Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sida 10 sosialurin Nr. 71 — 23. september 1978 lesarabrov Eitt svar upp á viðmerkingarnar hjá læru- ráðsformanninum Jógvani Páll Lassen Tú pástendur, at lær- lingafelagið metir læru- ráðið at vera eina auto- mat, hetta er tín egna við- merking og ikki okkara. Okkara viðmerking er, at ein automat neyvan hevði havt 5 mðr. um eitt so vánaligt úrslit, sum lenar- málið fekk. Viðvíkjandi fullari prístalsviðbót av okkara lenum, sum tú tekur tær allan heiður fyri at hava lagt fram, kunnu vit upplýsa at: Tað kom fram á einum almennum fundi, sum felagið Skansastova skipaði fyri tann 16. nov. 1977, har fyrrverandi læruráðsfor- maður Inger Christiansen upplýsti, at læruráðið longu tá hevði fingið á- heitan frá landsstýrinum um at skipa fyri fullari prístalsviðbót. Á hesum fundi var Jógvan Páll Lassen tilfeldigvis orð- styrari. Orsøkin til, at vit ikki tóku pristalsviðbótina við í lenaruppskot okkara, var tann, at vit ikki ætlaðu at blanda pristals- viðbót (sum vit annars hava krav upp á sambært legtingssamtyktini) og lenarhækking saman. Tá hevði tað t.d. verið alt ov lætt hjá einum akadem- ikara at fløkt bæði saman i ein ellibita. Ein akadem- ikari hevði tå kunnað sett reallønina nidur hjå lær- Fan Hr BBR pe IRG3 AM fr 5 Loysnin á krossorðinum í nr. 70 lingunum, og afturfyri sett legtingssamtyktina umprístalsviðbót í verk og kallað hetta lenarhækk- ing. Hetta vísti seg eisini at henda. Læruráðsform. hevði eitt uppskot, har lenin við prístalsviðbót og >lenarhækking< skuldi verða: 1. árið kr. 8,57 um tíman 2. árið kr. 10,06 um tíman 3. árið kr. 12,15 um tíman 4. árið kr. 14,40 um tíman. Handverkarar, ið sóu vandan í uppskotinum hjá læruráðsformanninum, settu uppskot um at av- greiða prístalsviðbótina fyri seg og hevði lenin einsamell + prístalsvið- bót verið: 1. árið kr. . árið kr. 8,82 um tíman 2 10,36 um tíman 3. árið kr. 11,90 um tíman 4. árið kr. 14,47 um tíman Ein skal helst vera læruráðsformaður fyri ikki at skilja, at uppskot hansara var ein reallenar- lækking. Hann hevur kanska gloymt samreðuna við So- sialin mikudagin 6. sept., har hann váttaði realløn- arlækkingina, sum upp- skot hansara innibar. Sitat: >Jógvan Páll Lassen sigur, at hann fyri t.d. fyrsta árið er komin fram til talið 8,57 kr. við at leggja saman allar dýr- tíðarviðbotirnar síðan 1. juli 1975, tá nýggja grundarlagið kom í gildi. Hetta eru 7 viðbótir, t.e. 4,20 kr. Síðan hevur hann drigið frá tey 15%, lær- lingarnir longu hava fing- ið, og gevur tað 63 oyru. Tá tey eru drigin frá, er lenin 8,82 kr. Umframt hetta hevur hann fyrsta og annað árið trekt onnur 25 oyru frá fyri at lopið ikki skuldi gerast ov stórt fyri meistararnar. Tó hev- ur hann ætlað, at 25 oyrini frá eðrum ári skuldu gjaldast aftur í ti tridja.« (Sitat endað.). Um legtingssamtyktina hevur læruráðsformaðurin hesa viðmerking í 14. Sep- tember leygardagin tann 16., sum vit her sitera: »Hvat viðvíkur løgtings- samtyktini frå 1976, so sigur hendan einans, at heitt verður á landsstýrið at virka fyri at lærlingar koma undir pristalsregu- lering sum arbeiðsmanna- lønir.« (Sitat endað). Nú er læruráðsformað- urin juristur, og skuldi hann havt skil á slíkum, men av tí, at vit eisini hava eitt eintak av sam- tyktini, hava vit lagt til merkis, at læruráðsfor- maðurin = m.a. hevur broytt eitt týðandi orð í henni frá: álagt verður landsstýrinum... til: heitt verður á landsstýrið. Vit sitera logarsamtyktina 6- broytta: »Ålagt verður landsstýrinum at virka fyri, at lærlingar koma undir somu skipan fyri prístalsviðgerð, sum er galdandi fyri prístalsvið- gerð av arbeidslønum.« (Sitat endað). Hetta halda vit er at fara ov langt. Tað er ein óheiðurlig roynd at gera løgtingssamtyktina virð- isleysa, og sigur hetta eitt sindur um Jógvan Páll Lassen. Vit halda eisini, at tað er ein undarlig tvísteða tú hevur til málið viðvíkjandi logtingsviðgerð av okkara lenum. Tú vart millum teir, sumráddu okkum til at leggja málið fyri tingið, og nú ert tú ímóti. Um tað tú skrivar, at vit ikki vildu samráðast sjálvir, mettu vit, at tað var hepisleyst at rokna k AK við at koma nakran veg við beinleiðis samráðing- um, tá vit ikki hava verk- fallsrætt og sostatt ikki vald aftanfyri kravið. Hvussu langt kanst tú við at samráðast við meistar- arnar? Hvat vidvikur útspill- ing, vilja vit vísa á, at tú ikki á nakran hátt vísir á, hvat hetta skal meinast við. Samvitskan er upp til tín sjálvan, men orðatakið sigur: >Tann er sekur, ið at sær tekur.« Feroya Hand- verkslærlingafelag Sum úlvur í seyðaskinni Í eini blaðgrein í Dimma- lætting skrivar ein Hans Andr. Joensen, at her í Føroyum terva vit ikki nakran kommunistiskan flokk, ti vit hava tveir — annar er javnaðarflokkur- in, sigur hann. Tað er sjálvsagt ikki at taka seg aftur í, at tað kann verða skjótt og lætt at villleiða fólk. Serliga fólk sum ikki hevur evni ella ikki tímir at seta seg inn í seguna, og tá helst fólk, sum bara orka at hoyra seg sjálvan og ong- an áhuga hava av at lurta eftir, hvat onnur hava at siga. Tá feroyski javnaðar- flokkurin legði til brots fyri meira enn 50 árum síðani í aktivum politikki, vóru stórar politiskar byltingar í heiminum. Tað var jú stutt aftaná russ- isku kollveltingina, har kommunistar hevdu tikið við ræði og hevdu kvalt alt annað politiskt virk- semi í landinum. Harímill- um eisini russiska javnað- arflokkin í blóðbaðnum, sum tá var. Um sama mundi var politiska lívið í norður- londum eisini úti fyri stór- ari kollvelting, tí teir norðurlendsku javnaðar- flokkarnir vóru tá í stór- um virksemi. Fyrst og fremst fyri at hjálpa arbeidarafjøldini fram móti betri korum, men harumframt bardust flokkarnir av ellum alvi fyri at verja demokratiið og hesin bardagin var ser- liga tá vendur ímóti teirri hóttandi kollveltingini frá kommunistunum. Um Hans A. Joensen yvirhevur hevði tíma, og hevði havt vilja til at kanna sannleikan, so hevði hann m.a. lisið sær til sannleikan og veru- leikan og harvið, hvussu stórur adalmunurin á teirri demokratisku sosi- alismuni og kommunism- uni er, men hetta hevur hesin góði maður yvirhøv- ur ongan áhuga fyri. Hann velur heldur aktivt at taka lut í teirri politisku rerslu, sum av ollum alvi berjist ímóti sannari = demokratiskari sosialismu, hesum poli- tikki, sum bjargaði teim flestu vesturlendsku sam- feløgunum undan harð- ræðinum. Tað eru teir, sum hava gjørt alt fyri at kvala ar- beiðarafylkingarnar — og millum teirra má ein eftir øllum at døma telja henda H. Andr. Joensen. FØROYA VANLUKKUTRYGGING 1. TVUNGIN (hjálparfólk og sjómenn) Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógv ella á landi hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið vanlukkutryggj- að. Tey, ið vinna meira enn 1/5 av årsinnløguni av sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu. Eig- arar av skipum og bátum yvir 4 tons hava skyldu til at vanlukkutryggja mannskapið. 2SJÁLVBODNAR (arbeiðsvanlukkutrygging, fritidarvanlukkutrygging og kollektivar itrottarvanlukkutryggingar) Vanlukkutryggingin teknar nú trý sløg av per- sónligum sjálvbodnum tryggingum: 1) Arbeiðsvanlukkutrygging, ið fevnir um alt per- sónligt arbeiði hjá viðkomandi og eisini yvir vanlukkur, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiðsplássinum. 2) Frítíðarvanlukkutrygging teknast sum uppi- skoyti til arbeiðsvanlukkutryggingina, so við- komandi eisini er vanlukkutryggjadur i allari fritidini. 3) Kollektivar ítróttarvanlukkutryggingar kunna nú teknast gjøgnum nevndina í viðkomandi i- tróttafelagi. Hesar ítróttar-vanlukkutrygg- ingar fevna um vanlukkur, ið henda á ítróttar- økinum undir venjing og dystum. Øll skilafólk og allar skilanevndir hava sínar vanlukkutryggingar í lagi. Vanlukkutryggingin gevur nærri upplýsingar og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið inn á gólvið. FØROYA VANLUKKUTRYGGING S/F J. H. Schrøtersgøta 1 Tórshavn