Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juli 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 132 - 13. juli 2002 Nr. 132 - 13. juli 2002 27 Teir størstu politisku flokkarnir í Pakistan krevja nú, at landsins forseti, Pervez Musharaf, skal leggja frá sær. PAKISTAN Árni Joensen Teir stóru politisku flokk- arnir í Pakistan kunngjørdu í gjár, at teir vilja hava eina sivila fyribilsstjórn, sum skal hava eftirlit við tjóðar- tingsvalinum, sum verður tann 10. oktober. Pakistanski hægstirættur álegði herfyri Pervez Mus- haraf, forseta at skriva út val til tjóðartingið, og at valið skuldi haldast í sein- asta lagi tann 12. oktober. Mikudagin kunngjørdi for- setin, at valið verður 10. oktober. Andstøðuleiðararnir, fyrrverandi forsætisráð- harrarnir Nawaz Sharif og Benazir Bhutto, siga, at tað er neyðugt at fáa eina sivila fyribilsstjórn at hava eftirlit við valinum. Tey hava so- statt ikki álit á, at sitandi hernaðarstjórnin skal hava eftirlitið. Nawaz Sharif, sum er formaður í Paki- stansku Muslimsku Sam- gonguni, sigur, at valið hevur at kalla einki virði, skal ein hernaðarstjórn skipa fyri tí og hava eftir- litið við tí. - Skulu vit hava eitt frítt og rættvíst val, má eftirlitið vera óheft, sigur Sharif. Fakfelagið hjá russ- isku flogskiparunum umhugsar at leggja sak ímóti sveitsisku myndugleikunum, sum hava givið russ- iska flogskiparanum skyldina av vanlukk- uni yvir Suðurtýsk- landi FLOGVANLUKKA Árni Joensen Longu stutt aftan á van- lukkuna søgdu sveitsiskir talsmenn, at flogskiparin umborð á tí russiska ferða- mannaflogfarinum hevði skyldina av, at flogfar hansara og eitt flutnings- flogfar stoyttu saman yvir Boden-vatninum í Suður- týsklandi. 71 fólk, teirra millum 45 børn úr russiska býnum Ufa, doyðu í van- lukkuni. - Leiðararnir hjá sveits- iska loftferðslueftirlitinum Skyguide komu við teimum fyrstu skuldsetingunum ímóti russiska flogskipar- anum, áðrenn tær fyrstu kanningarnar vórðu gjørd- ar, segði formaðurin í russ- iska flogskiparafelagnum, Miroslav Boichuk, á einum tíðindafundi í Moskva hósdagin. - Skuldsetingarnar vóru óhóskandi og boðaðu frá ókunnleika, segði formað- urin. Hann legði afturat, at tá tann endaliga frágreið- ingin kemur, fer felagið at taka støðu til, um tað skal leggja sak ímóti tí sveits- iska talsmanninum, sum kom við skuldsetingini ímóti tí russiska flogskip- aranum. Samstundis sum sveits- isku myndugleikarnir høvdu hug at geva russiska flogskiparanum skyldina av vanlukkuni, boðaðu mynd- ugleikarnir í Týsklandi frá, at tann russiski flogskiparin fekk bara 44 sekundir til at fyribyrgja samanstoytinum. Sveitsiska eftirlitið bíðaði alt ov leingi við at var- skógva flogskiparan, søgdu týsku myndugleikarnir. Russiska blaðið Komo- solskaya Pravda sigur seg hava fingið fatur á teimum seinastu orðunum hjá teim- um báðum flogskiparunum umborð á tí russiska Tupolev-flogfarinum. Men orðini eru av slíkum slagi, at tey kunnu ikki setast í blaðið, verður sagt. Í Los Angeles eru seks løgreglumenn ákærd- ir fyri óneyðugan harðskap, og tveir starvsfelagar teirra í Oklahoma verða væntandi eisini ákærdir USA Árni Joensen Bert tveir dagar eftir, at myndir frá einari harðligari handtøku í Los Angeles fóru um allan heimin, komu myndir frá einum líknandi tilburði í Okla- homa City á sjónvarps- skíggjarnar og í bløðini. Hesaferð vístu myndirnar tveir løgreglumenn í ferð við at handtaka ein 50 ára gamlan svartan mann, Donald Pete. Maðurin er stórur á vøkstri og vigar 136 kilo, so tað var ikki lætt hjá teimum báðum løg- reglumonnunum at fáa hann niður at liggja. Men við at sláa hann 27 ferðir við stavinum eydnaðist tað til endans. Eins og í Los Angeles vistu løgreglumenninir í Oklahoma City ikki, at at handtøkan varð sjónband- að, og myndirnar eru síðani vístar um alt USA og aðrastaðni í heiminum. Løgregluovastin í Okla- homa City gjørdi skjótt av og bað alt fyri eitt samveld- isløgregluna FBI kanna tilburðin. Frammanundan kannar ein serlig nevnd tilburðin seinasta vikuskiftið, tá ein løgreglumaður sló ein 16 ára gamlan svartan drong í Los Angeles í høvdið, eftir at hann fyrst hevði stoytt høvdið á dronginum ímóti løgreglubilinum. Seks løg- reglumenn eru nú ákærdir í málinum. Amerikanska løgmála- ráðið hevur boðað frá, at tann harðliga framferðin hjá løgregluni mett sum eitt sera álvarssamt mál, og John Ashcroft, løgmálaráð- harri hevur sent ein av sínum fremstu manna- rættindaserfrøðingum til Los Angeles at taka lut í kanningunum av tilburðin- um har. UTTAN ÚR HEIMI Krevja Musharaf frá Umhugsa at leggja sak ímóti Sveits Aftur ein tilburður við løgregluharðskapi Teir báðir løgreglumenninir uppi yvir tí 50 ára gamla Donald Pete í Oklahoma City. 27 ferðir slóu løgreglumenninir hann við stavum sínum Mynd: Reuters Skipasmiðjan á Skála P/F søkir eftir leiðara til stáldeildina. Starvið: Sum leiðari av stáldeildini á virkinum fær tú ábyrgdina av øllum faktekniskum spurningum. Leiðarin verður partur av leiðslu felagsins við tilvísing til tekniska leiðaran og stjóran. Leiðarin av stáldeildini skal saman við leiðarunum av hinum deildunum á virkinum og leiðsluni annars, vera við at menna virkið fakliga og tekniskt, somuleiðis sum hann skal viðvirka til at styrkja verandi virksemi og finna nýggjar møguleikar fyri øktum virksemi. Leiðarin skal í samstarvi við onnur vera við til at samskipa arbeiðið á skipasmiðjuni til gagns fyri bæði viðskiftarfólk, starvsfólk og virkið sum heild. Arbeiðsplássið er á Skála. Høvuðsuppgávur: • at skipa og leiða dagliga arbeiði á stáldeild virkisins. • at vera við til at leggja ætlanir fyri arbeiði, fylgja hesum upp og saman við leiðsluni annars samskipa ymisku arbeiðini frá byrjan til enda. • at vera við til at mynda leiðsluna á virkinum bæði dagliga og við framtíðini í huga. • at vera sjakformonnum, starvsfólki, kundum o.ø. til hjálpar í faktekniskum spurningum. • at vera við í tilboðsrokning og gera metingar av arbeiðum sum heild, bæði fíggjarliga og hvat viðvíkur tíð. Førleikar: Vit rokna við at tú: • er skipsbyggjari ella hevur líknandi útbúgving. • hevur royndir innan stál- og skipasmíð. • hevur leiðsluroyndir sum formaður ella líknandi og dugir at skipa og leiða arbeiði til gagns fyri starvsfólk, viðskiftafólk og virkið. • hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir. • hevur evnir at greina sundur fakligar spurningar,viðgerða møguleikar saman við øðrum, taka avgerðir og seta hesar í verk. Vit bjóða: Eitt sjálvstøðugt arbeiði í einum spennandi umhvørvi við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Løn, trygging og eftirløn eftir nærri avtalu partanna millum. Um hetta hevur tín áhuga ella um tú hevur spurningar hesum viðvíkjandi, vinarliga set teg í samband við okkum á tlf. 44 11 55. Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving skal sendast til: Skipasmiðjuna á Skála P/F att.: Marni Olsen FO-480 Skála. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og freistin at lata inn er 31. juli 2002. www.faroeyard.fo skala@faroeyard.fo P/f Skipasmiðjan á Skála er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipasmiðju og har starvast umleið 75 fólk . Leigan Tey, sum ætla at leiga Svimjihøllina ella Fimleika- høllina í Tofta skúla komandi vetur, verða hervið biðum at senda skrivliga umsókn til kommunu- skrivstovuna í seinasta lagi 12. august 2002. Nes kommuna Vit hava fleiri frátiknir bilar, ið verða seldir við stórum avslátri Persónbilar & Pick-upar BERG MOTORS BERG MOTORS Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 27 26