leygardagur 13. juli 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 132 - 13. juli 2002
Nr. 132 - 13. juli 2002
21
- A town out of time
og ein bókaheimur
HUGLEIÐINGAR
Kim Simonsen
Teir tríggir ungu lesandi á
cafeini uttanfyri gomlu
Stiftkirkjuna hava skegg, ið
fær teir at líkjast villum
Schwartswalds bóndum úr
týska
háromantikkinum,
ella hábornum andans reik-
arum yvir tokuhavið, sum
myndin hjá Caspar David
Friedrich.
Í Tübingen eru nærum øll
lesandi ella lærarar, tí her
eru 25 túsund lesandi úr
øllum heiminum. Í Tübing-
en er einki universitet,
Tübingen er eitt universitet,
taka tey til orðanna, serliga
gudfrøðin í Tübingen er
framkomin, kanska tað
besta staðið í heiminum at
lesa hetta fak, saman við
týskari heimspeki. Hetta er
ein bókabýur, fullur í bók-
handlum,
bókalærdum
monnum og kvinnum, sum
saman við einari fantastisk-
ari traditión fyri góðum
víni ger býin til eina fragd
at vitja.
Hjartað í býnum er sera
vakurt við Ráðhúsinum frá
1435, og alt torgið rundan
um, er einans bygt við
bygningum í suðurtýskum
miðaldar- og romantiskum
byggistíli, ið gevur ein heilt
serligan dám, av landsbygd,
bóndahúsi og av Suður-
týsklandi. Gongur leiðin
eftir Burgsteige, kemur ein
spakuliga
nærri
einari
miðaldarborg, ið er varð-
tekin hjá Tübingen. Borgin
er bygd í ymiskum stíli og
rákum frá 1078 til 1817.
Ávegis niðan til hesa borg
komu vit fram við einum av
hesum: "Burschenschafft-
en", t.v.s. íbúðir fyri les-
andi, ið meiri minnir um
eina borg. Tey, ið koma inn
her, búgva ókeypis, men
gjalda eftir at tey eru liðug
at lesa. Hesir felagsskapir
fyri lesandi eru einans fyri
útvald, tí torført er at koma
inn, sigst. Slík støð hava
nógvar gamlar siðir, m.a. at
berjast við svørði, har tað
er ein heiður, og eitt aðal-
borið tekin at vera "geslag-
en", t.v.s. at ein hevur eitt
sjónligt arr, serliga fínt er
tað at hava eitt í andlitinum.
Nógv lesandi í Tübingen
dáma ikki hesar felagsskap-
ir, tí teir eru elitudyrkandi,
tjóðskaparligir og kon-
servativir, men eingin veit
rættuliga, hvør býr her, og
hvussu tað er at búgva eitt
slíkt stað. Tað, at hesir
bústaðar eru so afturlatnir
og fullir í loyndarmálum,
fær bert søgurnar at ganga
um teir, so sum, at tað bert
eru
komandi
leiðarar,
fíggjarfrøðingar og advo-
katar, ið búgva har, at teirra
arr, eftir loknan lestur
kanska eru tigandi og sjón-
lig atgongumerki inn til
valdsins bonaðu gólv. Men
soleiðis er hetta helst eitt
paradoks, tí vóru slík støð
opin fyri øllum, so fall
"mystikkurin" til jarðar
samstundis. Slíkir "felags-
skapir" siga okkum nakað
um samfelagið annars, at
hesir bert eru ein spegil av
valdsjavnvágini í sjálvum
samfelagnum. Ongland og
USA er á tremur við slík-
um, meðan Týskland er
øðrvísi og nógv meiri líkt
t.d. Danmark og restina av
Norðanlondum, t.d. kostar
tað einki at lesa á Eber-
hardt-Karl Universitet-in-
um, ið bjóðar nakrar av
heimsins bestu útbúgving-
um.
Ein meiri hugnaligur og
opin studentabústaður er
Evangelisches Stift, har
serliga
gudfrøðilesandi
búgva, koma tey frá Baden-
Wurttemberg er tað ókeypis
at búgva her. Her hava bæði
G.W.F. Hegel, Friedrich
Holderlin, Johannes Kepler
búð, tí Stift var upprunaliga
eitt klostur bygt í 1264. 13
ár eftir trúbótina í 1534,
byrjaðu lesandi eisini at
búgva har.
Inni í Holderlintorninum
er framsýning av íbúðini
hjá týska yrkjaranum. Í
hesum døgum eru eisini
bókadagar í Tübingen, ein
ørgrynna av nýggjum týsk-
um rithøvundum, ið lesa úr
verkum teirra. Konsertir
eru í húsunum hjá Herman
Hesse
á
Herrenberger
Strasse 28.
Beint omanfyri er heim-
spekis- og listasøgu-bygn-
ingurin á Eberhard Karls
Universitetinum, har týski
heimspekingurin
Hegel
lærdi frá sær um andana
fænomenologi, søguheim-
speki, og ikki minst um
andan í romantisku hug-
sjónini. Her frá skuldu
tankar koma, sum Karl
Marx og Frederick Engels
nýttu og broyttu, soleiðis at
sjálvt tíðin og 19. og 20.
øld. komu at broytast.
Ein bókaverð
Tað er ein fragd at vitja
bókahandlar í Týsklandi,
sum heild eru teir stórir og
villingarsamir, men tey,
sum arbeiða har, vita nær-
um alt ein kann fáa tørv á at
vita, og meiri. Tübingen er
sum ein stórur universi-
tetsbýur á tremur við hes-
um bókahandlum, ofta eru
teir í fleiri hæddum, og
einki ger tað, um ein støðg-
ar í fleiri tímar, har eru
stólar og borð sett upp til
tað sama. Týskar bøkur eru
væl úr hondum greiddar,
serliga fakbøkur kunnu
keypast bíliga. Eingin kann
koma aftur um, og siga
nakað ringt um innihaldið í
einari týskari frøðibók,
men tíverri útgeva forløg
sum Philipp Reclam í Stutt-
gart, Max Niemeyer Verlag
í
Tübingen,
Wissen-
schaftlige Buchgesellschaft
í Darmstadt, Felix Meiner
Verlag í Hamburg og Suhr-
kamp, ótrúliga ljótar bøkur.
Philipp Reclam røðin er
gul, har allar hesar tús-
undtalsbøkur eru útgivnar í
einum formati, ið skuldi
verið bannað, tær eru eini 8
x 15 cm, til stødar, t.v.s.
Tübingen – ein perla í Týsklandi
Tübingen er ein perla, ein friðaligur staður, fullur av kirkjuklokkum, bókahandlum eitt øki sum skapt til langan lestur, ein hvíldarstaður í týska heiminum. Sum eitt stórt leiktjald í einum filmi,
púra óskalað av bumbum, so vakurt er her, at friðurin bara kemur soleiðis spakuliga á ein.
siga nógv minni enn ein
Disney Jumbo bók. Har
standa tær á rað, øll
heimsins
klassikaradýrd
ílatin henda gula minibúna,
á forsíðuni ein svørt strika
og ljótt stavsnið, ongantíð
ein mynd á forsíðuni. Í
hesum formatinum finnir
tú stór verk um listasøgu,
heimspeki
og
bókmentaverk
við
hundraðtals notum, men alt
er sprongt niður í hesar
ræðuligu 8x15 cm snorgulu
forsíður. Felix Meiner og
Max Niemeyer fylgja sama
stíli, har øll røðin av bókum
hjá hesum forløgum eru,
annaðhvørt græsgrønar og
lortabrúnar, tveir ræðuligir
litir. Men her stendur betur
til inni í sjálvari bókini, ið
tó er lesandi, serliga Max
Niemeyersa
bøkur
eru
góðar at lesa, meðan tær frá
Felix Meiner hava alt ov
lítlar stavir. Soleiðis er tað
eisini hjá Suhrkamp, teirra
klassikarrøð er ljót sum
arvasyndin, og teir kunnu
rósa sær av at útgeva bøk-
urnar hjá Hermann Hesse,
Ludvig Wittgenstein, Ber-
told Brecht, Max Frisch,
Paul Celan, Teodor W.
Adorno, at teir hava týtt og
útgeva
enn
Laxness,
Proust, Elliot, Shaw og
hópin av øðrum. Í hesum
døgum er tað mest fólk sum
Magnus
Entzensberger,
Martin Walser, Uwe John-
son, Peter Weiss, ið mynda
frontin
hjá
Suhrkamp
forlaginum. Men sjálvandi
eru tað samlaðu útgávurnar
hjá Adorno, Benjamin,
Ernst Bloch, Wittgenstein,
Habermas, Norbert Elias ið
eru nógv seldar, saman við
verkum eftir sosiologum
sum Niklas Luhmann og
Peter Sloterdijk. Men hví er
tað soleiðis, hvat er galið
við eini mynd, hví eru hesi
útgevararfeløg so von við at
bøkur setur man ikki
myndir á? Tað er helst ein
gamal
siður,
ein
ikonoklasiskur partur av
mentanini, ið vanlig bløð
sum Die Zeit eisini hava
nakað av, hetta, at myndir
eru einkisigandi, ikki veru-
ligar, har t.d. Norðurlenskar
avísir eru á tremur av
myndum, eru tær týsku
púra tóma fyri myndir.
Vín og góðir dagar
Meðan eg sat á torvinum
her við Stiftskirsche í
Tübingen, her er ein café,
ið skjótt gjørdist mín fasta
café, ein sera góðari café,
her kom eg at hugsa um, at
Tübingen og Suðurtýsk-
land er ein vakur heimur,
óvanliga flott hús, blomst-
urkassar, vøkur náttúra og í
býum sum hesum, er alt so
ótrúliga reint, alt virkar, er
effektivt og tænastustøðið
er so høgt, at ein mangan
gerst tortrúgvin, hetta mót-
vegis
t.d.
grannanum
Fraklandi, har alt er sum
best ber til, tó fult í mentan,
bergtakandi sjarmu, men
hvørt vesi er brotið, ella so
ólekkurt, at ein mangan er
um at bakka út aftur. Eg
elski tó Frakland, fyri
mentan teirra, matgerð,
vín, stilla tónan og lívs-
gleðin í Provence, teirra
cognac og heimsins bestu
calvados. Men ljótu bøkur-
nar kann eg kanska fyri-
geva, tí tá ein er her, er alt
so vakurt sum eitt postkort.
Eftir Eurosamarbeiðið er
alt eini 20 til 30 prosent
dýrari, serliga fyri okkum
merkist hetta á banka-
bókini, hesir EURO peng-
arnir (7,45 kr) eru nærum
sum dollarar, sum í USA
renna úr mappuni við eini
øgiligari ferð, um ein ikki
ansar væl eftir. Týskarar
kalla henda nýggja pening
fyri "Teuro", ið er saman-
sett av orðunum "teuer"
(dýrt) og EURO. Tey ungu
lesandi søgdu mær frá, at
hetta beinleiðis merkir, at
fólk ikki fara so nógv á
café, í biograf ella út at eta
longur, tí aftaná 1. január
2002, settu nógvar mat-
stovur bert EURO merkið
ístaðin fyri Dmark. Týsk-
land er eitt land merkt av
ógvusligum ídnaði, fram-
burði, bilum og einum sera
høgum arbeiðsmorali, ið
fylgist við einum rættuliga
høgum livifóti. Týskarin,
serlíga í Suðurtýsklandi,
trýr uppá heimið, sum ein
basi í lívinum, bæði hús og
bilar eru av besta slag,
meðan klæði ikki eru í
hásæti. Í Fraklandi er tað
øvugt, har eru fólk meiri úti
á
caféum,
klæða
seg
ótrúliga væl, meðan heimið
kemur í aðru røð. Í Týsk-
landi eru bilarnir helst týsk-
ir, so sum BMW, AUDI,
Wolkswagen, Mercedes, og
um nokk er til av peningi
ein Porche. Í Fraklandi eru
teir
franskir
Peugot,
Citroen, mangan smáir og
orkusparandi. Fólk ferðast
ótrúliga nógv, kanska í mun
til í Føroyum, her er tað
nærum ein mannarættur at
fara uttanlands minst eina-
ferð um árið, men býr ein
her, er ein sjálvandi í Frak-
landi, Sveits ella Eysturríki
við bili eftir einum góðum
tíma, og ein flogferðaseðil
til teir stóru "týsku" býirnar
Mallorka ella Ibiza kann
ein keypa fyri eini 200
krónur við øllum.
Fólk her eru eisini nógv
meiri mynduleikatrúgv enn
eg eri vanur við, sum t.d.
hetta at seta listar upp
allarstaðir, ið siga, hvussu
alt skal handfarast, ordan er
neyðugur. Fólk skilja t.d.
alt burturkast sundur í fleiri
ruskspannir,
eg
lærdi
ongantíð at skilja ímillum,
hvat skuldi í hvørja, meðan
vit har heima hirða alt niður
í sama díki. Hetta gera tey
við sama treysti sum tey
verja hetta, at filmir skulu
eftirsynkroniserast
við
týskari talu. Persónliga
haldi eg, at hettaelvir til, at
fólkið ikki lærir onnur mál.
Men ringast er, at filmurin
er púra oyðilagdur, og
syrgiligt er at hugsa sær, at
eini 80 milliónir fólk í
Týsklandi hava ongantíð
hoyrt, hvussu vakurt enskt
Richard Burton tosaði,
hvussu danskt ella hvussu
kinversk úttala ljóðar.
Landið ber ein við sær,
og hetta kemur mangan
best til sjóndar gjøgnum
matin.
Týskarar
hava
nógvan góðan mat, serliga
havi eg lagt merki til teirra
hvítvín, og sjálvandi ein
livandi og stoltan ølsið. Tá
ein kemur á gátt hjá fólki,
bjóða tey vín ella øl, í
heimsklassa, teirra Riesling
drúva er sera væl eydnað,
betur enn í Norður Frak-
landi. Ølið í Týsklandi er
teirra stoltleiki, og eingin
ivi er um, at týskarar og
belgiumenn eru meistarar á
hesum øki. Vit vóru til eina
vínsmakking útí á einum
víngarði, ið var framúr-
skarandi, har okkurt gott
vínið varð keypt. Her er ein
onnur ond, eitt annað lyndi,
ið ikki er týskt um so, men
suðurtýskt. Fólk gloyma, at
Týskland er so stórt, at
mentalir og t.d. dialekt-
munir eru so stórir, at ein
týskari tætt við danska
markið ikki skilir eitt orð
av Schwaben týsku dialekt-
ini, alt broytist longur suður
ein kemur, eisini fólkið, her
eru vínmarkir, og eitt
veðurlag, ið minnir um
suðurlond á sumri.
Tübingen er ein perla, ein
friðaligur staður, fullur av
kirkjuklokkum, bókahandl-
um eitt øki sum skapt til
langan lestur, ein hvíldar-
staður í týska heiminum.
Sum eitt stórt leiktjald í
einum filmi, púra óskalað
av bumbum, so vakurt er
her, at friðurin bara kemur
soleiðis spakuliga á ein.
Tüingen, ein hvíldarstaður í týska heiminum
Universitetsbýurin Tübingen ein perla í Týsklandi
C
M
Y
K
21
20