leygardagur 16. september 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
i:
EEN
TN
LL 07)
PLN NSU URROON
Nr. 69 — 16. september 1978
sosialurin
Jóhan Nielsen um SV-stjórnina:
Samarbeiðið ein roynd
Eftir at hava samráðst í
22 dagar kundu flokkurin
Vinstri og sosialdemo-
kratarnir í seinastu viku
boða frá, at teir vóru
samdir um at skipa stjórn
saman tey komandi tvey
árini, ið eru eftir av hesi
tingsetuni.
Men mong eru av teirri
áskoðan, at eitt slíkt sam-
arbeiði ikki kann halda
stjórnartíðina út. Longu
nú hevur stjórnin mett
stóra mótsteðu frá ym-
iskum yrkisfeløgum, sum
meina at sosialdemokrat-
arnir hava slakað alt ov
nógv, og at tann politikk-
ur, ið skal ferast tey kom-
andi tvey árini, onki hevur
við sosialdemokratiskan
politikk at gera.
Sosialurin hevur biðið
tann føroyska fólkatings-
mannin Johan Nielsen,
sum er limur í sosialdemo-
kratinum, um hansara
viðmerkingar til hetta
søguliga samarbeiðið í
donskum politikki.
J.N.: Tað er ymiskt
sum menn meta um hetta
nýggja politiska samar-
beiðið. Ein kann undra
seg yvir, at ein so avgjert
liberalur flokkur sum
Vinstra og ein flokkur
sum javnaðarflokkurin
yvirhevur hava funnið
saman. Liberalisman
byggir uppá ta grundregl-
una at >De store fisk
sluger de smá<, meðan
javnaðarflokkurin vil vera
revsari hjá teimum ríku og
verjin hjá teimum fátæku,
og at tann framburður, ið
fer fram, skal koma líð-
andi og ikki við eini koll-
velting.
— Tá ið teir kundu
finna saman er grundin
okkara demokratiska og
parlamentariska stýris-
háttur, ið bæði Vinstra og
Javnaðarflokkurin ganga
inn fyri.
Aðrastaðni hevur
demokratiið í trupulum
samfelagsligum steðum
noyðist at dvína fyri fá-
mannaveldunum, eitt nú
hjá Hitler, Stalin ella
Franco, ið umboða ein
annan hátt at >loysa trup-
ulleikarnar uppá<, nevni-
liga fámannaveldið.
— Her hjá okkum hevur
demokratiið higartil sigr-
að, og hetta nýggja sam-
arbeiðið skal væl eisini
síggjast sum ein roynd at
varðveita demokratiið.
Dómin yvir hetta sam-
arbeiðið mugu vit goyma
til seinni, tá vit síggja,
hvat spurdist burturúr.
— Tá ið samráðingar
vóru tiknar upp við
Vinstra, so var tað tí at ell
vóru samd um, at Dan-
mark var í einari ringari
figgjarstødu. Hallið á
handilsjavnanum var so
stórt, at menn bóru ótta
fyri at koma undir ad-
ministration, so okkurt
mátti gerast.
— Ein harður lenar-
politikkur mátti forast, og
um so var, mátti stjórnin
annaðhvert fara í sam-
gongu við aðrar flokkar,
ella vissa sær ein meiri-
luta, sum vildi leggja rygg
til ein slíkan politikk. Úr-
slitið varð eitt stjórnar-
samarbeiði við Vinstra,
sum kanska var tað fræg-
asta, ið kundi spyrjast
burturúr. 7
— Såst tå heldur eina
framhaldandi sosialdemo-
kratiska minnilutastjórn?
— Ein framhaldandi so-
sialdemokratisk minni-
lutastjórn kundi ongantið
blivið nekur sterk stjórn.
Tað ger tað sama, hver
stjórn tað er, er hon í
minniluta, má hon liva av
náði frá øårum. Hon kundi
ongantið komið at havt
tað somu arbeiðsmegina,
ið tann núverandi stjórnin
hevur, hóast hon ikki er
nekur verulig meiriluta-
stjorn. Meirilutin verður
tó tryggjaður við tað, at
Pauli Ellefsen atkveður
saman við Vinstra, eg við
sosialdemokratinum,
samstundis sum Asger
Lindinger og annar gren-
lendski fólkatingslimurin
hava tryggjað stjórnini
sína atkveðu.
— Tað sigst, at tann
sosialdemokratiski flokk-
urin orsaka av hesum
nýggja samarbeiðinum
innanhysis er við at fara í
tvíningar. Í ein sonevndan
vinstravong, ið mótmælir
samarbeiðnum við Vinstra
harðliga og í ein hegra-
vong, ið mælir til. Hvar er
tann feroyski fólkatings-
maðurin?
— Tann feroyski fólka-
tingsmaðurin er valdur í
Feroyum og umboðar fer-
oyskar javnaðarmenn. At
hann so er í bólki við
donsku javnaðarmonnun-
um, tað vildi verið legið,
um so ikki var!
Um tað er so illa vorðið,
sum sagt verður, eri eg
ikki vísur í. Eg havi lut-
tikið í ellum fundum í
fólkatingsbólkinum
gjøgnum langar tíðir, og
onkur er kanska farin
nakað harðliga fram, men
tað hevur ongantíð verið
talan um, at nakar ætlaði
at spreingja javnaðar-
flokkin.
— Eitt av høvudsmål-
unum hjá nýggju stjórnini
er at minka um hallið á
handilsjavnanum, sum í
letuni er uppá 10 mia.
heilt niður í 6,5 mia. longu
í 1979. Hetta mál skal í
hevuðsheitum loysast við
hjálp av einum “herðum
lenarpolitikki, samstundis
sum flutningsvinnan
verður stuðlað bæði á ein
og annan hátt! Hetta utt-
an nakran form fyri øko-
nomisk demokrati. Verður
tað ikki stórt sæð lág-
inntekurnar, ið fáa toygg-
ið?
— Tað siga teir, sum
koma við atfinningum,
m.a. Tomas Nielsen og
aðrir fakfelagsmenn, at
tað er låginntøkan, ið fær
toyggið. Nú eri eg ikki
økonomur, so eg skal ikki
kunna siga tað framman-
undan. Men royndir frá
mínari fólkatingstíð siga
mær, at tað ið hevur verið
spáað, mangan hevur
verið heilt út á bláan
sjógv. Nógvir bæði mætir
og framskygnir menn
hava róst Anker Jergen-
sen fyri tað, hann her
hevur gjert. Bæði Vinstra
og javnaðarmenn skuldu
geva keyp, men ofta er tað
soleiðis, at tá ið skerast
skal, so er betri at rista
breiðar reimar av annans
húð.
— Tann nýggja stjórnin
er væl móttikin av ar-
beiðagevarunum, meðan
arbeiðarafelegini hava
eina aðra áskoðan. Er
tann danski sosialdemo-
kratiski flokkurin fram-
vegis ein arbeiðara-
flokkur?
— Sjálvandi er tann so-
sialdemokratiski flokkurin
ein arbeiðaraflokkur. Tað
er klárt, men ein hoyrir
bara teir misnegdu. So-
leiðis er tað nú vorðið her í
samfelagnum, tú hoyrir
ongantið nakað frá teim-
um, ið eru væl nøgd.
— Tað verður av nógv-
um spáað, at stjórnin ikki
hevur langa livitíð. T.d.
hevur Tomas Nielsen, ið
at verja demokratiid!
er formaður í L.O., spáað
henni eina livitíð uppá i
mesta lagi eitt hálvt ár.
Kunnu vit rokna við ein-
um fólkatingsvali í næstu
framtíð?
— Eg gevi meg ongan-
tid av vid at spåa, eg havi
so ofta spáað skeivt, so eg
haldi, eg fari at taka við
læru av Storm P., tá hann
sigur >Tað er altid ringt at
spåa, serliga um framtið-
ina«.
— Eitt av høvudsmål-
unum hjá núverandi
stjórnini er ein hækkan av
»momsinum«, sum var
samtykt í síðstu viku. Tað
verður mett at ein hækkan
frá 18% til 20 1/4 % fer at
senda uppaftur 10.000
í arbeiðsloysið.
— Tað siga summir,
aðrir meina, tað passar
ikki, so tað er ringt at
vita, hvat satt er. Eg havi
lurtað eftir hesum vis-
monnum, og havi sannað
tað sum Luther segði. >Pá
paver og kirkemeder tro
jeg ikke, fordi de tog sá
ofte fejl.« So hvussu tað
verður við momsinum, tað
veit eg ikki.
— Tú mást viðganga,
at tann núverandi stjórnin
einki fer at hjálpa um ar-
beiðsloysið!
— Ja, tann núverandi
stjórnin hevði tvinnar
kostir í at velja, annað-
hvert at beta um figgjar-
steðuna ella at beta um
arbeiðsloysið og her vildu
tey flestu vera við, at tað
týdningarmesta í letuni
var at broyta um figgjar-
steðuna sum skjótast fyri
at Danmark ikki skuldi
koma undir administrati-
on.
— Tað er sjálvandi
stersta ynski javnaðar-
manna at beta um tað
stóra arbeiðsloysið, og fáa
vit fyrst hjálpt munandi
um figgjarstøduna, sum
vit vóna, verður alt gjert
fyri at minka um arbeiðs-
loysið, og her fyrst og
fremst | ungdómsarbeiðs-
loysið, ið er tann stersti
vandin.
— Tað verður ofta havt
á lofti, fyrst og fremst av
framburðsmonnunum, at
ein av grundunum til tað
stóra arbeiðsloysið er at
stuðulin til tey arbeiðs-
leysu er ov hegur.
— Eg hugsi ofta um,
hvussu teir framburðs-
menn, eg kenni, kundu
liva av tí, sum ein ar-
beiðsleysur fær. Saman-
borið við onnur lond er
inntøkan kanska høg men
hjå teimum lægst løntu
kann tað ofta vera ilt at
fáa endarnar at røkka
saman við bert at fáa 99“
av ti, teir eru vanir, og
sambært grundlógina skal
eingin líða neyð. Tað ein-
asta man kundi sagt var
kanska, at stuðulin átti at
verið eitt sindur meiri
fleksibul, tí tað er einki
legið í at ein arbeiðari í
dag hveppir seg við at
taka eitt starv, har hann
fær minni, enn hann fær í
stuðli, og hendir tað so, at
hann eisini verður arbeiðs-
leysur haðani fær hann
uppaftur minni.
— Eftir fyrstu veljara-
kanningina, ið stóð í Poli-
tikken í síðstu viku, eru
sosialdemokratarnir
gingnir nógv aftur orsaka
av hesi nýggju samgongu.,
og telini vísa, at stersti
parturin av veljarunum
eru farnir til høgru. Hevði
tað ikki verið meiri nátt-
úrligt, at stersti parturin
av teimum, ið ikki kundu
taka undir við hesum pol-
itiska samarbeiði, fóru til
vinstru fyri sosialdemo-
kratiið.
— Tað skuldi so verið.
Nú er hetta ikki tann
fyrsta veljarakanningin,
ið er komin. Ta fyrstu
hevði Børsen, ið visti eina
framgongd hjá sosial-
demokratunum uppá 4%
til 40 1/2% síðani seinasta
val. Síðani tá eru arbeið-
arafelegini og onnur kom-
in við teirra meting um
tað nýggja samarbeiðið,
og serstakliga hetta hevur
gjert sítt til at sosialde-
mokratarnir eftir veljara-
kanningini nú eru farnir
aftur til gott 30%. Tað
legna er sjálvandi, at velj-
ararnir eru farnir til hegru
og serstakliga til Glistrup.
Hetta kunnu ikki vera
veljarar, ið hava djúpar
retur í sosialdemokratin-
um, men veljarar, ið eru
misnegdir, og fólk ið eru
misnegd leita altíð til
Glistrup.
— Skal valaldurin niður
í 18 ár?
— Sjálvandi! Tey ungu
eru myndug tá ið tey eru
18 ár, so sjálvandi áttu
tey eisini at havt valrætt.
Eg haldi, at tá ið tey ungu
blíva so gomul, at tey fáa
valrætt, fáa tey sam-
stundis eisini politiskan
áhuga.