Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 132 - 13. juli 2002 Nr. 132 - 13. juli 2002 9 Heita telefonlinjan hjá Føroya Arbeiðara- felag hevur fingið góða undirtøku LIMATÆNASTA Áki Bertholdsen Tað hevur verið stórur tørv- ur á hesum. So tað er lítil ivi um, at tað fer at halda fram. Nú heita telefonlinjan hjá Føroya Arbeiðarafelag fer í summarfrí kann ikki sigast annað, enn at hon hevur fingið seragóða undirtøku. Tað var í vár, at Føroya Ar- beiðarafelag fór undir eina nýggja tænastu fyri lim- irnar, har teir kundu ringja á felagið ávísar tíðir við ymsum spurningum. – Vit hava havt sakførara felagsins sitandi á skriv- stovuni hvønn hósdag frá klokkan 16-18 og hesa tíð- ina hevur so borið til hjá limum okkara at ringt inn við spurningum til hansara, sigur IngeborgVinhter. – Tað verður alsamt meiri og meiri umsitingarligt at hava við fakfelagsviður- skifti at gera og tað vant meiri og meiri upp á seg, at fólk ringdi á skrivstovuna at spyrja um alskyns faklig viðurskifti, tað kundi vera um sáttmálaviðurskifti, um dagpeningaskipanina, um tryggingarspurningar, frí- tíðarlógina, vanlukkutrygg- ingina, barnsburðarfarloyvi o.s.fr., o.s.fr., sigur hon. – Í tann mun tað bar til, svaraðu vit upp á standandi fót. Men í heilt nógvum førum var tað neyðugt hjá okkum at venda spurning- unum til sakførara okkara. – Tí kom hugskotið um at skipa eina tænastu, har sak- førarin var at hitta fastar tíðir, tá ið hann skuldi vera til taks hjá limunum. Tveir tímar Vit gjørdu tí av at royna hetta tveir tímar um vikuna, hvønn hósdag frá kl. 16-18. Tíðin er ásett fyri at fólk eisini kundu ringja eftir vanliga arbeiðstíð. – Vit hava nú roynt hesa skipanina í góðar fýra mán- aðir og hendan tíðin hevur víst, tað tað avgjørt var stórur tørvur á hesi tænastu, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað hava heilt nógv brúkt hesa tænastuna og talan er bæði um lokalfeløg og vanligr limir sum ringja. So vítt tað ber til, verður svarað upp á standandi fót. Men viðhvørt er neyðugt at kanna spurningar nærri, men so fáa tey svar aftur. Hon sigur, at tað hevur stóran fyrimun fyri limir- nar, at tey aloftast kunnu fáa svar upp á standandi fót, men tað hevur eisini stóran týdfning fyri felagið at hava fastar tíðir. – Sjálvsagt kunnu mál stinga seg upp sum gera, at fólk ringja uttanfyri hesar tíðirnar, og tað eru tey sjálv- andi eisini vælkomin til, men av tí at fastar tíðir eru, eru tey mong sum brúka tað høvi, tí tá vita tey, at tey fáa tal á sakførara okkara. IngeborgVinther sigur, at spurningarnir eru um alt møguligt, um sáttmálar um sáttmálatulkingar, um yvirtíð, um frítíð o.s. fr. Nú er tænastan farin í summarfrí,men hon verður tikin uppaftur um mánað- arskiftið august/september. Føroya Arbeiðara- felag og Havnar Ar- beiðsmannafelag hava klagað løgregl- una fyri ríkisadvok- atinum í sambandi við verkfallið í fjør KLAGA Áki Bertholdsen Føroya Arbeiðarafelag og HavnarArbeiðsmannafelag hava ongantíð dult fyri, at tey vóru sera misnøgd við fram- ferðina hjá løgregluni í sambandi við verkfallið í fjør. Í sambandi við verkfallið vórðu vegurin í Kollafirði og fleiri aðrastaðni í landin- um, blokeraðir og tað endaði við, at Løgreglan legði uppí. Men fakfeløgini góðtaka ikki framferðina hjá løg- regluni og tey klagaðu tí til Fútan um framferðina hjá henni. Men Fútin hevur víst málið frá sær og hann hevur boðað frá, at hann ger ikki meiri við tað. Men hesum vilja fak- feløgini ikki lata sær lynda og avgerðin hjá fútanum hevur ikki fingið tey at sleppa málinum og tey góðtaka framvegis ikki framferðina hjá løgregluni Tvørturímóti hava tey síð- ani gjørt av at klaga løg- regluna fyri ríkisadvokatin- um, sum er hægsti myndug- leiki á økinum. – Vit halda, at løgreglan fór langt útum sínar heim- ildir og at hon gjørdi nógv meiri av enn neyðugt var, fyri at gera sítt arbeiði, sig- ur Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felg í eini viðmerking til klaguna. Lurtaðu eftir telefonini í loyndum? Í klaguni nevna fakfeløgini fleiri ítøkilig dømi um framferð hjá løgregluni, sum tey ikki vilja góðtaka. – Eitt nú møtti løgreglan upp og søgdu, at teir komu við einum fútabanni ímóti blokadunum. – Men eitt fútabann hevur onki við løgregluna at gera, og tað er als ikki løgreglan, sum hevur heim- ild at seta fútabann í verk. Eitt fútabann er ein avgerð, sum einans kann takast av dómsvaldinum, sigur Inge- borg Vinther. Hon fýlist eisini á, at løg- reglan einans vildi geva fekfeløgunum 15 minuttir at taka blokadurnar kring landið av. – Hetta er alt ov stutt skotbrá, tí Løgreglan veit, at vit hava ongan møgu- leika at taka allar blokadur- nar kring landið av við so stuttari freist, sigur Inge- borg Vinther. – Men so hava vit eisini lagt merki til, at løgreglan í sínum viðmerkingum til málið hevur sagt, at eitt korter var ríkiligt, tí tað var nógv telefonsamband ímill- um skrivstovurnar í Havn- ini og blokaduvaktirnar. Ingeborg Vinther spyr, hvussu løgreglan kann vita tað. – Vit hava spurt okkum sjálvi, um løgreglan í loyndum hevur lurtað eftir telefonini hjá okkum, tí hvussu kann hon annars vita, hvussu telefonsam- skiftið er ímillum skriv- stovurnar hjá okkum og blokaduvaktirnar, spyr Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tey føldu seg eisini rættiliga forfylgd av løgregluni hesa tíðina, verkfallið vardi. – Tað kom ofta fyri, at løgreglufólk tarnaðu okk- um í vanligari ferðslu. Tað gjørdu teir ofta við at koyra aftaná okkum og forfylgja okkum, ikki bara í blokadu- økjum, men eisini í vanlig- ari ferðslu. Ingeborg Vinther sigur, at bæði hon sjálv og aðrir nevndarlimir í fakfeløgunum vóru fleiri ferðir úti fyri tí, at løgregl- an forfylgdi teimum runt í Havnini í bili. – Alt hetta ger,a t vit føla okkum at hava verið fyri rættiliga grovum ágangi frá løgregluni og tað finan vit okkum ikki í. Tí hava vit kært framferðina hjá løg- regluni fyri ríkisadvokatin- um, sigur Ingeborg Vinther. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá fútan- um, áðrenn blaðið fór til prentingar Spyrja um alt møguligt Seinnapartin hvønn hósdag situr Páll Nielsen, sakførari hjá Føroya Arbeiðarafelag við heitu linjuna og svarar spurningum. Nú er hann farin í summarfrí, men hann byrjar aftur umleið 1. september Fakfeløg klaga: Løgreglan fór langt útum sínar heimildir Lurtaði løgreglan eftir telefonunum hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag í loyndum, tá ið verkfallið var í fjør, spyrja fakfeløgini. Nú hava tey klagað løgregluna fyri ríkisadvokatunum Norrøna á Klaksvík Norrøna fór av Havnini til Íslands mikukvøldið klokkan sjey. Men eitt av ferðafólkunum tørvaði sjúkrahjálp, so hon legði leiðina inn á Klaksvík, har ferðafólkið bleiv sett í land um áttatíðina. Sjúkrabilur stóð á Kósakeiini og flutti ferðafólkið til Klaksvíkar Sjúkrahús. Ikki er greitt, hvat bagdi ferðafólkinum. Síðani helt Norrøna leiðina fram til Íslands. Mynd: Blitz Foto FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í Miðvági arbeiða tey ikki bara upsa, men eisini gulllaks, sum verð- ur virkaður til fars. Síðan viku 26 hevur virkið keypt gullaks frá trolaranum, Vesturbúgv- anum. Gullaksurin verð- ur arbeiddur í øðrum rúmi enn upsin, og her arbeiða eini 20 fólk í tveimum vaktum; tann fyrra frá kl. 8-16 og tann seinna frá kl. 16 til mid- nátt. Hesa vikuna hevur rættiliga nógv fiska- arbeiði verið á Fiskavirk- ing í Vestmanna. Tey, sum arbeiða upsa, hava arbeitt til kl. 19 og longri út á kvøldið. Vesturbúgvin hevur landað gullaks í Miðvági í vikuni, og Vestmenn- ingur hevur verið við upsa. Hvussu nógv Vest- menningur hevði inni, vistu tey ikki at siga okkum, tá ið vit frættu hósdagin, men Vestur- búgvin hevði fulla last. Frá mánadegnum fer fólkið á virkinum í summarfrí og tikið verð- ur ikki ímóti fiski tær næstu tríggjar vikurnar. Arbeiða nógvan gullaks í Miðvági C M Y K 9 8 Sosialurin - 311820 www.ivan.fo Citroen Saxo 1,5D 3h km. 50.000, árg. juli 1998 85.000,- Toyota Carina 2,0 km. 173.000, árg. jan. 1992 52.000,- Citroen Xsara 1,6i stc. km. 36.000, árg. apr. 1999 133.000,- Citroen Xantia 1,9TD km. 60.000, árg. feb. 1998 118.000,- Citroen Xantia 1,8i 16V km. 63.000, árg. okt. 1996 112.000,- Citroen Xantia 1,9TD stc SX km. 45.000, árg. mars 1999 160.000,- Citroen Xantia 2,0 HDi km. 43.000, árg. juni 1999 160.000,- Citroen Xsara 1,9TD 5H km. 117.000, árg. juni. 1999 137.000,- Mazda Demio 1,3 3h km. 50.000, árg. feb 1999 87.000,- Citroen Berlingo 1,9D km. 81.000, árg. sept. 1998 107.000,- Citroen Xsara 2,0 HDi 5H km. 90.000, árg. nov. 1999 145.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Pajero 2,8TDi GLS 5h km. 82.000, árg. sept. 1997 177.000,- Mitsubishi Carisma 1,6Gl 5h km. 64.000, árg. mars 1997 105.000,- Seat Cordoba 1,9SDi stc. 5h km. 35.500, árg. aug. 1999 115.000,- Í dag 13/7 brestir ársins brúktbilabumba við sera góðum avslátri Prísirnir eru áðrenn avsláttur