Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 69 — 16. septembe >Mangan var svangligt við fatækramanna trogið< — »Mangt umskiftist á mansins ævi<. Tá eg fyri tveimum árum síðani vitjaði aftur í Feroyum, eftir at hava búð í Danmark í sjey ár, og sá hvussu mikið var komið av skafti, runnu mær í huga orðini, sum gamli Getutróndur skal hava sagt: »Mangt umskiftist á mansins ævi« Soleiðis tekur Sofus Pet- ersen — Sofus í Kvilt — til orða. Sofus er ættaður úr Sandvík. men búði í mong ár í Fámjin. Sofus vaks upp í trongum tiå- um, men komin til mans fór hann á skiparaskúla í 1928 og var ell síni mann- dómsár á sjónum. Sjálvur hevði hann í mong ár skip og royndi hvert av sínum. Í hesi samreðuni við Sosi- alin letur Sofus tankarnar venda aftur til ta gomlu tíðina — ta trongu og truplu tíðina — og saman- ber hana við dagin í dag: — Orðið liggur eftir henda klóka mann, sum livdi í eini eld, tá ikki so nógv kundi umskiftast. Hevði hann í dag sæð, hvussu mikið er umskip- að, hevði hann ikki verið lítið erpin av vísdómsorð- um sínum so væl tey passaðu. Ikki minst um hann hevði sæð sítt egna landnámsetur, har hann bygdi grundarsteði til at byggja víðari á. Hvussu vóru yteir góðu gomlu dagarnira — Tað er sjón fyri segn, men skal ein skilja og tosa um tað, má ein hava nakað at samanbera við fyri at finna munin ímill- um. Ein má hava livað eitt langt tíðarskeið við um- skiftandi viðurskiftum, so vit kunnu bert hugsa um tíðina í Føroyum í mínum uppvakstrardegum, tá lívið var eitt knoss við neyð og deyð fyri at fáa mat frá hondini upp í munnin. Tá sótu ikki øll líka mett við fátækra- manna trogi Ti heldur Sofus, at meira átti at verið hugsað, tá tikið verður til »teir góðu gomlu dagar«, og hvat meinast við tað: — Eg spyrji. eri tað ikki vit, sum livdu í tí gomlu og svongu tíðini, sum best kunnu døma um, hvat góðir dagar vóru. Tað minnir meg á ein mann, sum eg virdi mikið fyri dugnaskap, ið átalaði " meg. Eg hevði siglt við honum. Hann var eisini vaksin upp í fátækra- mannaheimi við nógvum systkjum. >Tú< sigur hann við meg, >vit báðir eru føddir ov tidliga«. Eg kundi ikki forða fyri, at tár runnu í eygu míni. Eg kom at minnast aftur á barnadag- ar mínar við at samanbera tað, hann sipaði til. Men onkur má eisini hava livað í tí svongu tíðini fyri at kunna skapa nýggj ættar- lið. So okkara lív sýnir mær at vera ein skúlatíð — at læra av hverjum eðrum og liva hver av eðr- um ættarlið eftir ættarlið. Øll eru vit neyðug hver fyri annan, soleiðis eru vit ikki fødd ov tíðliga. Men álíkavæl gav eg mannin- um rætt. Grundstødid er lagt vid sveitta, neyð og deyða — Tað skulu breiðir herð- ar til fyri at kunna bera góðar dagar, segdu tey gomlu, so verið ansin. Men góðir dagar og góðar tíðir fremjast ikki úr leys- ari luft. Grundsteðið til tað, sum nú er at byggja góðar tíðir á, varð lagt við sveitta, neyð, gráti og deyða í kjalarvørrinum, sum siglast skuldi igjøgn- um — og átrokandi var at leggja nýggjar lunnar til tey nútíðarskip, sum bet- ur kunnu sigla el! tey høv, ið fyrr einans var dreymur — Eg feldi sanniliga snertin av — líka frá barnaårum — at tann hugsjónarligi, menniskja- ligi javnadarandi ikki nog tidliga fekk loyvi at hevja seg, um hann longu tå var vaknaður, men bert kók- aði undir lokinum. Tí kann eg ikki lata vera við at minnast, at tey sum í neyð vóru komin, og ikki sjálvi kundu bjarga sær úr henni, vóru deydadømd av lagnuni, ið tey ikki hevdu smíðað sær sjálvi. — Eftir at Feroya Sjúk- rakassi var stovnaður, varð hjálpin til lækna bara fyri tey, sum frísk hevdu verið og ikki vóru alt ov gomul, tá tey skuldu góð takast sum limir. Tað fordi til, at eg hevði stóran kærleika til abba og ommu mína, ið eg varð alin upp hjá og kundi eg ikki annað enn fela brenn- andi ábyrgd fyri at hjálpa teimum, sum í neyð vóru komin. Vórðu ikki góðtikin — Tey vórðu ikki góðtikin í sjúkrakassanum, fingu ikki læknahjálp og eingin var peningurin at borga fyri medisin. Sjálvur var eg 11 ára gamal. Av meði græt eg ofta, men eg vildi ikki tapa, tí lá eg ofta á kneum og bað harran hjálpa okkum — Hesi bæði neyðar- støddu mistu alt og máttu triggjar ferðir skifta tak yvir hevur sítt. Á seingini lá omman í sjey ár og mostir min, ið mátti lyfta henni í hverjum tíma, doyði undan henni 42 ára gomul og einasti mannligi stuðulin var so eg. Ti kann eg enn ikki — 72 ára gamal — gloy”… "'ongu barnaår mini. Og eg minn- ist ti tann vakra, sjarm- erandi deknin, sum var illa dámdur av mongum, men tað var tollarin eisini av farisearunum. Vildi lata alt uppá borg — Hesin sami kallaði meg inn á kontór sítt. Eg var bilsin — heldur bangin var eg — eg var ikki vanur við stól at sita á. >Túe, sigur hann við meg, >Nú havi eg fylgt við tær. Hvussu leingi ætlar tú at halda á við hesum. Eg vil ikki, at tú skal drepa teg. Tú mást minnast til, at tú ert ungur og hevur alt lív titt fyri framman, meðan abbi og omma tín fara at doyggja skjótt. Eg kenni tey fyri dugilig og ærlig fólk og eg havi nógv at takka teimum fyri, so eg feli trongd til at gera nak- að. Um tú vilt skriva vátt- an uppá, at tú vilt borga tað aftur frá tú ert 14 ár til alt er goldið aftur, so vil eg lata dyrnar í handli mínum vera opnar. Og tann pening, sum tær tervar fyri medisin, skalt tú fåa«. — Eg kundi ikki annað enn vera takksamur og viðganga ynski hansara. »Men«, tekur hann til, »Hetta er bara millum okkum. Eg havi ikki loyvi til hetta, ti tå skalt vera myndugur, áðrenn tú skrivar undir slikt«. Handilsmaður svav ikki ta náttina — Men ár um ár kláraði eg tað, men samstundis skuldi eg búgva meg út, byggja mær hús, læra til skipara, so viðgangi eg, at lagnan gjørdi ungu dagar mínar torferar, tí tá var ikki framdur sosialistiskur ella javnaðarmannarætt- ur. Abbi mín doyði frá at hava verið ein kempumað- ur — ein trýalingur — til at vera bogin og kroystur til jarðar við høkjum sum einasta hjálpina. — Tá omma min skuldi biðja faðir vár og halda hendur saman, fekk hon tær ikki frá hverjari aðrari aftur uttan hjálp. Men tá hon stríddist við tað síðsta, kallaði hon meg til sín og sigur navn mitt: »Eg takki tær fyri, alt, tú gjørdi ímóti mær og abba tínum men arv eigi eg ikki at geva tær, men eg havi biðið guð um, at tú ikki mást koma í vanda, tú ikki vinnur á. — Men mín bjargingar- maður — tollarin — segði við meg, tá alt var honum borgað, uttan at hann tók nakra rentu, at tað kveld- ið hann pantsetti meg svav hann ikki. Men glað- ur var eg, at hann hevði havt álit á mær. Vildu vit liva, máttu vit berjast — Eg minnist tvey ver- aldarkriggj. Sjálvur var eg við í tí seinra við heimsins vesaligasta skipaflota — einans út- stýrdur við kumypass, loggi og skipsklokku. Hesi skip vórðu skýrd fyri sjómansins líkkistur. Tó, vit vóru noyddir at sigla við teimum fyri at bjarga lívi okkara — millum hat- ur og kærleika — vápna- leysir eins og David og Goliat. Valið var okkum givið: vildu vit liva, máttu vit berjast fyri lívi okkara. Og tað ikki bara á havi- num, men eisini á land- jørdini. Mangt tungt takið toku teir — Tað rann mær i hug, tá ið eg nú koyrdi eftir Fámj- insvegnum. Eg havi fylgt við, at Jens Westergaard Sofus í Kvilt: — Eg feldi sanniliga, at javnaðarandin ikki fekk heyjað seg nóg tíðliga á Økrum so manniliga stríddist fyri bergholi til Sumbiar. Ein leið — har fiskimenn hava kent sína ábyrgd við ikki bara at bjarga sær sjálvum og bygd síni, men eisini heimafólki í Vági. Men við at gera tað, máttu teir á baki sínum aftur og fram bera tann tunga kross, um teimum skuldi unnast tímiligt lív. — Og eisini bóru teir sjúklingar. Deyðamerktar sjúklingar, so sum fostur- eitraðar barnakonur. Barnakonur, sum doyðu ávegis surraðar til børuna. Skjót læknahond var teimum bannað. Men eyð- sýnt er, at onkur mátti bjarga sær við at búgva í Sumba, Fámjin og eðrum smáplássum ella gjørdist ov trongligt á stórpláss- unum. — Tað kann ikki av- sannast, at sumbingar hava vegasamband. Men hvussu kom tað í lag? Er tað í lagi, tá óhappið hendir einum. Tá vegurin er glerstoyttur ella kava- klæddur. Tá bíðar deyðin við líggjanum ikki til kavaplógvin og spakin hava gjert vegin brúki- ligan aftur. Vildi ikki seta inn — Eg livdi aftur í tonkum mínum. Í neyðini, eg tvær ferðir havi verið í. Fyrru ferðina í Sandvík. tá eg ikki skuldi hjálpa tí stakkals konu í neyð, sum bardist við deyðan — fostureitrað við krampa í 18 tímar. Frá klokkan átta á morgni til klokkan 2 morgunin eftir. Tá fyrst- ani fekk Dahl lækni, sum tann góði skurðlækni hann var, gjørt skyldu sínar. Men barnið doyði tveir dagar seinri. — Komin um Suðuroy- arfjørd í toku, bað eg um at: verða settur inn á Sandvík við lítla barni mínum, sum lá í kistu. Men svarið var nei. Eg bjóðaði mær til at loðsa okkum inn. >Nei, somikið kanst tú bera á baki tínum åfjøllunum«, var svarið. Tað vóru tvey fjell av Tvøroyri til Sandvikar. Utkoyrdur av svøvnloysi måtti eg halda fram hesa tungu leið. Læknin kom ímóti børuni — Ár ímillum hendi tað sama konu mini, eftir at vit vóru flutt til Fámjins. Hon lá fostureitrað vegna avleiðingar av sponsku sjúku. Einki vegasam- band var. Ti mátti hon við krampanum, hon bardist við, surrast til beruna Hver maður av húsum Tvær konur við lið henn ara. Máitu leypa enn rennu hest ohøgliga meirn fjallagvtuna