Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 1978síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 23. september 1978 sosialurin Síða 11 lesarabrev Sambandsmenn vanvirða einkjur! Tað er nógv fyri hjá einari føroyskari einkju at skula síggja, hvussu sam- vitskuleyst sambands- flokkurin roynir at mis- brúka okkum í síni ljótu agitatión. Niðast í hegra horni av Dimmu leygardagin stendur sum vant ein grov og ósonn skuldseting móti landsstýrissamgonguni. Samgongan skal hava verið ímóti at veita einkj- um bettar pensiónsmegu- leikar, meðan sambands- flokkurin sum tann einasti flokkur hugsar um einkj- una, sum situr illa í ti. Álvaratos, tit ungu sambandsmenn! Halda tit veruliga, at vit eru so góð- trúgvnar, at vit ikki gjegnumskoða grundina til tykkara knappligu um- sorgan fyri okkum einkj- um? Eru tit veruliga so góð- trúgvnir sjálvir, at tit ikki vita, at vit sum eldri eru kenna sambandsflokkin betri enn so? Eg skal so í hvussu so er fortelja tykk- um sannleikan um tykk- ara einkjuumsorgan: Bakgrundin er andi hendan: Sambandsflokkurin hevði varhugan av, at landsstýrið arbeiddi við eini lóg, sum skuldi beta munandi um peningaligu viðurskifti hjá feroysku einkjunum. Ti skunda teir sær at seta fram eitt illa umhugsað uppskot um øktan stuðul til einkjur. Og tað sum verri er, hesin »studul« vildi í roynd og veru lítið og einki hjálpt. Talan var um eina saml- aða upphædd uppá 300.000 kr. til allar einkj- ur í Feroyum. Sjálvandi mátti landsstýrissam- gongan burturvísa hesum uppskoti. Tað hevði bert til enda- máls: 1) At forstýra og for- klutra tað lógararbeiði um einkjuforsorg, sum J. Lindenskov og hansara embætismenn sótu og smiðaðu. 2) Tað skuldi lokka fólkaflokksmenn til at hoppa frá landsstýrisupp- skotinum (ti minnist til: sambandsflokkurin vil bara spara). 3) Tað skuldi fáa okkum einkjur at trúgva, at sam- bandsflokkurin var einasti flokkur, ið hugsaði um okkum. (Neyðars menn, tit eru so ungir, at tit ikki minnast tað, sum vit minnast um flokk tykk- ara). Hetta var tað, vit kunnu kalla bluffuppskot- ið hjá sambandinum? So sjálv- kom landsstýrisins upp- skot, sum tíbetur er vorð- ið til lóg. Tað sær soleiðis út: 1) Frá 1. okt. í ár verða triggjar milliónir meira í einkjupensión til allar før- oyskar einkjur. 2) Aldursmarkið fyri at fáa einkjupensión verður strokið. 3) Kravið um 2 bern verður eisini strokið. Eg og fleiri við mær halda, at hetta er stærsta sosiala framstig, sum er hent í Feroyum, síðan fólkapensiónin kom á sini. Serliga hugsi eg um, at aldursmarkid dettur burtur. Hetta hevur gjørt livid strævid fyri manga unga einkju i Føroyum og tvinga hana til at fara ut at arbeida og lata børnini inn å onnur. Eg sigi fyri meg: Væl verid tykkum i samgong- uni fyri tykkara uppskot. Tad gevur okkum 777 kr. meira um månadin i part. Eftir sambandsins upp- skoti høvdu vit fingið 209 kr. meira, so nú kunnu tit einkjur í Feroyum og tykkara familjur sjálvi meta um, hvert uppskotið var betur, og um tað, sum stendur niðast í hegra horni á Dimmu. At enda vil eg bert heita á allar pensionistar í Fer- oyum um ikki at lurta eftir hesi ljótu og ósonnu val- propaganda, sum vit nú uppliva í hverji einastu Dimmalætting. Minnist til hvussu Dimma og sam- bandsins oddamenn róku spott á P. M. Dam, tá hann striddist fyri okkum. Gloymið ongantið hvussu ein táverandi formaður í sambandsflokkinum brigslaði Dam, at hann „spekuleraði í deyðum monnum«, tá hann royndi at stríða einkjunum nekur oyri meira í pension. Eitt skal eg siga tykk- um, hesin nýggi formað- urin er lítið mætari. Eitt, sum er komið upp úr Dan- mark at boða Glistrup politikk, hevur einki við føroyskar einkjur at gera. Hansara umsorgan fyri okkum man vera av sama slag sum tað, ið stendur í svartari rammu niðast til høgru í Dimmu: fupp og svindil! Og vit siga út til høgru við ollum hasum slagnum, har tað hoyrir heima! Svarta hornið er stersta vanvirðing, ið enn er sýnd foroyskum einkjum til dato! Í grundini átti eg at fegnast um tað, tí nú sæst hvussu »skrupulleysir« nyggju sambandsmennin- ir eru. Latið okkum geva Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upp- tikin undir hesum teiginum er, at blaðstjórnin veit, hver hevur skrivað brøvini. Uttan samvitsku I Dimmalætting nr. 107 skrivar Pauli Ellefsen rúgvismikla grein sum yv- irhevur bara gongur út uppá at geva ein slutur fyri ein slatur. Hann skrivar um ringu sam- vitsku mína í uppskot- unum um bett kor fyri einkjurnar. Upprunin til skriving- ina er at finna í einum neyðareggi frá sambands- flokkinum, sum yvirhevur ikki hevði nakra sum helst ávirkan á einkjupensjóns- lóggávuna, eitt skot í tóman heim. Tá ein politikari sum Pauli Ellefsen fer at skriva um samvitsku, er ikki log- ið, at hann blandar, tí maðurin hevur yvirhevur onga samvitsku, tá hann skrivar. Hann skrivar um, hvussu nógv vit hevdu heintað heim til sosialmál, um ikki sambandsflokkur- in tók um endan. Jú, sanniliga hevði staðið væl til, vit kunnu bara vísa á landsstýrissamráðingar- nar 1958—59, tá sam- bandsflokkurin hevði ilt við at vera við til »at heinta heim til sosial endamål«. Tað skal verða sligið fast, okkara sosiallóggáva hevði ongantíð verið tann hon er, um tað var sam- bandsflokkurin, sum hevði staðið við endan, so máta hevur sambands- flokkurin als ikki havt nakra samvitsku fyrrenn hann hevur staðið hart pískaður til at vera við. Tað er tann sanna for- kláringin. J. Lindenskov * KÍ Taravirkið — apartheid Við stórum áhuga havi eg fylgt við gongdini í mál- inum um — taravirkid. Hetta ljóðaði spennandi frá fyrsta degi, ti tað er altið gott at frætta um virkisfús fólk, ið vilja gera nakað fyri at skapa livi- meguleikar her á landi, ið einki hava við fiskivinn- una at gera. Nógv sakligt er komið fram í tjakinum um hetta mál, millum annað er tað bæði rætt og rímiligt, at fólk seta fram spurningar um, hverji árin eitt tílíkt virki fer at hava á um- hvervið. Men mær tykir, at teir, ið ætla at seta virkið á stovn, hava fert fullgóð prógv fyri, at tað ikki fer at gera nakran skaða, og eg ivist heldur ikki eina letu í, at høvdu teir ikki verið tryggir hes- um spurningi viðvíkjandi, so høvdu teir slept ætl- anini um at byggja hetta virkið. Men so koma huldu- k KK teimum takkarlønina tann 7. november! einkjupensionist mannalesarabrøvini i Dimmalætting, og tad ful- asta, ið eg higartil havi sæð, stendur í nevnda blað hósdagin 14. septem- ber. Tað er undirritað MAX. Hesin MAX ins- inuerar beinleiðis, at landsstýrið einans vil stuðla hesi fyritøku, ti at stovnarar hennara eru suðuroyingar. Álvaratos, finst einki mark fyri, hvussu lágt summi fólk norðanfjerðs vilja riða fyri at stinga suðuroyingar í bakið? Hvat stovnarunum av taravirkinum viðvíkur, so kemur tað mær fyri, at eg havi hoyrt, at í hvussu so er ein teirra hevur konu úr Eysturoynni, og nú kundi tað hugsast, at hon heldur vil búgva onkustaðni har á leið enn í Suðuroy, og at maður hennara er so galantur, at hann vil gera henni eftir vild. Nei, hetta er bert ein hypotesa, og á ein hátt er hetta heldur ikki nakað, ið viðkem- ur MAX ella mær ella nekrum eðrum. Tað, ið harafturímóti = viðkemur sakini, er, at TAÐ VAR STRANDA BYGDAR- RÅD, ið eftir hvat eg havi fingið burtur úr øll- Brýr og vegir Tað hevur verið gjert gjøldur burturúr brúgv teirra Haldórs og Vilhelms um Vestmannasund. Ong- in hevur tó í hesum sam- bandi nevnt eitt enn meira fantastiskt projekt: vega- gerðina í Kalsoynni. Og hon er veruleiki! Brúgvin er hóast alt eitt fantasi- projekt. Á Kalsoynni búgva samanlagt o.u. 150 fólk. Á Vágoynni búgva o.u. 2800 fólk ella 20 ferðir so nógv sum á Kalsoynni. Ílegg- ingin í vegir á Kalsoynni verður kanska 50 milj. kr. Mótsvarandi upphædd til hvenn vágamannin skuldi 1000 vegagerð á Vágoynni og er tað kanska meira enn ein tunnil undir Vestmanna- sundi við samanknýtandi vegum vildi kosta. Og av hesum sambandi vildu all- ir feroyingar fingið gleði. Alvaratos tingmenn! Skuldu tit ikki fyrst roynt at samanbundið tær stærri bygdirnar í Suðurstreym- oy í staðin fyri at sankti- onera tað fíggjarliga brotsverkið móti ellum Feroya fólki, sum Kalsoy- arvegagerðin má sigast at vera? givið milj. kr., til Gad ko um tjakinum, beyð monn- unum at koma hagar, aftaná at teir høvdu fingið nei úr Leirvík. — Nú eru vit komin so langt, men eftir stendur spurningurin hjá MAX um, hví teir ikki byggja virkið í Suðuroy, tí at har er stórur tervur á arbeiðsplássum. So langt kann eg fylgja MAX í spurninginum, men tå hann vil begrunda hetta vid, at teir skulu halda seg til Suðuroynna, TI AT TEIR ERU SUDUROY- INGAR, vil eg ikki vera vid longur. Og so koyrir hann fram vid teirri gomlu, slitnu grammofonplåtuni um all- ar teir suðuroyingar, ið ar- beiða í Havn. Eg hoyri aldri fólk tosa um fólk aðrastaðni úr landinum, ið arbeiða í Havn, men tá tað snýr seg um suðuroying- ar, vísir tað seg at vera nakað heilt serligt, sum um suðuroyingar vóru eitt slag av minni verdum fremmandaarbeiðarum og ikki eins góðir føroyingar og t.d. eysturoyingar. Henda skriving, ið serliga Dimmalætting dúgliga júkar niður í fólk, smakk- ar beinleiðis av apartheid. Eg eri sannferd um, at høvdu øll tey bygdafólk, ið arbeiða í Havn, pakkað saman og farið til hús aft- ur, tá hevði verið tómligt í Havn, og Havnin hevði frá einum degi til tann næsta mist sítt býarheiti vegna fólkatrot. Og fara vit so at kanna eftir, hvat hesi bygdafólk gera í Havn, ja, so eru tey mill- um annað við til at byggja allar teir almennu bygn- ingar, ið alt fólkið — eisini suðuroyingar — er við til at gjalda yvir landsskatt- in. Ella tey sita á eini- hverjari almennari skriv- stovu, ið somuleiðis verð- ur goldin av ellum fólk- inum yvir skattin. Hvat er tað, i3 MAX vil, við at vevja hetta tvætlið uppi prátið um taravirkið? Man hann ætla, at strandingar ein- ans skulu arbeiða á Strondum, tveramenn einans á Tvøroyri o.s.fr? Tað kundi verið áhugavert at fingið meira at vita um hansara steðu í hesi sek. Og hver man hann sjálvur vera? Eg giti, at hann er bygdamaður, ið situr i onkrum vælløntum, al- mennum starvi í Havn. Hetta skal eisini vera hon- um væl unt, bert hann vil geva suðuroyingum sama rætt til at virka og vinna, hvar á Feroya landi teim- um lystir. Johnhild D. Heinesen kk Hvi ikki sama rætt Stutt eftir, at hetta lands- stýrið hevði tikið við, haldi eg, at tað var eitt bragd, tað gjørdi við at keypa »Smyril«, sum vit suðringar eru glaðir fyri. Ti harvið kundu vit koma lagaligari og skjótari mill- um Havnina og Suður- oynna, og tá vóru eisini betri meguleikar skaptir fyri okkum at koma norð- ur um >Fjerð< við bili. Sum búsitandi í Suður- oynni feli eg álíkavæl trongd til at gera nakrar viðmerkingar til sigling- ina hjá hesum skipinum, soleiðis sum hon fer fram. Eg haldi, at Smyril sigl- ir alt ov lítið til Suður- oynna, ti líka frå mai og út í sept. er hann megin- partin av tíðini i uttan- landssigling, so vit suðr-