Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. september 1978síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

US RA PR Á Nr. 71 — 23. september 1978 sosialurin Síða 13 Hvat er gjørt fyri råfiskaprisirnar? Rættuliga nógv tjak hev- ur verið í bløðunum um m.a. ráfiskaprisirnar. Spurningurin hevur verið um nakað er gjert fyri út- róðrarmenn ella teir sum veiða feskfisk ella ikki. Her skal so bert verða vidgjørt um nakað er gjørt í samband við stuðul til råfiskaprisirnar. Og her må sigast at meira er gjørt enn nakrantid áður. Um vit fara 10 ár aftur í tíðina, so høvdu vit eina kreppu í 1967. Tiltakið sum tá varð gjert var at leggja 10 oyru afturat prisviðbótini. Næstu ferð neyðugt varð við tiltøkum var í 1974, tá prisirnir fullu stórliga eftir at hava verið í toppi. Tá vórðu eisini 10 oyru legd omaná prisvidbotini, sum í með- an aftur var komin niður á 15 oyru, soleiðis at pris- viðbótin aftur varð 25 oyru. Nekur ár framman- undan var ein eigara- studningur uppá 10 oyru samtyktur, so samlaða veitingin til ráfiskaveið- una varð 35 oyru pr. kg. seinast í 1974. Í 1975 hildu prísirnir á við at falla. Tá varð komið nýtt landsstýri, og hetta kom við skipanini við rá- fiskagrunnin. Tað kann ikki noktast, at hetta hev- ur verið eitt stórt fram- stig. Onkur heldur, at grunnurin skuldi heldur ligið í seluliðnum. Tað kann vera, men hetta hevði tó neyvan givið hægri prís til fiskimennin- ar. Men uttan ráfiskagrunn høvdu vit aftur verið í somu steðu sum í 1974/ 75. Prisirnir høvdu verið í hæddini fyri um einum ári siðan, men so hevdu vit havt eitt stødugt fall utt- an at vita nær næsta pris- fallið kom og uttan at vita, um hetta var sein- asta prísfallið. Nú hava vit hóast alt fastar prísir í 4 mánaðar, og hóast vit ti- verri hava havt prísfall eina ferð, so er hetta einki ímóti hvat tað hevði verið við skipanini áðrenn rá- fiskagrunnin. Talan hevur verið um ein serligan stýringsgrunn at elva monnum at veiða fiskasløg, sum annars ikki er so nógvur áhugi fyri. Hesa uppgávuna haldi eg, at ráfiskagrunnurin eisini røkir. Við at geva serliga stórt tilskot til m.a. bros- mu, longu og upsa hevur hetta hjalpt til at elva monnum at veiða hesi fiskaslog og tað hevur eis- ini loyst seg frægari hjá fiskimonnunum enn tað annars hevði verið tilfelli, so tað skuldi ikki verið neyðugt við einum eyka grunni til hetta endamál. Hvat verður so latið til feskfiskaveiðuna. Sum nevnt áður vórðu tá hetta landsstýri tók við latin 35 oyru pr. kg. Í dag verður umframt prísískoytið til manning- ina uppá 15 oyru latið beinleiðis tilskot til fiska- prísin. Hetta tilskot svar- ar til munin millum av- rokningarprísin og avreið- ingarprísin. Avrokningar- prisurin svarar til tann avreidingarpris, sum fiskimenn ådur fingu. => alt«, t.v.s. ov gott við sínar borgarar, at oll eru »ov« sosialt hugaði, ov góð við hvenn annan, og at stjórnin er »ov« góð og sosial við fólkið. Tað »privata« verður tikið fram sum tað ideala. Hvi tað »sosiala« skal vera ein andsøgn til tad »privata« veit eg ikki. Hetta merkir fyri mær, at maðurin vil hava fólk at vera egoistar, einans hugsa um seg sjálvan og skíta á næsta sín. At vera »Sosialur« er at hugsa um síni meðmenniskju. „Álit á sær sjålvum« verður eisini knýtt saman við „minni — privatari nytslu«. Ikki skilji eg hetta. Fáa tey sum hava minst privata nýtslu, mest álit á sjálvum sær? Men væl skilji eg ætlanina aftanfyri: um summi hava minni nýtslu, er meir eftir fyri onnur — og vit vita hvenn blaðstjórin umboð- ar. Ti neyvan vil hann hava framleiðslu samfel- agsins niður. Tað er úr- slitið, hann vil umbýta eðrvísi enn í »yvirsosiali- seraðum< londum. Ti har fáa tey sum framleiða virðini kanska ov nógv. Í mun til tey sum liva av at eiga. Og hví skulu fólk „nýta minni privat« tá tað eru tey sjálvi sum fram- leiða tað? Pensión — tað má vera mannarættur eftir at hava arbeitt samfelagið upp sítt heila lív. Nakað annað er, at tey sum í dag hava pension sum givnan rætt neyvan eru tey, sum hava skapt mest virði. Og nú verður tjakað um at geva teim, ið arbeitt hava sam- felagið upp — pensión — og neyvan er hugmynd »folka«flokksins positiv um tað. Óli B. fær nokk sina pension, men fólk sum hevur bygt okkara land — skal tað spyrja hann og líkarnar á løgtingi um loyvi? Í heyst kann fólk velja og um tey tíma at hugsa, so vita tey, hvønn tey eiga at velja. Og so bert nekur orð um „Hvar er brukarin«. Oli hevur helst verið á onkr- um búskaparligum skeiði í Bretlandi har hann hevur lært at seta fólk í bás. »Framleidarar« eru hjá honum helst menn í leni- stólinum, agentar, stutt sagt samfelagsins eigarar meðan »vanligi brúkarin< í málnýtslu hansara er veruligi framleiðarin. „Hvar er brúkarin<? ja „hver er brúkarin?< ja brúka ikki ell menniskju okkurt — og hver keypir aldri mjólk, breyð ella el? Ikki agentarnir ella stjór- arnir? Undarlig búskaparteori sum nýtir slík hugtek. Eins og nýtsla hansara av hugtakinum >tað al- menna«: fantastiskt! Tað »almenna« må ju vera tað sum er allra manna tæn- asta. Men hann sum bert hugsar um teir fåu, sum ikki tørva hesa tænastu fær kanska automatiskt ødrvisi hugtøk um vidur- skiftini prentadi inn i heil- an. Heldur ikki veit hann, at tað er kapitalistiska skipanin og innliman Danmarks í EF, sum skapt hevur búskapar- kreppuna og arbeiðsloysið har. Helst heldur hann, at tað er lenarhækkan og tað »almenna« sum er grund- in. Veit hann, at grundin til t.d. vandamålini å B & W skipasmidjuni og tad har av fylgjandi arbeids- loysið hevði rót i ti, at stjórin Jan Bonde Nielsen flutti allan kapital yvir i iløgur i skipasmiðjur i Bretlandi, ti arbeidslønin var lægri har? Bert eitt av mongum dømum… Fyri Ola er eisini einasti annar møguleikin enn tann »frii« økonomiski marknaðurin ein »tvung- in« politiskur marknaður. Um økonomiski marknað- urin í t.d. Danmark var so »friur«, hvussu ber tað so til, at menn hava ikki »frælsi« at hjálpa honum úr kreppuni? Ikki »frælsi« at sleppa undan arbeiðs- loysi? Nei, ikki veit eg, men illa tími eg longur at koma við viðmerkingum til Dagblaðið, tí sum sagt er tað á einum stigi, sum eg illa kann tosa á. krippi Myndin kann setast soleiðis upp: Avrokning- arprisur áður avr. prisur áðrenn råfiskagr. Toskur I A 3,06 Toskur 2A 2,61 Hysa IA 2,62 Brosma 1 1,40 Longa 2,57 Upsi 2,00 Hetta eru munirnir i letuni. Teir broytast tó meira og minni í teimum ymsu prisskeiðunum sum eru 2 vikur. Miðal tilskot- ið man liggja um 50 oyru pr. kg. + prístilskotið ella tils. 65 oyru pr. kg. Hetta svarar årliga til um 50 mill. kr. Sum tað sæst er tilskot- ið hægst til brosmu og Avreidingar- prisur Tilskot 3,30 24 3,20 59 3,25 63 2,80 1,40 3,30 73 2,50 50 longu. Hetta er fyri at studla tær vinnur, sum annars eru ringast fyri, men sum tó eru av tydn- ingi fyri landshúsarhaldið. Samantikið má ráfiska- grunnurin sigast at vera stórt framstig fyri fiski- menn. Dentur má leggjast á at stimbra tiltaksgrunn- in mest møguligt, soleiðis at hann kann standa betri imóti prisføllum Her krevst nógvur peningur, tá hugsað verður um, at ein broyting uppá bert 1 oyra í prisinum árliga merkir kr. 800.000. Men við góðum vilja frá lands- ins stýri skuldi hetta til tak við ráfiskagrunninum verið góður stuðul bæði hjá samfelagnum sum slíkum og hjá fiski- og út róðrarmonnum. Óli Jacobsen ——— T— KJARTAN Á DALSGAARD | Á “ UMBOÐS ) FUNDARRØD i salinum »Gideon« Vestmanna 24. september til 1. oktober 1978 Sunnukvøldid Månakvøldid Tyskvøldid Mikukvøldid Hóskveldið Friggjakvoldið Leygarkvøldid Sunnudagin Pól Jéhan Djurhuus, Svenning av Lofti, Torshavn. Hjørleif Vang, Tórshavn 25. 2 26. 27. 28. 29. 30. 2 I. oktober Talarar: Vatnsoyrar. Páll á Lakjuni, 24. september kl. kl. kl. kl. kl. kl. kl. kl. Fuglafjørdur Jógvan Páll Sevdal, Fuglafjørdur Barnamøti byrja 22. sept. og enda 30. sept. Hvønn dag kl. 5 Birgir Poulsen hevur hesi møti Verið oll hjartaliga vælkomin til hesi meti í hesum nýumvælda og hugnaliga sali