Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 13. juli 2002 15 Seinnapartin í gjár hevði Føroya Bjór reisigildi yvir bygn- ingin, sum er bygdur uppí verandi bygning hjá felagnum í Akra- nesgøtu. BYGGING/SØLA Vilmund Jacobsen Føroya Bjór hevur bygt 100 fermetrar uppí verandi bygning hjá felagnum í Akranesgøtu í Havn. Hetta arbeiði, sum Byggitek hev- ur gjørt, er nú komið so væl áleiðis, at nýggi parturin kundi reisast klokkan 16 seinnapartin í gjár. Reisi- gildi skuldi vera, og Føroya Bjór hevði bjóðað teimum, sum bygt hava, til ábit og okkurt at leska sær við. Avgreiðsluhøli, ikki sjálvtøka Heini Waag, sum er sølu- leiðari hjá Føroya Bjór, sigur, at endamálið við tí, sum bygt er aftrat, er at gera deildina hjá Føroya Bjór í Havn meira innbjóð- andi hjá viðskiftafólki, sum keypa drykkjuvørur í Akra- nesgøtu. - Í fyrstu syfti verður eingin sjálvtøka, men vøru- úrvalið fer at standa frammi, og selt verður um diskin. Spurdur, um tað kann hugsast, at Føroya Bjór seinni fer at hava sjálvtøku í Akranesgøtu, sigur Heini, at tað er ikki óhugsandi, men hann heldur ikki, at tørvur er á hesum enn. - Vøruúrvalið ikki so stórt, at tørvur er á at hava sjálvtøku sum er, heldur hann. Ætlanin hjá Føroya Bjór var, at nýggja sølubúðin skuldi takast í nýtslu og lata upp til ólavsøku, men tað verður ikki. Heini dugir ikki at siga í løtuni, hvat uppíbyggingin fer at kosta. "Classic" sum heitt breyð… Umframt maltøl, ljósøl, veðrin og ymisk sløg av gulløli, ger Føroya Bjór nú eisini "classic" øl, sum hevur selt ógvuliga væl. - Alt bendir á, at vit hava verið sera hepnir við classic-ølinum. Heini sigur, at Føroya Bjór gjørdi eina stóra "tapping" beinanvegin av classic-øli, og hon reyk eftir fáum døgum. - Eg haldi, vit tappaðu 50.000 fløskur, og hósdagin tappaðu vit 50.000 fløskur aftrat, sigur hann. Hann vísir á, at classic-øl er myrk, og orsøkin til, at hendan ølin hevur selt so væl, man vera, at hon hevur vantað í vøruúrvalinum hjá Føroya Bjór. - Eg haldi, at eitt hvørt bryggjarí um okkara leiðir, sum hevur virðing fyri sær sjálvum, eigur at hava eina classic-øl at selja sínum viðskiftafólki, sigur Heini Waag, søluleiðari hjá Før- oya Bjór, at enda. Á Føroya Bjór í Klaksvík starvast 20 fólk, og runt um landið starvast eini 20 aftrat hjá felagnum. Seldu 50.000 »classic« eftir fáum døgum Uppíbyggingin hjá Føroya Bjór í Akranesgøtu er nú komin so væl áleiðis, at bygningurin varð reistur seinnapartin í gjár. - Ætlanin var taka nýggju sølubúðina í nýtslu til ólavsøku, men tað náa vit ikki, sigur Heini Waag, søluleiðari. og áhugavert prát við hann, tá ið hann var og ferðaðist í Føroyum í februar í ár. Ætl- anin var at kanna møguleik- arnar fyri at fáa lutir, sum hava tilknýti til krígstíðina í Føroyum. Men stutt eftir doyði Gavin, segði Jógvan. Teir hermenn, sum vóru í Føroyum undir krígnum, fækkast í stórum, tí hesir eru nú áttati ár og eldri. - Og mangir av teimum, sum vóru her, fullu í krígn- um. Fleiri vórðu sendir á onnur hermót, har tað leik- aði hart á, og mannfallið var stórt. Jógvan segði, at Gavin, sum vitjaði í februar, fyrst varð sendur til Suðurong- lands, síðan til Italiu, Pal- estina, Ísrael, aftur til Italiu, og haðani til Belgiu og Týsklands; tá legðist hann sjúkur av malaria og varð sendur heim. - Tað er eisini ein spurn- ingur, hvat teir, sum liva eftir, eru førir fyri í dag, tí teir eru vorðnir so gamlir. Tí er tað sera áhugavert, at næstu eftirkomararnir hava áhuga fyri hesum søguliga tíðar- skeiði, sum krígsárini eru. Og hann helt fram: - Tá vit í bløðunum sóu eftirlýsingina hjá Davidi McDine, sum peikaði beint á okkara nærumhvørvi, settu vit okkum í samband við familjuna hjá Magnusi og Annebeth. Hetta gjørdu vit, tí tá ið ein "kontakt" er fingin í lag, er altíð møgu- leiki fyri, at tað kunnu skapast viðurskifti, sum eru til fyrimuns fyri áhuga- málini hjá báðum pørtum. Tað var "drama" Jógvan segði, at tað var 10. apríl 1940, at Churchill gav boð um at herseta Føroyar, og 13. apríl komu bretar til Føroya; teir komu í land í Havn. - Seinnapartin sunnudagin, 14. apríl, kom mjólkabáturin, "Tróndur". Hann legði at við Toftagjógv, fermdur við bretskum hermonnum. Henda herdeildin hevði kenningsbókstavirnar, R.M. (Royal Marines). Eg minnist væl hendan dagin, tá ið hermenninir við riflum, bajunettum og stálhjálmum masjeraðu gjøgnum bygdina. Hetta var eitt drama! Hann segði, at her- menninir fingu innivist í ymiskum 10 húsum, harav 8 vóru vanlig sethús, sum fólk búðu í. Hetta var tó fyriskipað frammanundan, so húsini vóru til taks, tá ið hermenninir komu. - Tað, sum bretar fyrst og fremst løgdu seg eftir, var høvuðsstaðurin Tórshavn og síðan Skálafjørðurin, ið teir nýttu sum krígshavn. Seinni bygdu teir so eisini flogvøll í Vágunum. Jógvan segði, at teir, sum komu inn á Toftir og Nes, byrjaðu beinanvegin at gera seg út til at verja Skála- fjørðin - og seg sjálvar. Hetta varð gjørt við kanón- um, loftskjútsum, skotgrav- um, píkatráði og áhaldandi vaktarhaldi. Til tess at røkka sínum málum, vórðu nógvir bygningar reistir av ymiskum slagi. Hann segði, at herdeildir- nar skiftu; fyrst komu Royal Marines (RM), síðan Louvats Scouts (LS), Royal Engeiniurs (RE), Royal Artilleries (RA) og Camar- onian (CR). Á "yvirheddara" greiddi Jógvan ógvuliga gjølliga frá, hvussu herstøðirnar á Nesi og Toftum sóu út. Hesar vóru tríggjar í tali, tvær á Toftum og ein á Nesi, sum var tann størsta. Kendu bretar sum sína verju Jógvan segði, at krígg er í sjálvum sær nakað ræðu- ligt. - Um spurt verður, hvussu viðurskiftini vóru millum bretsku hermennin- ir og fólkið annars, eri eg sannførdur um, at føroying- ar kendu bretar sum sína verju ímóti tí ræðuleika, sum Hitler førdi manna- ættina út í. Hann segði, at viðurskift- ini millum bretsku her- menninar og vanliga føroy- ingin vóru stak vinarlig. - Og tað frøir okkum, at pápi David, Jesef McDine, hevur havt so rósandi orð um føroyingar. At enda segði Jógvan I. Olsen, at føroyingar og heimurin allur eigur at vera bretum takksamur fyri teirra lut í krígnum. David McDine og vinmaðurin, Roger Leighton, á grøvini hjá Magnusi og Onnu Elisabeth, sum doyðu ávikavist í 1982 og 1979. Inni hjá teimum sat pápi David, Roger, mangan væl og hevði tað gott. Mynd: Magnus Gunnarsson. 15 14 Nr. 132 - 13. juli 2002 - Tá vit í bløðunum sóu eftirlýsingina hjá Davidi McDine, sum peikaði beint á okk- ara nærumhvørvi, settu vit okkum í samband við familj- una hjá Magnusi og Onnu Elisabeth, segði Jógvan I. Olsen, sum er formaður í forn- minnisfelagnum í Nes kommunu. Hópur av fólki nýtti høvi at heilsa her- mannasoninum, tá ið hann vitjaði í gamla prestagarðinum á Nesi síðsta leygardag. FORKUNNUG VITJAN Vilmund Jacobsen Í Sosialinum fyrr í vikuni lósu vit um bretan og her- mannasonin, David McDine, sum vitjaði í Før- oyum síðsta vikuskiftið. David hevði ongantíð verið í Føroyum áður, men tað hevði pápin, Josef, sum var ein av bretsku her- monnunum í Føroyum undir seinna kríggi, ávika- vist í 1942 og 1943. Men hóast David ongan- tíð hevði verið her áður, so var hann kortini ikki heilt ókunnugur við landið og fólkið. Meðan Josef var í Føroyum, tók hann nógvar myndir ymsastaðni kring landið, og hesar hevði Dav- id við sær, nú hann og vin- maður hansara, Roger Leighton, vitjaðu. - Pápi tosaði altíð um Føroyar, og um hvussu fryntligt fólkið í Føroyum er. Hann vísti okkum myndirnar, hann hevði tikið og greiddi okkum frá teim- um, sigur David. Felagsnevnarin hjá Josefi fyri øllum blíðskapi og allari vinarligheit í Føroyum, var eitt heim á Toftum, sum tók sær so væl av honum. Í myndamappuni hevði Josef mynd av hjúnunum og børn- um teirra, men nú David skuldi koma til Føroya, visti hann ikki, hvør hendan familjan var. Tey gomlu vóru langt síðan deyð; tað visti hann, tí tað eru seksti ár síðan, pápi hansara var hermaður í Føroyum. David, sum fegin vildi hitta familjuna hjá Magnusi og Onnu Elisabeth, ið hevði verið so góð við pápa hans- ara, gjørdi tað, sum rætt var. Hann sendi familjumyndina, sum var í myndamappuni hjá pápanum, til Sosialin og ynskti at fáa at vita, hvørji hesi fólkini vóru. Myndin var ikki meira enn prentað í blaðnum, tá ið fólk fóru at gera vart við seg, og skjótt hevði David navnið á hjúnunum og børnum teirra á myndini. Hjúnini vóru Magnus Fr. Mikkelsen og Anna Elisa- beth Mikkelsen, fødd Thorkildshøj. Á stuttu vitjan síni í Føroy- um, eydnaðist Davidi at vitja inni í heiminum hjá teimum á Toftum, har pápin hevði so nógvar góðar løtur. Tríggjar av døtrunum hjá Magnusi og Onnu, Hertha, Simona og Poulina og fleiri av ættarfólkum teirra sam- an við hjúnarfelaga og børnum, vitjaðu á Toftum síðsta leygardag saman við Davidi McDine og vin- manni hansara, Rogeri. Hetta var ein stórur dagur í lívinum hjá hermannason- inum - at vitja aftur á slóð- ina hjá pápanum á Toftum og á Nesi. Í Sosialinum fyrr í vikuni greiddu vit frá vitjanini í heiminum á Toftum, og vit høvdu eisini eitt prát við David. Vitjaði á grøvini Úr heiminum á Toftum, bar leiðin út á grøvina hjá Magnusi og Onnu Elisabeth. Á gravsteininum stendur, at Anna Elisabeth er fødd, 27. januar 1898 og deyð 12. sep- tember 1979. Magnus er føddur 21. juni 1895 og deyður 18. august 1982. Eftir vitjanina á grøvini, varð farið oman í gamla prestagarðin á Nesi, sum í dag er bygdasavn, ið forn- minnisfelagið umsitir. Her hevði formaðurin í fornminnisfelagnum, Jógv- an I. Olsen, eina gjølliga frágreiðing um krígstíðina, og í samband við vitjanina hjá Davidi vórðu veggirnir skrýddir við myndum frá krígstíðini, ið Karin Kasta- lag hevði sett upp fyri fel- agið. Felagið hevur eisini hjálmar, gassmaskur, kúlur og aðrar lutir frá krígstíðini í varðveitslu, sum fólk sóu hendan dagin. Nógv fólk nýttu høvið at vitja í prestagarðinum hesa løtu, har gott kaffi og te saman við bollum og køk- um var at fáa. Eftir vitjanina í prestagarð- inum, bar leiðini hjá Davidi og fylgi heim til kanónina, sum fornminnisfelagið hevur standandi niðri í bønum á Nesi. Henda kanónin varð nýtt til verju av innsiglingini til Skálafjørðin undir seinna kríggi. Á byrjunarstigi Í áhugaverdari framløgu í prestagarðinum, sum varð týdd til enskt, segði Jógvan I. Olsen, at bygdasavnið eigur prestagarðin, sum er bygdur í 1863; tað er 20 ár eftir, at kirkjan á Nesi er bygd í 1843. Hann segði, at savnið eisini eigur eini onnur hús, sum eru frá nøkulunda sama tíðarskeiði. Hetta eru gomlu húsini á Gadd, sum í sínari tíð vóru eini fiski- manna og traðarmannahús, sum hann tók til. - Men vit eru framvegis á einum byrjunar-og uppbygg- ingarstigi til at hava eitt alment, opið bygdasavn. Higartil hava vit nýtt mestu orkuna til at taka hond um hesi bæði húsini hjá okkum, sum vóru illa farin. Jógvan segði, at enda- málið hjá fornminnisfel- agnum og bygdasavninum er at varðveita fornminni, ið hava fornfrøðiligt og sið- søguligt virði. - Og tað er heilt greitt, at seinni heimsbardagi - frá 1939 til 1945 - er ein partur av okkara søgu, legði hann dent á. Fleiri hermenn enn íbúgvar Jógvan vísti á, at krígstíðin hevði eina sera stóra ávirk- an á lokalsamfeløgini í Før- oyum, og hetta lýsti hann við at siga, at t.d. á Nesi vóru helst fleiri hermenn enn íbúgvar annars. - Vit hava roynt at gera eitt sindur við hendan partin av søguni hjá okkum. Vit fingu samband við ein skotskan hermann, Gavin Tayler, gjøgnum konu hansara, Di- anu, sum er higani av Toft- um. Vit høvdu eitt hugnaligt Tað var drama, tá vápnaðu hermenninir komu í land á Toftum Hópur av fólki var samankomin í gamla prestagarðinum á Nesi seinasta leygardag at heilsa uppá David McDine, ið vitjaði aftur á slóðina hjá pápanum, sum var hermaður í Føroyum í 1942 og 1943. Mynd: Magnus Gunnarsson. Jógvan I. Olsen greiddi hegnisliga frá herstøðunum á Toftum og á Nesi undir krígnum. - Tað var eitt drama, tá ið hermenninir komu heim á Toftir við mjólkabátinum, sunnudagin, 14. apríl 1940. Mynd: Magnus Gunnarsson. Í túninum í gamla prestagarðinum, David McDine og Hans Jakku á Gadd, sum minnist alla krígstíðina. - Vit sótu og hugdu at krígsfilmi hjá hermonnunum, tá ið vit knappliga hoyrdu harðar brestir; tá ið vit komu út um, sóu vit, at týskarar bumbaðu Carolinu Torden, sigur Hans Jakku. Mynd: Magnus Gunnarsson. Vitjanin hjá Davidi og vinmanninum, Rogeri, endaði við kanónina niðri í bønum á Nesi, sum hermenninir nýttu til verju av innsiglingini til Skálafjørðin, ið var krígshavn. Mynd: Magnus Gunnarsson. C M Y K 14