men
vónandi eydnast tað okkum at fáa úrskurðin við í
leygardagsblaðið.
jk.
HB-liðið, ið vann spennandi kappingina um Ísafjarðarsúluna. Megna teir eisini at
vinna meistaraheitið í ár, ella verða tað tveramenn, sum, triðja ár á rað, fara avstað við tí?
Aftaná teir triggjar lands-
kappingardystirnar = um
vikuskiftið, HB—ÍF
2—1, MB—TB 0—7 og
KI—VB 3—3 er stødan í
fyrstu deild henda:
HB 11 23-12 418
TB 10 17-17 ål
VB 10 17-17 il
IF 11 12-15 9
KI 12 15-19 9
MB HIH 15-26 7
B36 ii 11-22 5
og sæst å hesum, at nu
eru tað bert HB og TB, ið
hava meguleika at gerast
meistarar.
Á SEVMÝRU
Bæði liðini hittast til
seinna landskappingar-
dystin teirra millum á
Sevmýru 24. september,
Lýsingar
Lýsingar til mikudags-
blaðið mugu vera blað-
num í hendi í seinasta
lagi kl. 10 týsdag. og
til leygardagsblaðið í
seinasta lagi hósdag kl.
18.
og verður tá avgjert, hver
verður meistari.
MANGLA
TVEIR DYSTIR
Meðan HB bert manglar
dystin móti TB, so restar
TBtveir dystir, nevniliga
móti VB á Sevmýru kom-
andi vikuskiftið og dystin
móti HB.
TALSPÆL
Um vit nú fara at hyggja
at teimum meguleikum, ið
kunna koma fyri, tá sær
tað soleiðis út:
Um TB vinnur á VB vera
teir eitt stig framman fyri
HB áðrenn dystin á Sev-
myru, og er ti nokk hjá
teimum at spæla javnleik.
Um TB og VB leika
javnleik, koma HB og TB
at vera jevn í stigum, men
er málúrteka TB's væl
betur enn tann hjá HB, so
eisini tá kann TB gerast
meistari bert við at leika
javnleik.
Um VB vinnur á TB,
verður steðan tann sama
sum hon er í dag, nevni-
liga HB eitt stig framm-
anfyri og tá skal TB vinna
dystin fyri at varðveita
meistaraskapið, meðan
HB kann vinna tað, við at
leika javnt.
ERU LIDNIR
Meðan nekur lið mangla
ein ella tv eir dystir, er KÍ
liðugt við leikárið 1978, og
tað ein serliga býtir merki
í er, at í ár eydnaðist tað
teimum ikki at vinna ein
einasta dyst á heimavelli,
men harafturiméti taptu
teir heldur ongan, teir
leiktu nevniliga allar javn-
ar.
Sagt verður, at hetta
var fyrstu ferð í 55 ár, at
KÍ ongan heimadyst hev-
ur vunnið.
Á FIMTA SÆTI
Sum stødan er nú, er KÍ á
fimta plássi við 9 stigum
og målurtøkuni =4, og
roknast kann við, at hetta
eisini verður endaliga
plássið fyri KÍ í ár, tí
ti sjålvt um MB vinnur á
ÍF í Fuglafirði, hvat tað er
lítil meguleiki fyri, kann
roknast við, at málúrtek-
an hjá MB, sum nú er
=11, verður verri enn
tann hjá KÍ.
yr“
FÓTBÓLTSDEILDIN
HEVUR ÁRSFUND
Fótbóltsdeildin hjá
ÍSF hevur ársfund 14.
oktober. Nevndin í
deildini hevur boðað
felegunum frá, at
megulig broytingar-
uppskot skulu vera
nevndini í hendi sein-
ast 26. september.
frá felðlsum
Fleyr broytir venjingartíðir
Tær nýggju venjingartíðirnar eru
Kvinnur: týskveld kl. 21
Menn og unglingar: friggjakvøld kl. 19—22
Venjingin fer fram ífimleikarhell Læraraskúlans
AL AA AAA
AZ 5 5 AAA aa aA AA AA AA aA AA AAA ii elli eki