leygardagur 23. september 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 23. september 1978
sosialurin
Síða 9
itrottur
Landskappingin í fótbólt
i endar hetta vikuskiftið: |
komið at enda
Hetta vikuskiftið verða teir seinastu landskappingardystirnir í fótbólti í kappingarárinum 1978 leiktir og suðuri á Sevmýru
verða ikki minni enn trý meistaraheiti avgjørd.
Í smádreingjadeildini hittast TB og Skáli til seinnu finaluna og unglingaliðini hjá TB og HB spæla avgerandi dystin.
Endiliga er tað jú dysturin, har allur spenningurin er knýttur at, nevniliga 1. deildardysturin millum TB og HB, um hver skal
gerast Feroyameistari 1978
Aftaná dystirnar seinasta
vikuskiftið, TB—VB 4—2
og IF—MB 4—0, er stød-
an i 1. deild nú henda:
TB 11 32-90 19
HB 11 23-12 18
IF 12 16-15 il
VB 11 19-21 il
KI 12 - 15—20 9
MB 12 15—30 7
B36 1! 11-24 5
og sæst å hesum at TB,
HB, VB og B36 hava hvør
ein dyst eftir at leika, og
sæst eisini, at tað bert eru
TB og HB, ið hava møgu-
leika at gerast meistarar.
Í Vági
Suðuri á Eiðinum í Vági
metast VB og B36 og er
ikki sert av spenningi
knýtt at hesum dysti.
VB skal nevniliga vinna
ella spæla javnt fyri at
gerast nummar trý í ár, og
B36 má, um teir ikki skulu
verða aftast, eisini vinna.
Um VB vinnur ella
spælir javnt og B36 so-
statt verður aftast í 1.
deild, er hetta fyrsta
kappingarárið, aftaná at
byrjað varð við upp- og
niðurflyting, at uppflyt-
araliðið, í hesum førinum
MB, ikki er aftast, men
hetta hevur í ár ongan
veruligan týdning, tá
eingin niðurflyting er úr
deildini, sum frá næsta
kappingarári skal rúma 8
liðum.
Á Sevmýru
Er spenningur um dystin í
Vági, tá er enn meira
sinnisrersla um dystin á
Tvøroyri í morgin, sum
frammanundan, av mong-
um verður skýrdur „ársins
dystur«.
Har fellur avgerðin um,
hvør verdur Føroyameist-
ari i 1. deild 1978, tå TB
og HB møtast til seinna
landskappingardystin í
ár.
Um HB skal vinna
meistaraheitið, so mugu
teir vinna meðan tað hjá
TB bert er neyðugt at
leika javnleik fyri at varð-
veita tað. Ikki er tó hugs-
andi, at TB av hesari
orsek fer at spæla verju-
spæl, tá hetta als ikki
hóskar til spælistil teirra.
Triðja árið á rað
Um TB vinnur meistara-
heitið í ár, er hetta triðja
árið á rað, meðan HB
seinast vann 1. deild í
1975, men tað er tó gingið
væl betur fyri HB í ár, enn
roknað var við framman-
undan.
Nogdir við 3.
ella 5. plássið
Tá kappingarárið 1978
byrjaði, segði formaðurin í
HB, Torkil Skála, at teir
fóru at vera nøgdir vid at
vera nr. 3. ella 4 i år, ti teir
høvdu mist 5—6 av stud-
ulsleikarunum å 1. deild-
arliånum.
Gingid væl betur
Men árið er gingið væl
betur enn Torkil væntaði.
HB vann jú kappingina
um Ísafjarðarsúluna, aft-
aná tríggjar spennandi
finaludystir móti TB, og í
morgin verður HB antin
meistari í 1. deild ella nr.
tvey. Meira kann neyvan
krevjast.
Sterkir um eitt
ella tvey ár
Tá Torkil í vár spáddi um
kappingarárið, metti
hann, at um eitt ella tvey
ár fór HB at vera ringt at
taka í 1. deild, tí tá vóru
allir teir ungu leikararnir
at finna á liðnum.
Og á kappingini í ár
sæst eisini, at stórur
meguleiki er fyri, at Torkil
fær rætt.
Unglingar
Hetta vikuskiftið leika TB
og HB-unglingarnir
nevniliga avgerandi dyst-
in um Feroyameistara-
heitið suðuri á Sevmýru,
og eru HB-unglingarnir
stórfavorittar framman-
undan. Teir hava nevni-
liga ongan dyst tapt hig-
higartil í ár, og skal TB
gerast meistari, so mugu
teir vinna dystin við 10
málum og tað er óhugs-
andi.
Bæði feløgini
framyvir
Roknast kann eisini við at
tað verða hesi bæði felog-
ini sum koma at tekna
føroyska fótbóltin nøkur
år framyvir.
Unglingarnir hjå feløg-
unum kappast jú, sum
fyrr nevnt, um meistara-
heitið. Seinasta vikuskift-
ið vann dreingjaliðið hjá
HB landskappingina, tá
teir í finaluni vunnu á TB:
Fyrr í ár hava HB-dreing-
irnir vunnið steypakapp-
ingina og kom TB her í
semifinaluna, men tapti.
Seinasta vikuskiftið
vunnu HB piltarnir Fer-
oyameistaraskapið fyri í
ár, tá teir vunnu á NSÍ,
sum í semifinaluni hevði
vunnið á TB.
Smádreingirnir
Og TB hevur stóran
meguleika fyri at vinna
smádreingjadeildina, tá
teir hetta vikuskiftið meta
skáladreingjum á Sev-
mýru til seinna finalu-
dystin
Fyrru finaluna, ið varð
leikt á Skála, vunnu tver-
ádreingir við einum máli
móti ongum, so teir mugu
roknast fyri favorittar
Í fremra
endanum
Skilliga sæst tó, at tað er
stórur meguleiki fyri at
TB og HB. nøkur ár enn,
kunnu gera seg galdandi í
fremra endanum av teim-
um eldru deildunum. Tað
sær jú út til at tað eru
nokk av ungum, evnagóð-
um leikarum, ið eru klárir
at avloysa núverandi leik-
arar, tá hesir gevast.
Spennandi
Spennandi verður undir
ellum umsteðum at
frætta, hvar hesi trý
meistaraheiti enda í ár, og
stórur meguleiki er fyri, at
vit, áskoðararnir, sleppa
at síggja nakrar spenn-
andi dystir.
Dreingjaliðið hjá HB, sum seinasta vikuskifti vann meistaraheitið fyri 1978 Fyrr i ár
vunnu teir eisini steypakappingina