Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ Nr. 71 — 23. september 1978 sosialurin Síða 5 Ferðamannaskipið England: Ger tveir túrar | færri næsta år Alt ov fá ferðafólk teir síðstu túrarnar EEN gere I TRS URI mee unge ENE ÉN DO Ferðamannaskipið England fer næsta ár at gera 15 túrar, tað eru tveir túrar minni enn í ár. Tað ferðast ov fá fólk við skipin- um teir seinastu túrarnar. J. P. Serensen, stjóri á DFDS-avgreiðsluni, sigur, at vit ongar vónir kunnu gera okkum um at fáa fast ferðasamband eftir sjónum millum Føroyar og Danmark alt árið. Eitt tílíkt ferðasamband fer at geva stórt undirskot. Ferðasiglingin hjá Eng- land í ár er liðug. Aftur í ár er talið á ferðafólki, sum ferðast við England millum Feroyar og Dan- mark vaksið. Í tíðarskeiðinum 15. juni til 20. september gjerdi England 17 túrar, ella ein túr minni enn í fjør, tá siglingin byrjaði nakað fyrr. Talið á ferða- fólki í ár var 13.687 ímóti 13.209 í fjør. Bilarnir í år vóru 1486 í tali og í fjør 1342. Framvegis England — Tað verður ikki gjørd stórvegis broyting í ferða- ætlanini = hjá England næsta ár, sigur J. P Ser- ensen á DFDS. Tosað hevur verið um at skifta England út við Winston Churchill, men hetta verð- ur ikki til nakað. J. P. Serensen sigur, at Eng- land egnar seg nógv betur til hesa siglingina. — Tey maskinbrek, sum hava verið í summar, verða nú umvæld, so vit kunnu rokna við, at ferða- ætlanin kemur at halda betur næsta ár, sigur hann. Prísirnir 10% upp Vit kunnu rokna við, at prísirnir fara 10 prosent upp næsta summar. Tá byrjar siglingin 4. juni og endar longu 5. september. T.v.s., at gjerdir verða tveir túrar minni. J. P. Serensen sigur orsekina vera, at alt ov fá ferðafólk eru við teir síðstu túrarnar. — Var nýtslustigið ikki so hegt í juli og august, hevdu vit ikki kunna havt eina rutu millum Feroyar og Dan- mark, sigur DFDS-stjór- in. Henda seinasta túrin upp við England vóru 200 ferðafólk, á túrinum niður aftur vóru einans 150 ferðafólk. Hetta gevur eitt stórt undirskot. Pláss eru fyri 793 ferðafólkum. Annars roknar J. P. Serensen við, at rokni- skapurin í ár javnvigar. Í - FR 5 #5 #5 95 IK $% EKOTKARVTRKYKTANFTDKENSAKARLKIKEKKSVTRLK KKK IS SKUR I í SEE pr F i 4 TIL í England seinkaður niður næstseinasta túrin. J. P. Serensen: Skipið skal til hevu umvæling í vetur FO 5 ONDE DO 05 Føroyskt svartkjaftaflak a marknaðin i heyst — royndirnar á Bakkafrost givið góð úrslit Feroysku royndirnar at brúka svartkjaft til mat- framleiðslu eru nú komnar so langt áleiðis, at ætlanin er at senda nekur tons á útlendskan marknað longu í vetur. Royndirnar hava verið gjerdar á Bakkafrost á Svartkjaftur hann á degu: jaborði - nær mur hjá okkum? —= Glyvrum og tær hava vist, at tað ber til at fram- leiða mannafeði úr svart- kjafti. Tað er bert megu- ligt at nýta svartkjaft, sum er veiddur í juli-au- - gust og januar-februar, til hesa framleiðslu. Men royndirnar á Bakkafrost hava eisini givið tað úr- slit, at svartkjaftur kann haldast feskur í goymslu. Arenco ella Bader? Jákup Merkere, sum stendur fyri royndunum, sigur, at teir í heyst og vetur í samvinnu við Fer- oya fiskaselu og Chaldur, selufelagið hjá Fiskasel- uni, fara at finna markn- aðir fyri svartkjaftaflaki- num og áseta ein prís fyri tað. Svartkjafturin verður skorin = við sildafleki- maskinum og í Feroyum eru 15 slíkar maskinur, sum ikki verða brúktar, 12 Arenco og 3 Bader. Tað er enn ikki greitt, hverjar av hesum maskinum eru best egnaðar, men hetta verður nú kannað. ðs- Starvsnevnd fyrireikar bjargingarfelag Ein fimm-manna starvsnevnd við um- boðum fyri allar kom- munur í Sandoyar sýslu hevur fingið litið upp í hendur at fyri- reika stovnsetanina av einum bjargingarfelag í sýsluni. Sunnudagin vórðu fólk boðin til fundar á Meginskúlanum á Sandi við ti fyri eyga at fáa stovnað bjarging- arfelag. Eini hálvt- hundrað fólk vóru á fundinum og vóru tey úr flestum bygdum í sýsluni. Í fundarbyrjan beyð Hergeir Davidsen ellum vælkomnum og segði, at tað hevur leingi verið ætlanin at stovna eitt bjargingar- felag, men hetta hevur drigið út. Nú var hin- vegin komið so langt, at fundur var fingin í lag og vónaði hann, at fundurin fór at taka undir við ætlanini. Umboð fyri L.F.B., landsfelagnum, vóru á fundinum og greiddu tey frá gongdini í teim- um ymsu feløgunum, hvussu L.F.B. er skip- að og hvørji framtið-- armál, tað hevur sett sær. Umboðini frá L.F.B. eggjaðu fund- arfólkinum til at fáa á stovn eitt bjargingar- felag, sum kann fevna um alla sýsluna. Tá fundarfólkið hevði tosað aftur og fram um málið, varð samtykt at seta eina fimm-manna starvs- nevnd, t.e. eitt umboð fyri hverja kommunu í sýsluni. Starvsnevndin skal gera eitt lógarupp- skot og síðani kalla saman til stovnandi aðalfund. L.F.B. hevur boðið sær til at hjálpa nevndini við hesum ar- beiði. Í starvsnevndini eru Óla Jákup Hentze, kring oyggjarnar Skúvoy, Hergeir Dav- idsen, Sandi, Herluf Jacobsen, Skopun, Arthur á Brúnni, Ská- lavík og Groth Nolsee, Húsavík. Fundurin á Megin- skúlanum endaði við filmssýning um bjarg- ing á sjónum. Fyrsti túrur hjá Thomas Nygaard Eiðisbáturin Thomas Nygaard er farin fyrsta túrin í hesum árinum. Hann hevur verið í Danmark, har hann m.a. er longdur og hev- ur fingiå egningarma- skinu isetta. Lítið av fiski er kom- ið uppá land norðuri á Eiði hesa seinastu vik- una. Núgvunes var úti triggjar ferðir og fekk 4.000 pund hvenn túr- in. Í morgun skuldi Morgunroðin koma undan Íslandi við góð- um 100.000 pundum av línufiski. Hann hevur verið góðar tvær vikur burturi. Vaðhorn er væntaður heim mána- morgunin, eisini undan Íslandi. Norðseki, sum hevur verið á snelluveiðu undir Íslandi í summ- ar, leggur nú um til línuveiðu undir Feroy- um, og 20-tonsarin Bjerg, sum hevur ligið í summar, hevur eisini riggað til at fara við línu og skuldi fara út nú í vikuni. Úti við tongini Legreglan í Havn hev- ur í vikuni verið úti eftir plátunum á teim- um bilum, sum eru á svartalistanum hjá Tryggingarsambandi- num og Gjaldstovuni. Eftir åheitan frå hesum stovnum fer løgreglan ut vid tongini. Hon setur seg fyrst i sam- band vid vidkomandi bilånara og kann hesin ikki framvisa kvittan fyri goldnan vegskatt ella trygging fyri iver- andi ársfjórðing, er onki, sum eitur. Plátan verður klipt av og end- ar á borðinum hjá fút- anum. Fyri at fáa hana aftur, má skuldin til annan ella báðar av teimum krevjandi stovnunum gjaldast. Hetta er nakad, sum verður gjørt, hverja ferð, tað líður moti endanum av einum árs- fjórðingi. Talið av plát- um í bunkanum á leg- reglustødini sidst í mars, juni, september og desember er sjåldan niðanfyri eitthundrað, fáa vit at vita haðani