Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. september 1978síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 27. september 1978 sosialurin STØDAN hjá ti føroyska langfara- fiskiflotanum er ålvarslig. Ja, so ålvarslig, at fyra av teimum fimm stóru saltfiskatrolarunum og flaka- trolarin Vesturvón nú einans hava heimaleiðirnar at líta á. SKERD veiðurættindi aðrastaðni og fiskaloysi er orsøkin til, at bátarnir leita hendavegin. Ikki kann sigast annað, enn at hesin stásiligi floti, ið gevur arbeiði til meira enn 200 mans, hevur verið fyri einum bak- kasti fyri og einum eftir hesi sein- astu tvey árini. VIT HAVA mist veiðurættindini á fiskaríkum plássum sum við Labra- dor og undir Grønlandi. Vit hava ti bert havt leiðirnar eystanfyri at líta á og nú ræður brádliga fiskaloysi her. TAÐ SKULU nógv tons til fyri at hesir trolarar kunnu fáa tað til at mæla runt. Skipini hava kostað nógvan pening, og stóru manning- arnar skulu hava úrtgkur sínar útgoldnar eftir hvgnn túr. MINNI TONSATAL gevur í síðsta enda einans minstuløn til fiski- menninar, sum so vid og vid leita sær til aðra meiri lønandi vinnu á sjónum, um pláss er fyri teimum. TAÐ ER TÍ greitt, at hjá langfara- flotanum leikar í løtuni hart á. Menn gera sær gitingar og metingar um møguleikar í framtíðini. ONKUR REIÐARI vil selja nú, með- an tað enn stendur hampuliga væl til. Aðrir vilja bíða til okkara politik- arar finna eina loysn. Politikararnir halda, at vit eiga at kanna teir møguleikar, sum eru undir Føroy- um. M.a. hevur verið skotið upp, at trolararnir eiga at royna eftir fiska- slógum sum t.d. blálongu og kongafiski. MEN VIÐ HESUM standa aðrir spurningar ósvaraðir. Kann fiskiidn- aðurin taka ímóti fiskinum og ar- beiða hann til útflutnings — og finna vit marknaðir fyri hesum fiskasløgum? HIGARTIL HAVA vit gjørt lítið og einki við royndarfiskiskap eftir áð- urnevndu sløgum, og tað halda reiðarar vera ov galið. Og tað eru neyvan teir, ið eiga at standa fyri tilikum royndarfiskiskapi. Í LØTUNI roynir so meginparturin av langfaraflotanum undir Føroyum eftir toski, hýsu og upsa. Og her stinga tveir nýggir spurningar seg upp: Tola hesir stovnar, at hesir stóru trolarar veiða óavmarkaða nøgd á føroyskum øki? Og er pláss fyri teimum á hesum leiðum? Langfaraflotin nú undir Føroyum Bert Magnus Heinason roynir nú eystanfyri i Saltfiskatrolararnir Sjúrðaberg, Sundaberg, Skålaberg og Nénhamar og flakatrolarin Vestur- vón royna nú allir undir Feroyum. Fiskiskapurin er hampuligur. Vesturvón hevði trupulleikar við trol- inum og fekk bert 20 tons eftir trimum vikum. Nón- hamar var undir Feroyum í fýra samdegur. Teir fingu 20 tons. Og í gjár var Skálaberg á Klaksvík við 35 tonsum av ísfiski, mest upsi. Hann hevur roynt í fimm dagar. Vit hava tosað við reið- ararnar á teimum seks langfaratrolarunum um støduna hjá hesum flota. Svend Thulesen, P/f Kjelbro, Klaksvík: — Eg meti steðuna hjá hesum flota at vera sera álvarsliga. Talan er bæði um mist veiðurættindi og minkandi prísir. Og nú verða vit eisini raktir av fiskaloysi. Vit hava tí einki annað í at velja, enn at royna undir Feroyum. Aðrir meguleikar eru at leggja bátarnar, at leggja um til aðra veiðu ella at selja teir. Svend Thulesen roknar ikki við, at meira verður at fáa eystanfyri í ár, so tað loysir seg neyvan hjá trolarunum at gera ein túr aftrat í ár uttan so, at ís- fiskatrolararnir ikki fara eystureftir aftur. Fiskað helvtina Teir triggir Kjølbro-trol- ararnir skula fiska eini 4000 til 5000 tons årliga fyri at tað heila skal mæla runt. Í ár hava teir fiskað umleið helvtina av hesi negd. Og eftir av árinum eru bert triggir månar. Skálaberg hevur fiskað 950 tons í ár, Sjúrðarberg 730 tons og Sundaberg 900 tons av saltfiski. Hetta eru tilsamans góð 2600 tons. Í 1977 veiddu teir tríggir trolararnir 5100 tons ella umleið tað dupulta. Neyðugt at selja Thulesen heldur, at fer hetta at vera framtíðin hjá saltfiskatrolarunum, verður neyðugt at selja eitt av skipunum. — Tað eru jú ov nógv skip til tær kvotur vit hava. Ti má onkur seljast, fyri at hinir kunnu fáa nokk. Kjelbro hevur ann- ars fingið fleiri góð boð uppá bátarnar. Seinasta boðið er frá einum kan- adiskum felag, sum bjóðar 13,2 mill. kr. fyri Sjúrðar- berg. Tað er uttan útgerð. Í letuni bíðar kanadiska felagið eftir fiskarilicens. Svend Thulesen upplýsir, at tá hesin verður í lagi, fara teir helst at sekja um útflutningsloyvi. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, tí tað hevur Kjelbro fingið fyrr. Sjúrðaberg er 8 ára gamal og hevur sæð sínar bestu dagar. Manningar- trupulleiki Tað kann eisini blíva til ein manningartrupulieika hjá langfaratrolarunum. Sum steðan er í dag fáa manningarnar ikki meira enn minstulen, og hava teir meguleika at fara við eðrum bátum og tjena meira, ja, so er greitt, at åhugin fyri trolarunum fer at minka. Spurdur um tað er eitt alternativ at royna undir Feroyum eftir fiskasløg- um á djúpum vatni sum t.d. kongafiski, sigur Thulesen, at hetta kundi verið roynt. Men trupul- leikin við hesum er, at menn ikki vita, hvat teir skulu gera við fiskin. Flakavirkini hava íkki maskinur = at arbeiða kongafisk, og serliga ikki í stórum negdum. Fiskiroyndir Svend Thulesen heldur, at tá tosað verður um at royna eftir kongafiski og blálongu, so átti tað al- menna at gjert meira við fiskiroyndir. — Tað nyttar ikki at brúka minni skip, sum t.d. Svabo og gamlar trol- arar til hesar royndir, sig- ur Thulesen. Vit mugu brúka ein ella fleiri stórar trolarar til royndirnar um nakað veruligt úrslit skal spyrjast burtur úr. Tveir eystanfyri ein undir Føroyum Thulesen sigur at enda, at verður Sjúrðaberg íkki seldur á hesum sinni, kundu teir hugsað sær at sent tveir av trolarunum eysturaftur at royna síðst á árinum og latið ein trol- ara roynt undir Feroyum, tað sum eftir er av árin- um. ps et * Nónhamar undir Føroyar Saltfiskatrolarin Nón- hamar hevur ligið á Klaksvík í einar góðar tvær vikur. Teir hava nú gjert seg út til at veiða undir Feroyum. Seinast vit frættu úr Klaksvík, var ætlanin at fara á fiski- leiðina mánakveldið. Nónhamar hevur fingið tvey nýggj trol úr Fugla- firði, og teir rokna við, at tað fer at ganga betur við hesum trolunum undir Feroyum. Nónhamar royndi herfyri undir Fer- oyum í einar fýra dagar. Teir fingu góð 20 tons. Ætlanin er at salta og síðani frysta tað, ið ikki egnar seg til saltingar. Teir kunnu frysta eini 60 tons umborð. Ein av reiðarunum á Nónhamri, John Richard Klakkstein sigur, at hetta er ein roynd teir gera, nú eingin fiskur er eystan- fyri. Hann sigur, at skal Nónhamar klára seg, mugu teir fiska 5 tons i saltfiski um dagin ella umleið 1500 tons um árið. Higartil í ár hevur Nón- hamar fiskað góð 900 tons eystanfyri. Stødan hættislig John Richard Klakkstein sigur víðari, at verður einki at fáa undir Feroy- um og ier at roynast illa hjá Magnus Heinasyni, ið roynir eystanfyri, so verð- ur steðan hjá langfaratrol- arunum hættislig. Hann heldur, at tað má vera upp til politikararnar at finna út av, um okkara lang- farafloti skal vera lív lag- að í framtíðini. Tað eru teir, sum umsita okkara fiskirættindi, ið avgera, hvar framtíðin ber. — Vit vilja treyðugt selja, sigur John Richard, og at leggja um til aðra veiðu, sum t.d. at fiska rækjur, svartkjaft ella lodnu, er heldur eingin góð loysn. Ti her eru jú longu nokk av skipum. Magnus eystanfyri Magnus Heinason er ein- asti av saltfiskatrolarun- um, ið roynir eystanfyri í letuni. Teir hava eina kvotu uppá 400 tons og hava fiskað góð 100 tons. Sofus Thomsen, ein av reiðarunum á Magnusi Heinasyni, sigur, at tað sær ikki ov gott út. — Teir høvdu roknað við at fáa ein túr til Grenlands, men tað varð av ongum. Skal báturin klára seg, má hann fiska eini 1200 tons um árið. — Vit hava ongar ætl- anir at selja trolaran, sig- ur Sofus Thomsen. Vit vilja fyrst bíða og vita, um ikki okkurt verður at fáa. Sjálvandi kunnu vit fiska upsa undir Feroyum um várið, men tá er jú eisini mest at fáa eystan- fyri. Um meguleikan at fiska undir Feroyum, sigur hann, at tað er trolarin helst ov dýrur til. Skulu teir avreiða til flakavirkini av og á, fer tað at taka ov nógv av tíðini. Vesturvón undir Føroyar Stóri flakatrolarin Vest- urvón hevur roynt undir Feroyum í ein mánaða. Fiskiskapurin hevur ikki verið góður, tær fyrstu triggjar vikurnar fingu teir umleið 20 tons. Vesturvón var á Sør- vági í farnu viku. og fekk nýtt trol og grunn. Teir hava sæð nógvan fisk á feroyaleiðunum, men tað hevur gingist sera illa at fáa upp í trolið. Mesta av veiðuni hevur verið toskur og upsi. Hjalmar Hvítklett, ið er reiðari á Vesturvón, sigur, at báturin skal fiska eini 1300 tons fyri at klára seg ella eini 2 tons um dagin. Hann roknar við, at teir fara eysturaftur nakað skjóit at vita um nakað er at fáa. Vesturvón hevur fiskað 640 tons eystanfyri í ár. Við skipinum eru í let- uni 38 mans.