Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 131 • fríggjadagur • 12. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir at tað hevur kiksað fleiri ferðir, tykist tað hesa ferð fara at eydnast hjá AB at gerast triðja høvuðsstaðarfelagið í 2. deild, og so er spurningurin, um tað fer at eydnast at koma í bestu deildina 3.DEILD Páll Holm Johannesen Landskappingin í 3. deild er nú hálvrunnin. AB er tíggju stig frammanfyri næstu liðini. Tað vil við øðrum orðum siga, at argja- menn stevna við beinari kós ímóti uppflyting í næst- bestu deildina. Argjamenn hava bert mist tvey stig higartil. Nú níggju umfør eru leikt, liggja argjamenn klárt á odda við 25 stigum. Næstu liðini í triðju deild eru B68 og Royn, sum bæði hava 15 stig. Hvørki Royn ella B68 hava lið í næstbestu deildini. Tískil er møguleiki fyri, at hesi feløgini eisini kunnu flyta upp. Nógv fólk uttanifrá Argjamenn hava fingið nýggjan venjara til kappingarárið í ár. Tað er Sámal Erik Hentze. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari, bæði í HB og B68. Seinastu tvey árini hevur hann verið leikandi venjari hjá 2. liði hjá HB. Við Sámal Eriki, hava fleiri spælarar úr serliga havnar- feløgunum HB og B36, leita sær út á Argir í ár at spæla. Nevnast kunnu spælarar sum Gunnar Nielsen, Hans Jørgin Djurhuus, Magnus Jakobsen, Brynleif Hansen, Flóvin Jespersen, Óla Hendrik av Fløtum, Bogi Midjord, Kristian Jensen og Marius Thomassen. Felags fyri hesar spælarar er, at teir allir hava spælt nógv við næstbestu liðunum hjá havnafeløgunum, meðan einstakir hava roynt seg á bestu liðunum. Av Argjum verður sagt, at tað sjálvandi hevði verið ynskiligt, at havt eitt AB lið, sum varð mannað við argjafólki, men menningin í føroyskum fótbólti hevur peikað tann vegin, at tað er sera torført bara at hava heimbygdarfólk. Á besta liðnum hjá argjamonnum eru eisini spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum: Jo- hann Stenberg, Pætur Dam Jacobsen, Fróði Stenberg og Jóannes Bech eru allir spælarar, ið hava slitið barnaskógvarnar í AB, og sum hava verið við til at spæla argjaliðið upp í 2. deild. Ætla sær í 1.deild Argja Bóltfelag setti sær sum mál fyri nøkrum árum síðan, at felagið innan alt ov langa tíð, skuldi røkka ovastu rók í føroyskum fótbólti, og síðani hevur Argir á veg uppeftir Argjafólk vónar, innan ikki ov langa tíð, at fyrstu deildar fótbóltur verður á skránni á vøllinum á Argjum mynd: Jens Kristian Vang Framhald á síðu 22 21 20 Nr. 131 - 12. juli 2002 Leys størv í Føroyum & uttanlands Fyritøkur og stovnar kunnu nú keypa pláss til starvslýsingar sínar á fø føroyska portalinum - www.portal.fo og í bla í ðnum Sosialinum Føroyski Portalurin, ið er nýggja navnið fyri Oliv fy ant.fo hýsir starvslýsingum hjá fyrit fy økum og stovnum, sum hava áhuga í, at í, starvslýsingar teirra skulu røkka enn fleiri lesarum. Vanliga vitja Va upp í 10.000 br í úkarar www.portal.fo hvønn dag. Lýsingarprísur pr ís . starvsl r. ýsing, galdandi frá at lýsingin er løgd út á fø føroyska Portalin: 1 viku kr. 1.000, r. - 2 vikur kr. 1.500, r. - til freistin er úti kr. 2.000, r. - Tekstur (word-f Te ílur) og møguliga búmerki skal sendast viðheft til teldupostadressuna: lysing@sosialurin.fo Lýsi sið ýsingarnar s singarnar síggjast ggjast Eru spurningar og/ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at senda teldupost til: lysing@sosialurin.fo ella ring til Finnbjørg ella Anju Sosialurin 311820 C M Y K 20