leygardagur 23. september 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 23. september 1978
sosialurin
Síða 3
Trystid á barnagarðarnar
veksur — 100 børn afturat
— 250 á bíðilista, dagrøktarskipanin kann neyvan utbyggjast
Tá kommunumarkið mill-
um Havnina og Uttan-
biggjar kommunu verður
flutt, soleiðis at Hoyvík
og Hvítanes koma í Tórs-
havnar kommunu, fáa teir
gott og væl 600 borgar-
arnir í hesum báðum
bygdunum sama rætt til
at nýta m.a. veggustovur
og barnagarðar í Havn
sum núverandi havnar-
borgarar.
Tað er í dag pláss fyri
467 børnum í vøggustov-
um, barnagerðum og í
kommunalu dagrektini í
Tórshavn, og á bíðilistum
eru o.u. 250 børn. Á
Landsfólkayvirlitinum
hava vit fingið upplýst, at
um ársskiftið seinasta
vóru 94 bern í aldrinum
0—7 ár í Hoyvík og
Hvitanesi.
Fåa neyvan fleiri
dagrøktarmammur
Fyri nøkrum árum síðani
varð kommunala dagrekt-
in sett á stovn, og hon
hevur nú pláss fyri 90
bernum. Men hetta talið
verður = neyvan nógv
sterri. Poul Johs. Johan-
sen á Sosialu deild býráðs-
ins, upplýsir, at tað er
trupult at fáa fólk, so-
nevndar dagrøktarmamm-
ur, til at ansa eftir bern-
um, so hann ivast í, at
henda skipan verður út-
bygd meira.
Ætlanir og
tekningar
Tað verður ikki í hesum
árinum og neyvan heldur í
tí næsta, at útboðið av
plássum veksur. Petur
Christiansen, býráðsfor-
maður, upplýsir, at ætl-
anin er at byggja vøggu-
stovu og barnagarð við
tilsamans 100 plássum
vestanfyri Hoyviksvegin,
har á leið sum Adventista-
kirkjan stendur. Tekning-
arnar eru gjørdar, men tað
er enn óvist, hver skal
vyggja. Talan er um at
bjóða onkrum av teimum
verandi barnagerðunum
at taka við tekningunum
og fáa bygningin upp,
soleiðis at hann kann ger-
ast ein deild av viðkom-
andi stovni.
Annars er eisini í
nýggja býarplaninum lagt
eitt eki av til barnagarð
við Djóna í Geilsgetu.
Tað kann eisini nevnast
i hesum sambandi, at í
sáttmálanum millum
Havnina og Uttanbiggjar
kommunu um flyting av
kommunumarkinum
stendur, at 3-mannaráðið í
Teir fimm barnagarðarnir í Havn hava pláss fyri 248 børnum.
Men bidilistarnir eru langir
Hoyvík og Hvitanesi hev-
ur heimild til at fyrireika
bygging av veggustovu
og barnagarði.
Petur Christiansen upp-
lýsir annars, at ongi børn
úr Uttanbiggjar komm-
unu eru å vøggustovum
og barnagerðum í Havn.
Byrådid hevur heitt å allar
stovnarnar um bert at lata
Uttanbiggjar kommunu
avlopsplåss, og tey eru
ongi.
— Tå hesir stovnar fåa
hvør sinar 250—300.000
kr. um árið í studningi frå
býráðnum, halda vit okk-
um eisini hava rætt til at
seta ávísar treytir, sigur
býráðsformaðurin.
Vilja byggja fleiri
vakstrarhus í Føroyum
Idnaðarstovan hevur fleiri umsóknir
Vit hava havt góðar royndir av vakstrarhúsum í Fer-
oyum
Tað er stórur áhugi fyri at
byggja fleiri vakstrarhús í
Feroyum. Ídnaðarstovan
hevur í letuni liggjandi
triggjar umsóknir um
vakstrarhús. Ein av hes-
um umsóknum er bygging
av vakstrarhúsi í Kirkju-
bø. Ætlanin er umframt at
framleiða tomatir serliga
at leggja dent á annað
grønmeti sum t.d. agurk-
ur.
Tey tvey vakstrarhús-
ini, vit hava í Feroyum,
hava lagt stersta dentin á
at framleiða tomatir. Um-
framt vakstrarhúsið hjá
Kára á Lofti í Sandavági,
hava vit tað hjá royndar-
steðini í Hoyvík.
Nýta avlopshitan
Leiðarin á idnadarstov-
uni, Tormóður Dahl, sig-
ur, at tað er gott, at fer-
oyingar hava áhuga fyri
nýggjum virkjum.
— Men tað er greitt, at
vit eiga at kanna viður-
skiftini, áðrenn vit byggja
fleiri vakstrarhús, sigur
hann. Hann vísur her á, at
tann avlopshitin, ið fer til
einkis frá verandi virkjum
í Feroyum, kanska eigur
at vera brúktur í samband
við vakstrarhús.
Tormóður Dahl: — Tað
eigur ikki at vera tilvild-
arligt, hvar vit leggja
megulig nýggj vakstrar-
hús. Hesi mugu byggjast
á plássum, har vit fáa nýtt
tann avlopshitan, ið kem-
ur frá teimum virkjum, ið
eru á plássinum. Tað er
ein sannroynd, at tað er
ov mikið til av hesum av-
lopshita, og verður hann
brúktur á rættan hátt,
kunnu vit spara nógva
olju.
Orkuskeið
í oktober
Ætlanin er m.a. í hesum
sambandi at skipa fyri
einum orkuskeiði í Havn.
Hetta skeið verður í deg-
unum 9. til 11. oktober.
,
try
”
å gøtuni
Hvat heldur tú um
hongibrúgv um Vest-
mannasund?
Bergur Stórhamar,
skrivstovumaður:
Eg haldi, at tað er hol í
hevdið at hava so stórt
valagn. Hetta fær bert
veljararnar at velja
aðrar flokkar. Eisini er
tað ov dýrt við eini
hongibrúgv. Sjálvur
havi nóg nógvan skatt,
sum nú er.
Kalmar Lindenskov,
myndatakari:
Eitt tílíkt tiltak liggur
langt frammi í tíðini, ti
tað er nógv, sum skal
gerast fyrst. Sam-
ferðslan er eisini góð,
sum hon er.
Eyðfinn Jacobsen,
flúgvileiðari:
Tankin er góður nokk,
og eg eri prinsipielt fyri
ti, men eg haldi, at vit
skula biða, til vit hava
ráð til at byggja eina
brúgv. Teir pengarnir
sum samfelagið hevur í
dag, skuldu heldur ver-
ið nýttir til meira á
troðkandi mál, td
býttir javnt út millum
fólk