leygardagur 13. juli 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 132 - 13. juli 2002
Róðrarsambandið
hevur givið Miðvágs
Róðrarfelag loyvi til –
sum eina roynd – at
sjónvarpa kappróð-
urin beinleiðis á
internetinum
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Seinnapartin í dag verður
fyrsta
síðan
í
einum
nýggjum kapitli skrivað í
føroyskari kappróðrarsøgu.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
fer at bera til at fylgja bein-
leiðis við í kappróðri. Ikki
bara í útvaprsfrásøgnini,
sum er so kend, og sum
hevur so at siga borið
kappróðrinum uppi, síðani
Útvarp Føroya fór at senda
í 1957.
Men í dag fer at bera til at
fylgja við á skíggjanum.
Tað fer at bera til at fylgja
við
á
internetinum.
Adressan er krf.fo. Hetta er
heimasíðan hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag, sum framm-
anundan er sera áhugaverd,
og sum seinnapartin í dag
verður uppaftur áhuga-
verdari.
Tað er Miðvágs Róðrar-
felag, sum hevur tikið stig
til sjónvarpingina, sum
verður av endaspurtunum í
teimum seks FM róðrun-
um.
Hannis Joensen, formað-
ur í Róðrarsambandinum,
sigur, at teir hava fingið
eina umsókn frá Miðvágs
Róðrarfelag, og at teir hava
givið teimum loyvi at senda
beinleiðis um internetið:
– Vit hava aðrar sátt-
málar, sum vit sjálvandi
hava hugsað um. Eftir at
hava kannað viðurskiftini
hava vit gjørt av at geva
loyvi til hesa royndina, sum
vit halda vera áhugaverda,
sjálvt um teir, sum skipa
fyri, undirstrika, at talan er
um eina roynd.
Møguleikin er har
Tá Sjónvarp Føroya fyri
heilt fáum árum síðani fór
at senda endaspurtirnar frá
teimum seks FM kappróð-
rarstevnunum, varð tað
millum róðraráhugað mett
sum stórt framstig, sjálvt
um hetta var at síggja í
sjónvarpinum fyrst tríggjar
og so tveir dagar eftir, at
kappingarnar høvdu verið.
Teknisku møguleikarnir
eru stórir, og menningin
gongur við rúkandi ferð. Tí
er tað ikki undarligt, at tað
nú verður roynt at senda
kappróður á internetinum.
Tað
er
Kristian
Eli
Zachariasen, formaður í
Klaksvíkar Róðrarfelag og
umsitari av heimasíðuni hjá
róðrarfelagnum í Klaksvík,
sum stendur fyri royndini.
At hjálpa sær hevur hann
Jónleif Jørgensen, sum er í
nevndini í Miðvágs Róðrar-
felag, og sum dagliga
arbeiðir hjá Føroya Tele.
– Hetta er ein fyrsta
roynd. Vit hava akkurát
fingið skrivliga loyvi frá
Róðrarsambandinum, sum
sigur, at vit hava loyvi at
senda, segði Jónleif Jørgen-
sen fyrrpartin í gjár.
Kristian Eli Zachariasen
heldur ikki, at munurin
millum at taka myndir og at
senda livandi myndir er
serliga stórur, men hann
undirstrikar enn eina ferð,
at talan er um eina roynd:
– Vit seta eitt upptøkutól
upp dygst við málið. Har
hava vit á undanfarnu
stevnunum tikið myndir
upp, sum eru lagdar út á
heimasíðuna hjá okkum.
Munurin frá teimum ferð-
unum og til hesa ferð er, at
nú tekur upptøkutólið liv-
andi myndir, sum umvegis
telduna fara beinleiðis á
internetið. Talan verður um
eina forskjóting upp á
nøkur heilt fá sekund, men
tað verður so gjørt bein-
leiðis. Sjálvandi verður
góðskan treytað av, at vit
bara hava eitt upptøkutól,
men hetta er ein roynd, sum
vit rokna við, at fleiri fara
at hava áhuga í, sigur
Kristian Eli Zachariasen,
sum er formaður í Klaks-
víkar Róðrarfelag.
Á heimasíðuni krf.fo er
meiri at frætta um royndina
og hvat skal til fyri at tað
skal bera til at fylgja við.
Nýggi TB-leikarin
hevur í ungdóms-
árunum spælt saman
við fótbóltsstjørnum,
sum Beckham, Butt,
Neville og Gillespie
SPÆLARASKIFTIÐ
Páll Holm Johannesen
Fríggjamorgunin var ætl-
anin, at TB og enski mið-
vallarin,
Craig
Dean,
skuldu skriva undir ein
leigusáttmála fyri seinni
hálvu av føroysku lands-
kappingini. Partarnir eru
samdir um treytirnar í
sáttmálinum, men seinasta
undirskriftin vantar fram-
vegis. Í løtuni er Craig
Dean knýttur at enska
felagnum Kidderminister
Harriers. Hann hevur í
longri tíð verið skaddur, og
er í løtuni við at koma fyri
seg.
Fortíð við Manchester
United-unglingunum
Craig Dean var í ungdóms-
árunum knýttur at enska
stórfelagnum Manchester
United. Hann er frá ár-
ganginum 1975, og er 26
ára gamal. Árgangirnir
1974 og 1975 eru gyltir
árgangir hjá Manchester
United. Leikarar sum Gary
og Phil Neville,Nicky Butt,
Paul
Scholes,
David
Beckham, Ryan Giggs,
Robbie
Savage,
Keith
Gillespie og Jovan Kirovski
eru allir spælarar, ið eru
føddir í hesum tíðarskeið-
num.
Bæði í1992 og 1993 var
spældi unglingaliðið hjá
Manchester United seg
fram í FA Youth Cup final-
una. Í 1993 var Craig Dean
við á unglingunum hjá
Manchester
United,
og
ímillum liðfelagarnir tald-
ust so mætir fótbólsspæl-
arar sum Beckham, Neville
brøðurnum, Butt, Gillespie,
Savage og Kirovski. Hetta
kann tykjast lítið sannlíkt,
at spælari við fortíð í
Manchester
United
er
endaður á Tvøroyri, men
Sosialurin hevur leitað sær
fram gomul Manchester
United bløð frá 1993 og
1994, og har er Craig Dean
nevndur
sum
ein
av
miðvallaleikarunum
á
unglingaliðnum.
Sir Alex Fergusson hevur
fleiri ferðir róst unglinga-
liðnum fyrst í 90-árunum,
sum hann metir verða teir
bestu í felagnum nakrantíð.
Tá Manchester United á
sumri ´96 valdi at sleppa
sær av við so týðandi leik-
arar, sum Andrei Kanchels-
kis, Paul Ince og Mark
Hughes, prógvaði Fergu-
son, at hann hevði álit á
teimum ungu stjørnunum.
Uttan himpr, vórðu spæl-
arar sum Beckham, Schol-
es, Butt, og Neville brøð-
urin settir inn á liðið, og tá
árið var av, hevði United
vunnið greipuna. Eisini í
Treble-liðnum trý ár seinni,
vórðu spælarar frá ung-
linga-liðnum tær berandi
kreftirnar.
Av Tvøroyri siga tey, at
Craig Dean sigur, at hann
enn heldur sambandið við
liðfelagirnir frá 1993 við
líka, og teir plaga at møtast
nakrar ferðir um árið. Ikki
kann sigast, at fótbólts-
lagnan hjá Craig Dean
hevur verið líka glæsilig,
sum hjá liðfeløgunum frá
Manchester United . Hann
spældi í unglingadeildini
hjá United í 93 og 94, og í
1995 var hann at finna á
eykaliðnum.
Hann varð leyslatin í
1995 av United, og hevur
síðan spælt í Sogndal og
eitt skiftið í USA. Í Sogndal
var Craig Dean m.a. lið-
felagi hjá Julian Johnsson,
Kurt Mørkøre og Hans
Fróða Hansen. Nú er hann
so endaður á Tvøroyri, har
hann skal royna at tryggja
TB-liðnum framhaldandi
sess í bestu føroysku fót-
bóltsdeildini
Craig Dean kemur rætti-
liga av eini fótbóltsfamilju,
systurin er gift við fyrr-
verandi Manchester United
og Leeds stjørnuni, Lee
Sharpe, og eisini hevur
hann eitt systkinabarn, sum
eru við í 1. liðs hópinum
hjá Aston Villa.
Ætla sær ikki at
arbeiða í Føroyum
Vanligt er, tá útlendingar
koma hendavegin at spæla
fótbólt, at teir umframt
fótbóltin, eisini hava ar-
beiðið við síðurnar av.
Craig Dean ætlar sær ikki
at arbeiða, meðan hann
steðgar í Føroyum. Hann
ætlar sær at venja tvær
ferðir um dagin, so hann
kemur í form, tá hann
kemur niðuraftur til Kidd-
erminister.
Craig Dean kom til
Føroya annan týsdag, og er
nú fari heim í summarfrítíð.
Hann skal ætlandi verða í
Føroyum aftur 22. juni, tá
TB fer undir fyrireiking-
arnar til seinnu hálvu.
Onglendinurin Craig Dean:
Av Old Trafford á Sevmýri
Kappróðurin beinleiðis á internetinum
Unglingarnar hjá Manchester United frá 1992, við stjørnum sum David Beckham, Nicky Butt og Gary Neville á liðnum. TB-
leikarin Craig Dean var ikki við fyrr enn árið eftir
C
M
Y
K
18
Nr. 132 - 13. juli 2002
19
JARÐARFERÐ
Ragnhild Elingsgaard
Hósdagin klokkan 13.30
stóð tíðin í Klaksvík still,
meðan býurin var íklæddur
tann tyngsta sorgarkappan.
Inni í Christianskirkjuni
sótu øll tey, ið ynsktu at
fylgja 21 ára gamla Høgna
á Steig til hansara seinasta
hvíldarstað her á foldum.
Hesin ungi drongur lat lív
sítt í eini syndarligari
ferðsluvanlukku í heim-
staðnum seinasta vikuskift-
ið. Ein vanlukka, sum fyri
tey flestu tykist óskiljandi
og púra meiningsleys.
Eftir Høgna sita foreldur,
systkin, genta, dóttir og eitt
ótal av vinum. Fyri tey má
hesin syrgiligi tilburður
sýnast uttan enda, og tungt
er at koma ígjøgnum saknin
og sorgina, sum fer at vísa
seg komandi tíðina.
Høgni hevði nógvar vin-
ir, og var ein sera avhildin
drongur. Hetta sást eisini
aftur á mongdini, sum
ynskti at sýna honum hend-
an síðsta heiður.
Hóast kirkjan er stór og
rúmlig, so var trongligt inni
hesa løtuna. Høgni á Steig
var ein lívsglaður drongur,
og mundu flest allir klaks-
víkingar kenna hendan
smílandi unglinga av navni.
Av tí sama er torført at
skilja, at vit ikki longur
koma at síggja Høgna
koma gangandi eftir gøtun-
um í Klaksvík.
Meginparturin av fólkin-
um í kirkjuni vóru ung fólk
í besta blóma. Ung fólk,
hvørs lív júst veruliga er
byrjað. Eingin dugir at
síggja nakað endamál, og
eingin skilir, hvussu eitt lív
kann slókna so brátt.
Tó sær ein hendan dagin,
at lívið bert er til láns í eina
stutta stund, og at vit kenna
ikki dagin í morgin.
Prestur helt eina sera
góða talu, har hann millum
annað eisini kom inn á,
hvørja gleði, Høgni hevur
veitt sínum nærmastu ta
stuttu tíðina, hann fekk her
á fold.
Hetta var sami prestur,
sum bæði hevur doypt og
fermt Høgna í somu kirkju.
Og nú eisini fylgt honum til
hansara síðsta hvíldarstað.
Spurningarnir eru nógvir,
men svarið kennir eingin.
Vit vita ikki, hví tað hesu
ferð skuldi gerast júst
Høgni, sum varð tikin frá
hansara
nærmastu.
Vit
kenna og skilja heldur ikki
teirra sorg, men drýpa okk-
ar høvur í djúpastu sam-
kenslu.
Eisini lata vit tankar okk-
ara leita til hinar báðar ung-
lingarnar, sum vóru í sama
bili sum Høgni, tá vanlukk-
an hendi. Vónandi finna
teir styrki til at koma
ígjøgnum hesa sváru tíð.
Mátti hendan syrgiliga
vanlukka lært okkum onnur
at virðismeta tað lív, ið vit
hava.
Við hesum ynskir Sosial-
urin at lýsa frið yvir minnið
um Høgna á Steig, hvørs
lív endaði alt ov brátt.
Mátti Harrin styrkt øll
tey avvarðandi í hesum og
komandi
tungu
tíðum.
Sosialurin djúpastu sam-
kenslu.
Góða mamma, alt eg gloymi
alt tað, sum eg sá í dag
langt burtur eg meg droymi
til ein fagran, fríðan stað.
Har man Jesuspápi búgva
vakrar blómur vaksa har
langt,
hagar hvítir einglar flúgva
flúgva einaferð við mær.
Klaksvík
í sorg
19