Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. september 1978síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 72 — 27. september 1978 Meistaraheitið fór til HB: TB hevði spælið og -HB fekk málini og >Vit eiga Mikkjal«. Soleiðis ljóðaði sangurin frå teimum mongu HB-viðhaldsfólkunum rundan um vøllin á Sevmýru sunnudagin. Málverjin Mikkjal Mikkelsen átti eisini stóran lut í sigrinum. Millum 2 og 3000 áskoð- arar høvdu leitað sær út á vellin á Sevmýru seinasta sunnudag til avgerandi dystin í 1. deild millum TB og HB. Skuldu vinna Áðrenn dystin var steðan tann, at HB, ið hevði eitt stig minni enn TB, mátti vinna dystin fyri at tryggja sær meistaraheit- ið, meðan tað var nóg mikið hjá TB at leika javnleik og varðveita heit- ið. Tøgn Beint áðrenn dystarbyrj- an hildu leikararnir ein minutt tegn fyri at minn- ast gamla HB-leikaran, Jákup Luth. Joensen, ið andaðist í farnu viku og henda sunnudagin varð borin til gravar. Nervar Tá dysturin byrjaði sást skilliga, at her stóð nógv uppá spæl. Bæði liðini leiktu »nervøst« og ó- trygt, men dysturin var ikki meira enn 4 minuttir gamal, tá tað fyrstu ferð eydnaðist HB at fáa bóltin Få i netið, men rangstøda vard dømd. Fyra minuttir aftanå hetta ógildaða mål eydn- aðist tað eisini TB at fáa bóltin í netið, men hetta mál varð eisini kolldømt orsakað av rangstødu. Trýst og mótálop TB yvirtók nú meira og meira av spælinum, og var stórt trýst á HB- málið, men orsakað av hesum trýstinum kundi HB-framherjarnir mang- an fara í skjót mótálop, og tá fyrri hálvleikur var 20 minuttir gamal gav eitt ti- líkt eisini úrslit. Brotsspark HB-framherji er um at sleppa fríur í kapprenning við Sigmund Nolsee, Sig- mund dettur (traðkar á bóltin?), men í fallinum tekur hann í beinið á HB- leikaranum og ivadist dómarin ikki og demir brotsspark. Óla Jákup Kristoffersen skeyt og settið trygt bólt- in í netið til 1—0 høgru- megin Gordon í TB-mál- inum. Trýstið helt á „ Hetta mál fekk tó ikki TB at falla í fátt, men hildu teir á við at trýsta móti málinum, men ikki eydn- aðist at fáa bóltin afturum Mikkjal Mikkelsen í HB- málinum, ið hevði ein sera góðan dyst. Ístaðin var tað HB, sum í 31. minutti fekk mál. Verjuvilla Hetta mál kom, tá TB fekk fríspark inni á egnari leikvallarhálvu. Arne Pet- ersen skeyt langt fram í HB-brotsteigin, men har fekk Óla Jákup bóltin og avleveraði til Suna Jakob- sen. Sune avleveraði bein- anvegin til Kára Nielsen, ið stóð púra fríur í vinstru a ———————T———</—|{—————