leygardagur 13. juli 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 132 - 13. juli 2002
Nr. 132 - 13. juli 2002
23
Brot úr arbeiðsdag-
bókini á eini ferð til
Svarbard í juni mána
í ár. Frásøgnin verður
prentað í trimum
pørtum. Triði partur
kemur í seint í august
DAGBÓKABROT FRÁ
EINI SVALBARDSFERÐ
Jústinus Leivsson
Týsdagur 18. juni 2002
Vit loysa úr Longyear bý-
num, eitt navn sum onki
hevur at gera við nakað
langt ár, men er uppkall-
aður eftir fyrsta náms-
stjóranum her á staðnum.
Mr. Longyear ið var ameri-
kanari.
Tað fór at rulla beinan-
vegin, og hóast eg vanliga
eri sterkur á sjónum, so
fekk eg sjóverk. Best var at
halda seg á dekkinum. Har
gjørdist tó skjótt ov kalt og
so niður undir aftur at lata
meg í einar vindtættar
buksur, brølapu, oman á
henni húgvu og síðan hetta.
Dubbaður
í
føroyskum
vøttum, og eini fýra løgum
frá innasti til uttast, fór eg
aftur á dekkið og nú bar til.
Nú munti kuldin ikki, og eg
nýtti stórslignu náttúruna út
eftir Ísfjørðinum. Vit sigldu
fram við gomlum náms-
býum og sóu hesa stórbæru
og naknu nátúru. Eg kom at
hugsa um Føroyar, soleiðis
hava tær sæð út, tá seinasta
ístíð fór at hæsa av fyri
góðum 10.000 árum síðan.
Svalbard er enn ikki liðugt,
men verður brýnt og evnað
til av ísi og veðri. Onki land
er liðug, tí ein støðug
niðurbróting ferð fram, í
jarðfrøðini er eisini javn-
vág.
Vit løgdu at í Barents-
burg. Ein russiskur kola-
námsbýur uttalaga á syðra
armi á Ísfjørðinina inni á
einum lítlum fjørði. Ein
ung russisk dama tók í
móti. Hon tosaði enskt og
skuldi vera okkara ferða-
leiðari.
Hon
forklárari
longu á bryggjuni, at
sovjetiski staturin hevði
keypt hendan staðin frá
einum hálendskum firma í
1932, og síðan tá hevði
staturin
átt
minubýin.
Áðrenn høvdu russar verið
her, men undir fyrra kríggj
yvirtóku hálendingar min-
una. Nú er Sovjetsamveldið
burtur og Rusland eigur
býin.
Fólkatalið
hevði
svingað nakað. Onkuntíð
høvdu verið yvir 2000
manns. Nú vóru umkring
700 og 300 kvinnur.
So langt burturi, so langt
frá bygdum øki, so langt frá
sivilisatiónini
sum
í
Barentsburg finnir tú eitt
vakstrarhús. Jú eg lúgvi
ikki, og hetta vakstrarhús
passar ein klænvaksin mað-
ur úr Ukraine. Hann er nøk-
ur og fjøruti ár, sær eldri út,
svartar tenn og er blídligur.
Inni í vakstrarhúsinum er
vøksturin heldur bleikari
enn vit kenna hann suðuri
hjá okkum og longur suð-
uri. Eg spurdi meg sjálvan.
Hvussu ber tað til, at russar
hava vakstrarhús her. Jú teir
dyrka grønmeti til egið
brúk. Ukrainemaðurin vísir
errin tomatplanturnar. Tær
hómast smáar grønar á
plantunum. Um ikki so
langa tíð, so fara tær at lita
døgurðan her í Barentsburg
og uttan iva verða tær eisini
at síggja í onkrari tomat.
Og meðan vit ganga frá
vakstrarhúsinum, síggi eg
eina agurkuplantu í einum
vindeyga í eini íbúð, sum
vendir móti suðri.
Vit eru á veg inn í svína-
stallin.Føroyingar
kenna
einki til svínahald, og eg
var heilt ófyrireikaður. Fy
for den lede, sum ein føroy-
ingur eg arbeiddi saman við
í sjómannskirkjuni plagdi
at taka til. Ongantíð fyrr
Undir Norðpólinum:
Svalbard eitt land í gerð
Svalbard er eitt land í ger og
her sæst ein tindur verða
evnaður til av tveimum
jøklum
havi eg kent so ringan royk.
Tað setti at hjartanum og eg
mátti skunda mær út aftur.
Danskir tíðindamenn, sum
vóru við á ferðini, og sum
høvdu verið í svínaleiki
fyrr, vóru heilt órørdir av
situatiónini og bedýraðu, at
hetta var einki verri enn í
einum donskum svínastalli.
Har luktaði heilt svínagt-
ugt.
Uttanfyri gongur ein lítil
fittur hundur. Tað er ein tík
sum eitur Nadia. Hon er
blíð, og øll eru góð við
hana, eisini russar, sum hon
hittir, meðan hon eltir
okkum.
Og so eru vit inni í fjós-
inum, har heilt vanlig neyt
halda til. Og luktaði illa í
svínastallinum,
so
var
meira
heimligt
millum
góðsligu jótrandi neytini
við erna tarvinum fremst
og einum skinklandi ný-
kálvaðum
kálvi
aftast.
Ongan tíð fyrr havi eg verið
í so reinum fjósi. Ikki eitt
smusk sást á neytunum,
sum lógu turr og fjálg og
vælrøkt á saðuspønum.
Neytini geva mjólk og fekst
kjøt, sum kemur væl við,
her kolaniða er fýra mán-
aðir um árið. Eini 20 neyt
vóru í fjósinum.
Vit ganga heim í býin.
Her er alt russiskt, skitið og
ósjarmerandi. Tristur litur
og nógv í forfalli. Uppi í
eini brekku stendur Lenin
gamli stirdur í bronsu,
hesin
gamli
mordarin,
proletar-zarurin, sum lump-
aði heimin so dyggiliga.
Tað eru restirnar av hansara
veldi vit síggja í Barents-
burg. Men hann er søga og
tí eigur hann at varðveitast,
sigur ferðaleiðarin eins og
at bera í bøtuflaka fyri
honum.
Tað er so øtililga kalt at
ganga her, hóast sólin
skínur. Landnyrðingurin er
ikki at spæla við so norða-
laga, Hann kemur so beint
norðan úr Íshavinum av
sjálvum pólinum og hann
kemur frá einum lágtrýsti,
sum hevur volt ódn her á
leiðum í eina heila viku.
Eitt lágtrýst, sum slett ikki
eigur at vera her, tí hesa
tíðina í juni er vanliga
hátrýst við góðum veðri
yvir Svalbard.
Vit nærkast bygningin-
um, har námsarbeiðararnir
fara niður í námið. Har
standa nakrir á trappuni.
Teir skulu arbeiða niðri í
jørðini næstu seks tímarnar.
Teir vinna væl meira av
peningi
enn
felaganir
heima í Ukraine. Teir hava
bundið seg til eina tvey ára
kontrakt og næsta vaktin
styttir kontraktina nakrar
tímar. Munnu teir koma út
aftur. Í 1998 hendi ein
hervilig vanlukka í tí eina
náminum. Ein dygg gas-
spreinging og nógvir lógu
eftir á. Tann minan er nú
stongd. Tað er nógv gass í
kolinum á Svalbard og
minurnar hava kravt nógv
mannalív.
Og so koma vit endiliga
stird inn í eina matstovu,
eina barr við vodka og
øllum góðum. Og teir
skeinkja upp í vatngløs og
hitin rennir úr í kroppin, hjá
teimum sum leggja á.
Skjótt fara fólk at práta, og
tá vit skulu fara av stað
aftur, er tað onkur sum
hevur hug at sita eftir.
Og so keypa vit inn. Eg
standi fyri triðju ferð í
lívinum við eini russiskari
skinnhúgvu í hondini. 250
krónur kostar hon. Hinar
báðar eru báðar ov lítlar,
men góðir sølumenn hava
verið. Aðra keypti eg í
Moskva fyri 12 árum síðan
á veg til Kuba. Tá mundi
vitið verða minni enn
skilið. Í spølni gekk eg við
henni einaferð á Kuba og
ísmaðurin á leguni, har vit
hildu til, gjørdist so skakk-
ur, tá hann sá meg, at hann
bliknaði. Og tað er ikki
hvørsmannsføri, tá tú er
bikasvartur longu í móður-
lívi. Hina keypti eg í Singa-
pore frá einum arabiskum
handilsmanni
kallaður
Farouk. Hann mundi verða
ein góður seljari, tí honum
eydnaðist at sleppa av við
fleiri
skinnhúgvur
í
tropiska hitanum. Eg var
ikki tann einasti sum
keypti, men mín tódnaði og
er trong um skallan í dag.
Tú kann ikki stóla upp á
kaninskinn.
Eg
mundi
keypt eina húgvu afturat,
men so knappliga fór eg at
hugsa eitt sindur fornuft-
ugt. Hvat í allari víðu verð
skal eg við eini skinnhúgvu
í Føroyum. Har er ongantíð
so kalt, at tað rættvísger at
ganga við skinnhúgvu.
Skinnhúgvur
gera
ikki
nyttu fyrr tað er minus
nógv stig, og okkara regn
fær ein í skinnhúgvu at
líkjast einum hálvnýslokt-
um kálvi. Eg legði húgvuna
nøgdur aftur á hyllina.
Uttanfyri var nógv órudd
og gomul hús, sum ikki
verða nýtt longur. Standa
bara og forfalla. Børn eru í
Barentsburg. Vit síggja tey
ikki, men vit eru heldur
ikki allastaðni og ferðaleið-
arin greiðir okkum frá, at
ein nýføðingur er í bygdini,
ein valskapt genta sum
eitur Victoria.
Á Svalbard er reint vatn
ein trupulleiki, tað er ikki
so lætt at finna vatn, tá so
nógv frost er. Russar hava
funnið vatn hinumegin
fjørðin og eina vatnleidn-
ingur liggur niðri í fjørðuni
heilt inn á botn í Grøna-
fjørðinum og út aftur til
Barentsburg. Fýra manns
við familju eru hinumegin
fjørðin og ansa eftir vatn-
leiðingini og tey koma
sjálvdan til Barentsburg.
Teir liva einsamøll avbyrgd
við einum fjøri á breidd við
Skálafjørðin í millum sín.
Fólk koma av og á at vitja
í Barentsburg. Fyri tað
mesta eru tað norðmenn úr
Longyearbýnum, sum ligg-
ur longur inni í Ísfjørð-
ínum, sum Grønifjørður,
har Barentsburg liggur, er
ein síðufjørður til. Norð-
menn vitja á kavaskutara
um veturin. Sýslumaðurin
vitjar einaferð um vikuna
alt árið. Hann hevur egið
hús nakað innanfyri bygd-
ina Baretnshús. Hann kem-
ur við egnari tyrlu og koyrir
við egnum bili við sjafføri,
tá hann skal vitja russiska
konsulin. Teir hava nógv at
tosa um. Sýslumaðurin skal
eisini halda eyguni eftir, at
russar halda umhvørvis-
forskriftirnar og tá hevur
tað ikki so nógv at siga, at
óruddiligt er. Størri týdning
hevur tað hvat verður latið
út á sjógv av eiturevnum frá
náminum.
Mikudagur 19. juni
2002
Stolta svenska skútan Orige
er komin út í rull, vit halda
leiðina norðureftir móti Ny
Aalensund, sum liggur eini
80 fjórðingar longur norð-
uri. Vit skulu sigla innan-
skers millum longu oynna
Forland og meginlandið.
Hetta er eitt sindur av
luksusi, sum annars vit sita
og droyma heima um
vetrarnar. Eitt lítið skip, har
vit búgva í tveymanns-
lugarum, og fáa alla ser-
vering
frá
manningini
umborð. Vit ótu døgruða,
áðrenn vit løgdu frá landi
úr Baretnsburg. Benløse
fugle og forrætt. Sera leski-
ligt, serverað av grýtulapp-
anum,
einum
norður-
svenskum
kokki,
sum
forkelar okkum umborð.
Kathútsjomfrúin serverarar.
Eg havi fortalt henni mína
hemmiligheit við sukur-
sjúkuni og hon fær umsorg-
an í eyguni, hon eltir meg
við millumbreyði á allari
ferðini. Kaffi og konjakk er
at fáa allan dagin. Eitt
klaver er niðri undir, og tá
ein finnskur tíðindamaður
hevur fingið konjakið niður
um, so setir hann seg at
klimpra tann villasta jassin.
Men rullið køvdi jassin
og her gjørdist eitt sindur
manntómt. Eg tørnaði inn,
men kahúttsfelagin hjá
mær gjørdi enda á náttini
við at koma dýrandi fullur
inn um trýtíðina. Hann var
ikki vanur við skipslív
stakkalin. Fór á vesið uttan
fyri gloymdi at lata hurðina
aftur og hon bankaði nakra
ferðir heilt tamarhaldsleyst,
og eg var vakin, sum ein
lúrandi køttur, beint áðrenn
hann loypir á. Eg bannaði
finnan niður í sand og øsku,
men fyrigav honum løtu
seinni, hatur og andvekur
hóska illa saman. Og fittur
er hann eisini.
Nú gjørdist fjørðurin
víðari og vit høvdu hann
beint ímóti. Eg spenti meg
fastan í koyggjuni, men
hvíld gjørdist lítil. Eg
vaknaði aftur, tá vit lógu vit
bryggu í Ny-Aalesund.
Áh sum her er vakurt. Ny
Aalesund liggur á syðra
armi á Kongsfjørðinum.
Her eru jøklar at siggja
allastaðni, stórir jøklar sum
ganga beint í hav. Okkurt
minni ísfjall er eisini at
síggja. Inni á botni inni í
landinum standa tríggir
vakrir tindar, Tre Kroner
verða teir nevndir. Teir eru
vartekin yvir hendan býin
og kolanámsmenn hava
kent seg heima, tá teir hava
sæð hesar tindar.
Ny Aalesund er ein fyrr-
verandi námsbýur, grund-
lagdur í 1917 av einum
norðmanni sum var ættaður
Brandal – tætt við Aale-
sund. Síðan 1963 hevur
einki kolavirksemi verið í
býnum. Tað endaði syrgi-
liga við eini gassspreinging
inni í náminum. 21 mans
lógu eftir á og bert 10 av
teimum fingu kristna jørð.
Hinir eru enn í náminum.
Hetta var endin á eini
daprari søgu. Síðan kríggið
høvdu 75 manns latið lív í
náminum. Tað skuldi júst
lata aftur. Teir høvdu gjørt
klárt til eitt nýtt. Trygdin
var ikki í lagi og vanlukkan
endaði við eini politiskari
gølu í Noregi, sum endaði
við at javnaðarstjórnin,
sum hevði sitið við valdið í
mong ár mátti fara frá.
Jú vakstarhús er hjá russum á Svalbard
C
M
Y
K
23
22