leygardagur 13. juli 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 132 - 13. juli 2002
Nr. 132 - 13. juli 2002
25
Føroyska náttúran
kann við øllum sínum
ríkidømi metast javnt
við alt annað, ferða-
vinnustøð úti í heimi
hava at bjóða. Tað eru
nýggj ting og inntøk
at finna, hvørja ferð,
tú fert á fjøllini
VÁRGONGA
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Slættanes: Kend fuglaljóð,
luktur av haga og tutlandi
áarløkir, sum ein hevur
sæð, hoyrt og merkt so ofta
fyrr, gerast sum spildur-
nýggj upplivilsi, hvørja
ferð, gingið verður á før-
oysku fjøllunum.
Telefonin ringir seint
mikukvøldið. Fjallboð á
Slættanesi í morgin ári. Um
eg havi hug at koma við. Jú,
tað er sjálvsagt. Slík boð er
ikki fyri neyðini at endur-
taka. Svarið er ja.
Hósmorgun. Klárt upp á
hvønn tind og lýtt. Sólin er
ikki reiðiliga frammi, men
hevur hug at kaga ígjøg-
num, tó hon vinnur ikki
rættiliga á skýloftinum.
Eri nakað tíðliga á veg, tí
enn hevur eingin ringt og
sagt frá, um farið verður,
soleiðis sum vanligt er.
Men hjá tí, sum plagar at
ganga fjøllini, er væl eingin
ivi um, at í dag er ikki at
hugsa um annað enn at
fara.
Jú, so ringir telefonin við
boðum um at vera klárur
um ein lítlan tíma.
So hittast vit, so heilsast
vit, og biða góðan morgun.
Tað legst til. Vanlig fjall-
skipan er hetta ikki, uttan
kanska hálvonnur. Minst.
Børnini eru við sum vera
man, og ein heil familja,
sum komin er úr Danmark
at halda summarfrí. Øll
vaksin fólk, so hetta fer at
muna væl í rakstrinum.
Seinni vísti seg, at eisini á
rættini gjørdi tað rættiliga
góðan mun.
Farið verður úr Sanda-
vági norður á Oyrargjógv,
har tríggir bátar standa og
bíða eftir okkum.
Útgerð og fólk verður
skipað inn, og síðan hildið
norður við landinum. Æð-
urnar liggja allan veg fram
við landi. Nógvir ungar
tykjast vera komnir á sjógv
í ár, og flokkarnir eru stórir.
Stuttligt at síggja tær í
flokki. Einir fýra fimm
vaksinir fuglar við upp mót
20 ungum. Varnar, tá vit
nærkast. Summar halda út á
Sundið, meðan aðrar eru
meira
listinlærdar
og
goyma seg innanskers. Fara
millum steinarnar, sum
standa leysir úr landi ella
bara kroysta seg upp móti
klettinum í vón um, at vit
kortini einki fara at gera
teimum.
So eru vit á Ørgusgjógv
og leggja at lendingini, har
er. Mestsum øll skipanin
fer upp her. Trý fólk eru
eftir á báti og skulu sigla
norður á Slættanes.
Men nú loypur av, so ein
bátur verður tikin upp í
mølina inni í gjónni. Kyrt
er, so einki er at óttast.
Hann taka vit á veg heim
aftur í kvøld.
Farið verður til gongu,
meðan tey trý í øðrum
bátinum hava hin upp á
sleip norðureftir.
Á tann vælsignaði morg-
un. Tað luktar av haga, og
ljóðar av honum eisini.
Fuglurin letur so fagurliga,
og væl tykist vera til av
honum her norðuri.
Alt tykist so nýtt og
ókannað, hóast ein hevur
upplivað hetta at ganga í
haganum soleiðis umaftur
og umaftur.
Likkurnar leika í, sum
teimum er vant, og grundin
er sjálvandi, at vit koma ov
nær teirra øki. Finna ein
skura, sum í síni fávitsku
hevur stungið høvdið undir
ein bakka í teirri trúgv, at tá
hann einki sær, er heldur
eingin, sum sær hann. Men
tað gjørdu vit kortini. Hann
varð tó verandi eftir har,
hann eigur at vera.
Í erva síggja vit miðving-
in, sum komin er í sam-
gongu. Hann gongur á
røðini. Hevur tveir hundar
við. Okkar fólk kemur í
ódn so við og við, og at
enda hópast teir í erva. Tosa
saman eina løtu, og fara so
hvør sín veg. Vit fara at
reka.
Raksturin gongur væl, og
vit eru í rætt um middags-
leitið við allari gonguni
einaferð.
Tað er framstig í mun til,
tá rikið varð tvær ferðir,
Fjalldag frægari fáur fær
Tað er trongligt, tá alt trokast oman á helluna, har rættin stendur beint oman fyri lendingina
Í 129 ár búði fólk á Slættanesi. Seinastu fólkini fluttu burtur í 1964, og í dag standa einans fimm hús uppi, sum regluliga verða
nýtt sum summarhús. Toftirnar av øðrum húsum er tó rættiliga sjónligar
tosa teir, sum vanir eru at
ganga á fjall her norðuri.
Tá skuldu teir fyrst
einaferð á rættina at royta,
og síðan aftur í fjallið. Í dag
verður tað, sum ikki gongur
í rættina fyrstu ferð, gang-
andi eftir í bønum iannan
fyri hegnið. So er eingin
vegur at fara eftir tí, tá
liðugt er at royta tað, sum í
rættini er.
Men tá alt var liðugt,
varð ullin løgd oman á
helluna, og eldur settur á.
Soleiðis fer.
Aftur á báti siglandi suð-
ur gjøgnum Vestmanna-
sund
mettu
menn,
at
svidnaroykurin
merktist
heilt á Oyrargjógv undan
mjúka lotinum, sum móti
kvøldið legði suður gjøg-
num Sundið.
Gongan verður rikin fram við bakkanum niðan fyri toftirnar á Slættanesi
Danski medisin-
maðurin sá út,
sum hevði hann
ikki gjørt annað
enn gingið á fjall
í Føroyum
Seyðurin verður settur í gapistokk. Høvdið smoygt gjøgnum eitt hol í rættargarðinum og ein slá
løgd niður á hálsin. Seyðurin stendur uppi, meðan roytt verður
C
M
Y
K
25
24
Laminat gólv
ymiskir litir, click system
fyrr 159,- m2
14mm Parkettlamel
Kirseber ella Ask
fyrr 540,- m2
nú 129,- m2
230,- m2
nú
einans
Parkettmynstra vinyl
4m breitt
vanl. prísur frá 495,- pr.m
295,-
nú
einans
fyri
meturin
Frátikin Kelimteppi
ymiskir litir
ca. 140x200 – 170x240
Nú 1/2 prísur
Er tú í iva???
Spyr gólvserfrøðingin! vit taka
mát og ráðgeva
Ókeypis
Smyrilsvegur 7
Tlf. 322494 Fax 322594
Box 2026 165 Argir
Profa Gólv
Gólvtilboð - Gólvtilboð - Gólvtilboð