Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 132 - 13. juli 2002 Nr. 132 - 13. juli 2002 7 ROKNSKAPUR Stefan í Skorini Úrslitið hjá Føroya Lívs- trygging innan trygg- ingarvirksemi gjørdist 3,5 milliónir krónur í fjør. Hetta er væl hægri enn árið fyri, tí í 2000 var úrslitið bert 2,3 milliónir krónur. Rakstrarúrslitið hjá Lívstrygging í 2001 gjørd- ist tó verri enn í 2000. Rakstrarúrslitið í fjør gjørdist slakar 4,3 milliónir krónur samanborið við 4,5 milliónir árið fyri. Úrslitið áðrenn skattur var goldin gjørdist 4,73 milliónir krónur í fjør. Lívstrygging galt síðani 460.000 krónur í skatti og avgjøldum, sum hevur við sær, at rakstrarúrslitið gjørdist 4.272.815 krónur. Talið av ferðafólki fyrra hálvár í ár minkaði eitt vet samanborið við fyrra hálvár í fjør FLOGFERÐSLA Stefan í Skorini Tilsamans 66.600 fólk fóru um flogvøllin í Vágunum frá 1. januar til 1. juli í ár. Hetta talið er eitt vet lægri, um hugt verður eftir hag- tølunum frá í fjør. Tá ferðaðust 67.272 fólk um flogvøllin í Vágunum. Juni, juli og august eru altíð teir mánaðirnir, tá flest fólk ferðast um flogvøllin í Vágunum, og tí verður spennandi at síggja, um samlaða flogferðslan um flogvøllin fer at minka ella at vaksa. Hagtølini higartil í ár kundu bent á, at samlaða ferðslan fer at minka í ár, og hetta er ongantíð hent síðan 1993, tá ferðslan minkaði við 7,7 prosentum. Tað árið ferðaðust bara 87.113 fólk um flogvøllin. Í fjør var talið nærum tvær ferðir so stórt, tí tá fóru 158.056 fólk um flogvøllin. Sostatt er talið av ferða- fólki, sum hava valt at ferðast við flogfari, økt seinastu átta árini. Hagtølini hjá flogvøll- inum fara heilt aftur til 1963, og tá fóru bara 943 fólk av landinum við flogfari. Sera nógvur vindur var á Keypmanna- havnarleiðini mikukvøldið, og annað flogfarið hjá Atlantic Airways fekk ein lítlan skaða í ódnarveðrinum FLOGFERÐSLA Stefan í Skorini Meðan flogfarið stóð á flogvøllinum í Kastrup, varð tað tikið av eini sera sterkari hvirlu, sum hevði við sær, at flogfarið flutti seg eitt vet og rakti eitt portur á flogvøllinum. Eitt hylki um tann eina motorin fekk skaða og mátti skiftast út. Atlantic Airways mátti tí leiga eitt annað flogfar fyri at avgreiða flogferðsluna sum vant. Tað leigaða flogfarið fleyg úr Billund til Føroyar og aftur til Keypmanna- havnar. Tá vóru mekanik- ararnir lidnir við umvæl- ingina og flogfarið er nú aftur í vanligari rutuflúgv- ing. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at hetta elvdi til eina lítla seinking, men øll ferða- fólkini komu uppá pláss. Nøkur vórðu send við Maersk-flogf arinum, meðan onnur fóru við leiguflogfarinum. Spurdur um óhappið gjørdist dýrt hjá felagnum, sigur hann, at alt innan flúgving er kostnaðar- mikið. Summarfrí Vegna summarfrí er skrivstova okkara stongd frá mánadegnum 15.07.02 til og við fríggjadagin 02.08.02. Páll Nielsen, Eyðhild Skaalum Sigmund Poulsen, Hans Trygvi Teirin Skansavegur 1 • Postsmoga 85 110 Tórshavn Tlf. 312227 • Fax 312241 Teldupostur: advokat@post.olivant.fo Flogferðslan minka eitt vet Talið av ferðafólki, sum ferðaðust um flogvøllin fyrstu seks mánaðirnar í ár, var eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í fjør Flogfar fekk skaða í ódnarveðri Flogfarið hjá Atlantic Airways fekk ein lítlan skaða í ódnarveðrinum í Keypmannahavn mikukvøldið, og hylkið um tann eina motorin mátti skiftast út Lívstrygging: Úrslit á 4,3 milliónir Tummas Eliasen er stjóri í Føroya Lívstrygging, ið hevði eitt rakstrarúrslit á slakar 4,3 milliónir krónur Dánjal Andreasen, formaður í FSF heldur, at viðferðin nýggi landsliðsvenj- arin, Henrik Larsen fær, er órættvís, og at vit áttu at tikið betri ímóti manninum LANDSLIÐIÐ Ingrid Bjarnastein – Latið mannin fyrst sleppa í gongd, sigur Dánjal Andreasen, formaður í FSF. – At fílast inn á Fótbólts- sambandið er í lagi, men betri skuldi verið tikið ímóti manninum, tí hann hevur onki gjørt enn. Dánjal Andreasen sigur, at tað sjálvandi hevði verið ynskiligt, at havt ein venj- ara, sum er í Føroyum alt árið, men teir fíggjarligu karmarnir loyva hesum ikki, so venjarin er valdur út frá einum fíggjarligum støði. Henrik Larsen varð ann- ars settur í starv frá 1. juli, og ikki frá hálvum apríl. Men er tað so rætt, at hava ein hjálparvenjara, sum hevur eitt annað lið at taka sær av? – Hjálparvenjarin hevur verið venjari í seks ár nú. Eisini hevur hann verið ungdómsvenjari í nógv ár, og er hann ein tann maður- in, ið kennir teir føroysku spælararnar best, sigur Dánjal Andreasen. So boðskarpurin hjá for- manninum í Fótbóltssam- bandinum er greiður. Hen- rik Larsen eigur at fáa ein møguleika áðrenn høgt verður eftir honum. Shellstøðin á Norðara Ringvegi í Havn er vorðin til eina stásiliga Selectstøð Ingrid Bjarnastein Nøkur kenna helst longu Selectstøðirnar. Tær eru útbreiddar í Danmark, og ein er í Gøtu. Nú er ein av hesum vælumtóktu Select- støðunum eisini í høvuðs- staðnum, og er tað Shell- støðin á Norðara Ringvegi í Havn, sum er broytt, og gjørd til eina slíka. – Hendan er minst líka fín sum tann í Gøtu, sigur Hans Gotfred Thomsen, leiðari á Selectstøðini í Havn. – Munurin á eini Shell- støð og eini Selecstøð er tann, at støðið er eitt sindur hægri. Harafturat er invent- arið fínar, bakgrundstón- leikur spælir allatíðina, og loftið er eisini senkað. Umbygt er inni á sjálvari støðini, soleiðis, at nú virk- ar sjálvt rúmið nógv rúm- ligari. Kassadiskurin er vorðin breiðari, og ljósari er eisini. Tað er vorðið lættari at sleppa inn á sjálva støðina, tí ein rampa er gjørd, soleiðis at fólk, sum sita í rullustóli eisini sleppa inn, og harumframt er eitt handicap-wc gjørt. Selectstøðin selur eisini nýggjar bakaravørur, sum tey sjálvi baka. Soleiðis kunnu tey veita kundunum frískt bakað breyð, rund- stykki, wienarbreyð og annað allan dagin. – Selectstøðirnar royna at veita størri vøruúrval, og hava vit eitt breitt úrval av køli- og frystivørum nú. Harumframt eru eisini tær vælumtóktu Select- pylsurnar, sum bara Shell sleppur at selja. Tær hava nógv kjøt, lítið feitt, og ongar soya-proteinir. Eisini eru upplatingartíð- irnar broyttar eitt sindur. Nú er opið hvønn dag frá klokkan 7.00 á morgni til klokkan 23.00 á kvøldið. Áðrenn var lat støðin upp klokkan 7.30 og lat aftur klokkan 23.00 seks dagar um vikuna, meðan sunnu- dag var opið frá klokkan 9.00 til 23.00. Dánjal Andreasen, formaður í FSF: Lat mannin sleppa í gongd Dánjal Andreasen, formaður í Fótbóltsambandinum, sigur, at Henrik Larsen eigur at fáa ein møguleika áðrenn høgt verður eftir honum Savnsmynd Shell er nú Select Umfatandi umbyggingar eru farnar fram á Shellstøðini á Norðara Ringvegi í Havn Mynd: Jens Kr. Vang Hans Gotfred Thomsen, leiðari á støðini, avmynadaður uttanfyri stásiligu og nýumbygdu støðina Mynd: Jens Kr. Vang Í tíðindaskrivi boðar Smyril Line frá, at endalig avtala er nú gjørd millum felagið og týsku skipa- smiðjuna Flender Werft, sum er í gjaldsteðgi. Flender Werft hevði herfyri fíggjarligar trup- ulleikar í sambandi við bygging av tveimum sjóttgangandi ferða- mannaskipum til ein grikskan reiðara, og noyddist tí at fara í gjald- steðg tann 3. juni 2002. Skipasmiðjan hevur nú tryggjað sær neyðugu fíggingina til at kunna byggja M/F Norrønu lidna, og umframt at hev- ur hon styrkt um byggi- leiðsluna á skipasmiðj- uni, og tí heldur arbeiðið ótarnað fram. – Vit kenna okkum trygg við støðuna, og skipið verður latið okk- um, sum ætlað í mars 2003, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line at enda í tíðindaskrivi. -ib Nýggja Norrøna: Avtalan komin undir land C M Y K 7 6