Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 132 - 13. juli 2002 17 Sunnudagin 14. juli fara greipuvinnarar- nir frá í fjør, B36, til Georgia til teirra higartil torførastu uppgávu í ár, tá Champions League dysturin móti goeorg- isku meistarunum Torpedo Kutaisi mikukvøldið stendur á skránni CHAMPIONS LEAGUE Heini í Skorini Í morgin gongur leiðin hjá føroyameistarunum B36 til Georgia, har liðið miku- kvøldið skal í eldin móti georgisku meistarunum Tor- pedo Kutaisi. Hetta verður uttan iva torførasta uppgávan hjá B36 í ár, tí umframt, at tað ikki hevur gingið væl í hond í landskappingini hjá greipuvinnarunum í ár, har liðið er á einum sætta plássi, liggur georgiska liðið sann- førandi á odda í heimligu kappingini. Jens Kristian skaddur B36 fær sostatt brúk fyri leik- arum við nógvum altjóða royndum, og í hesum føri er tað sera óheppi, at sjálvur lið- skiparin á A-landsliði okkara, Jens Kristian Hansen, ikki verður tøkur til dystin miku- kvøldið. Royndi verjuleikar- in hevur í longri tíð verið darvaður av skaða, og hann verður ikki klárur til Champi- ons League dystin móti Torpedo Kutaisi. Hinvegin er at fegnast um, at ein annar føroyskur landsliðsleikari, Julian Johnsson, er komin aftur til felagi, og fær fyrr- verandi Hull City leikarin uttan iva stóran týdning fyri B36 miðvøllin mikukvøldið. Umframt Jens Kristian Hansen er annar rumenin á B36 liðnum, Din Sandu, framvegis uttanfyri við skaða, meðan langtíðar- skaddu leikararnir Niels Joensen og Áki Mørk held- ur ikki eru tøkir. B36 spælir sum sagt miku- kvøldið 17 juli í Georgia, meðan returdysturin verður 24 juli á Tórsvølli. B36 til Georgia í morgin Eftir frálíku úrslitini hjá bridge landsliðn- um í Italia fyri stutt- um, vísir Føroya Bridge Samband á, at bridge er einasta ítróttagrein í Føroy- um, sum er útihýst á fíggjarlógini BRIDGE Heini í Skorini Føroya Bridge Samband hevur í tíðindaskrivi víst á, at ítróttagreinin ikki fær neyðugu sømdirnar frá myndugleikunum, og at mismunur verður gjørdur á ymsu ítróttagreinunum í Føroyum. Sambært Føroya Bridge Sambandi er tað sligið fast við 10 tumma seymi, at bridge er ein ítróttagrein. Fyrrverandi formaðurin í IOC (olympisku komiteini), Samaranch, hevur skrivað undir hesa viðtøku. Hóast tað er bridge útihýst á fíggjarlógini, meðan bæði ÍSF, FSF og Talvsambamd Føroya standa á fíggjarlógini við rímiliga stórum upp- hæddum. Hetta hóast talv- landsliðið telir seks leikarar og bridgelandsliðið telur 16. Nei frá Mentamála- stýrinum Føroya Bridge Samband hevur fyrr gjørt vart við henda trupulleika, og í 1998 varð skrivlig umsókn sent M e n t a m á l a s t ý r i n u m . Fyrispurningurin um pen- ingaligan stuðul varð nokt- aður, og hóast ein eingangs- upphædd varð játtað til EM, er hetta als ikki nøktandi, um ítróttagreinin skal mennast og áhaldandi umboða Føroyar í altjóða høpi. Føroya Bridge Samband sendi aftur umsókn í 2001 við fyrispurningi um fasta upphædd á fíggjarlógini, men einki svar er komið úr Mentamálastýrinum. Orsakað av góðu úrslit- unum undir EM kappingini í Italia fyri stuttum, hevur Bridgesambandið fingið fleiri innbjóðingar úr øðr- um londum, men higartil hevur føroyska bridge- leiðslan ikki verið før fyri at taka av innbjóðingunum orsaka av pengatroti. So- statt verður ítróttagreinin isolera frá londunum kring okkum, hóast føroyska landsliðið hevur prógvað seg at kunna kappast á hægsta stigi. Bridge hildið uttanfyri Fyrrverandi Hull City leikar- in Julian Johnsson skal leika sín fyrsta Europa Cup dyst fyri B36, og verður landsliðs- leikarin uttan iva ein lykla- leikari á miðvøllinum móti Torpedo Kutaisi mikukvøldið Umstøðurnar at rógva verða í Miðvági sagdar at vera framúr, og har vesturi halda teir seg kunna rokna við, at tað fer at ganga eins væl hesa ferð, sum tað gjørdi fyri fýra árum síðani UMSTØÐUR AT RÓGVA KAPP Jóannes Hansen Formaðurin í Róðrarsam- bandinum minti fyri ikki so langt síðani á, at tað er í Miðvági, at teir eiga metið, tá tað ræður um at fáa kappróðrarnar skjótt av- greiddar. Tá vestanstevnan var í Miðvági fyri fýra ár- um síðani, vóru tað bara ein tími og seks minuttir frá tí, at startskotið brast fyri fyrsta róðrinum og inntil síðsti róðurin var liðugur. Í Miðvágs Róðrarfelag er manningin ikki tann sama, sum hon var fyri fýra árum síðani. Sambært formannin er talan um nýtt, ungt og harvið óroynt fólk at skipa fyri kappróðrinum. Men formaðurin, Hans Jákup Jacobsen, letur væl at, at tey hava fingið góða hjálp og vegleiðing frá teimum, sum so ofta hava verið við. Formaðurin stúrir ikki fyri kappróðrinum. Heldur sigur hann seg gleða seg. Tá vit tosaðu við hann hóskvøldið var alt mest sum klárt. Sum vit áður hava sagt, so verður fyrsti róðurin ikki fyrrenn klokkan fimm í dag. Teir bíða eftir sjóvarfallinum. Miðvingar við innliti í umstøðurnar hava sagt, at tað ber ikki til at rógva, fyrrenn tað er hálvfløtt, og tað er tað klokkan fimm. Tá verður ungdómsróðurin, har fimm manningar skulu taka lut. So verða teir seks FM róðrarnir. Allar kappingarnar eru á túsund metrum verður sagt. Men tað er ikki heilt rætt. Sambært formanninum í Róðrarsambandinum, Hannisi Joensen, hevur Matrikulstovan mált kapp- róðrarmálið á Miðvági at vera 930,90 metrar. Tað vil siga, at málið er 29 metrar longri enn málið er á ólav- søku, tá tað verður kappast á 901,31 metrum. Er tað soleiðis, at bátarnir rógva seg upp á sandin, tá teir koma á mál, spyrja vit Hans Jákup Jacobsen, og hann svarar soleiðis: – So galið er tað ikki. Manningarnar nýtast ikki at stúra fyri, at bátarnir fara at standa. Men tær mugu ansa sær. Hetta skal skiljast so- leiðis, at tað ber ikki til, sum tað ofta sæst, at bátar- nir reka langt inn um málið. Tá bátarnir eru farnir gott og væl inn um málið, mugu teir skjóta eitt sindur á og so ansa sær, tá teir takka hvørjum øðrum fyri róð- urin og rópa hurrá. Tá vit tosa um umstøður- nar at rógva innanfyri grót- kastið, sum stingur úr Húsalandinum innanfyri Giljanes, so heldur formað- urin í róðrarfelagnum í Miðvági, at tað ber illa til at finna betri umstøður: – Tað valdast sjálvandi fyrst og fremst um veðrið, sum vit einki kunnu gera við. Men annars eru umstøð- urnar sera eins uttan mun til, hvar bátarnir liggja. Tað er ikki soleiðis, at teir, sum eru uttast ella innast, hava meiri ella minni viðrák ella mót- rák. Tað er so at siga sum í einum baðikari, og vit tora at siga, at fasti starturin verður góður og beinur. Tað verður hann, tí vit hava hava spent ein trossa frá Prestlandinum og yvir á Húsalandið. Hann er festur við kongum, sum eru stoyptir fastir. So er hann spentur við taljum, og so seta vit skeklar í. So hann skuldi verið rimmar fastur, og harafturat hava vit teymar inn í grótkastið, so eingin bugur skuldi komið í. Ætla tit at gera skjótari av enn fyri fýra árum síðani? – Tað er einki mál í sær sjálvum. Men tað átti ikki at verið ómøguligt, um alt lagar seg væl. Ta ferðina róðu genturnar tveir kvali- fiseringsróðrar, áðrenn tær róðu finalu. Hesa ferð verður bara ein genturóður, men so verður ein ung- dómsróður eisini. Smyril er settur at fara avstað aftur klokkan 19. Tá rokna vit við, at steypahandanin verður av. men stingur okkurt óvæntað seg upp, so rokna vit við, at Smyril lagar seg eftir tí. Hetta er jú ein kappróðrartúrur burtur- av hjá honum. Men vit fara at gera okkara besta. Róðr- armanningarnar og teir í Róðrarsambandinum hava fyrr í summar víst, at tey duga síni ting. Miðvingar borðreiða fyri róðrarfólkunum í kantinuni á Fiskavirking í Miðvági. Har fara róðrarfólkini at fáa skerpikjøt og annan góðan føroyskan viðskera, áðrenn tey fara at seta á teir 930 metrarnar. Sum í einum baðikari á 930,90 metrum Vestanstevnu kappróðurin verður fluttur tveir tímar í mun til tað, vanligt er á summarstevnum, orsaka av sjóarfallinum. Róð verður klokkan fimm seinnapart. Fjøra er klokkan trý, og tá er turt rættiliga langt út á vágna. Mynd: Edvard Joensen Formaðurin í Bridgesam- bandinum, Mortan Rasmussen 17 Nr. 132 • leygardagur • 13. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Dreymurin er eitt 10–mannafar Men tað tykist vera langt frá dreymi og til veruleika, tí í Vágum hava mannfólkini ikki luttikið yvir- høvur í kappróðri- num í summar VÁGAR OG KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Bara fimm 10–mannafør hava luttikið í teimum fýra FM kappingunum, sum hava verið. Teir somu fimm bátarnir fara at luttaka í Miðvági í dag, og tað hevur so við sær, at tað eisini verða hesir bátarnir, sum fara at hava rætt til at lut- taka í ólavsøkuróðrinum. Bátarnir eru Klaksvíkingur, Eysturoyingur, Nólsoying- ur, Havnarbáturin og Vest- menningurin. At tað bara eru omanfyri nevndu pláss og øki, sum eru umboðað í tí, sum ofta verður mett at vera størsta avbjóðingin at luttaka og vinna í, ber kortini ikki boð um, at áhugin fyri 10–mannaførunum ikki er aðra staðni í landinum. Sambært luttøkulistan hjá Róðrarsambandinum fyri í ár, so vórðu Kjølur, Suðuroyingur og Vágbing- ur meldaðir til kappingina. Teir hava kortini ikki luttik- ið. Tá tað var greitt, at tað ikki fór at eydnast at manna hesar bátarnir, vórðu feløg- ini noydd at frámelda, og so gjørdist dreymurin ikki til veruleika – í hvussu so er ikki í hesum umfarinum. Upp og niður við FS Vágum Í fótbólti hava teir vesturi í Vágum síðani 1994 staðið saman um FS Vágar. Tað hava teir gjørt, tí teir undir kreppuni ásannaðu, at tað fór ongantíð at bera til hjá SÍ, MB og SÍF hvørt í sín- um lagi at røkka upp ímill- um tey allar bestu. Royndin við FS Vágum hevur onk- untíð kenst trilvandi. Nú er FS Vágar í 2. deild, men tað gongst væl, og eingin, sum hevur við FS Vágar at gera, ivast í, at hetta er rætta kon- septið. Tað er ikki talingur um at fara frá oyggjafelag- num og til bygdafeløgini aftur – í hvussu so er ikki, um málið skal vera at vera við ímillum tey bestu. Í kappróðri er eingin yvirbygningur í Vágum, men har hevur tað kortini verið soleiðis, at fólk úr fleiri bygdum eru við til at manna bátarnar. Her verður hugsað um gentubátarnar Ørnina úr Sandavági, Frúnna úr Miðvági og Dúgvuna úr Sørvági og 6–mannafarið hjá miðving- um, sum eitur Riddarin. Tað er eisini mannað við kvinnum, og kvinnurnar í Vágum hava staðið seg so mikið væl, at tær kappast við tær í Klaksvík um at vera næstar eftir Jarnbard. Í undanfarnu róðrunum hevur eingin bátur úr Vág- um verið mannaður við monnum. Á vestanstevnuni í Miðvági í dag fara menn at manna Riddaran, men tað verður mest fyri at vera við í heimasjógvi. Áhugin at rógva kapp er ikki so stórur millum mannfólkini í Vágum, at tey hava megn- að at manna nakran bát, sum hevur verið førur fyri at taka lut í FM kappingini. Dreymurin Men formaðurin í Miðvágs Róðrarfelag veit at siga okkum, at áhugin fyri kappróðri er ikki heilt sørur millum mannfólkini í Vág- um: – Tað verður av og á tos- að um at fáa eitt 10–manna- far. Teir, sum royna at birta uppundir tað takið, halda, at eitt 10–mannafar hevði havt við sær, at áhugin, sum er fyri kappróðri í oynni, hevði sást aftur í, at tað hevði borið til at manna eitt 10–mannafar, sigur Hans Jákup Jacobsen, formaður í Miðvágs Róðrarfelag. Hann hevur ikki nakað boð uppá, hvussu ein so- vorðin bátur skuldi verið nevndur, men vit kunnu ditta okkum at skjóta upp, at tað hevði verið hugaligt, um eitt 10–mannafar, sum bar navnið Vágabáturin, kappaðist við klaksvíking- ar, eysturoyingar, havnar- menn, nólsoyingar og vest- menningar. Hans Jákup Jacobsen heldur, at veruleikin vísir, at tað er langt inntil dreym- urin hjá teimum omanfyri nevndu verður veruleiki: – Í vár var ætlanin at manna Miðving. Hann var flotaður einar tvær ferðir. Men báðu ferðirnar mis- eydnaðust royndirnar, tí onkrir fóru av. Teir hildu seg ikki hava tíð ella um- støður at venja so nógv, og tískil stendur 8–mannafarið í neystinum. Tað eydnaðist heldur ikki at manna Ridd- aran, og tá tað ikki eydnað- ist at manna 6–mannafarið, so haldi eg, at tað, tíverri, er langt inntil dreymurin um 10–mannafarið verður veruleiki. Tað hevði helst verið soleiðis, at áhugin fyri at rógva hevði verið øktur, um vit fingu eitt 10–mannafar, men tað skal helst vera ein nátúrlig menning, er skilagóða stað- festingin hjá formanninum í Miðvágs Róðrarfelag. Søgan Vágabátarnir hava ikki vunnið nógv FM heiti, men teir hava heldur ikki verið heilt sørir. Sum fleiri ferðir áður nevnt, so gongur FM søgan í kappróðri aftur til 1964. Fram til og við 1972 varð í serstøkum róðri eftir ólavsøku kappast um FM. Síðani 1973 hevur skipanin við stigum, sum framvegis verður nýtt, verið galdandi. 8–mannafarið úr Mið- vági var serliga tey fyrru árini oftast við í kappingini, og tað er ikki so langt síð- ani, at teir vunnu. Miðving- ur var føroyameistari í 1988 og aftur í 1993. Burtursæð frá hesum báðum sigrunum hava vágamenn ikki vunnið nógv, síðani FM skipanin varð broytt í 1973. Men frammanundan vóru teir ikki sørir: Miðvingur vann í 1965, og Sørvingur, sum eisini var eitt 8–mannafar, vann í 1970. Um hetta mundi hevði kappróðurin í Sørvági tað heilt gott, tí dreingirnir umborð á Dúgvuni vunnu FM trý ár upp í slag – í 1969, 1970 og í 1971. Hóast teir ikki hava lut- tikið í ár, so hava menninir í Vágum áður róð við fleiri bátum. Umframt Miðving- in kunnu vit nevna Fríggj- arin, Sørvingin, Norður- stovu Dánjal og Sandavágs- bátin. Í gentukappingini hevur gingið betur hjá teimum í Vágum. Frúgvin úr Mið- vági vann FM í fyrraárið, og Ørnin úr Sandavági hev- ur vunnið FM fimm ferðir. Dúgvan úr Sørvági og Beinta úr Miðvági eru kend kappróðrarnøvn. Og so er tað 6–mannafarið Riddarin úr Miðvági, sum hevur staðið seg so væl í ár. Tað kunnu vágafólk gleða seg um. 10–mannafarið er fram- vegis ein dreymur! Úr Vágunum droyma tey um, at oyggin í komandi tíðum fær eitt 10-mannafar 5–mannafør dreingir Fípan Fagra 21 stig Blikur 18 stig Sílið 17 stig Tjaldrið 12 stig Havfrúgvin 12 stig 6–mannafør kvinnur Jarnbardur 28 stig Páll Fangi 18 stig Riddarin 18 stig Gongurólvur 12 stig 5–mannafør gentur Sílið 28 stig Fípan Fagra 19 stig Blikur 13 stig Ørnin 12 stig 6–mannafør menn Smyril 26 stig Páll Fangi 21 stig Gongurólvur 15 stig Hvessingur 12 stig Strálan 7 stig Sølmundur 7 stig 8–mannafør Kvívíkingur 26 stig Argjabáturin 22 stig Knørrur 16 stig Húsavíkingur 10 stig 10–mannafør Eysturoyingur 22 stig Havnarbáturin 19 stig Vestmenningur 19 stig Klaksvíkingur 16 stig Nólsoyingur 8 stig Støðurnar í FM kappingunum eftir at fýra umfør hava verið Bara í kappingini millum dreingjabát- arnar og tíggju- mannaførini er eing- in heilt greiður favo- rittur at vinna meist- araheitið FM KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Næstsíðsti kappróðurin í hesum róðrarárinum verður í Miðvági í dag. Talan verð- ur um kapping á knapt eitt túsund metrum, og tað verður ivaleyst bæði tætt og spennandi. Men longu undan næst- síðstu kappingini tykist tað vera greitt, at tað í dag verður gjørt av, hvør fer at vinna meistaraskapin í fýra av teimum seks kappingun- um. Jarnbardur í kapping- ini millum 6–mannafør við kvinnum og Sílið í kapp- ingini millum 5–mannafør við gentum hava fult stiga- tal. Jarnbardur er tíggju stig undan Páll Fanga og Ridd- aranum, og Sílið er níggju stig undan Fípuni Føgru. Tað vil við øðrum orðum siga, at eftir kappingina í dag verður munurin so mikið stórur frá Jarnbardi og Sílinum og aftur til hin- ar, at eingin teoretiskur møguleiki verður at taka tær aftur á ólavsøku. Í kappingini millum 6–mannafør við monnum er Smyril heilt væl fyri. Teir hava fimm stig fleiri enn Páll Fangi. Tað vil siga, at tað verður ikki nóg mikið hjá Páll Fanga, um teir vinna bæði í dag og á ólav- søku. Um klaksvíkingar skulu vinna FM, so skal Smyril enda aftari enn nummar tvey, samstundis sum Páll Fangi vinnur báð- ar kappingarnar. Avrikini fyrr í summar siga, at hetta ikki er sannlíkt. Í kappingini millum 8–mannaførini er treytin hjá Argjabátinum, at hann skal vinna bæði í dag og á ólavsøku. Um tað eydnast, so verður Argjabáturin FM vinnari. Um tað ikki eydn- ast, og um Kvívíkingurin stendur seg hampuliga væl, so verður Kvívíkingurin FM vinnari, og tað er møguleiki fyri, at FM heit- ið næstan fer at koma um Vestmannasund og til Kví- víkar í dag. Í kappingini millum 10–mannaførini og 5–mannaførini við dreingj- um er framvegis stórur spenningur, og hesar kapp- ingarnar verða neyvan av- gjørdar í dag. Hóast Fípan Fagra ikki hevur vunnið síðani á Skálafjørðinum, so eru klaksvíksdreingir fram- vegis á odda, men teir eru í harðari kapping við Blik, sum ikki enn hevur vunnið í ár, og við Sílið, sum hevur vunnið báðar kappingarnar, síðani teir vórðu kolldømd- ir á Skálafjørðinum. Hjá 10–mannaførunum er púra opið. Eysturoyingur er framvegis fremstur, men munurin til Vestmenningin, sum vann í Vági, og Havn- arbátin, sum í vikuni hevur verið í Miðvági og vant, er bara trý stig, og tað er einki at tosa um, tá havt verður í huga, hvussu stór kapping- in hevur verið í summar. Klaksvíkingur hevur eina ferð verið nummar tvey í summar. Teir í Klaksvík droyma um at vinna ein 10–mannafars róður fyri fyrstu ferð í 32 ár. Nú eru bara tveir møguleikar eftir í ár. Undir øllum umstøðum er lagt upp til sera spenn- andi kappróður seint seinn- apartin í dag. Fýra FM vinnarar kunnu verða kosnir í dag C M Y K 16