leygardagur 13. juli 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 132 - 13. juli 2002
Nr. 132 - 13. juli 2002
29
Handilslærlingur
Søkt verður eftir lærlingi til handil okkara at byrja
skjótast tilber, tó kunnu vit bíða eftir tær, um tú
verður liðugur í handilsskúlanum nú.
Arbeiðið umfatar alt vanligt handilsarbeiði so
sum kundaavgreiðslu, útkoyring og bílegging av
vørum og goymsluhald v.m.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort og HH ella
FHS.Lærutíðin er 2 ár við HH og 3 ár við FHS.Part-
ur av lærutíðini gongur fyri seg í skúla í Danmark.
Vit vænta at tú ert fryntlig/ur, hevur góð sam-
starvsevnir,dugir væl at umgangast fólk og ikki er
bangin fyri at arbeiða sjálvstøðugt og taka eina
ábyrgd.
Um tú ert tann rætti, kunnu vit bjóða tær spenn-
andi lærutíð við nógvum spennandi avbjóðing-
um, sum tú kann hava stóra gleði av seinni í lív-
inum.
Eru spurningar hesum viðvíkjandi kunnu tit
ringja til okkum á tlf. 311071.
Umsóknir við viðmælum verða at senda til okkum
í seinasta lagi 22.07.02.
Stiðjagøta 2 - Postboks 378
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 31 10 71
Telefax +298 31 04 60
e-mail: demich@demich.fo
Opel Corsa 1.4
16V 5H
Bilurin er myrkagrønur. Fyrstu ferð skrásettur í
aug. 97. Koyrt 60.000 km. Góðkendur síðstu ferð
av Bileftirlitinum feb. 2002 uttan viðmerkingar.
Hevur góðkendan/skrásettan sleipikrók.
Ein „Ikki-roykjara-bilur“, ið kraftar sera væl og væl-
hildin í allar mátar.
Powerstýring og sentrallás. 4 nýggj, óslitin píka-
dekk á felgum fylgja við. Sera tryggur í hálku.
Prísuppskot 70.000 kr.
Tlf. 314624 ella 215353
Advokatfulltrúi
søkist
Søkt verður við hesum eftir advokatfulltrúa at byrja
sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Bæði nýggir løgfrøðingar og løgfrøðingar við
royndum kunnu søkja.
Vit vænta, at viðkomandi hevur eina góða ástøði-
liga barlast og hevur teldukunnleika á brúkarastøði,
eins og góður kunnleiki til enskt er ein fyrimunur.
Harumframt vænta vit, at viðkomandi hevur góð
samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, men ofta sera
strævið starv við nógvum skiftandi arbeiðsupp-
gávum.
Skrivstovan arbeiðir serliga við rættarmálsviðgerð-
um og ráðgeving til fyritøkur innan- og uttanlands,
kommunur og almennar stovnar.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið
verður lønt eftir nærri avtalu.
Stutt umsókn saman við prógvum skal sendast til:
Annfinn V. Hansen, adv.
Bryggjubakki 22, boks 106,
110 Tórshavn
tlf. 359595 · telefax 359596
Summarfrí
Skrivstovan er stongd frá 22. juli til
19. august 2002.
fax 311185 • teldupostur: fj@fj.fo
Til handilin við Hoyvíksvegin verður søkt eftir
fyrikomandi og kvikari
krambakvinnu
til skiftandi vaktir. Ring ella støkk inn á gólvið og
spyr eftir Gvøbjørg.
Tlf. 22 51 61 ella 31 21 61
Bátur til sølu
Um hóskandi boð fæst:
Aqua Star 38 við fiskiloyvi 5 D.
Motorar: 2x240 HK ferð 18 míl.
Alla vanliga nautiska útgerð.
Línuspæl.
Eisini útgjørdur til snelluveiðu.
Tlf. 456026
Skrivstovufulltrúi
Søkt verður eftir skrivstovufulltrúa til Føroya
Stiftsstjórn at taka við starvi 1. september ella so
skjótt til ber;fyribils verður starvið sett fram til 28.
februar 2003.
Føroya Stiftsstjórn umsitur ávís viðurskifti í fólka-
kirkjuni so sum kirkjuligar lógir, prestagarðar og
arbeiðsviðurskifti hjá prestunum. Stiftsstjórnin
umsitur eisini kirkjugrunnin, sum løgtingið játtar
pening til á fíggjarlógini. Biskupur er ovasti
kirkjuligi myndugleiki í Føroyum, hvat prestum
og kirkjuráðum viðvíkur, og hevur umsjón við
teimum.
Upp í starvið sum skrivstovufulltrúi hoyrir starvið
sum bókhaldari. Stiftsfulltrúin hevur høvuðs-
ábyrgdina av peningaviðurskiftunum hjá stifts-
stjórnini og samskipar arbeiðið; hann er málsvið-
geri í lønarmálum og hevur eftirlit við prestaløn-
um; hann hevur ábyrgd av roknskapinum, bók-
haldinum edv.
Bókhaldsskipanin hjá stiftsstjórnijni er EDV-skip-
anin CONCORDE C5, har fleiri persónar kunnu ar-
beiða samstundis.Skrivstovan hevur journalskip-
an á EDV (Com-jour), og tekstviðgerðin er Word
7.0 (Windows 98).
Dentur verður eisini lagdur á, at tann, ið settur
verður, hevur góðan kunnleika í EDV og føroysk-
um máli og stavseting.
Starvið verður lønt sambært S&K-felagssáttmál-
anum og felagssáttmála fyri skrivstovufólk í
danska statinum.Arbeiðstíðin er 25 tímar um vik-
una.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um starvs-
royndir, avritum av prógvum og viðmælum verð-
ur send Føroya Stiftsstjórn,J. Paturssonargøta 20,
postrúm 8, 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er úti
25. juli 2002. Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til Jákup Nielsen,stiftsfulltrúa,tlf.
311995.
Stiftsstjórn Føroya
J. Paturssonargøta 20,
Postrúm 8
110 Tórshavn
veitst tú ikki tað?
Kvívíkar Skúli
Søkir eftir lærara til skúlaárið 2002/2003
Søkt verður eftir lærara, til eitt tíðaravmarkað starv
við Kvívíkar Skúla, skúlaárið 2002/2003.
Starvið er 15 tímar um vikuna.
Førleikakrøv:
Lærara, ið kann undirvísa í øllum lærugreinum.
Um skúlan:
Kvívíkar Skúli er ein fýraflokkaður skúli við næm-
ingum frá 1.til 7 árgang.Næmingatalið komandi ár
er 51. Fimm lærarar eru við skúlan og kemur tú at
vera ein teirra. Skúlin er væl útgjørdur við
fimleikarahøll, svimjihyli og telduhøli.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokki 18.1
til 27.4.
Meir fæst at vita hjá skúlaleiðaranum,Bjarna Heine-
sen, fartlf. 211504 ella Jan Andreasen tlf 421575
Umsóknir við prógvi og viðmælum skulu sendast
til Kvívíkar Skúlastýrið í seinasta lagi 22.juli 2002 kl.
12.00.
Kvívíkar Skúlastýrið
Att: Jan Andreasen
340 Kvívík
Skrivstovustarv
Leirvíkar kommuna søkir eftir skrivstovufólki til alt
vanligt skrivstovuarbeiði at arbeiða hálva tíð. Við-
komandi má hava kunnleika til bókhald.
Løn samb. sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógv-
um skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi
mánadagin 22. juli 2002.
Leirvíkar Kommuna
Postrúm 42
520 Leirvík
Grundstykki
Byggibúgvið grundstykki í Havn, Hoyvík ella á
Argjum ynskist til keyps ella í býti við
grundstykki í Havn.
Tlf 21 00 25 ella
t-post: joan@knudsen.dk
Summarferia
Vegna summarferiu eru verkstaðið og eyka-
lutagoymslan stongd frá 15.07 til 19.08.02
Bilasølan er opin sum vanligt.
Velbastaðvegur 78
Tel. 317300 ella 217300
C
M
Y
K
29
28