Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. september 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70 — 20. september 1978 sosialurin Dreingjadeildin er nú avgjørd: Síða 9 itrottur Spældu seinnu finaluna, hóast vøllurin líktist einum svimjihyli Seinasta vikuskiftið bjargaði HB sær tvey tey fyrstu meistaraheitini í ár — í dreingja- og piltadeildini. Piltarnir vunnu í Runavík sunnudagin, meðan dreingir- nir vunnu í Gundadali leygardagin Ovari vellur í Gundadali var leygardagin so vátur, at ein skuldi trúð, at tað var vatnpolo og ikki seinni finaluna í fótbóltslands- kappingini dreingjaliðini hjá HB og TB skuldu spæla. Fyri mær er tað óskilj- andi, hví dystir ikki verða útsettir, tá spælilíkindini eru so vánalig, tá 1. deild kann verða longd eitt vikuskifti, so kann dreingjadeildin væl eisini? Merkt av veðrinum Fyrru finaluna, ið varð leikt suðuri á Tvøroyri, vunnu HB-dreingirnir 1—0, so hjá teimum var nokk um teir bert leiktu javnleik. Hetta, og so nógva regnið, kom eisini at merkja dystin. Spælið var ongantíð so gott, sum ein veit hesi bæði liðini kunnu spæla, men var tað tó HB, sum hevði betra spælið. Tað var eins og dugdu teir betur enn TB at leika á tí váta vellin- um, funnu hvenn annan betur og vóru tí eisini meira målsøknir, men mål komu tó eingi í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur Eins og í fyrra hálvleiki gekk spælið javnt millum bæði liðini, tó við lítlum yvirvág til HB í leiki. Tað gingu tó 20 min. áðrenn tað eydnaðist Jó- hannis Eidesgaard at skora úr vinstru síðu, og geva HB 1—0 leiðslu. Fimm min. seinni eydnað- ist tað Fríða Jensen at javna fyri TB, tá hann headaði í mál og gav hann TB-dreingjunum nýggja vón um at klára at fáa um- dyst, men hetta vildi Juli- an annarleidis, ti bert minutt seinni gav hann HB nýggja leiðslu,“ tå hann fór einsamallur í- gjøgnum í høgru síðu og lyfti bóltin yvir Halla, ið var á veg út móti honum. 2—1 gjerdist eisini úr- slitið. Ein uppiborin sigur og eitt uppiborið foroya- meistaraheiti til HB. Gott ungdómsarbeiði Tá Sverre Trónd Hansen, fotboltsnevndarlimur, aft- anå dystin handaði HB meistarasteypið til ognar, tá hetta er triðja árið á rað at HB vinnur, segði hann m.a.: — Skilliga sæst, at í hesum báðum feløgum fer eitt gott ungdómsarbeiði fram, og sæst tað eina- mest av, at síðan 1964 eru tað bert HB og TB, ið hava vunnið meistaraheit- ið í dreingjadeildini, og al- oftast hava bæði liðini hittst í finaluni. Hetta ber prógv um miðvíst ung- k 5 * 3 dómsarbeiði, og úrslitið síggja vit eisini í hinum deildunum, ikki minst í fyrstu deild, endaði Sverre Trónd Hansen. Piltarnir Sunnudagin vann HB so annað meistaraheiti sítt í ár. Hetta hendi inni í Runavík, har HB-piltarnir leiktu javnleik 2—2 móti NSÍ, men tá HB hevði vunnið fyrru finaluna 4—2 vunnu HB-piltarnir aftur í ár meistaraheitið annað árið á rað. Sosialurin ynskir HB tillukku við meistaraheit- unum. jk. Hóast føroyingar vunnu báðar landsdystirna móti bretum, seinasta vikuskiftið, var spæli ikki tað stóra. Tað var eins og foroyska liðið í nóg samanspælt Hóast feroyska mans- hondbóltslandsliðið vann báðar landsdystirnar móti Bretlandi, var spælið ikki av ti besta. Tað var eins og fekk liðið ikki spælið at glíða, við undantaki av teimum seinastu 20 min. av seinna hálvleiki í seinna dystinum. HM í C-bólkinum Hesir landsdystir vóru ein liður í teimum fyrireiking- um, feroyska landsliðið hevur havt seinastu tíðina í samband við lutteku í kappingini um HM í C- bólkinum i Schweis, i no- vember mánað. Fyrsti av niggju Hesir báðir dystirnir móti bretum vóru teir fyrstu av niggju, ið skulu leikast innan C-kappingina. Tveir dystir verða leikt- ir móti Íslandi 29. og 30. september. Fyrst í okto- ber kemur danska b- landsliðið hendavegin og um miðjan oktober fara føroyingar til Íslands at spæla, og nakrar fáar dag- ar áðrenn C-kappingin byrjar verður spælt móti danska b-liðnum í Keyp- mannahavn, har okkara landslið er statt til venj- ingar saman við danska venjaranum Hans Jensen. Dysturin fríggjakveldið Hóast hegu prísirnar á at- gongumerkjunum, hevdu væl av áskoðarum leitað sær niðan í ítróttarhellina Hálsi friggjakvøldid. Feroyar komu beinan- vegin framum 1—0, men bretar javnaðu og komu í 4. min. á odda 2--1. Spælið gekk nú javnt, men tá fyrri hálvleikur var endaður, vóru feroyingar á odda 13—9. Í seinna hálvleiki øktu føroyingar spakuliga um leiðsluna og vunnu Feroy- ar dystin 27—18. Tað ein serliga hefti seg við í hesum dysti var, at føroyska spælið koyrdi ikki sum tað skuldi, tað var alt ov stirvi og gekk ov seint, meguliga er hetta orsakað av mangl- andi kampvenjing, so meguleiki er fyri at hetta verður betur aftan á teir nógvu dystirnar komandi vikurnar. Eisini hefti harðleikin í dystinum seg í minnið. At spæla hart og at spæla rátt er hvert sítt og tíverri vóru tað nakrir av teimum foroysku leikarunum, ið vóru beinleiðis ráir. Dysturin leygardagin Fyrri hálvleikur var sera javnur, bert 3. min. áðrenn hálvleikslok vóru føroyingar bert á odda við einum máli, nevniliga 6—5, men tvey skjót álop bjargaðu okkum uppá 8—5, tá farið varð til hálvleikssteðg. Nevnast kann at av hesum 8 málum vórðu 4 skotin uppá brotskast, og høvdu vit brent eitt, so skilligt er, at dysturin var harður. Í seinna hálvleiki gekk spælið betur enn tað áður hevði gjørt, og ta einu løt- una, runnu feroyingar runt við bretum og skoraðu ikki minni enn 10 mál meðan bretar onki fingu. Hetta var frá 12—9 til 22—9, og meðan føroy- ingar restina av dystinum fingu 5 mál megnaðu bret- ar bert at skora eina ferð og gjerdist endaliga úr- slitið sostatt 27—10 til Feroyar. ei: USS Spælt fyrr Við hesum báðum dystum have feroyingar leikt fimm hondbóltslandsdyst - ir móti bretum, og vunnið allar. Tann fyrsti varð leiktur í Bretlandi 1/11 1975 og vunnu Føroyar 91 21—3. Dagin eftir varð Spælið ongantíð heilt gott leikt móti Skotlandi og gjørdist úrslitið tå 39—14 til Føroyar. Tá Føroyar fyri fyrstu ferð luttótu ; C-kappingini í Portugal ; 1976 hittu við 30/11 + x £ fy rn trnåju tk ul morcigt sigri SJELETVISI BKUrin IS mál máti 17