mikudagur 4. oktober 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 74
Mikudagin
4. oktober 1978
51. årgangur
Leysasøla 3,00 kr.
i
t
|
t
frælsi
javnadur
brødralag
10 á bidilista til geglið
Seinastu 8 árini eru einans 5 kvinnur tiknar fyri at hava koyrt við kenning
Bíðilistin at sleppa í geglið fyri at hava koyrt við kenning er lang-
ur. Umleið 70 mans úr ellum landinum bíða eftir at skula sita.
Higartil í ár hevur politiið tikið 135 fólk fyri at hava koyrt við
kenning. Knappliga helvtin er tikin í Havn. Av teimum tiknu er
bert ein kvinna.
Hesi seinastu 8 árini eru 5 kvinnur tiknar av politinum fyri at
hava koyrt við kenning. Ein av hesum kvinnum hevur sitið í
Danmark. Tvær kvinnur hava orsaka av persónligum vidurskift-
um fingið dómarnar broyttar til bót. Ein kvinna hevur sekt um at
fáa dómin broyttan, meðan hendingin í ár ikki hevur verið fyri
enn.
Annars hevur politiið ekt um paragraf-13 kanningarnar, so
meguleikin fyri at verða tikin við kenning er sterri enn nakrantid
Lesið á síðu 3
Fingu 20.000 kr. fyri
seyðin úr Stakkinum
— besta veðurlambið fór fyri 2.600 kr.
Hesaferð vóru 20 mans úti í Stakkinum
Tjørnuvikingar hava verið
í Stakkinum. Hesaferð
vóru 15 seyðir tiknir. Ein
veðrur og ein ær eru deyð í
vetur. Eins og árini
frammanundan varð seyð-
urin seldur á aktión. Fýra
vórðu flettir fyri aktión-
ina, men hinir vórðu seldir
livandi. Hugurin at bjóða
var góður, teir 15 seyð-
irnir fóru fyri tilsamans
góðar 20.000 kr. Hægsta
boðið var 2.600 kr. fyri
eitt veðurlamb
Um vektina verður upp-
lýst, at tveir veðrar vig-
aðu upp í móti 70 pundum
hver, veðurlombini lógu
um 55 pund og ærnar um
50 pund.
Til rentur og
avdrátt
av bygdarhúsi
Øll bygdin fær gagn av
peninginum, sum kemur
inn á aktiónini. Stakkurin
hevur fyrr latið slakar
40.000 kr. til eitt felags
seyðahús og í summar
fóru góðar 30.000 kr. til
eitt nýtt hús úti á Stakk-
inum. Tað gamla fór av
vindi fyri fleiri árum sið-
ani.
Tær 20.000 kr., sum ak-
tionin gav hesaferå, fara
til bygdarhúsið, sum nú er
i gerð i Tjørnuvik. Tjørnu
vikingar vona, at Stakk
urin framyvir verður førur
fyri at gjalda rentur og
avdrått av bygdarhús-
byggingini
Hver hagapartur í Tjør
nuvik letur á hverjum
heysti seyðir til Stakkin
Tá fjøllini eru gingin.
einaferð um hálvan ok-
tober, verður seyðurin,
sum oftast 8 ær og 2 veð-
urlomb, sleptur út í
Stakkin. Alt verður so
tikið aftur næsta heyst
Hús í Hovi fóru
illa av eldi
Um hálvgumseks tíðina týsmorgunin kom eldur í
húsini hjá breðrunum Eliasi og Poul Hammer i
Hovi. Eldurin kyknaði í hoyggjhúsinum og fingu
tey og sethúsini stóran skaða. Ein maður lá og
svav í húsinum, men hann slapp út í ellum góð-
um. Húsini standa miðskeiðis í bygdini, men hó-
ast vindurin var nógvur týsmorgunin, fekk eld-
urin ikki tak í onnur hús. Sløkkilidini í Vågi og á
Tveroyri fóru bæði til Hovs og um átta tíðina var
eldurin slektur, men tað reyk framvegis úr
hoyggjhúsinum.
Ikki fiskað ov
nógv við Føroyar
Tølini fyri samlaðu føroysku og út-
lendsku veiðuna undir Føroyum til
1. sept. eru komin. Hesi tøl vísa, at
veiðan av bæði toski, hýsu og upsa
fer neyvan at vera niðanfyri tað
mark, sum fiskifrødingar hava til-
rått.
Lesið á síðu 4