leygardagur 23. september 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 71 — 23. september 1978
Jens Pauli Heinesen skrivar:
ingini, um hon skuldi tikið
so nógv (eygu) uppá.
Hava tit hoyrt seguna
um suðringin. Hann
skuldi til Klaksvíkar at
friggja, men veðrið var so
ringt, at tað var ivingar-
samt, um Smyril sigldi.
Hann sendi tí soljóðandi
fjarrit til gentuna: Ég
komi, um eg sleppi. Gent-
an var ikki sein at tele-
grafera suðuraftur: Kom
bara, tú skalt sleppa.
Ja, so ymiskt kunnu
orðini uppfatast, men álv-
aratos, hatta við opnings-
tíðunum gongur íikki,
hatta er ov grovt. Vit
hava einki orð, sum rakar
akkurát, men upplating-
artíð og afturlatingartid
hava vit. Ella hví ikki
siga: Vit hava opið frá og
til.
Og so hatta við at tapa
5 pund ella taka 5 pund
uppá. Úr tí bygd, eg
komi, hoyrdi eg í minum
barndómi ikki annað enn,
oyar lá millum nógv tey
ríkastu, eg hugsi millum
25 tey rikastu — og
munnu vera farin longur
upp á stigan síðan tá.
So hvat vil tað siga: fá-
tækrahjálp til eitt av
heimsins ríkastu londum.
Tann olmussa vit nú fáa
úr Danmark er meir enn
ein kvart milliard. Gera
vit okkum ta hugsunar-
roynd, at henda peninga-
gávan kavaði niður yvir
Havnina i 10-krónuseðlum
(26 milliónir 10-krónu-
seðlar), so hevði býurin
kavað undir, vit hevdu
vassað upp um øklar, og
tað hevði tikið okkum
dagar, ja, vikur at henta
alt uppaftur. (Og sjálv-
sagt hevði reyvin verið
hægst allar hesar dagar-
nar).
Heldur hetta lagið
fram, fáa vit skjótt Gren-
land aftur.
Longu í fimti árunum
stóð grein í Aktuelt, har
Um opningstiðir,
Eg eri biðin um at skriva
okkurt í miðleingjuna í
hesum blaði, men evni, eg
ætlaði mær í holt við, er
kvæmt sum krút (ikki
minst í hesum teigum), so
eg tori ikki at nærkast tí
beinanvegin, uttan fari
fyrst at skriva um okkurt
heilt annað.
Eitt nú um opningstiåd-
ir.
Í seinastuni hevur ein
treisk fyritøka aftur og
aftur lyst í blødunum um
sínar opningstíðir — (ein
ónærislig lýsing, ti tað
mátti ikki verið nakað at
breitt út um landið, nær
tey har á staðnum kunnu
sleppa á bukkuna). Men
slík lýsing er ikki eindomi
og óvanlig í blødunum, og
tað er ein spurningur, um
handlar og fyritøkur við
hesum undarligu kunn-
gerðunum ikki ganga okk-
ara privatlívið so mikið
nær (umframt at tað mátti
verið brandólógligt), at
vit ikki bara skuldu
stevnt tey inn fyri manna-
rættindardómstólin og á-
kært tey fyri avmarkan av
okkara dýrt goldna per-
sónliga frælsi.
Soleiðis hevur ein
klubbi her í Feroyum eitt
uppslag, har tað stendur
at gestirnir kunnu hava
sín opning millum kl. 20
og 24 gerandisdagar, men
er kortini so menniskjans-
ligur, at neyðardýrini, har
koma, fáa nakað sterri
skotbrá um vikuskiftið.
Í sovjetiskum fangaleg-
um eru teir ikki so human-
ir. Har skalt tú hava tín
opning stundisliga kl. tað
og tað á morgni, um tú
vilt ella ikki vilt. Og vilt
tú ikki, mást tú bíða til
næsta morgun somu tíð,
og slíkt kann sum kunn-
ugt vera stak drúgfort.
Men í Sovjet hava teir
verið undangongumenn í
nógvum sovorðnum und-
arligum, sum vit áttu ikki
at apa okkum eftir.
Í síni ómetaliga kosti-
ligu og fråliku skaldsøgu
um soldátin Sveik í fyrsta
heimsbardaga, sigur høv-
undurin Jaroslav Hasek
frá, at har máttu heili her-
lið hava opning upp á
kommando. Slíkt er ikki
pent, tað er vist.
Tað hevur mangan hent
seg, at eg havi hoyrt
onkran sagt nakað soleið-
is: Oys, eg havi tapt fimm
pund, eg eri so glað(ur).
Tað er legið, at fólk
kunnu fegnast um at tapa
nakað, sjálvt um tað sum í
hesum feri ikki er so nógv.
Ti roknar tú eftir — og tað
eru eingilsk pund, tú
roknar við — so verður
tað bert umleið 50 kr., og
ell í Føroyum munnu hava
ráð til at tapa so frætt.
Men tað hendir seg eis-
ini, og oftari í hesum feitu
tíðum, at tú hoyrir onkran
siga: Eg eri so kedd(ur), tí
eg havi tikið 5 pund uppá.
Einhver bindingarkona
hevði eisini ógvast við
slíkt strev, tí tað hevði
onga leið gingið við bind-
at tað æt: eg eri farin 5
pund fram. Ella: eg eri
farin 5 pund aftur. Eisini
ber til at siga, at eg eri
lætnaður ella tyngdur 5
pund. Meguleikarnir eru
ymsir. Hví velja tann við
ongum hepi i.
Men nú mugu vit koma
til evnið. Vit hava mang-
an verið í holt við tað fyrr,
nevniliga olmussuna, vit
fáa úr Danmark. Ella
rættindi okkara í danska
pengapunginum, sum ikki
eru nøkur rættindi, ti eini-
hverji rættindi krevja
vissar skyldur, og vit
hava ongar. Ti er og verð-
ur tann manna, sum regn-
ar niður yvir okkum úr
Danmark einki annað utt-
an olmussa.
Eg havi áður siterað
fleiri skilamenn og nýti
orð teirra sum skorur und-
ir hesi ákæru, men hesa
ferð skulu teir sleppa frá
at verða nevndir. Tað skal
Adolf Hansen ikki. Hann
rópti hesa olmussu í eini
grein í Dimmu fyri fátæk-
rahjálp, og tað ber ikki til.
Hagfreðin sigur tað.
Longu í seksti árunum
gjørdi ST stovnur yvirlit
yvir, hvussu húsaviður-
skiftini vóru í heiminum
til rúmd og hentleikar pr.
íbúgva. Feroyar vóru
nummar 2. California lá
frammanfyri. Í dag eru vit
eyðvita flott nr. 1.
Og tað er ikki langt
síðan Samvirke hevði yv-
irlit yvir stigan frá ríkasta
til fátækasta land. Før-
tað stóð um føroyingin, at
kærleiki hansara til Dan-
markar var ikki kærleiki
til danska fólkið, danska
málið og donsku mentan-
ina, tað var kærleiki til
danska pengapungin.
Tað er sambandið, sum
liggur á odda í hesum
»kærleika«. Oddafiskurin
hjá teimum skrivaði í
hana sjálva herfyri um
»politikk og mentanc.
Men sambandið hevur
einki við politikk at gera
og minni við menta ment-
an. Sambandið er eitt sál-
arfrødisligt fyribrigdi.
Teir hava eina politiska
skrå og enntå eina grein
um mentan, rætt er tað.
Men hvat kann hon annað
brúkast til enn at fjala út-
yvir, at teirra mið og mál
her í samfelagnum er at
fáa okkum øll somul „at
liva upp á nass<. (Hatta
var ikki gott feriskt, men
tað rakar beint. Og vón-
andi meint). Sektin á, um
bróðir tín ber byrðar tínar
fyri teg, bara eg sleppi
undan. Sektin á, um bróð-
ir tín bleðir fyri teg, bara
eg sleppi frá. Hatta er lag-
ið, og slíkt eru mannfólk,
slíkt eru brandar!
Nei, slíkt eru als ikki
brandar. Slíkt eru eitt
undarligt slag av kvent-
lingum, sum danir einki
annað hava til yvirs fyri
enn háð og spott. Og av
rottum.
Tað er líkt til, at alt
størri ístrið verður, alt
fleiri pengar vit tjena, alt
størri verður uppgávu-
lyndið og sambandið. Vit
mugu fyri alt her í verðini
ikki klára okkara húsar-
hald sjálvi. Alitið á sjálv-
an teg og tínar egnu gávur
má fyri alt her í verðini
ikki vinna á trongd tínari
eftir at liva upp á nass.
Henda >sjúkan< kann
ikki fera til annað enn
sjálvmorð, soleiðis at
skilja at vit t.d. drepa
okkum av fiti og andiligari
armóð. Men vit kunnu eis-
ini drepa okkum á annan
hátt. Tí: kann eitt so ríkt
fólk sum okkara ikki klára
sítt egna húsarhald, so er
heimurin fortaptur, tí so
kann einki land her í verð-
ini klára seg. So eru tveir
triðingar av heimsins fólki
dømdir at liva í hungri og
lorti, fyri at vit, tann eini
triðingurin, kann sleppa
at dusa sær í einum luxus,
sum er ókendur í seguni.
Men tað er heilt vist, at
tað kemur ikki at ganga.
Triði heimurin kemur at
reisa seg sum ein veldig
kraft og krevja sín rætt.
Og sanniliga av rettum.
Og tá kemur tann heilt
stóra vanlukkan at raka
okkum, um vit ikki taka
annað skinn um bak. Ja,
tað ljóðar kanska stórt og
háfloygt at siga tað, men
eitt sidaskifti má til.
Og alt tað sum sam-
bandið — ella henda
„sjúkan< stendur fyri, fer-
ir burtur frá einum slíkum
siðaskifti til eina tilveru í
skammleysum nassarii.
Heldur henda >„sjúkan-
fram at vinna í okkara
samfelag, so mugu vit
gera okkum greitt, hvat ið
fer at henda.
Men eg hugsi ikki, for-
ingurin torir at gera sær
hetta greitt. Eg hugsi, at
tað er ov lítið mannfólk í
honum. Eg frykti fyri,
hann velur at blunda og
gapa.
nass 0.34.
blokkar
Teir vælumtoktu Møllerblokkarnir
við rullulegum i støddunum frå 1—5
tons á goymslu, men aðrar støddir
kunnu eisini útvegast.
Allir blokkarnir hava certifikat.
Fa. Skipaútgerð
postbox 92, tlf. 24310,
3860 Vestmanna
Heldur
tú
ikki