Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 132 - 13. juli 2002 Nr. 132 - 13. juli 2002 5 26. november klokk- an 11 verður undir- sjóvartunnilin undir Vestmannasundi alment tikin í nýtslu. Hetta kunngjørdi nevndarformaðurin í P/F Vágatunlinum á tíðindafundi í Vágum í gjár UNDIRSJÓVARTUNNIL Edvard Joensen Miðvági: Tann 26. novemb- er klokkan 11 fyrrapartin verður undirsjóvartunnilin tikin alment í nýtslu. Hetta er eitt hálvt ár fyrr enn upp- runaliga mett. Upprunaliga ætlanin segði juni 2003, meðan tað endaliga úrslitið nú verður í november 2002 Klæmint Weihe, nevnd- arformaður í P/F Vágatunl- inum hevði stórtíðindi at bera á tíðindafundi á Ellis- heiminum í Miðvági í gjár. Spurningurin um, nær tunnilin verður klárur at taka í brúk, hevur verið á hvørjum munni í Vágum í longri tíð. Eins nógv hevur verið tosað um, hvat tað fer at kosta at koyra undir Vest- mannasundi. Men tí spurn- inginum kundi nevndarfor- maðurin ikki svara á fund- inum, tí kostnaðurin er ikki endaliga avgjørdur enn, segði hann. Tó er greitt, hvussu sjálv bummskipanin fer at síggja út, greiddi hann frá. Talan verður um ómannaða bummstøð, har gjaldast skal við kortskipan. Bæði vanlig kreditkort og serlig kort til skipanina, fara at verða brúkt. Roknað verður við, at fólk, sum ferðast nógv og regluliga gjøgnum tunnilin, fara at keypa serligu av- sláttarkortini, meðan onnur, sum bara gera onkran túr av og á, kunnu klára seg við sama kortinum, sum tey brúka hjá lokala keyp- manninum. Klæmint Weihe segði á samkomu í samband við, at seinasta skotið í tunlinum varð skotið í januar, at hann væntaði at kunna geva vágafólki eina stóra jóla- gávur í ár. Tað lyftið heldur hann við at boðað frá, at tunnilin verður klárur tann 26. november. Hann sigur eisini, at hann hevur alla grund til at halda, at tað fer at verða so. Tí arbeiðið gongur væl, og alt er, sum bendir á, at tað verður liðugt til ta tíð. Tíðindafundurin á Ellis- heiminum varð hildin í samband við, at Miðvágs Fornminnisfelag hevur sett upp eina framsýning um ferðasambandi vestur í Vágar. Framsýningin verð- ur opin um Vestanstevnuna og eisini mánadagin. Tunnilin letur upp í november Klæmint Weihe boðaði á tíðindafundi í gjár frá, at undirsjóvartunnilin verður tikin í brúk tann 26. november í ár Mynd: Jens Kristian Vang Høgni Hoydal, for- maður Tjóðveldis- floksins, vil ikki so mikið sum hoyra um skuldsetingarnar, sum Tórbjørn Jacob- sen hevur ført fram ímóti løgmanni og ráðharrum Fólka- floksins. Høgni Hoy- dal velur at síggja skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen sum eitt persónsmál, og slík sigur hann seg ikki gera viðmerking- ar til. POLITIKKUR Rúnar Reistrup Formaður Tjóðveldisfloksins hevur verið óvanliga styggur seinastu dagarnar, men í gjár, tríggjar dagar eftir at Tór- bjørn Jacobsen setti fram skuldsetingar, sum geva løg- manni grundarlag at stevna honum fyri ærumeiðing, valdi floksformaðurin at taka telefonina, tá fjølmiðlarnir ringdu til hann. Tað var tó ikki fyri at gera slætt borð ella reinsa luftina, soleiðis sum fyrr- verandi løgmaður Jógvan Sundstein eftirlýsti í blaðn- um í gjár, at Høgni Hoydal valdi at traðka fram. Heldur var orsøkin, at hann ynskti at greiða frá, hví hann ikki vil gera viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá Tór- birni Jacobsen. Eitt persónsmál Grundgevingin, sum Høgni Hoydal førir fram um, hví hann ikki vil gera viðmerk- ingar til skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen, er greið. - Hatta er eitt persóns- mál, ikki eitt politiskt mál. Og persónsmál geri eg ikki viðmerkingar til. Eg eri ikki við í hasum málinum, sum fjølmiðlarnir fokusera uppá, og eg vil ikki dragast inn í eitt orðaskifti, sum eg als ikki haldi hevur nakað við politikk at gera, sigur Høgni Hoydal, sum ikki metir seg hava hvørki hug, tíð ella orku at taka sær av teimum nógvu persónligu álopunum, sum fara fram í føroyskum politikki, - Eftir góð fýra ár í polit- ikki havi eg sjálvur upp í ein heilan kassa av blað- greinum, har lagt verður eftir mær persónliga á allar møguligar mátar, men eg havi ongangtíð valt at tikið tað upp í fjølmiðlunum. Eg diskuteri ikki persónsmál, og tað geri eg heldur ikki í hesum førinum. Anfinn fær einki svar Høgni Hoydal metir ikki, at samgongusamstarvið er í vanda av tí sokallaða per- sónsmálinum. - Vit eru farin inn í eina samgongu og hava undir- skrivað eitt samgonguskjal. So leingi samgonguskjalið verður hildið, havi eg ongan trupulleika. Eg haldi at tað er harmiligt at man í Føroyum altíð fokuserar uppá persónsviðurskifti og mátarnar, sum orð verða søgd uppá. Tí har vita vit, at allir flokkar eru líka góðir. Anfinn Kallsberg eftirlýsti í grein í Sosialinum miku- dagin einari greiðari út- melding frá leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum um hvat hennara støða er til tað, sum Tórbjørn Jacobsen hevur ført fram Men hesa útmelding fer løgmaður ikki at fáa ígjøg- num fjølmiðlarnar, tí for- maður Tjóðveldisfloksins vil ikki gera nakrar almenn- ar viðmerkingar til inni- haldið í tí, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað. Allir spurningar, sum koma inn á tær skuldset- ingar, sum Tórbjørn Jacob- sen reisir og tær avleiðing- arnar, sum kunnu standast av hesum, í floks- og sam- gonguhøpi, verða soleiðis svaraðir av floksformann- inum við at vísa til at talan er um eitt persónsmál, sum ikki verður kommenterað. DANSUR Rúnar Reistrup Diskotek Platform heldur tað vera upp á tíðina at lata nútíðartónleikin liggja eina løtu, og blaða nakrar síður aftur í gloymibókini eftir tónleiki frá tíðini, tá babba var ungur. Hetta hendir av og á og kann næstan kvalifisera seg til at verða kallað eitt aftur- vendandi tiltak á Platform, og í kvøld verður so aftur sonevnt 70’ara kvøld á diskotekinum. Babbarnir hjá teimum vitjandi á Platform eru ikki so ungir longur, og tað eru plátuvendararnir frá teirri tíðini heldur ikki. Men tað forðar ikki Gissi Patursson fyri at venda aftur til plássið handan plátuspæl- aran, sum nú er vorðin til fløguspælara. Hann er nevniliga gestafløguvend- ari í Platform í kvøld, tá diskokúlan verður skrúvað upp undir loftið, og skjúrtu- flippurnar vaksa seg breiðar. Grundlógararbeiðið skal nú setast í gongd aftur, og tað skal eftir ætlan gerast við ein- ari ráðstevnu um grundlógina í heyst. Tíðarkarmurin fyri arbeiðið verður víðk- aður smá fýra ár, nú ferðin á sjálvstýris- leiðini er minkað. GRUNDLÓG Rúnar Reistrup Ætlanin var upprunaliga, at uppskot til føroyska grund- lóg skuldi liggja klárt á summri 2000. Men arbeið- ið at smíða lógargrundar- lagið undir øllum hinum landsins lógum, vísti seg at vera meira umfatandi enn tann tíðin, sum varð sett av til arbeiðið. Tíðarfreistin fyri grund- lógaruppskotið varð tí útsett eitt gott ár, men heldur ikki tá varð grund- lógaruppskotið liðugt. Høgni Hoydal, løgmála- ráðharri, ásannar, at fyrsti tíðarkarmurin fyri grund- lógararbeiðið var knappur, men heldur fast um, at tað hevði borið til at fingið eina føroyska grundlóg klára til tíðina, um so var, at fólkaatkvøða um føroyskt fullveldi var sum ætlað í farna valskeiði. - Tá hevði viljin verið til staðar at fingið arbeiðið gjørt. Tað sigur seg sjálvt, at tá einki trýst er á fyri at fáa eitt slíkt arbeiðið liðugt til eina ávísa tíðarfreist, so tekur arbeiðið altíð longri tíð, sigur Høgni Hoydal, løgmálaráðharri. Nú arbeiðir løgmálaráð- harrin við at fáa sett gongd á aftur arbeiðið at smíða eina føroyska grundlóg, eftir at alt hevur ligið stilt í eina tíð. Formaðurin fyri grundlógarnevndina, Jóan Pauli Joensen, er biðin um at halda fram í formans- sessinum, og nú verður arbeitt við at útvega nevnd- ini betri arbeiðsumstøður og at broyta mannagongdir, soleiðis at arbeiðið kann glíða lættari. Ongan skund Sum er metir løgmálaráð- harrin ikki, at grundlógar- arbeiðið hevur nakað at skunda sær til. - Í løtuni er eingin meiri- luti í tinginum fyri at hava eina fólkaatkvøðu um full- veldi. Tí hevur grundlógar- arbeiðið ongan skund. Men grundlógararbeiðið eigur ikki at steðga av teirri or- søk. Nú mugu vit heldur brúka tíðina til at fáa innihaldið í grundlógini út til almennar hoyringar, sig- ur Høgni Hoydal. Ein stórur partur av upp- skotinum til føroyska grundlóg er longu skriv- aður, og hendan partin vil løgmálaráðharrin hava út til hoyringar beinanvegin. Í hesum sambandi hevur hann tikið stig til at fyri- reika eina almenna ráð- stevnu um grundlógina, har ætlanin er at meinigi mað- urin skal sleppa at siga sína hugsan um landsins grund- leggjandi lóggávu. Ráð- stevnan verður eftir ætlan í heyst. Formaðurin vil ikki dragast inn í málið Gissur og diskokúla í Platform Ráðstevna um grundlógina C M Y K 5 4