mikudagur 13. september 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
HB—ÍF 2—1 (0—0):
sosialurin
Nr. 68 — 13. september 1978
Fuglfirdingar loyptu
storan hvøkk á alt
HB-viðhaldsfólkið
Teir 21 min ÍF var á odda í 1. deildardystinum
móti HB sunnudagin, ljóðaði sum stóra áskoðara-
skýlið í Gundadali bert rúmaði IF-viðhaldsfólki
Tað var ikki sert av
spenningi knytt at 1.
deildardystinum millum
HB og ÍF seinasta sunnu-
dag. Um HB skuldi gera
sær nakrar vónir at vinna
meistaraheitið í ár, skuldu
teir vinna, og roknast
kundi við. at 3—0 sigurin
til ÍF yvir VB næstsein-
asta víikuskiftið hevði
ernað fuglfirðingar somik-
ið, at teir eisini ætlaðu at
vinna henda dyst.
VÁNALIGUR
FÓTBÓLTUR
Lat tað vera sagt beinan-
vegin, at fótbóltsspælið
kom ongantíð í hæddina i
hesum dysti, men hann
gjørdist ístaðin sera
spennandi og undirhald-
andi í letum.
VÓRU VÆL KVIKARI
Tað, ein serliga legði til
merkis, tá dysturin byrj-
aði, var vánaliga HB-
spælið. Tað var merkt av
seinum spæli, vánaligum
avleveringum og tilvildar-
ligum álopum.
ÍF'arnir harafturímóti
royndu at byggja álop
teirra upp, sjálvt um hetta
ikki altíð eydnaðist líka
væl, men teir vóru væl á-
grýtnari enn HB'arnir og
harafturat væl kvikari á
bóltinum og góvu ongan-
tíð HB-miðvallarleikarun-
um frið at uppbyggja
spælið; hetta visti seg eis-
ini at vera sera klókt, tí
allan fyrra hálvleik var tað
ÍF, ið hevði teir vanda-
miklastu málmeguleikar-
nar
VANDAMIKLIR
MØGULEIKAR
Alopini skiftu úr síðu í
síðu, men var tað serliga
ÍF ålopini, ið vóru vanda-
mikil.
T. d. fór Jan Nielsen í
28. min. einsamallur í-
gjøgnum í vinstru síðu og
slapp inn í brotsteigin,
men Mikkjal í HB-máli-
num rann út ímóti Jan,
tveitti seg fyri føturnar á
honum og sló tað harða
skotið út til innkast. Men
stersta meguleikan fingu
fuglfirðingar beint áðrenn
hálvleikslok. Hetta hendi,
tá ÍF fekk hornaspark úr
høgru, skotið kom væl
innfyri og leyp Meinhard
Dalbe upp og headaði
móti málinum, men í
evstu stund eydnaðist tað
Mikkjal at loypa upp og
taka bóltin beint undir
tvertrænum.
Um vit hugsa um mál-
meguleikar, tá skuldi ÍF
farið til hálvleikssteðg við
eini tveymálsleiðslu,
ístaðin fyri javnleiki 0—0.
VAKURT MÁL
Annar hálvleikur var
neyvan byrjaður, áðrenn
HB var í álopi, men eydn-
aðist tað ÍF-verjuni at
bróta álopið og var tað í-
staðin ÍF, sum teir næstu
10 min. var i stødugum
álopi og tá 10 min. vóru
farnir, gav hetta mál.
Hetta hendi tá ÍF fekk
innkast í vinstru síðu
einar 13 m frá baklinjuni.
Kastað verður inn í brots-
teigin og roynir Eyðfinn
Lamhauge at heada burt-
ur, men endar bólturin hjá
Meinhard, ið var staddur
á sjálvum brotsteiginum í
vinstru síðu og skeyt hann
beinanvegin. Skot hans-
ara fór í einum bleytum
boga yvir Mikkjali, ið leyp
upp, men var ov stuttur,
rakti í sjálvan tríkantin,
tað vil í hesum ferinum
siga samankomingina
millum stong og yvirliggj-
ara, og stakk inn í málið
til 1—0.
Tað var eina uppiborna
leiðslu hetta vakra mål
gav.
OFØR FRØI
Hetta mål fekk nærum
takid å åskodaraskylinum
at lyfta seg uppfrå i teirri
stóru frøi mongu ÍF-við-
haldsmenninir sýndu. Tað
ljóðaði sum alt skýlið bert
rúmaði ÍF-viðhaldsfólki,
og soleiðis ljóðaði til annar
hálvleikur var 30 min
gamal. Tá eydnaðist tað
HB at javna, og var frein
á HB-viðhaldsfólkinum
nú ófer.
DUNDRAÐI HANN
Í NETIÐ
Hetta mál k aftaná
horna úr hegru. úia Jákup
skeyt bóltin tvertur yvir
brotsteiginum til Hera
Nolsee, ið stóð væl fyri,
og við einum herðum
skotið setti hann trygt
bóltin í netið til 1—1.
VIKNAÐI
Tað trýst, ið ÍF hevði
havt á HB-málið viknaði
nú, og vann HB meira og
meira av miðvállinum, og
seinastu 10 min. av dyst-
inum vóru allir eitt langt
HB-álop.
Í næsta HB álopinum
aftaná javnandi málið,
hendi tað óhapp, at ÍF-
málverjin Ove, fekk ein
snudd í andlitið og varð
noyddur at fara av vøll-
inum og kom Steinbjern í
Lambanum í mál ístaðin.
MÁLMANSKYNSTUR
Hevði Ove staðið væl í
málinum, so stóð Stein-
bjørn enn betur.
Álopini skolaðu móti
ÍF-
málinum, men Steinbjørn
stóð seg manniliga og
vísti sera stórt málmans-
kynstur. T.d. kann nevn-
ast at í 35 min. fór Kári
einsamallur igjøgnum,
men leyp Steinbjørn fyri
føturnar á honum og
bjargaði, men tá 40 min.
vóru farnir noyddist hann
at lúta fyri stóra HB
pressinum.
HEADAÐI Í NETIÐ
Málið kom tá HB fekk
hornaspark úr hegru.
Sverre skeyt stutt til
ið avleveraði aftur til
Sverra, ið legði bóltin væl
innfyri til Ernst Dalsgarð,
ið leyp upp og headaði
tætt niður við stongina
vinstru megin Steinbjern,
ið tveitti seg og eisini fekk
hondina á bóltin, men
megnaði ikki at halda
honum. 2—1 gjerdist eis-
ini endaliga stødan.
RINGT AT GERAST
MEISTARAR
Eftir mínum tykki vildi
rættvísasta úrslitið, um
ítróttur
ein hugsar um målmøgu-
leikar, verið javnleikur,
men sigast skal tó, at teir
møguleikar HB hevði
seinastu 15 min. nærum
allir vóru vandamiklari
enn teir hjá ÍF.
Um HB skal gera sær
nakrar vónir at vinna
meistaraheitið í ár, tá má
spælið ganga væl betur
enn tað gekk stersta part-
in av hesum dystinum,
um ein yvirhevur kann
tosa um spæl. Sjálvur
haldi eg, at eg ongantíð
havi sæð HB spæla so
vánaligt sum teir gjørdu
allan fyrra hálvleik, men
móti endanum funnu teir
jú seg sjálvar aftur og
roknast má við, at tað
skal vera hetta spælið,
teir sýna á Sevmýru tann
24. Annars verður ringt at
vinna meistaraheitið.
jk.
TAKA ——Æ—
Unglingadeildin:
Tóku eitt risafet móti meistaraheitinum
Sunnudagin vann eitt vælleikandi HB-unglingalið
stórsigur á IF
Unglingaliðið hjá HB er
nú nærum víst í at vinna
foroyameistaraheitið í ár.
Einastu, ið kunna gerast
meistarar, uttan HB, eru
unglingarnir hjá TB, men
um hetta skal henda, tá
skulu TB-unglingarnir
vinna dystin suðuri á
Tveroyri komandi viku-
skiftið við ikki minni enn
10 álum, og hetta er nær-
um ógjerligt, serliga tá ein
hugsar um at hesi lið hava
spælt triggjar dystir móti
hverjum eðrum fyrr í ár,
og hevur HB vunnið allar
triggjar.
RISAFET
Vælleikandi HB-ung-
lingaliðið tók sunnudagin
eitt risafet móti meistara-
heitinum. Hetta hendi tá
teir vunnu stórsigur á ÍF í
Gundadali.
ÍF BYRJAÐI BEST
Dysturin byrjaði annars
við, at ÍF teir fyrstu 7—8
min. hevði yvirvág í leiki
og nógv álop á HB-málið,
men gav hetta tó ikki
nakað mál.
VUNNU MIDVØLLIN
Tá dysturin var 10 min.
gamal fekk HB sterri lut í
spælinum, og vunnu teir
miðvellin og tá 12 min.
vóru farnir, eydnaðist tað
HB at koma á odda 1—0
aftaná vælgjegnumleikt
álop.
Bert 5 min. seinni ektu
HB'arnir til 2—0, tá HB-
framherji fór einsamallur
igjøgnum og setti bóltin í
tómt mál aftaná at hava
rikið fram við målmanni-
num, ið var runnin út móti
honum
2—0 gjerdist
hålvleiksstødan.
eisini
ATTI ALT SPÆLIÐ
Í seinna hálvleiki átti HB
at kalla alt spælið og skor-
aði ikki minni enn fimm
ferð, so at endaliga staðan
gjørdist stórsigur til HB,
nevniliga 7—0.
STORA FRAMTID
Hetta vælleikandi ung-
lingalið, ið er væl betur
enn nakað av unglingalið-
unum hjá hinum feløgun-
um, ber boð um, at HB
um nekur fá ár kann fáa
eitt stórlið í fyrstu deild.
Halda hesir unglingar
saman, kunnu teir rokna
við einari stórari fótbólts-
framtíð.
jk.