Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 71 — 23. september 1978 telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Torshavn Føroya Javnaðarflokkur Tørfinn Smith Vilhelm Johannesen (åbyrgd) Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Utgevari: Fyritaksstjori: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Nógv burturúr Spurningurin um hví javnaðarflokk- urin fór upp í landsstýri saman við tjóðveldisflokkinum og fólkaflokk- inum heldur enn t.d. sambands- flokkinum verður ofta havdur á máli. Í BLAÐNUM mikudagin vístu vit á, at formaður sambandsfloksins al- ment hevur váttað, at treytirnar frá sambandsfloksins síðu vóru tær, at allir javnaðarpolitikkur varð lagdur uppá hillina. SLÍKT KANN javnaðarflokkurin sjálvandi ikki góðtaka. Okkara velj- arar hava valt javnaðarpolitikk. Hesin politikkur er niðurfeldur í virkisskrá floksins og at lagt hana upp á hillina vildi verið tað sama sum at svíkt veljararnar og tað ger javnaðarflokkurin ikki. URSLITID ER, at fleiri javnadarmål annadhvørt eru ella verða framd áðrenn valskeiðið er úti. Vit hava fingið týðandi batar í skattamálum. Her hugsa vit um hækkaða barna- frádráttin. Aðrir batar á hesum øki eru á veg. Arbeiðsvikan er stytt. Vit hava fingið eitt nýtt og rættvísari prístalsgrundarlag, soleiðis at øll fáa somu dýrtíðarviðgerð. Í TRÁÐ VIÐ stevnumið javnaðar- floksins hava vit gingið samráðing- arleiðina í fiskirættindarmálum. Í tráð við stevnumið javnaðarfloksins og í anda heimastýrislógarinnar er umsitingin av nøkrum felagsøkjum yvirtikin. Hetta fyri at fylla åt tann karmin, sum heimastýrislógin veru- liga er. AV ØDRUM málum kunnu vit nevna stóra batan í íbúðarmálum. Vit kunnu nevna landsbankan, sum væntandi verður samtyktur og somuleiðis lógina um sjúkradag- pening. ið kemur at tryggja ti timalønta fólkinum endurgjald, tå talan er um inntøkumiss orsaka av sjúku. HÓAST MANGT annað kundi verið nevnt, lata vit hetta vera nóg mikið á hesum sinni. Samanumtikid má sigast, at javnaðarflokkurin hevur fingið væl burtur úr og at veljarar floksins fyri stóran part hava fingið nakað av tí teir valdu. Sambandsflokkurin og søgufalsan Tað mundi vera mangur, sum ógvaðist við, tá for- maðurin í sambandsflokk- inum herfyri skrivaði, at orsekin til, at teir ikki fóru í landsstýri við javnaðar- flokkinum, var tann, at teir ikki vildu vera við til at nøkur javnaðarmál vóru framd. Javnaðarflokkurin legði sum kunnugt í 50-unum til brots fyri, at vit fingu tær sosialu lógirnar, sum í dag eru álitið í okkara so- sialu trygdarskipan. Tað- gekk ikki sum fotur i hosu at fåa hesi mål framd. Javnadarflokkurin vildi hava, at hesar lógir vórðu framdar hjá okkum í sama ENDURSKIN livstrygging fyri gangandi 50 SOSIALURIN 1978 mun sum tær vóru gald- andi i hinum Norðurlond- um. Nú eru tað eftirhondini mong, sum ikki minnast hetta, ti so nógv ár eru fráliðin. Men tað var eftir logtingsvalið í 1958, at vit, við javnaðarflokkin- um sum høvudsluttakara, fingu eina landsstýris- samgongu, ið framdi tær sosialu lógirnar. Steðan hjá tí flokki, sum í dag sigur, at hann ikki vil arbeiða við javn- aðarflokkinum, tí hann vil fremja sosialdemokratisk- an politikk, var framman- undan valinum 1958, eingin fólkapensjónslóg ella einkjupensjónslóg skuldi galda fyri Føroyar.. Sambandsflokkurin var tann eini flokkurin, sum ikki atkvøddi fyri hesum lógum, tå javnadarflokk- urin i 1957 setti fram upp- skot um at fremja hesar loggåvur. Vid undantak av einum > sambands- manni, G. L. Samuelsen. Sambandsflokkurin segði, at vit ikki kundu seta øll tey ungu í eina spennitroyggju við at lóg- festa fólka-avlamis- og einkjupensjónslógirnar. Gjerdu vit tað, vildi hetta taka virkishugin frá teim- um yngru. Vit máttu, segði sambandið skipa okkara sosialu lógir, sum tað hóskaði best. T.v.s. kostaði sum minst. Men at tað síðani eydn- aðist javnadarflokkinum at fáa eisini sambands- flokkin til at taka undir við sjónarmiðum javnað- arfloksins er ein onnur sega. Tað er tí ikki minni enn láturligt, tá sambands- flokkurin nú ferir fram, at javnaðarflokkurin ikki hevur atkvett fyri sam- bandsins uppskotum um einkjuhjálp. Javnaðar- flokkurin atkveddi ikki fyri sambandsins upp- skoti um bert at beta um einkjuhjálpina við kr. 300.000, tí javnaðarflokk- urin var tá í ferð við at fremja eitt uppskot, sum gav eina meirhjálp til einkjur uppá 3 miljónir krónur. Hevði tingið samtykt uppskot sambandsfloks- ins, hevdu einkjurnar í dag bert fingið eina meir- hjálp, sum svarar til ein tíggjundapart av tí, sum landsstýrisflokkarnir framdu. Serliga má tað tykjast mongum legið, at ein flokkur, sum á sinni als ikki vildi fremja uppskot- ini um sosialar pensjóns- lógir. nú leggur javnaðar- flokkin undir ikki at vilja fremja ábetur fyri tann partin av fólkinum, sum liggur i ringastu økonom- isku korunum Í ollum hesum málum er at hava í huga, at okkara sosialu lógir eru felagslóg- ir við Danmark og at vit ikki í einum og øllum kunnu rokna við at fáa framt lógir, sum ganga víðari enn tær gera í Dan- mark. Tað var sagt av táver- andi legmanni, P. M. Dam, sála, tá hann legði fram uppskotini um m.a. einkjuhjálp og einkjupen- sjón, at hann fegin hevði vilja, at treytirnar í eink- jupensjónslógini vóru rúmari, men tá hetta var felags lóggáva, bar ikki til at fáa ríkisstýrið til at fremja lóggávu fyri Fer- oyar, sum gekk viðari enn lógin í Danmark. Men nú er tað tó hent, at vit hava við- merkingar fingið lóggávuna nakað meiri umfevnandi enn danska lógin, eisini har Danmark tekur lut í út- reiðslunum. Ein annar mikið um- røddur spurningur í einkjupensjónarmálinum er tann, at pensjónin verð- ur minkað, tá inntøkan umframt pensjónina kem- ur uppi. Á hesum eki er nú tann broyting hend, at okkara niðurskurður frá 1. januar 1979 er tann sami sum í Danmark, men fyrrenn vit fáa samtíðarskatt verður neyvan gjørligt at loysa hetta mál nóg væl. Aðalreglan í almennu pensjónslógum okkara er jú tann at øll pensjón, sum verður goldin persón- um sum ikki eru fyltir 67 år, er ávirkað av inntøku sum kemur umframt pen- sjónina. Pensjonistar sum eru fyltir 67 ár fáa framvegis altíð grundpensjónina. Henda grundpensjón er fyri stakan persón 1561, — kr. um mánaðin frå 1. oktober 1978. Fyri hjún er grundpensjónin 1. okt. 1978 2400 kr. Hjá fólkapensjonistum yvir 67 ár eru tað bert pensjónsiskoytini, sum verða ávirkað av aðrari inntøku. Hesi pensjónsi- skoyti eru fyri stakan pen- sjonist 294 kr. um mán- aðan. Fyri hjún 329 kr. og síðan hjúnarlagsviðbót sum frá 1. oktober 1978 er 164 kr. Hjúnarlagsviðbót kemur uppá tal, tá bert annar pensjonisturin fær fólkapensjón. Hjá pen- sjonistum undir 67 ár ávirkast ell pensjónin av aðrari innteku. J. Lindenskov Undirritaði fjórðinginum. Navn: Bústaður: teknar seg haldara av Sosialinum og fær hann ókeypis restina av árs- sum Y 12 2 Opostad SOSTALURIN rindar postgjaldid) Postbox 76 = — 3800 Torshavn - Kannað posthúsinum silt $riðt #1) ARI t Í tið)Nw 2 A AR