Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. september 1978síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 27. september 1978 sosialurin møguleikarnar SE síðu, og trekti hesin bein- anvegin móti TB-málin- um. Stutt uttan fyri brotsteigin lyfti Kári bólt- in upp um Gordon, ið var á veg út móti honum. Bólturin rakti á vellin beint framman fyri málin- um og stakk uppundir nettakið til Oføra frøi fyri mongu HB-viðhaldsfólk- ini. Fyrimuns- reglugerðin Heldur ikki hetta mál fekk TB at falla í fátt, men ektu teir ístaðin um trýst- ið á HB-málið, og í 34. minutti eydnaðist eisini at fáa bóltin í netið, men heldur ikki hetta málið varð góðtikið, tá dómarin frammanundan hevði bríkslað fyri frísparki til TB. Hetta hendi, tá Tróndur fekk góða avlevering stutt framman fyri miðjuna. Tróndur varð skumpaður, men Tróndur varðveitti javnvágina og bóltin og helt á fram móti málinum, men tá hevði Magnus Mikkelsen, ið demdi hendan dystin, bríkslað fyri frísparki. Her skuldi fyrimunsreglugerðin av- gjørt verið nýtt, men tað var tíverri ikki bert í hesum ferinum at Magnus gloymdi fyrimunsreglu- gerðina. Tað var mangan at liðini fingu álop oyði- løgd, tí Magnus ikki så at fyrimunsreglugerðin kundi verðið nýtt. Góð bjarging Beint aftaná hesa hending hevði Henrik eitt gott langskot móti málinum, men Mikkjal var sera knappur og tveitti seg upp móti tríkantinum og fekk sligið bóltin út til horna. Ein tann besta bjarging, ið eg enn havi sæð Mikkj- al gera. Mikkjal hevði annars ein sera góðan dag, gekk væl út úr málinum og kláraði næstan allar teir hegu bóltarnar, ið annars ikki eru hansara »livrætt- ur<. Henda dagin plaser- aði hann seg eisini sera væl í málinum. Tá fyrri hálvleikur end- aði var HB á odda við tveimum málum móti ongum. Seinni hálvleikur Seinni hálvleikur byrjaði eins og tann fyrri var end- aður við stórum TB-trýsti á HB-málið og tá 8 min. vóru farnir gav hetta eis- ini úrslit. TBfær frispark nakað uttan fyri brotsteigin i vinstru síðu. Rólant Sør- e ensen skjýtur hetta fri- spark beinleiðis í netið til 2—1. Hetta var eitt sera gott skot, ið streyk beint undir tverstongina og hevði Mikkjal ongan meguleika at bjarga ti. Hann sá neyvan bóltin, áðrenn hann var í netinum. Bert 7 min TB royndi alt hvat teir kundu, men mál fingu teir ikki, og seinastu 7 minutt- irnar av dystinum var tað HB, ið hevði yvirlutan, men tað eydnaðist tó ikki teimum'at økja um leiðsl- una, og gjørdist endaliga úrslitið sostatt ein 2—1 sigur og eitt meistaraheiti til HB. Samanumtikið Um dystin sum heild kann sigast, at hann ongantið kom í hæddina leikliga sæð, men harafturimóti var hann spennandi til síðsta briksl. Hann var harður og kontantur, men rættvisur fótbóltur og enn einaferð sóu vit, at skjótu og góðu framherjarnir hjá HB lata ikki slík tilboð, sum teir fingu frá TB- verjuni henda dagin, fara framvið uttan nakað. Síða 11 Í veruleikanum kann TB takka egnu verju síni fyri ósigurin. At enda vil SOSIAL- URIN ynskja HB tillukku vid meistaraheitinum. jk HB er tann stóri vinnarin: | Kappingarárið 1978 royndist sera gott HB vann sjey kappingar av tolv møguligum KK appingaråri8 1978 royndist sera gott fyri HB. Tá kappingarnar byrjaðu roknaði Torkil Skála, formaður í HB við, at 1978 ikki fór at vera tað stóra fyri felag hansara, men leikararnir á teimum ymsu liðunum vildu tað annarleiðis enn Torkil væntaði. Yvirlitið yvir vinnarar- nar av lands- og steypa- kappingunum í teim ymsu deildunum sær soleiðis út: FM Steyp 1. deild HB HB 2. deild NSI Royn 3. deild SÍ GÍ Unglingar HB HB Dreingir HB HB Små- dreingir TB Piltar HB (I smådreingja- og piltadeildini er eingin steypakapping). Av yvirlitinum sæst, at HB tryggjadi sær meist- araheitini i 1. deild, ung- linga-, dreingja- og pilta deildini. Harafturat vann HB steypakappingarnar fyri 1. deild, unglinga- og dreingjadeildina. Sjey heitir av tólv, tað má sanniliga sigast at vera eitt gott HB-ár jk.