leygardagur 23. september 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 23. september 1978
Í Dimmalætting hevur í
,
seinastuni verid
før samanblanding av lýsingum av polit -
iskum hugsjónum, har kommunisma og
demokratisk sosialisma eru eitt felt, har
liberalismunnar krav um figgjarliga á-
byrgd er vorðin almenn skylda at fyri-
byrgja húsagangi, har útfyllan av karm-
inum í heimastýrislógini er tað sama sum
loysingarpolitikkur o.s.fr.
Grynnri enn nakad annad, sagt er um
javnadarpolitikk, er kortini tad, sum um
dagarnar stóð á forsíðu Dimmalættingar,
har roynt verður at ræða við ognarteku av
hverjum báti,
verkstaði,
urtagarðsteigi
ella íbúarogn so væl sum skipum og
vinnuvirkjum.
Formaður sambandsfloksins avdúkar
her ein himnarópandi ókunnleika til pol-
itiska ideologi, so hetta átti at fallið aftur á
hann sjálvan, men tá sjálvur formans-
skapurin í einum politiskum flokki skal
borga fyri einum minstamáti av trúverd-
ugheit er vandi fyri, at ófestar sálir taka
okkurt av hesum fyri fult, ti endurtaki eg
nakað av tí,
sosialismu.
Upp undir val ber til at
siga nærum hvat sum
helst, ber til at vevja allar
áskoðanir saman í vav-
greyt, sum ein síðan koyr-
ir nakað av átrúnaðarlig-
um rasistiskum og fasist-
iskum ella bert chauvin-
istiskum ella kommunist-
iskum tilsetningi afturi.
Allar hesar yvirspentu
undirtónar og hugsunnar-
hættir, sum í veruleika-
num eru ódemokratiskir,
ber til at bjóða fram sum
demokratiskur framferå-
arháttur, og ber til — og
er tað loyvt — at fáa
demokratiið — fólkaræðið
— at kjósa sær, at at-
kveða fyri og ein sum tryr
uppá fólkaræðið kann bert
siga við seg sjálvan, at
hasa ódemokratisku, ras-
istisku og tjóðskaparligu
chauvinistisku umboðan-
ina mást tú roynat at gera
betur vart við framyvir og
benda veljarunum burtur
frá, ti er eisini vert at siga
frá, hvat demokratiska
sosialisman umboðar.
Utopi
Utopi, nakað tú droymir
um, men ikki kanst
fremja, hevur ofta verið
sagt um hugsan sosial-
ista, og serliga teirra
fyrstu, sum út frá einum
djúpt kristiligum sjónar-
miði um bert at gera mót
eðrum tað, ein vil, hesi
gera móti einum sjálvum,
fóru undir at stríðast í-
móti sosialum órættvisi,
tjóðskaparligari = kúgan,
politiskum frammihjå-
rættindum, imperialismu
og bardaga bólka ella
landa millum.
Eisini teir, sum í fyrru
eg fyrr havi
sagt um
eld og áðrenn virkaðu fyri
eini broyttari framleiðslu-
skipan og vildu skapa
„stersta mát av lukku til
stersta talið av menniskj-
um« vóru roptir utopistar,
og hava hugsanir teirra
mangan verið spottaðar
av bæði verjum hjá kapi-
talistisku samfelagsskip-
anini og av teim, sum siga
seg byggja á eina vis-
undaliga útgrundaða sosi-
alismu. (kommunismu).
Eftir mínum tykki er
einki í gamla grundarlag-
num, sum ein eigur at
tveita fyri borð, hóast
hugsunnarhátturin er ein-
faldur og kastast kann
eftir javnaðarmonnum, at
tað bert eru vælmeinandi
idealistar og romantikar-
ar, sum kunnu leggja slíka
hugsan til grund fyri pol-
itiskum arbeiði í dag.
Vit vita, at Karl Marx
hevði hvassa uppgerð við
hesar fyrstu »utopistar«,
og vit vita, at lutvíst er
eydnast sokallaðum liber-
alistum — sum í dag als
ikki eru liberalt hugsandi
— við snildi og dugnalig-
heit at júka fyri fólki, at
hesin politikkur er bert
fjas og fjant og veruleika-
fjarur.
Hóast hildnir fyri spott,
so hevdu fyrstu sosialist-
arnir dirvi til at fara í holt
við at arbeiða fram ímóti
ti samfelag, teir trúðu á,
at hugsa um, hvussu
hetta í roynd og veru
kundi skapast og at virka
fyri at gera tað til veru-
leika.
Teir høvdu dirvi til at
gera atsóknir á tann veru-
leika, sum samfelagið, ið
tá var, hevði at bjóða, og
konstruktivt at ávísa leið-
sosialurin
Um sosialismu
ir til samfelagið, har fel-
agsskapstankin við med-
menniskjuni sum miðdepli
var tað berandi í stríðnum
fyri at taka burtur alt
sosialt og økonomiskt ill-
gras og geva næstanum
og einum sjálvum menn-
iskjanslig kor.
Samfelagið, har eisini
hin kristni næstakær-
leikstankin var grund-
sjónarmiðið, og har alt:
evni, arbeiði og fram-
leiðsluamboð arbeiddu
fyri heildini.
Samfelagið, har einki
einstakt individ ella ein-
stakir bólkar áttu serrætt-
indi, sum kostaðu heildini
nakað.
Kompromis-
politikkur
Hetta ar í stuttum gamla
grundarlagið, og tað er
haldgott enn í dag. Onkur
vil vera við, at vit eiga at
venda aftur til hetta
grundarlagið og geva upp
allan kompromispoli-
tikk og bert arbeiða út frá
hesum, ongantíð at rætta
okkum eftir ynski veljar-
anna bert fyri at tekkjast
teimum í letuni, ongantiå
gera akkord við mótsteðu-
menn, ið kunnu fáa okk-
um av leiðini, um tað so
bert er fyri stutt skifti, tí
sosialisman er í sjálvum
sær andstødukend og vil
ongantið finna seg í tí,
sum gongur ímóti heildini,
hverjum tað so kemur frá,
fakfelogum, arbeiðsgev-
arafeløgum, starvsmanna-
feløgum, tænastumanna-
feløgum ella eðrum bólk-
um, sum kunnu trýsta
samfelagið.
Sosialisman, tá hon er
ikki bangin fyri at finna
rótina hjá illgrasinum,
kann ikki blíva annað enn
konstruktiv í gerandis-
politikkinum. Heldur enn
at fylgja ynskjum bólk-
anna skal sosialisman ala
fjøldina upp til at skilja,
hvat politiskt og sosialt
byggir upp ein sannan
medmenniskjansligan fel-
agsskap.
At sosialdemokratiið
ikki skal lata seg trysta
burtur frá heildarinnar
gagnsmálum, kann ein-
hver vera samdur i, men
tá sagt verður, at eingi
kompromissir skulu ger-
ast, so kann eg ikki taka
undir, ti tað skerst ikki
burtur, at tað arbeiði,
javnaðarmenn, sosialde-
mokratar kring heimin —
teir veri so meira ella
minni sosialistiskir —
hava fingið av skafti, júst
gjøgnum ein kompromis-
politikk við so við og vid
at sleppa eitt fótafet á so-
sialistiskari leið, hevur
skapt stór framstig til
mesta bata fyri fjeldina;
men stavnhaldið skal
sjálvsagt vera óheft av
bólkatrýsti.
Sum nevnt er grundar-
lagið enn haldgott, um
amboðini veruliga ikki eru
tey somu. Fyritreytirnar
eru heldur ikki tær somu,
ti nógv av teir fyrstu
sosialistarnir spáddu,
hevur søgan prógvað var
skeivt, eins og segan hev-
ur broytt samfelags-
myndina. Karl Marx setti
upp. Men at sjálv aðal-
kjarnan í javnaðarpoli-
tikkinum enn er tað, sum
sosialistiski internationali
setti sum ideologiskt
grundsteði, kann eingin
ivi vera um.
Grundarlagið í dag
Um tað grundarlagið, so-
sialistiski = internationali
varð endurreistur á, kann
sigast fylgjandi:
1. At hóast tað ikki
skerst burtur, at hin kapi-
talistiska skipanin ella
liberalisman síðan 19. eld
hevur loyst út ómetaligar
framleiðandi kreftir, so er
samstundis stóri meirilut-
in av borgarunum avskor-
in frá at hava nakra á-
virkan á framleiðsluna.
Kapitalisman setti ognar-
rættin yvir mannarætt-
indini, hon skapti ein
nýggjan statt av ognar-
leysum uttan sosial rætt-
indi. Hon gjerdi stættar-
stríðið hvassari.
Hóast verðin skuldi átt
nóg mikið til eina semiliga
tilveru fyri ell, so hevur
kapitalisman ikki verið fer
fyri at nekta ta mest
grundleggjandi trongd og
tey mest einfaldu krev hjá
fjøldini. Hon hevur ong-
antid vist seg føra fyri at
virka í longdini uttan
kreppur og arbeiðsloysi.
Hon framdi sisialan 6-
tryggleika og ein himna-
rópandi mun millum fá-
tæk og rík. Eisini tók hon
sær til hjálpar imperial-
istiska valdteku, neyð-
tøku og koloniala eyð-
ræning og hvesti soleiðis
stríðið millum tjóðir og
fólkasleg. Í summum
londum hjálptu sterkir
kapitalistiskir bólkar ti
forna barbarinum til at
reisa hevur aftur sum
nazisma og fascisma.
2. Tá ið sosialisman
foddist í Europu sum ein
mótmælisrersla ímóti øll-
um hesum, sum tað kapi-
talistiska samfelagslagið
ber í sær, vóru tað ar-
beiðararnir, sum vóru
ringast fyri. Sosialisman
vaks tí fyrst fram sum ar-
beiðararersla, men síðan
gjørdist greitt fyri fleiri og
fleiri borgarum, tænastu-
monnum og starvsmonn-
um, bendrum og fiski-
monnum, handils- og
handverksmonnum, lista-
og visindamonnum, at so-
sialisman eigur lykilin eis-
ini til framtíð teirra. Sosi-
alisman vendir sær tí til
oll, sum hava ta áskoðan
— ta sannfering — at ein
menniskja kann ikki nýta
ella eyðræna eina aðra.
3. Sosialisman roynir at
frigera fjeldina frá tí
minniluta, sum ræður
framleiðsluamboðunum.
Hon vil geva fjeldini sum
heild medavgerðarrætt og
vil fáa til vega eitt sam-
felag, har fræls menniskju
arbeiða saman sum javn-
líkar.
4. Sosialisman er nú ein
høvudståttur i veraldar-
politikkinum. Hon er ikki
propaganda, men roynd i
praktiskari virkan, hevur i
gerandislivinum framt
avreksverk.
Í summum londum er
stødid til eitt sosialistiskt
samfelag lagt, og eru her
liberalismunnar illgras við
at hverva, meðan samfel-
agið hevur útviklað
nýggja kraft. Sosialism-
unnar hugsjónir hava víst
teirra virði í royndum.
5. Í mongum londum
verður skúgvað til viks
hin óeftiransaða kapital-
isma og verður sett í
staðin ein búskaparhugs-
an, ein økonomi, har al-
menn tiltek, almennur
ognarrættur, alment eftir-
lit skerjir kapitalismunnar
ræsarúm. Fleiri og fleiri
menniskju viðurkenna, at
tað er neyðugt við sam-
felagsplanlegging, plan-
økonomi. Sosialur trygg-
leiki, fræls fakfelagsrørsla
og vinnuligt demokrati
vinna meira og meira
fram.
Hesin framvekstur er
fyri ein stóran part úrslit
av sosialismunnar og fak-
felagsrørslunnar stríði i-
gjøgnum nógv år. Alla-
staðni har sosialisman er
sterk, eru týdningarmikil
stig tikin til skapanina av
einum nýggjum samfel-
agshátti
6. Teyseinastu árini eru
Síða 7
fleiri av tjóðunum í teim
sokallaðu tilafturskomnu
veraldarpertunum
komnar eftir, at sosial-
isman er ein virðismikil
hjálp i stríðnum fyri tjóð-
skaparligum frælsi og
hægri livikorum. Her
vaksa fram ymsir hættir
av demokratiskari sosial-
ismu undir åvirkan av
teim ymsu fortreytunum.
Sosialisman berjist i hes-
um londum bæði ímóti
einum innlendskum øko-
nomiskum aristokratii og
ímóti > eyðræning av
fremmandum imperialist-
um ella ímóti útaman av
fremmandum kapitalist-
iskum trustum. Her, sum
aðrastaðni, berjast sosial-
istarnir fyri politiskum og
figgjarligum demokrati.
Teir royna at bøta livikor
fólksins við at fremja bún-
aðarábetir og ídnaðarút-
bygging. Í mongum fer-
um verður hetta gjert við
at víðka almenna ognar-
rættin ella kooperatión
bæði á framleidsluøkinum
og brikaraøkinum.
7. Men meðan sosial-
isman gongur fram alla-
staðni í eru nýggjar kreftir
komnar fram, sum eru
stórur vandi fyri hesa
rørslu fyri frælsi og sosi-
alum rættvísi. Síðan
bolchevisman tók seg
fram í Ruslandi, hevur
kommunisman spjatt hina
internationalu arbeiðara-
rersluna og hevur harvið í
mongum londum seinkað
fremjanini av sosialismuni
í årtiggir.
8. Falskliga ger komm-
unisman krav uppá at eiga
lut í sosialistiskum siða-
arvi. Veruliga hevur hon
avskeplað og rongt henda
siðaarv, so hann kennist
ikki aftur. Kommunisman
hevur bygt upp eina
stranga teologi — religión
— ið ikki kann sameinast
við marxismunnar krit-
iska hugsunnarhátt