Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. september 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 69 — 16. september 1978 Fámjin og Øravik. Men hesin læknin var ikki sum í Sandvík á sinni, tá eg mátti brúka makt fyri at driva hann við mær til Havnar. Nei, Nygaard lækni sprongdi seg fram í neyðsynjargongu hálv- nakin ímóti okkum og metti okkum á hálvari leið. Og ljósmóðurin var ávegis. — Tað var ein trong um- støda fyri læknan at koma i. Úttuskaður eftir eina slíka spreingisgongu at koma fram at skurðborði- num fyri at berjast fyri at bjarga tveimum menn- iskjalívum. Við guðs hjálp bjargaði hann konu mini. Men eisini hetta barnið doyði tveir dagar seinri. Á sama hátt doyðu tvær aðrar konur — onnur úr Sumba hin úr Fámjin. Ikki kann eg gloyma mun- in millum tveir læknar. Læknanum, sum ikki spardi seg sjálvan fyri at bjarga tveimum menn- iskjalívum, egi eg takk- samur. Gjørdu part av vegnum ókeypis — Men vegurin varð gjørdur, tá neyð og deyði fylgdi hverjum húsi í Fámjin. Sjálvir gjørdu fámjiningar vegin. Og ikki fyri pening, sjálvt um teir um somu tíð skuldu liva. Líka úr beportrinum í Fámjin til Qraskarð — hálva leið millum tvær bygdir — fingu teir játtað frá tí almenna 40.000 krónur til ein trýmetra- veg. Men kommunan skuldi borga fyri einum fimtaparti. Men so stórur var viljin til at gera sítt besta fyri at fáa vegin, at fámjiningar ókeypis gjørdu vegin fyri komm- ununa, so hon ikki kom at borga nakað. Kundu brúka fjallaggtuna Í samband við Fámjins- vegin minnist Sofus aftur á ein valfund. Sambands- maðurin Olivur Effersø var komin til Fåmjins at agitera undan einum vali. Å fundinum spurdi ein fåmjiningur, um teir ikki kundu fåa veg, men Oliv- ur Effersøe svaraði, at teir kundu rudda gøtuna undir rókunum, ti har høvdu forfedrarnir gingið i øldir. Hesi orðini visa, hvussu torført tað var at fáa nakað igjøgnum tá. Ikki lítið varð gjørt fyri at fáa vegasamband millum Fámjin og Tveroyri: — Men tað stersta risa- takið, sum fámjiningar tá lyftu, var tá teir varnað- ust, at ein trýmetrabreið- ur vegur neyvan kundi brúkast, tá glerstoytt var ella tá kavin lá tjúkkur. Av teirri grund varð ein- mælt samtykt at gera vegin fýra metrar. Fámj- iningar gjørdu ikki vegin fyri at vinna pening, men fyri at fáa vegin, sum altíð hevði manglað og sum var neyðturviligi lívsnervin í bygdini. Hetta vísur at sjålvbjargingarviljin var nog sterkur til at leggja tann fjórða meturin aftur- at ókeypis teimum 5000 metrunum. Sofus greiður frá, at ar- beitt varð frá snimma á morgni til síðla á kveldi. Tað er skilligt, at årtøkan var hareftir — frá 19 til 30 oyru um tíman. Tað ein-. asta, sum kommunan kom at gjalda var spreingievni, men teir vóru so hepnir at fáa spreingievni úr eini minu, sum rak á land. — Men tey stakkals konufólk, leggur Sofus afturat, sum skuldu taka karmarnar upp hvert kveld. Hvat fingu tærfyri strid sitt? — Ein vegur kann vera góður, men eitt vegasam- band er ikki fullfiggjað fyrrenn við einum berg- holi, endar Sofus í Kvilt samreðu sína við Sosialin. — Ert tú havnarmaður av uppruna ella hvussu? — Ja, eg eri feddur úti í Be, men síðan keypti pápi hús við Hoyvíksvegin. Okkara fyrsti býráðsfor- maður, Mads Winther, åtti tey. Meðan eg enn var små- drongur, gjørdist mamma sjúk, og doyði nøkur ár seinni, og tey úti á Fræls- inum, Claudina og Harald Eirikstoft tóku meg og har bleiv eg so verandi. — Varst tú í ætt við tey? — Ja, kona Harald og omma á Brekku í Havn vóru systkinabørn. Um- framt var í húsinum ein gumma mín, Margretha, ættað úr Miðvági, og tað var líkasum hon, sum tók meg, eg kallaði hana gummu, og Claudinu og Harald rótpi eg ommu og abba, og har var eg sum teirra egna barn. Tað var ongin munur gjerdur á mær og bernunum, og hesi vóru og eru eisini ógvuliga góð við meg. Nógv pláss at spæla á — Hvussu gekk dagurin hjá einum havnardrongi tá í tíðini, í tjúgunum? sosialurin Síða 9 Fåmjiningar gjørdu sjálvir vegin og tann eina meturin ókeypis millum Fámjin og Øravik Lurtaði eftir politiska tjakinum í heiminum — mannfólkini vóru javnaðarmenn, kvinnurnar samband Samreða við Mortan Merk, — Um vit taka fritidina fyrst, so var tá ikki nógv leikutoy, men vit høvdu mótvegis bernunum nú nógv pláss at spæla á. Tá vóru nógvar traðir at spæla á, til demis lupu vit roysni, t.v.s. lupu uppum steinar og tverturum áir. Vit fektaðu og kriggjað- ust, fiskaðu síl, sparkaðu bólt, svumu í Sandá og Sandagerði. Próstahjúnini Dahl vóru alti3 blíð at koma inn til, og vit spældu ofta í urtagarði- num, okkum dámdi sera væl at klintrast í trø- unum. Í skúla fóru vit hvenn dag, tað einasta, ið forðaði okkum, var tá stórkavi legðist, tá varð ikki griv- ið, ei heldur var nekur kavaplógv. Eg gekk í privatskúla ell árini, úti hjá fru Mohr á Landavegnum, ein góð, men strong lærarinna. Vit máttu lesa uppá, dugdu vit ikki, varð antin eftir- siting ella ein undir vang- an. — Hverjar lærugreinir hevdu tit? — Vit byrjaðu við donskum, bibliusøgu og skriving, sidan kom før- oyskt, rokning, landa- læra, Danmarkarsega, lærubók og sålmaørindi. Vit eru fyri at hjálpa — Og tá so skúlin var liðugur og tú hevði fingið prestahondina á hevdið, hvat so? — Tá, i 1932, var ikki nógv at forvinna. Eg tók ymist fyrifallandi arbeið, t.d. á kajuna at lossa, eini tvey ár var eg hjá Óla smið og lærdi at høgga grót, og tað, sum eg lærdi har, kom mær til góða hjálp seinni. Tá kriggið byrjaði, fór eg í Landshandilin, ella ella beinari navnið var tá Færøernes offentlige vare- forsyning og var eg har til henda helt uppat. Aftanå hetta sigldi eg eini 10 år sum supercargo ella sum kendur maður: eftir fiski og sild og við vøru. Og nu til seinast havi eg verid eini 12 år hjå Tórshavnar Byråd. Eg byrjadi i asfaltinum, sidan for eg til Join og havi nú uppsýnið við rein- haldi av getum og klo- akkum. Mær dámar væl at vera í arbeið hjá komm- ununi. — Og vit kunnu siga tað sama, at borgarunum dámar sanniliga væl, at tú hevur hetta uppsýnið, ti vit vita, at vit altíð kunna sum fylti 60 hósdagin heita á teg og tosa við teg, og í ein handavend ordnar tú tað, tú verður biðin um, blidliga og fyrikomandi. „= Takk fyri tað, vit eru jú fyri at hjálpa, har vit kunnu. Fingu grundstykki á Frælsinum og arvaðu hús í Nólsoy — Ja, Mortan, hatta var arbeiðsdagurin, men fam- iljulívið. Tú bleivst jú ver- andi úti á Frælsinum, tá tú giftist við Vinnu úr Nólsoy. — Sum so mangur, giftist eg inn, tú sært, eg var sum eitt barn av hús- inum, abbi forerdi mær grundøki á treðni. Har bygdu vit so og fluttu inn í 1945, og har hava vit so búð við okkara 4 børnum. — Hava tit ikki eisini hús úti í Nólsoy? — Jú, kona min arvaði barnaheimið »Gartra- stovu«, og vit eru ofta haruti og ferðast, har er so fridaligt, ongir bilar, folk hava stundir at liva og eisini at tosa við menn- iskju. Okkum dámar væl harúti, eisini hava nóls- oyingar og havnamenn - komið so væl útav ti. — Tú bevur komið nógv í KFUM — Eg gekk sum ungur drongur hjá Christensen, KFUM skrivara, og var við at stovna KFUM (16. september 1938), og her havi eg haft mangar góðar og ríkar løtur, og i KFUK kom eg sjálvandi nógv. — Ert tú ikki eitt slag av umsjónarmanni hjá KFUK? — Tað vil eg nú ikki siga, men eg royni r rætta teimum eina andi hond Framhal