Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-09-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. september 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 72 — 27. september 1978 Hevdi ongantid droymt um at vit ikki skuldu sleppa at fiska undir Grønlandi Sigur skiparin å saltfiskatrolaranum Magnus Heinasyni, Dåvur inni i Bø Dávur inni i Bø á Strond- um fer fyrsta dagin yvir at loysa beiggja sin Karlot Poulsen av å Magnus Heinasyni, sum roynir noråvestur år Bjarnoynni. Magnus Heinason hev- ur roynt í góðar tveir mánaðar, og fiskiskapurin hevur verið heldur vána- ligur. Í síðstu viku var eitt sindur at fáa. Teir fingu 25 tons og hava nú til- samans 100 tons í salt- fiski. Við trolaranum eru 25 mans. Dáva dámar einki, at hann ikki sleppur at fiska undir Grenlandi meira. — Eg hevði ongantið droymt um, at vit ikki skuldu sleppa at fiska undir Grenlandi, sigur hann. Feroyingar hava jú altid fiskað har, og í ár er nógv at fáa av toski undir Grønlandi. Eg eri óal- mindiliga keddur at tað skuldi ganga so, og eg dugi ikki at skilja, hví vit hava mist okkara veiðu- rættindi har. Svartskygdur Dávur er svartskygdur, tá vit tosa um framtíðina hjá okkara stásiliga langfara- flota. — Staðan hjá trol- arunum er sera vánalig av ti, at vit vera útihýstir Dávur inni í Be: — Dugi ikki at skilja, hví vit hava mist veiðurættindi okkara undir Grenlandi alla staðni. Vit sleppa bert at royna eystanfyri, og har vísur tað seg, at vera lítil og eingin fiskur at fáa. — Síðani hava vit før- oyaleiðirnar eftir. Men skulu allir hesir stóru trol- ararnir fiska undir Feroy- um, eri eg bangin fyri, at tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri sjálvan Magnus Heinason er einasti trolarin, ið roynir eystan- fyri nú fiskastovnin undir Feroy- um. Bátarnir eru nógvir í tali frammanundan, og grunnarnir eru smáir. So vit mugu ansa eftir ikki at oyða tað, vit hava at byggja framtíð okkara á. Ikki góð loysn Dávur inni í Be heldur ikki, at tað er nekur góð loysn, at bátarnir koma undir Feroyar at royna. Tosað hevur verið um at fiska á djúpum vatni eftir fiskasløgum, sum vit áður ikki hava veitt nógv av. — Prísurin fyri henda fisk er ikki góður, og vit kunnu heldur ikki kappast við aðrar tjóðir, ið veite- hesi fiskaslog. Tey skipini fáa jú stóran studning frá ti almenna, fyri at tey yvirhevur kunnu klára seg. Arbeiði til 200 Tosað hevur eisini verið um, at vit als ikki áttu at keypt teir stóru langfara- trolararnar. Til hetta sig- ur Dávur, at vit mugu hugsa um, at hesir bátar geva arbeiði til umleið 200 mans. Skuldu hesir menn lagt um til aðra veiðu og t.d. fingið sær trolbát at royna undir Feroyum, so hevði talan verið um einar 40 nýggjar trolbátar, um vit hugsa okkum, at fimm mans eru við hverjum. Og hetta munnu grunnarnir undir Feroyum ikki fara at tola. Blålongan skal bjarga langfaraflota okkara Fiskirannsóknarstovan ætlar at gera royndir í apríl og mei næsta ár Verður tann neyðugi pen- ingurin latin, fer Fiski- rannsóknarstovan í næsta ár undir kanningar av blá- undir longustovninum Feroyum. Jákup Sverri Joensen, fiskifreðingur, sigur, at Fáa bert hálva årsinntøku í ár Oli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum: — Spurningurin við- víkjandi framtíðini hjá langfaratrolarunum er av- gjørt eitt álvarsamt mål, tí menn, sum eru við hes- um trolarum, fáa í ár neyvan meira enn hálva årsinntøku í mun til í fjør. Sum stødan er í letuni hava teir bert verið ein túr, og tað sær ikki ov ljóst út við einum túri afturat. Og skulu trolara- menn hava eina hampu- liga úrteku, mugu teir hava tveir túrar. Tey 16.000 tonsini av toski, ið vit kunnu veiða á norskum og russiskum eki umframt 5000 tons av eðr- um fiski, skuldu verið nóg mikið til okkara trolarar. Men nú hevur brádliga fiskaloysi verið okkum ein kleppur. Tað er tó eingin, sum veit við vissu, at hetta fiskaloysið fer at halda fram. Óli Jacobsen heldur, at tað verður óheppið fyri fiskimenninar, skulu lang- faratrolararnir einans fiska undir Feroyum or- sakað av fiskaloysi aðra- staðni. Hetta førir við sær, at arbeiði bert er til triðingin av núverandi manningunum. teir hava sent landsstýr- inum bræv, har teir biðja um peningajåttan til at gera royndir eftir blålongu við einum stórum trolara i apríl og mai mánaða í 1979. Vit vita sum er lítið um stovnarnar av kongafiski og blálongu undir Feroy- um. Feroyingar hava so gott sum slett ikki veitt hesi fiskaslog. Tað eru serliga týskarar og frans- ar, sum fiska blálongu og kongafisk undir Feroyum. Kvotan hjá felags- marknaðarlondunum er: kongafiskur 7000 tons og blálonga 5000 tons. Loyvda totalveiðan undir Feroyum er: kongafiskur 8000 tons og blálonga 9000 tons. Hesi fiskaslog verða veidd á millum 600 og 900 metra dýpi, eystanfyri og sunnanfyri og vestanfyri Feroya Banka og millum Feroya Banka og Bill Bai- ley. — Tað er sjálvandi eitt ivamál, um tað fer at loysa seg hjá føroyingum at veiða hesi fiskaslog, sigur Jákup Sverri Joen- sen. Men bæði fransar og týskarar, sum royna við rættiliga stórum skipum, fáa tað at ganga. Teir fáa góðan prís fyri bæði kongafisk og blálongu, serliga í Týsklandi og Fraklandi. Spurningurin um tað fer at loysa seg hjá føroysku langfaratrolarunum at leggja um til hesa veiðu er fyribils ósvaraður. Men her eru meguleikar, sum vit eiga at troyta, í hvussu - er fyrst við royndarskip- um. —TTTEEE———— Heldur tú ikki