Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 132 - 13. juli 2002 Nr. 132 - 13. juli 2002 13 Leys størv í Føroyum & uttanlands Fyritøkur og stovnar kunnu nú keypa pláss til starvslýsingar sínar á fø føroyska portalinum - www.portal.fo og í bla í ðnum Sosialinum Føroyski Portalurin, ið er nýggja navnið fyri Oliv fy ant.fo hýsir starvslýsingum hjá fyrit fy økum og stovnum, sum hava áhuga í, at í, starvslýsingar teirra skulu røkka enn fleiri lesarum. Vanliga vitja Va upp í 10.000 br í úkarar www.portal.fo hvønn dag. Lýsingarprísur pr ís . starvsl r. ýsing, galdandi frá at lýsingin er løgd út á fø føroyska Portalin: 1 viku kr. 1.000, r. - 2 vikur kr. 1.500, r. - til freistin er úti kr. 2.000, r. - Tekstur (word-f Te ílur) og møguliga búmerki skal sendast viðheft til teldupostadressuna: lysing@sosialurin.fo Lýsi sið ýsingarnar s singarnar síggjast ggjast Eru spurningar og/ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at senda teldupost til: lysing@sosialurin.fo ella ring til Finnbjørg ella Anju Sosialurin 311820 Mikukvøldið fóru nakrir av teimum sokallaðu fourtynine -arunum ein gongu- túr norður í Svarta- dal, sum er norðan fyri Strond í Klaksvík. Meðan teir standa og bíða eftir einum manni, sum var nak- að seinkaður, leypir einans 50 metrar frá teimum OMANLOP Solby A. Eliasen Klaksvík: - Vit fóru til gongu um sjey tíðina, ella møguliga var hon nærri hálvgum átta. Vit gingu niðan móti teim nýggju rørunum, sum júst eru løgd, greiðir John Thor- steinsson, ein av fourtyn- ine-arunum, sum var við hendan gongutúrin. Fourty nine–arar eru fólk, sum eru fødd í 1949. Tað byrjaði alt við, at tann so vælkendi Ólavur Klakk, sum eisini er føddur í 1949, tók stig til at savna øll, sum fóru í fyrsta flokk í 1956. Hetta var í 1991. Og navnið stavar frá gullgravarunum í California í 1849. Teir vórðu kallaðir Fourty nin- ers. Og so var tað so upp- lagt, at kalla hendan ár- gangin fyri Fourty niners eisini, tí tey flestu av teim- um eru fødd í 1949. So hava nakrir mans hitts javnan síðani. Um veturin hittast teir til hockey spæl í fimleikarhøllini. Og um summarið plaga teir so at ganga túrar, tá tað viðrar. - Vit plaga at vera ellivu mans, men hetta kvøldið vóru vit so fimm. Ein skuldi koma afturat, men hann var nakað seinur. Hann gekk longri niðri, og so avgørdu vit at steðga at bíða eftir honum. Meðan vit bíða, hoyra vit eitt øgi- ligt buldur. Vit vistu ikki beinanvegin, hvat tað var, men so sóu vit, at tað var eitt omanlop – einans 50 metrar frá, har sum vit stóðu. Tað var ógvusligt at síggja og ein øgiligur gangur, sigur John. Omanlopið var sera ógv- usligt við nógvum stórum steinum, sum endaðu heilt niðri í fjøruni. Ein stórur steinur rakti eitt av teim nýggju rørunum, so vatnið stóð í stríðum streymum oman gjøgnum bøin. - Tað var sera heppið, at vit gjørdu av at bíða eftir okkara sætta manni, ella høvdu vit staðið mitt í tí, tá tað leyp. Og so hevði tað endað galið, sigur John avgjørdur á málinum. Teir steðgaðu sjálvandi á og stóðu bert og hugdu at, meðan grót og steinar fóru rullandi framvið teimum stutt har frá, sum teir stóðu. Tá alt var yvirstaðið, hildu hesir seks menninir leiðina fram. Vatnleiðing farin Frá Vatndeildini hjá Klaks- víkar Kommunu verður sagt, at steinurin, sum rakti vatnrørini var sera stórur. - Eg vildi mett hann at vera á stødd við ein lítlan lastbil. Hann vigar umleið eini tíggju tons, sigur Jóhan við Neyst, leiðari á Vatn- deildini hjá Klaksvíkar Kommunu. Hann heldur, at orsøkin til at tað leyp allarhelst er, at tað regnaði sera illa náttina til mikudagin. - Steinurin fór í gjøgnum vatnleiðingina hjá SEV og Klaksvíkar Kommunu. Tí- betur vóru rørini hjá SEV tóm, annars hevði verið heilt galið, sigur Jóhan við Neyst. SEV er ikki liðugt at leggja rørini í Svartadali enn, og tí vóru rørini tóm. Jóhan sigur, at inntakilsið til vatnrørini hjá SEV ligg- ur á 250 metra hædd, með- an inntakilsi hjá kommuni liggur á 180 metrum í mun til sjógvin. Høvdu rørini hjá SEV verið full, so hevði nógv farið við nógva vatninum, ið so hevði staðist av lop- inum. Jóhan við Neyst fekk alarm mikukvøldið um níggjutíðina at onki vatn var í reinsiverkinum við Ánagjógv. Tað er so, at um vatnleiðingin fer, so kemur onki vatn í reinsiverkið. 50 metrar frá omanlopi Ein steinur, sum er mettur at viga um tíggju tons fór í gjøgnum vatnleiðingina bæði hjá SEV og Klaksvíkar Kommunu Mynd: Linjon Jacobsen Vatnið rann í stríðum streymum oman gjøgnum bøin eftir omanlopið Mynd: Linjon Jacobsen Í dag verður skipað fyri Útoyggjastevnu- dagi og ársaðalfundi hjá Útoyggjafelagnum úti í Skúvoy ÚTOYGGJAR Ragnhild Ellingsgaard Rættur stevnudámur fer óivað at liggja yvir Skúv- oynni, nú skipað verður fyri Útoyggjastevnudegi á oynni í dag. Ætlanin er at byrja dagin við ársaðalfundinum hjá Útoyggjafelagnum, og eftir fundin verður ein máltíð á skránni fyri allar fundarlut- takarnar. Seinnapartin verður skipað fyri summarligum tiltøkum av ymsum slag, har millum annað ein áhugaverdur fyri- lestur um Skúvoynna verð- ur á skránni. Eisini verður skipað fyri útferð við ferðaleiðara, posarenning, togtogan og seinni um kvøldið verður so eisini dansur við har- moniku og orkestri. Um midnáttarleitið verð- ur lutakast á skránni, har drigið verður um ein apex- ferðaseðil fyri 2 til Dan- markar. Allur peningurin, sum kemur inn á stevnudegnum, fer óskerdur til bygging av einum bygdarhúsi í oynni. Stevnudagur í Skúvoy Í dag verður skipað fyri stevnudegi í Skúvoy C M Y K 13 12