Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 132 - 13. juli 2002 Nr. 132 - 13. juli 2002 3 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkensku og hjálpsemi, tá góði pápi, verpápi og abbi okkara Jákup M. Lamhauge ættaður úr Rituvík búsitandi í Havn andaðist og var jarðaður. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar, gravarar og berarar, tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Ein serstøk tøkk til tykkum øll á Landssjúkrahúsin- um og Útslúsingardeildini sum vóru um hann, hesi bæði árini hann lá sjúkur.Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Jonna Elisa, Dan og Heðin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum mintust okkum á krúndiamantbrúdleyps- degnum 30. mai 2002 við gávum, fjarritum, blómum, telefonsamrøðum og tykkum, sum stukku inn á gólvið. Gud vælsigni tykkum øll. Heilsan Albinius og Karolina Johannesen 800 Tvøroyri Tøkk Hjartaliga takka vit fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Alma Rustin Fuglafjørður doyði og varð jarðað. Tøkk til tykkum í Vesturstovu, sum vóru um mammu, og tykkum, ið fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðið. Vegna familjuna Margretha, Ingun og Hildugarð TÍðINDASKRIV Stóra kappingin millum før- oysku bryggjaríini og tey út- lensku ger, at tað støðugt koma nýggj merki og nýggj- ar vørur á marknaðin. Hós- dagin 18. juli kemur túrurin aftur til Restorffs Bryggjarí. Tá kemur spildurnýggja bjórið við tí heldur sjáldsama og vælklingandi forna heitin- um "MUNGÁT" á marknað- in. Orðið er tikið úr Seyða- brævinum. Tað er ikki av til- vild. Tí í hesum forna og søguliga skjali verður til- skilað, hvussu nógv ein maður skal gjalda fyri vetr- arvistir. Fær hann umframt mat og húsarúmd eisini MUNGÁT, tvs. øl, skal hann sjálvandi gjalda meira. Orðið MUNGÁT er gamalt norrønt navn. MUN merki sinni, og GÁT tað sum er gott (sbr. góðgæti). MUNGÁT er so- statt gott fyri sinnið stendur í tíðindaskrivi frá Restorffs bryggjarí. Har stendur eisini, at hetta er eitt sera heppið mentanarligt orð, sum Jó- han H. W. Poulsen hevur hjálpt Restorffs við. Eti- kettuna hevur Reproz tekn- að. Oman fyri Sigmundar- krossin stendur: "Omnia Pro Cervisia", sum merkir: "Alt fyri ølið". Petur Martin Rasmussen hevur staðið fyri látínsku tíðingini. Gamlir føroyingar bryggj- aðu nógv øl heima og nýttu teir bygg til hesa framleiðslu. MUNGÁT er sostatt gamla føroyska heitið fyri øl, meðan tað innflutta danska ølið varð rópt bjór. Restorffs Bryggjarí vil tí fegið hoyra frá bónd- um, sum hava møguleika at velta eitt sindur av bygg, so bryggjaríið kann framleiða eina heilt vistfrøðiliga øl stendur í tíðindaskrivinum. Mungát gott fyri sinnið C M Y K 3 2 Umsóknir kunnu sendast inn alt árið, og verða upptøkuroyndir eftir tørvi. Fýra politistar skulu setast í 2003. Umsóknarfreistin til hesa upptøkuroyndina er 1/9-2002 Tlf. 35 14 48 Fax 35 14 49