mikudagur 4. oktober 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Søguligt
LEYGARDAGIN avgreiddi tingið tey
seinastu målini i hesum valskeidi.
Løgmansrødan á dlavsøku er nú til
umrødu og síðani fer tingið heim.
TÁ VIT NÚ samanhalda úrslitini hjá
landsstýrinum og tingmeirilutanum
við ta samarbeiðsavtalu, sum gjørd
varð millum teir tríggjar flokkarnar,
tá hetta landsstýri varð skipað, so
síggja vit, at øll tey málini, sum um-
rødd vórðu í samarbeiðsavtaluni,
eru framd.
HETTA ER søgulig hending. Hóast
tað er á fyrsta sinni, at ein samar-
beiðsavtala millum politiskar flokk-
ar i Føroyum er kunngjørd alment í
fullum orðaljóði, so eru øll kortini
vitandi um, at tey undanfarnu
landsstýrini eisini hava havt samar-
beidsavtalur og at tað í ongum føri
áður hevur eydnast at gjøgnumført
nakra avtalu so langt sum hesa.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur alla
orsøk til at vera væl nøgdur við
farna valskeiði. Politiska arbeiðið
hjá landsstýrinum og tingmeiri-
lutanum er farið fram í anda heima-
stýrislógarinnar. Og ongatíð áður
eru so stórir og týðandi partar av
stevnumiðum javnaðarfloksins
framdir í einum einstøkum val-
skeiði.
OG HÓAST allar teir trupulleikar,
sum 200 tjórðinga búskaparligu øk-
ini hava volt fjarfiskiskapinum, so
kunnu vit kortini ásanna, at ongatíð
áður hava føroyingar veitt meira
enn í 1977. Vit hava okt munandi um
veiðuna í egnum sjógvi og sam-
stundis varðveitt so mikið á fjar-
fjarleiðum, at talan hevur verið um
vøkstur í samlaða tonsatalinum.
RÁFISKAGRUNNURIN hevur
megnað at avmarka prísfallið á rá-
fiski rættuliga munandi. Hóast doll-
arin er fallin og harvið prísurin á
flaki, so er avreiðingarprísurin í
Føroyum ikki fallin í sama mun. Fyri
viku síðani høvdu vit eitt yvirlit í
blaðnum, sum sýndi, í hvussu stór-
an mun ráfiskagrunnurin stuðlar
teimum ymisku prísunum.
HER ER VÆL stýrt undir torførum
umstødum.
sosialurin
Javnadarflokkurin
og hinir flokkarnir
Tað var i 1928 at javn-
aðarflokkurin á fyrsta
sinni fekk umboð vald á
legting. Áðrenn tað vóru
bert tveir flokkar á tingi.
Tað vóru sambandsflokk-
urin og sjálvstýrisflokk-
urin. Tá í tíðini var tað
utopi at tala um annað
enn samband og sjálv-
stýri. Talan var um eina
endaleysa togan millum
sambandsflokkin og sjálv-
stýrisflokkin. Í hesi togan
var bert pláss fyri einum
spurningi. Nevniliga
spurninginum um sam-
band ella sjálvstýri.
Men javnaðarflokkurin
legði til brots við einum
nýggjum politikki. Flokk-
urin vildi reka praktiskan
politikk. Hann vildi gera
vart við og beta um tey út
av lagi vánaligu sosialu
viðurskiftini. Hann vildi
skapa arbeiði til allar
hendur á sjógvi og landi
og virka fyri rættvisari
urtøku av arbeiðnum.
Hann vildi somuleiðis
virka fyri rættvisari byti
av byrðunum. Javnaðar-
flokkurin vildi stutt sagt
reka praktiskan økonom-
iskan politikk.
Í bardagaárunum og í
tíðini beint eftir seinna
heimsbardaga gjørdist
spurningurin um samband
ella loysing rættuliga á-
trokandi. Føroyingar
stóðu í tveimum eins
sterkum bólkum, har ann-
ar bólkurin vildi hava
loysing og lýðveldi sett á
stovn beinan vegin, með-
an hin bólkurin vildi varð-
veita amtssteðuna sum
hon var. Javnaðarflokkur-
in var greiður yvir, at
skuldu vit reka veruligan
politikk i Føroyum, so var
neyðugt at fáa hendan
spurningin loystan.
Flokkurin gekk tí á odda
fyri at finna eina skilagóða
loysn. Javnaðarflokkurin
talaði fyri eini heimastýr-
isskipan, sum endaði við
heimastýrislógini frá
1948, og flokkurin stóð
eisini á odda í samráðing-
unum við donsku stjórn-
ina um hesa skipan.
Tað var við ringum
tannabiti at sambands-
flokkurin lat javnaðar-
flokkin draga seg við til at
góðtaka heimastýris-
lógina. Men sambands-
flokkurin sá sær ongan
annan útveg. Hann var
noyddur uttan mun til um
hann vildi ella ikki.
Heimastýrisskipanin
hevur staðið sína roynd. Í
Feroyum hevur framburð-
ur verið á ellum ekjum
hesi farnu 30 árini. Í dag
kunnu Feroyar roknast í-
millum fremstu lond í
Nr. 74 — 4. oktober 1978
heiminum. Í dag eru Fer-
oyar munandi betri fyri
enn t.d. Ísland, ið valdi
loysingarleiðina hjá fólka-
flokkinum, sum tjóðveld-
isflokkurin seinni hevur
yvirtikið, og somuleiðis
eru vit munandi betri fyri
enn Grenland, ið hevur
varðveitt amtsteðuna hjá
sambandsflokkinum upp
til dagin í dag.
Tað var ikki loysingar-
leiðin vit gingu í 1948. Tað
var heldur ikki sambands-
leiðin. Gingu vit loysing-
arleiðina tå, høvdu vit í
dag havi ta íslendsku
støduna við lágum krónu-
virði, lægri arbeidslønum
og lægri avreiðingarpris-
um enn vit hava. Gingu
vit sambandsleiðina tá,
hevdu vit í dag havt ta
grønlendsku amtstøduna
vid einum tilafturskomn-
um samfelag i mun til
okkara framkomna sam-
felag.
Men tað var javnadar-
leidin vit gingu, tå vit i
1948 fingu heimastýris-
lógina, sum síðani hevur
verið karmurin um tað
politiska arbeiði í Feroy-
um tey seinastu 30 árini,
við tí úrsliti, at Feroyar
eru eitt framkomið sam-
felag og telist millum
fremstu vælferðarsam-
felog í heiminum.
Javnaðarflokkurin
ikki broytt kós
Rímuliga verður tikið
hvassligari til orða upp-
undir val, enn tað vanliga
verður gjert. Tað er nú
einaferð so.
Men tá tað bæði í tid,
og úrtið og áhaldandi
verður blakað út millum
manna, at Javnaðarflokk-
urin í hesum valskeiðinum
hevur lagt sín politikk um
og er farin á eina heilt aðra
kós, enn hann framman-
undan ferdi, so er hetta
sjálvsagt haldleyst mesn.
Javnaðarflokkurin hev-
ur til seinasta valskeið
altið verið í samvinnu
viðaðrar flokkar, tá hann
hevur verið uppi í lands-
stýrissamgongu. Framm-
anundan var hann saman
við Sambandsflokkinum
og Sjálvstýrisflokkinum.
Men Sambandsflokkurin
hevur ikki vanliga valt at
samvinna við Javnaðar-
flokkin lika so lítið sum
hetta er hetta er vanligt
hjá Sjálvstýrisflokkinum
Sambandsflokkurin vrak-
aði Javnaðarflokkin til
fyrimuns fyri Fólkaflokk-
in í 1950 og 1954. Sjálv-
stýrisflokkurin = vrakaði
Javnaðarflokkin sum
samarbeiðspartnari í 1954
og í 1962.
Øll henda ørvitistalan
um at Javnadarflokkurin
hevur broytt politiska kós
er stutt sagt reingjan av
veruleikanum.
Vit vistu, hvussu steð-
an var eftir logtingsvalið
1974. Teir samgongu-
meguleikar, har Javnað-
arflokkurin var við í
landsstýrinum vóru ikki
stórir, ti Sambandsflokk-
urin tíðuliga og greitt
segði seg ikki vilja hava
samvinnu við Javnaðar-
flokkin, um Javnaðar-
flokkurin fór at fera sín
politikk.
Vit vita í dag, at henda
samgonga hevur verið til
gagns — hevur verið tann
samgongan, sum best
tryggjaði okkum vinnu-
líkindi á teimum økjum,
sum nú einaferð kundu fá-
ast undir verandi umstød-
um.
Umframt tað alstóra og
neyðuga tilrættislegging-
ararbeiði, sum hevur verið
hetta valskeiðið á fiski-
vinnuøkjum okkara, eru
skaptir ektir meguleikar
fyri lívi og vekstri í land-
inum, sum ongantið áður,
ella sum ein av valevnum
Sambandsfloksins, Egon
Hansen, tekur til, at Sam-
Longu frá fyrsta degi og
eisini í tíðini beint eftir
seinna heimsbardaga
sýndi javnaðarflokkurin
sín sterka vilja til at finna
skilagóðar loysnir. Longu
tá sýndi flokkurin sín
sterka samrådingarvilja
og sítt framúrskarandi
samráðingarkynstur.
Og at javnaðarflokkurin
er tann av flokkunum,
sum hevur havt besta
handalagið til at fáa nakað
burtur úr undir heima-
stýrisskipanini, hava vit
nógv prógv fyri, men
hetta fara vit at venda aft-
ur til í komandi blødum.
Øll tey, sum taka undir
við, at heimastýrislógin
eisini í komandi árum skal
verða karmurin um tað
politiska arbeiði í Feroy-
um, soleiðis sum hon hev-
ur verið tað í hesum og
eðrum valskeiðum har
javnaðarflokkurin hevur
luttikið í leiðsluni av sam-
felagnum, fara á val og
seta krossin við javnaðar-
flokkin.
Ein atkveða fyri javn-
aðarflokkinum er ein at-
kveða fyri heimastýrislóg-
ini.
við-
merkingar
bandsflokkurin er av teirri
hugsan, at vit feroyingar
liva í einum samfelag við
ríkum meguleikum, har
einstaklingurin fær hevi
at velja sær tann form,
hann ella hon ynskir at
liva undir.
Formaður Sambands-
flokksins sigur ein dag, at
loysingin er komin nær
sum ongantíð, næsta dag-
in fortelur hann fólki,
hvussu uppum akslar
hetta landsstýrið hevur
grýtt okkum undir í ríkis-
studningi, so vit ikki nær
námind eru ferir fyri at
taka loysing. Øll vita vit,
at tann at tann ferdi poli-
tikkurin = hevur skapt
størri møguleikar, trygg-
ari stødu, størri vælferð
Cd = =
SOSIALURIN 1978