Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 131 - 12. juli 2002 Sjálvur noktar Stig Tøfting seg sekan í ákærunum, sum eru reistar ímóti honum FÓTBÓLTUR Páll Holm Johannesen Stendur tað til løgreglu- ákæran, kann fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Stig Tøfting, vænta sær fleiri mánaðir handan rimarnar. Ákærurnar ímóti Tøfting snúgva seg um harðskap á eini matstovu í Keypmannahavn tann 23. juni. Matstovan, talan er um, er Café Ketchup, sum ivaleyst fleiri føroyingar kenna. Café Ketchup liggur á Pilestræde, nakað niðanfyri Skarv, ið plagar at verða væl vitjað av føroyingum. Tríggjar ákærur Sambært danska blaðnum BT, hevur Stig Tøfting tríggjar ákærur ímóti sær. Á matstovuni hevði hann skallað matstovueigaran, og síðan sligið ein kokk niður. Umframt ákærurnar fyri harðskap á Café Ketchup, hevur Tøfting frammanundan ein treyt- aðan dóm. Atvoldin til harðskapin, sigur ákærin verða, at Stig Tøfting vildi syngja ein sang saman við liðfeløgun um á danska landsliðinum, og tá hetta varð honum nokta, gekk Tøfting full- komiliga frá sær sjálvum, og byrjaði at sláa til høgru og vinstru. Danska revsilógin fyri grovan harðskap varð herd 6. juni, og tí kann Stig Tøfting vænta eina harða revsing, um hann verður funnin sekur. Sakarmálið er sett til 15. og 18. oktober í ár. Tøffe kann fáa fleiri mánaðir verið arbeitt fram ímóti hesum málinum. Formaðurin í AB, Tór- álvur Stenberg, heldur, at tilfeingið er ivaleysa stórt til trý 1.deildarfeløg úr Suðurstreymi: — Hyggja vit eftir hondbóltinum, so vísir hann, at tað ber væl til við trimum feløgum úr høv- uðstaðarumráðnum, so hví skuldi tað ikki eisini borið til við fótbóltinum, greiðir formaðurin frá. Fyri trimum árum síðan setti AB Oddbjørn Joensen, sum venjara hjá táverandi 4. deildarliðnum, og við honum á odda, eydnaðist liðnum at spæla seg upp í triðju deild. Í 2000 og 2001 endaði AB á einum fjóðra plássi í 3. deild. Serliga í 2000 lógu argjamenn á uppflytingarplássi, men tá alt kom til alt, vórðu teir ov stuttir. — Vit lógu langt fremstir leingi í 2000, men so kiksaði tað. Tí eru vit eitt varnir við at rokna við uppflytingini longu nú, sjálvt um tað sær bjart út, sigur AB-formaðurin. Um AB flytir upp í 2. deild, so er væl hugsandi, at enn fleiri spælarar komandi kappingarár leita út á Argir, og so skuldi ligið enn betur fyri at komið í fremstu fótbóltsdeildina: - Flyta vit upp í aðru deild, so hevði næsta málið verið at brúkt eini tvey ár so at siga at kjølfesta okkum í deildini í eini tvey ár. Munurin frá triðju og upp í fyrstu deild er rættiliga stórur, heldur formaðurin, Tórálvur Stenberg. AB roynir at gera umstøðurnar hjá felagnum so líkar teimum, ið eru í størru feløgunum, sum tað ber til, eitt nú bjóða teir spælarnum venjingarklæð- ir, eins og vanligt er í fyrstu deildarfeløgum: - Bjóða vit spælarnum, so góðar umstøður sum møguligt, gert tað meira lokkandi hjá leikaranum at leita sær út á Argir at spæla, heldur Tórálvur Stenberg. Gloyma ikki ungdómin Hóast tað gongur strúkandi hjá 3. deildarliðnum, so hava argjamenn ongar ætl- anir um at sleppa ung- dómsdeildini uppá fjall. — Ásannast má, at eitt gott ungdómsarbeiði er ein treyt fyri einum góðum felagi, og felagið kann ikki rokna við framgongd, uttan at eitt miðvíst ungdóms- arbeiði verður gjørt, verður sagt av Argjum. Felagið hevur í ár sett ein ungdómsvenjara, ið burtur- av tekur sær av at skipa arbeiðið millum tey ungu og børnini Eftir, at graslíkið kom á vøllin á Argjum, hava argjamenn havt betri eydnu við at halda ungdóminum til. Frammanundan var tað soleiðis, at tá tey vóru um 12 árs aldur, so fóru tey heldur at spæla við feløg- unum í Havn, tí har vóru umstøðurnar nógv betri, men henda gongd er nú broytt.. Serliga hevur tað ligið ræðið fyri hjá gentunum á Argjum. Tær hava vunnið eitt ótal av føroyameist- arheitum. Hetta sæst eisini aftur, tí í 2. deild endaðu argjakvinnur á øðrum plássi. Tað hevur við sær, at tær nú skulu spæla um upp- flyting til 1. deild seinast í mánaðinum. Dysturin verður ímóti GÍ tann 27 juli. Umframt gentufótbóltin, eru dreingirnir eisini við at koma betri við. Í 1999 vunnu smápiltarnir føroya- meistaraheitið. Tað var fyrsta meistaraheitið hjá felagnum í dreingjafótbólti. Sum liður í at gera Argja Bóltfelag meira sjónligt, hevur felagið fingið sær eina snøgga heimasíðu. Á síðuni www. ab.fo fært tú allar upplýsingar at vita um felagið. Hetta er m.a. gjørt fyri at geva felagnum andlit úteftir, tí fjølmiðlarnir gera ikki tað stóra burturúr 3. deild longur, og hetta er so ein annar máti at gera felagið meiri sjónligt. Framhald av síðu 21 Hóast tað gongur strúkandi hjá 3. deild, hevur AB ongar ætlanir um at sleppa ungdómsdeildunum uppá fjall C M Y K 22 Nr. 131 - 12. juli 2002 23 Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Sethúsaklædningur Plastik er á goymslu Slitsterkur & viðlíkahaldsfríur Dagrøktarar søkjast Søkt verður eftir dagrøktarum til dagrøktarskip- anina í Skála Kommunu, at byrja 15. august. Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða við børnum. Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað, at tað er gott og trygt at spæla innan- og uttandura. Umsóknir skulu vera dagrøktarleiðaranum í hendi í seinasta lagi 1/8-2002. Áhugað kunnu venda sær til Liljan Chung dagrøktarleiðara á tlf. 227393 ella 441863 Blokada av størvunum sum pedagogar til bústovnin og sambýlið í Runavík Noktað verður limum felagsins at søkja starvið sum pedagogur til bústovnin og sambýlið í Runa- vík, tá henda ætlaða starvssetan er í stríð við gald- andi sáttmála. Føroya Pedagogfelag Summarfrí Vegna summarfrí verður skrivstovan stongd frá mánadegi 15. juli 2002. Opið verður aftur mikudagin 31. juli 2002. Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 Halgir W. Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv Fríða Petersen, adv. Ólavur Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. P/F Frants Restorff Vit sóknast eftir fólki til fast starv í handlinum at byrja beinanvegin Arbeiðstíðirnar eru hesar: kl. 06.00–13.00, kl. 13.00–19.00 kl. 19.00–23.30. Allar dagar í vikuni. Løn eftir S og K Pf. Frants Restorff Tórsgøta 13 · Tlf. 311060 Postsmoga 41 · 110 Tórshavn Heilsufrøðiliga starvsstovan er stongd í summarfrítíðini, frá fríggjadegi 12. juli 2002 kl. 16.00 og letur upp aftur mánamorgunin 5. august 2002 kl. 09.00. Eru fyrispurningar/ fráboðanir um viðurskifti, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan varðar av, so kann telefaks sendast til 35 64 01. Somuleiðis ber til at bíleggja bráðfeingis kann- ingar við at ringja á 35 64 50. Vakttelefonin á matvørudeildini viðv. undir- skriving av váttanum o.ø. (tlf 21 65 08) svarar í tíðarskeiðinum frá kl. 09.00 til 16.00. Annars verður víst til okkara heimasíðu, WWW.HFS.FO har yvirlit yvir teldupostadressur og telefonnummur finnast. Falkavegur 6 Tlf. 35 64 00 Fax 35 64 01 Heilsuhjálpara- felag Føroya Skrivstovan er afturlatin vegna summarfrí frá mánadegi 15. juli. Opið er aftur mánadagin tann 5. august. Nevndin Rætting: Summarfrí Vegna summarfrí verður Tannlæknastovan stongd frá 11. juli - 5. august. Tannlæknastovan v/Sólvá Eystberg, Klaksvík Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100 23