leygardagur 13. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 132 - 13. juli 2002
Nr. 132 - 13. juli 2002
11
Ein óvanlig støða hevur tikið seg upp í samgonguni. Ein
tingmaður Tjóðveldisfloksins hevur samb. royndan advo-
kat ærumeitt løgmann. Óvist er, um tað er gjørt í øðis-
herindum, ella um miðvís ætlan liggur aftanfyri. For-
maður floksins er komin við ørkymlandi útmeldingum.
Eftir fyrra álopið hjá Tórbirni Jacobsen á Fólkaflokkin
sigur Høgni Hoydal seg kunna taka undir við tí. Eftir
seinna álopið sigur hann, at hetta nú er eitt persónligt mál
millum løgmann og Tórbjørn. Í fyrstu atløgu snúgva
álopini seg um vinnupolitikkin, ið ósemja er um. Men
kann talan eisini vera um ónøgd inannhýsis í Tjóð-
veldisflokkinum? Tórbjørn og Heine hava verið ónøgdir
við, at flokkurin lat Fólkaflokkinum vinnumálini, nú
hann fekk løgmann. Aftrat tí er eysturoyartingmaðurin
ónøgdur við, at hansara valdømi onki landsstýrisumboð
fekk. Tað kann vera orsøkin til, at hann hevur tikið
seksløbaran fram og skjýtur til vinstru og høgru og eisini
rakar løgmann - men harvið eisini óbeinleiðis sín egna
formann! Skuldsetingin móti løgmanni er nevniliga so
mikið álvarslig, at heldur ikki Tjóðveldisflokkurin kann
liva við henni, skal hann halda fram at samstarva við
løgmann. Tí er hon ein boomerangur, ein fulltreffari í egið
mál. Løgmaður kann ikki hava Tobba sum part av
meirilutanum eftir slíka skuldseting. Ger hann tað missir
hann alt trúvirði og alla virðing millum manna. Hoydal
má gera støðuna upp. Má velja síðu – løgmann ella Tobba.
Ella kann talan vera um eina ráðagerð móti løgmanni, ið
leiðslan í E hevur verið vitandi um? Tí tjóðveldismenn
hava neyvan gloymt, at tað var løgmaður, ið steðgaði
vælsmurdu og skjóttkoyrandi loysingarmaskinuni. Men
samtíðis hevur flokkurin alt at takka sama løgmanni, aftur
fyri ta vald flokkurin hevur fingið. Kann tað hugsast, at
Tobbi/flokkurin ikki hevur gloymt, at løgmaður koyrdi
grús í fullveldismaskinaríið og nú vil “hevna” seg við at
krevja, at vinnupolitikkurin verður eftir tjóðveldisresept?
Gátan er tó, hví so grovar skuldsetingar verða settar móti
tí løgmanni, ið jú hevur tryggjað E so stóra makt og hví
júst nú!
Løgmaður kann ikki liva við skuldsetingunum. Tað er ikki
nokk, um formaður E vísir teimum frá sær. Fyri at blíva
reinsaður má løgmaður krevja av Tobba, at hann etur
orðini í seg aftur. So er spurningurin, um samgongan
stendur uppá spæl. Higartil hevur formaðurin í E klárað at
bjargað flokkinum burtur úr mongum sjálvgjørdum
ólukkum, kanska hann aftur hesaferð hevur ein trumf í
ermuni, soleiðis at hann kann varðveita maktina: at koyra
Tórbjørn í farloyvi og taka næstvalda inn. Tá er hann
“bara” fólkatingsmaður. Eftir stendur tó skuldsetingin
móti løgmanni og spurningurin: var hetta ein einmansgerð
ella visti flokkurin um hana og góðtók hann skuld-
setingina? Løgmaður kann einsamallur gera av, hvørja
avleiðing hetta skal fáa. Fer hann at vera passivur
eygleiðari ella seta hart móti hørðum og harvið seta
samgonguna uppá spæl? Fer hann at lata sær lynda, at
Tobbi bara verður koyrdur út á eitt “síðuspor” enn
einaferð? Høgni Hoydal hevur fingið sítt størsta
høvuðbrýggj nakrantíð. Ger løgmaður einki við málið, fer
illgrunin, ið er sáddur, at hanga við honum restina av
hansara lívi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samgonguskrædl!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í dag fyllur Anker Jørgen-
sen, fyrrv. forsætismála-
ráðharri 80 ár. Øll árini
hevur Anker Jørgensen
verið
sera
virkin,
tey
mongu árini sum fakfelags-
maður
og
formaður
í
størsta fakfelagnum í Dan-
mark, SID, til hann í 1972
fyrstu ferð var kosin for-
sætismálaráðharri. Hann
var tilsamans í hesum sessi
í 9 ár og var somuleiðis
fólkatingsmaður tey mongu
árini, til hann gavst fyri
aldur.
Fáur man hava verið
ídnari eisini sum rithøvundi
sum hann. Ikki er heldur at
gloyma hansara sera væl
umtókta
virksemi
sum
fyrilestrarhaldari og tað er á
mongum
økjum
hann
fevnir. Enn er hann virkin
og hevur fleiri fyrilestrar
hvørja viku um alt landið.
Anker Jørgensen vitjaði í
Føroyum í mai í ár og var
m.a. til 75 ára haldið hjá
Sosialinum. Hann var á
almennum fundum í Norð-
urlandahúsinum og aðra-
staðni við. Í gjár var stór
móttøka í Rømersgade í
Keypmannahavn fyri hon-
um í Arbejdermuseet.
Anker 80 ár
Vanligt er í demokratiskum
londum, at fjølmiðlarnir
eru vakthundurin, fjórða
statsmaktin, sum skal ansa
eftir, at teir fólkavaldu ikki
hóreiggja sær sum teimum
lystir. Soleiðis er ikki á
Fregnum, har loypir alt
líkasum saman í eitt, fjøl-
miðilin, sum skal ansa eftir
tí lóggevandi og útinnandi
valdinum og teir fólkavaldu
sjálvir, sum eru ein síða av
somu søk, skulu vit trúgva
oddagreinini. Í seinastu út-
gávuni av blaðnum skrivar
varaløgmaður Høgni Hoy-
dal sjálva oddagreinina, og
so kunnu vit vera vís í at
hon ikki er kritisk móti
hansara egna politikki ella
flokksfeløgum.
Oddagreinin hevur at
Sosialinum, tí vit halda tað
hevur týdning at fortelja
lesarunum, at kendi danin
Mogens Glistrup vitjar í
Føroyum. Vit verða lagdir
undir at birta upp undir
fremmandaótta
við
at
skriva um Mogens Glist-
rup. Út frá hesum kann eg
ikki lesa tað ørvísi, enn at
varaløgmaður heldur at
føroyingurin er viðkvæmur
og tað er ikki alt, sum hann
hevur gott av at hoyra.
Politikkarar og journalistar
kunnu so í samráð avgera
hvat er gott og hvat er ringt
fyri lesaran.
Sosialurin og undirritaði
verða lagdir undir ókritiskt
mikrofonhaldarí,
tí
vit
nevna óttan hjá Glistrup
fyri framtíðini. Gott nokk
standa spurningarnir ikki í
greinini,
men
Glistrup
svarar upp á spurningarnar
vit settu, og hann fegnast
um politikkin hjá sitandi
stjórn í Danmark, sum
tekur undir við politikk-
inum, Glistrup stóð á odda
fyri.
Eigur føroyingurin ikki at
fáa at vita hesi sjónarmið,
ella skuldi Sosialurin latið
vera við at skrivað hesi, tí
okkara lesarar kanska ikki
tola slíkt. Skulu vit bert
velja at tosa við fólk, sum
ongan skaða gera, og skulu
vit ikki verja rættin hjá
øllum at sleppa fram at í
einum
demokratiskum
samfelag.
Mín fatan er, at vara-
løgmaður
so
hjartaliga
fegin eisini kundi hugsað
sær at stýrt hinum fjøl-
miðlunum í Føroyum og
ikki bara Fregnum.
Og hetta er ikki ein
pástandur, sum er tikin út
úr leysari luft. Høgni
Hoydal hevur ferð eftir ferð
roynt at lagt seg út í mítt
arbeiði sum tíðindaleiðari á
Sosialinum. Tað er meira
enn einaferð hent, at hann
hevur roynt at yvirtala meg
til at taka forsíður aftur, tí
Tórbjørn
Jacobsen
nú
einaferð hevur havt eitt
tamarhaldsleyst og óbe-
rokniligt anfall, og flokk-
urin er komin illa fyri.
Hann hevur hótt við at
steðga útgávunu, hvussu
hann annars hevur hugsað
sær at gjørt tað. Sum
fólkavaldur heldur Høgni
Hoydal seg hava rætt til at
forpurra okkara skrivi-
frælsi undir ábyrgd.
Og feskasta dømi um
hvussu
Høgni
Hoydal
roynir at stýra fjølmiðl-
unum er seinasta vikan.
Avloysarin hjá honum á
fólkatingi, Tórbjørn Jacob-
sen, leggur løgmann og
fiskimálaráðharran undir
ikki at kenna munin á sín-
um egna og annara. Í fleiri
dagar grevur hann seg
niður og harvið heldur
hann føroyingin sum gísla,
samstundis leggur hann fót
fyri arbeiði hjá journal-
istunum á øllum fjøl-
miðlum í Føroyum at
útgreina hesa, um hon er
sonn, horriblu skuldseting.
Høgni Hoydal gevur øllum
Føroya fólki ta fatan, at
hann hevur okkurt at fjala,
við at goyma seg fyri
fjølmiðlunum í hesum máli
og við at tiga stýrir hann
eisini journalistiska dekn-
inginum av hesum týdning-
armikla máli. Við at tiga
vónar hann, at vit gloyma
og at upptakið eftir Tór-
bjørn gerst eitt sindur
lættari hesuferð.
Duga løgmaður Anfinn
Kallsberg
og
fiskimálaráðharrin Jørgin
Niclasen ikki at síggja mun
á sínum egna og annra?
Tórbjørn
Jacobsen
og
Høgni Hoydal hava enn
ikki hjálpt okkum til at
svara spurningin, hóast
Høgni í skrivandi stund
tykist at vera royktur út úr
holuni.
Kemur Jorg Heider. Le
Pen og Pia Kjærsgaard á
vitjan, so sleppur lesarin
eisini at lesa um tey og um
hvat tey hava upp á hjarta í
Sosialinum, uttanmun til
hvat varaløgmaður sigur í
oddagrei í sínum miðli
Fregnum.
Ongin politikkari, hvør
enn hann er í Føroyum, skal
gera sær vónir um at stýra
tíðindaflutninginum
á
Sosialinum.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
tíðindaleiðari á Sosialinum
Varaløgmaður vil stýra fjølmiðlunum
Ása Johannesen
(ónøgdur Jóansøku-
gestur)
Eg var á Jóansøku í ár, og
tað vóru nógvar aðrar ný-
flogdar pisur eisini. Hetta
var sera hugnaligt, og tað
var stuttligt at síggja allar
húgvurnar til kappróðurin
og so eisini seinni til
dansin. Sum vera man vóru
tey flestu ungu fólkini har
umleiðir toluliga ávirkaði
av rúsandi løgi, og kanska
av tí sama var lagi ógvuliga
gott, men hetta fekk ein
bráðan enda.
Nógv av okkum høvdu
gjørt av at vera verandi í
Vági til dansurin var av, og
síðani fara við Smyrli
norður aftur sunnumorgun.
Tað, at summi høvdu fyri
neyðini at vera í Havn
sunnudagin, forðaði teim-
um ikki í at bíða til sunnu-
morgun at fara norður, tí
tað var jú ikki stórur vandi
fyri at Smyril var fullur
hendan morgunin, eftirsum
at tað mesta róðrarfólkið
longu var farið norður. Og
rætt var. Sunnumorgun
klokkan sjey vóru bert 179
fólk umborð á Smyrli, men
hóast hetta stóðu yvir 50
fólk í Vági sum kánus, og
sluppu ikki við Smyrli.
Orsøkin til hetta var, at
bussurin (og tað var bara
ein) ikki fekk tikið øll
ferðafólkini úr Vági við sær
til Drelnes. Vit mistu tó ikki
mótið beinanvegin. Vit
ringdu higar og hagar, at
spyrja um trupulleikin ikki
kundi loysast, men tá allir
møguleikarnir vóru uppi,
uttan at støðan var broytt,
gjørdu vit at at ringja til
Reidar Nónfjall, at biðja
um hjálp. Tað var til
fánýtis, tí hann noktaði at
hjálpa okkum á nakran hátt,
hóast vit høvdu nógv hug-
skot. Orsøkin til manglandi
hjálpina var ivaleyst, at vit
høvdu vakt R.N. og so tað,
at einastu møguleikarnir at
fáa okkum umborð, høvdu
seinkað Smyril (uml. 1/2
tíma), og tað ber eftir øllum
at døma ikki til. Samtalan
við R.N. endaði við, at vit
blivu skuldsett fyri ikki at
hava hugsað nóg langt, og
at tað var okkara fávitska
og gáloysni sum gjørdi, at
vit ikki sluppu við Smyrli.
Tað høvdu vit ikki hug at
hoyra uppá, sum vónbrotin,
móð og svong ferðafólk, so
vit søgdu farvæl. Tá vit
aftur royndu Smyril, bleiv
horni bara lagt á, meðan vit
kærdu okkara neyð.
Vónbrotin og illa fyri
royndu vit nú at finna hús,
soleiðis at vit høvdu eitt
stað at sova, vit vóru jú ikki
júst komin upp, men ætlaðu
okkum í song, tá vit komu
heim. Vit skuldu eisini bíða
til Smyril sigldi aftur 10
tímar seinni, og tað er ikki
nógv at taka sær til sunnu-
dag, í eini bygd sum Vágur
(ikki tí, hon er ógvuliga
framkomin
í
mun
til
Strandferðsluna í okkara
lítlu komandi banan repu-
blikk). Ikki vóru tað øll
sum kendu onkran í Vági,
men tíbetur eru fólk har,
sum
loyva
strandaðum
ferðafólki, at sova í síni
stovu. Vit skuldu eisini
hava fatur á fólki, sum gekk
og bíðaði eftir okkum í
havn, og ikki hava øll verið
glað, tá summi til dømis
ikki kundu koma til ar-
beiðis tann dagin.
Hetta er sjálvandi nakað,
sum kann henda, og ongin
er lýtaleysur, men av tí at
eg veit, tað er hent fyrr,
havi eg ógvuliga ilt við at
umbera hetta uttan at koma
við eini umbøn fyrst. Eg
haldi at Strandferðslan skal
gera stórar broytingar í sína
ferðaætlan. Fyrst skuldi tað
staðið við stórum bókstav-
um, at fólk sum fara á
Jóansøku, skulu ikki vænta
sær at sleppa norður aftur
við
hjálp
frá
Strand-
ferðsluni. Eg havi leitað og
grivið, men tað stendur ikki
so frægt sum við smáum.
Harafturat skal R. N. um-
hugsa sína heilsan í áður-
nevndu ferðaætlan, tí fari
eg ikki skeiv, so nevnir
hann tænastu, men eg finni
ikki nakað sum líkist tæn-
astu hendan morgunin. Tað
tøktiskt, sum um vit vóru
óynskt, og ein trupulleiki,
sum eingin hevði hug at
loysa.
Men
hetta
var
kanska, tí vit bert vóru
fullir studentar?
Bent Rubeksen, hesin sjáldsami og vinsæli maður
er farin. Burt er stríð og strev og eftir er ævig hvíla,
har ongin kennur sjúku og stríð.
Tá eg fekk boðini um at Bent ikki var ímillum
okkum longur, kom mær til hugs henda glaða,
vinsæla og sjáldasama mannin. Nú hevði hann
fingið hvílu, hann sum var illa plágaður av sjúku,
men hóast tað stríddist fyri at koma ígjøgnum
hvønn einasta dag. Altíð við vinsælum sinnalagi.
Liðagikt er ein sera pínandi og troyttandi sjúka,
ein sjúka sum kann niðurbróta kropp og sinn.
Fá eru tey, sum kunnu bera hesa sjúku so væl,
sum hesin sjáldsami maðurin sum Bent var.
Ikki gjørdi hann nógv burturúr sær sjálvum men
bar hesa sjúku við slíkari styrki, sum vit onnur við
virðing minnast hann fyri.
Hóast kroppurin var merktur av hesu sjúku var
sinni frítt og lætt. Hann hevði tað styrki at læta
sinni vinna á kroppi og sjúku. Ein styrki sum fáum
er ognað.
Eg hevði tað gleði at sita í nevndini í Gikta-
felagnum saman við Bent í fleiri ár.
Tað var altíð ein góður samstarvsandi millum
okkum øll, sum sótu í nevndini, og var Bent ein
stór orsøk til hettar, altíð glaður, altíð eitt stuttligt
prát har gleði var í hásæti, var góður at samstarva
við og altíð fúsur at hyggja frameftir, eftir góðum
loysnum sum kundi verða til gagn fyri tey sum eru
giktsjúk í Føroyum .
Ongin visti betur enn hann hvar skógvurin trýsti,
tí hann var illa plágaður av liðagikt. Hann visti
eisini at vit í felagnum mátti sjálvi gera eitt arbeiði
um vit skuldi fáa hjálp, og at sjúklingar kunnu ofta
gjøgnum eitt virkið felag hjálpa hvørjum øðrum.
Tíðin vit sótu í nevnd saman var ein tíð tá
felagið fór ígjøgnum stórar broytingar, og Bent tók
altíð undir við teimum nýggju hugskotunum sum
kundi gera felagið meiri virkið og meiri nútíðar-
hóskandi.
Góða Jona, vit minnast okkara góða samstarvs-
felaga við virðing, og ynskja at Harrin má styrkja
teg og tykkum øll í sorgini.
Ærað verður minnið um Bent Rubeksen.
Giktafelag Føroya
Leila Solmunde, formaður
Bergur P. Dam
Tórbjørn Jacobsen má
taka ullina úr munninum
og fortelja okkum, hvørji
brotsverk hansara lands-
stýrismenn hava framt.
Og greiða frá, hví hann vil
halda fram í samgongu
við slík bølmenni.
Ikki í hvørjum tíggjuári
verða so álvarsligar skuld-
setingar havdar á lofti, sum
tær ið fólkatings- og løg-
tingsumboð
Tjóðveldis-
floksins nú setur fram ímóti
sínum egnu landsstýris-
monnum. Minni enn 3
mánaðir eftir at Tórbjørn
Jacobsen tryggjaði Anfinni
Kallsberg løgmanssessin
og Jørgeni Niclasen lands-
stýrissessin, skýrir hann
teir nú at verða so stórar
tjóvar, at teir ikki í nøkrum
landi høvdu kunnað sitið í
stjórn. Formaður Tjóðveld-
isfloksins hevur alment
boðað frá, at hann fult út
stuðlar skuldsetaranum.
Hetta eru ótrúligar og
skelkandi skuldsetingar. Og
tað mest skelkandi er, at
hóast Tórbjørn og formaður
hansara eru sannførdir um,
at teir eru í samgongu við
brotsmenn, so ætla teir
framvegis at stuðla hesum,
sum teir skýra brotsmenn.
Tí er tað so, at Tórbjørn
Jacobsen veit at hann hevur
rætt, men onki ger við tað,
ja, so er hann samsekur.
Ullartos
Men hóast skuldsetingarnar
eru í serflokki grovar, so
hevur Tórbjørn samstundis
munnin - ella kanska penn-
in - fullan av ull. Tann, sum
lesur greinina hjá Tórbirni,
fær at vita, at hansara
landsstýrismenn - Annfinn
og Jørgen - eru so krimi-
nellir, at teir ikki kundu
sitið í stjórn í nøkrum
øðrum landi. Tað skilst at
teir hava framt álvarsligan
stuldur. Men hvat tað er teir
hava stolið, fortelur hann
ikki. Hvørji tey ítøkiligu
brotsverkini eru, vil hann
ikki út við. Og tað er
kanska tað mest perfida.
Nú er frítt slag fyri ein-
hvørji illgiting, samstundis
sum
ivin
um
trúvirði
skuldsetarans eisini tekur
seg upp.
Demokrati trupulleiki
Hóast hann ikki hevur tikið
stuðul sín til Tórbjørn aftur,
so roynir tjóðveldisformað-
urin - sær sjálvum líkt - at
tveita "flimmur" út. Hann
roynir at billa okkum inn, at
hetta bert er eitt klandur
ímillum løgmann og Tór-
bjørn. At báðir eru líka
góðir um tað. Hóast vanliga
fatanin annars er, at her er
talan um einsíðugt álop frá
Tórbirni.
Men tað gongur ikki. Tí
hevur Tórbjørn rætt og løg-
maður og fiskimálaráð-
harrin eru so kriminellir, at
teir ikki kundu sitið í stjórn
í nøkrum øðrum landi, so
er tað ikki bara samgongan,
ið hevur ein trupulleika.
Nei, so er tað demokratiið í
Føroyum, sum hevur ein
trupulleika. Tí so hava vit
júst fingið eina samgongu -
Fólkaflokkur, Tjóðveldis-
flokkur, Sjálvstýrisflokkur
og Miðflokkur - sum er
grundað á brotsverk. Og
sigur Tórbjørn - við stuðli
frá Tjóðveldisflokkinum -
ósatt, so hava bæði hann og
hansara flokkur diskvali-
fiserað seg so tað stendur
eftir. Tí ógrundað at seta
fram so grovar skuldseting-
ar, tað má skrykkja burtur
tað síðsta trúvirði hjá hes-
um flokki.
Apuna úr skápinum
Mong spyrja, hvat ítøkiligt
er aftanfyri hesar ullintu
ærumeiðingar.
Tórbjørn
situr við apuni og nú spyrja
vit, um Tórbjørn lýgur, ella
hann stuðlar eini ráns-
mannasamgongu. Hesum
spurningi bíða vit eftir at
fáa svar uppá.
Bent Rubeksen
til minnis
Samgongunnar dance macabre
Tobbi eigur apuna
VIÐMERKINGAR
Sluppu ikki við Smyrli
Ko m m u n u s a m s k i p a n
Føroya KSF og Føroya
Kommunufelag FKF hava
havt sín á millum fund í
Vági fríggjadagin 5. juli
2002 um felags kommunal
viðurskifti.
KSF var umboðað av
Jógvan Krosslá, stýrisfor-
manni, Jens M. Poulsen,
starvsbólkaformanni
og
Kára Thorsteinsson, skriv-
ara.
FKF var umboðað av Ja-
cob Vestergaard, formanni
og Sveiney Sverrisdóttir,
skrivara.
Tosað varð um ymisk
kommunal viðurskifti við tí
fyri eyga at samstarva um
hesi
og
onnur
felags
viðurskifti. Endamálið var
eisini at finna fram til,
hvussu langt eitt samstarv
kann náast við tí fyri eyga
at kunna leggja feløgini
saman í eitt kommunu-
felag.
Feløgini vóru samd um,
at ymsar forðingar vóru
fyri beinleiðis samanlegg-
ing av feløgunum, tí spenn-
ið í fólkatalinum í komm-
ununum er stórt og virðing
fyri hesi staðroynd haltar,
men at tað ber til at arbeiða
fram ímóti einum felag við
samstarvi á so mongum
økjum, sum gjørligt.
Á fundinum viðgjørdi
feløgini eisini spurningin
um kommunurnar skulu
deila uppgávur við landið,
um uppgávur, sum landið
kann leggja út til komm-
unurnar at umsita og hava
ábyrgd av, um hvat skal til
fyri at kunna yvirtaka
kommunalar
uppgávur,
sum landið fyrisitur og
eisini
varð
tosað
um
íløgukarmar hjá kommun-
unum.
Formenninir eru samdir í,
at feløgini í nógv størri
mun eiga at tosa saman um
felags áhugamál og miða
fram móti at samansjóða
sjónarmiðini
hjá
feløgunum, áðrenn farið
verður undir samráðingar
við aðrar partar m.a. við
landsmyndugleikarnar.
Feløgini eru samd um at
hittast aftur í heyst at
arbeiða víðari við ætlanini
um samstarv á so mongum
økjum sum gjørligt til
gagns fyri allar kommun-
urnar.
Kommunusamskipan
Føroya -
Føroya Kommunufelag
Jógvan Krosslá, formaður
Jacob Vestergaard,
formaður
Kommunur á fundi
C
M
Y
K
11
10