mikudagur 4. oktober 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SU OVA
Nr. 74 — 4. oktober 1978
sosialurin
Fólkaflokkurin á ákærubonkinum:
Ein søga um
DOKUMENTFALS
Tá ið nakrir feroyskir
politikarar fyri trimum ár-
um síðani fingu ein dóm,
kundi blaðstjórin á Dag-
blaðnum ikki dylja sína
skaðafrei. Við tí ráa
hevndarhugi, sum er hon-
um so líkur, skrivaði hann
eina grein, har hann læt
tey dømdu enda niðri í eini
ruskspann. Og hann lov-
aði, at hann og floksins
oddamenn — sum ivaleyst
skuldu eitast at vera ein i-
holdan av spekt og rein-
føri her í landinum —
nokk skuldu ansa eftir at
lokið á spannini ikki fór
av.
Niður í
ruskspannina
Nú, trý ár aftaná, er ein
annar dómur skjótt fallin.
Misgerðin er væl sterri
hesuferð, og dómurin
verður harðari. Tey avger-
andi prógvini eru komin
aftur frá skriftserfreðing-
unum, og tað er nú eingin
ivi um, at Óli Breckmann,
tingmaður, lærari og blað-
stjóri, hevur roynt at for-
koma einum starvsbróður
við falsaðum skjelum.
Hann, sum hevði átikið
sær at halda lokinum á
ruskspannini aftur, er nú
endaður niðri í hesi somu
spannini. Og komin eitt
fitt petti longur niður í
hana enn tey fólkini, hann
háðaði fyri trimum árum
síðani.
Hverjar avleiðingar
hetta fær, kann eingin
vita. Tað er eingin grund
til at vísa somu ráu skaða-
frei sum dagblaðsblað-
stjórin og hansara menn.
Hinvegin var tað gamal
siður i Føroyum at verja
seg ímóti mannúlvum.
Myndin við ruskspannini
er eftir mínum tykki ófati-
liga primitiv. Men eftir-
sum Óli Breckmann er so
fegin um hana, so lat okk-
um brúka hana einaferð
afturat:
Skulu okkara lógir
smíðast og okkara bern í
framtíðini leiðast inn í liv-
ið av einum manni, sum
moralskt og menniskjans-
liga heldur til niðast á
botni í eini ruskspann?
Lat meg alt fyri eitt
undirstrika — fyri at les-
arin ikki skal misfata meg
— at eftir mínum tykki er
Óli Breckmann rættiliga
óviðkomandi í hesum
máli. Hann hevur bara
týdning í tann mun, at
hann er talsmaður fyri og
amboð hjá monnum og
kreftum, sum royna at
halda seg væl krógvaðar.
Henda sakin er nevniliga
ein reint politisk sak. Fyri
og sum ongan
at skilja hana til lítar er
tað neyðugt fyribils at
gloyma marionettsjónleik-
aran og hansara ótýdligu
skarvslop á leikpallinum.
Lat okkum í staðin fyri
kveita aftur um tjaldið og
vita, um vit fáa eyga á teir
gráu skuggar, sum standa
har í hálvaljósinum og
toga í træðrirnar.
Hví lærarahetz?
Sakin, sum Kirsten Brix í
summar legði ímóti Ola
Breckmann begynti
nevniliga við, at Tann før-
oyski Fólkaflokkurin (ra-
dikalt sjálvstýri) í vár fór
undir ta grovastu útspill-
ing av føroyskum skúla-
lærarum, sum vit nakr-
antíð hava upplivað her á
landi. Orsekin til hetta
var greið. Flokkurin
hevði, í Óla Breckmanns
nýggja regi, átikið sær at
beina fyri teimum sosialu
framstigum, sum gjerd
vóru síðan 1958. Teir
stjórar, grossistar og
prædikumenn, sum eru
kjarnan í flokkinum, og
sum vit síggja koyra í
Jaguarum til 200.000 kr.,
sum eiga summarhús i
Norðursælandi og Spania,
skatt
gjalda, hevdu tey seinastu
tjúgu árini ligið í andvekri
við tankan um, at ar-
beiðsmaðurin fekk nekur
oyru at halda sær á lívi við
á gamalsaldrinum, eftir at
hann hevði offrað heilsuna
til hesar somu menn. Nú
var, sum manna av himni,
ein eygagóður Benjamin
komin til teirra, sum
kundi førka samfelagið 20
ár aftur í tíðina, og sleppa
teimum undan teimum al-
samt vaksandi Mogadon-
útreiðslunum.
Men hetta; at átaka sær
at riva tað niður, sum aðr-
ir hava bygt upp, er líka-
sum eitt sindur fátæksligt
at koma við í einum val-
ári. Flokkurin hevði brúk
fyri eini dyggari beitu fyri
at fáa veljarar at amast
uppá seg. Og tí var av-
gjørt at fara undir ein
lítlan, fittan lærarahetz á
la Adolf Hitler ella Joseph
McCarthy. Hver veit,
kanska fanst enn í Feroy-
um ein slintra av tí evund
og hatri til lærdóm og lær-
arar, sum treivst so væl í
Feroyum fyri einum
mansaldri síðani. Og var
einki til av ti longur, so
kundi tað um ikki annað
vekjast aftur til livs.
Yvir um
reinførisgardin
Tað var sum eitt lið i hesi
ótýdligu valagitatiónini,
at avgjert var ikki bara at
herja á ta føroysku lær-
arastættina sum heild,
men eftir einum aldar-
gomlum pedagogiskum
prinsippi at útpeika sær
ein åvisan lærara at leggj-
ast á. Hver tað var, sum í
hesum sambandi fekk ta
geniala hugskot at gera
eitt hopp yvir um garðin,
sum skilir ímillum reinferi
og kriminalitet og brúka
dokumentfals fyri at dálka
henda læraran uppaftur
meira og geva flokkinum
uppaftur fleiri atkveður,
um tað var onkur av odda-
monnum floksins, ella øll
leiðslan í felag, ella mál-
gagn floksins, er ilt at
vita. Tað er eisini líka
mikið. Tað, sum er avger-
andi, er, at flokkurin hev-
ur alla ábyrgdina av tí,
sum hendi. Ein og hver
avíslesari við gonguviti
kundi longu í vár rokna
út, at tey tel, sum Dag-
blaðið vildi oyðileggja
Kirsten Brix við, vóru
falsað.
Vit vóru nekur, sum
longu í vár eftir ferimuni
royndu at mótmæla ólík-
indum og persónsforfylg-
ing Fólkafloksins. Floks-
ins oddamenn lata vanliga
ikki við seg koma. Men tá
var eldur í skálanum.
Menn vórðu uppringdir av
leiðarum floksins, sum
tivandi av illsinni deildu
teimum heiður og æru frá.
Qsingin var egilig. At
nakar vågadi sær...
Skuldi teirra lítli, fitti
Benjamin ikki sleppa at
brúka sítt falsaða tilfar í
frið? Tú kemur at hugsa
um eina hending í tekni-
seriuni Tintin. Ein hundur
hevur bitið ein mann
næstan til avlívs. Tá ið
hann, sum eigur hundin,
fær hetta at vita, drýpur
hann hevur í djúpum
trega og svarar við hesum
minniligu orðum: — Tann
neyðar hundur!
Í hamferð
Sum áður nevnt er henda
sakin í roynd og veru ein
politisk og samfelagslig
prinsippsak. Tað er, tá vit
síggja sakina soleiðis, 6-
viðkomandi, hver tann á-
lopni er. Hann kundi líka
so væl verið fiskimaður,
bóndi, skrivstovumaður,
reyðhærdur ella morskra-
nesmaður. Hetta er eitt
meti millum ávísar polit-
iskar og figgjarliga kreftir
i Føroyum og eitt menn-
iskja i ti føroyska sam-
felagnum. ØBrumegin
stendur Fólkaflokkurin og
tað lið av vambasíðum
plutokratum, sum hesin
flokkurin er amboð hjá.
Hinumegin stendur tann
feroyski borgarin. Sakin
gevur einum ein varhuga
av, hvussu tað hevði ging-
ist ti føroyska borgara-
num, um tað stóð til
Fólkaflokkin. Og tey, sum
ikki eru heilt ung, ansa í
hesum sambandi eftir
nøkrum undarligum. Tú
hevur varhugan av at
uppliva nakað, sum er
hent fyrr. Tú hevur var-
hugan av at meta kreft-
um, sum ganga í hamferð.
Vit hava meira enn so
hoyrt um krigsárini, tá
Fólkaflokkurin hevði 12
mans á tingi, tá tað var
neyðugt at hava åvisan
politiskan lit fyri at fáa
tjans við einum skipi, og
tá ein herur av ungum
fúsum grossistum gekk og
marsjeraði í Havnar gøt-
um, smårøntandi >Die
Fahne Hoch« og bíðandi í
ótolni eftir, at týski her-
urin fór at sora Moskva.
Eitt lítið »Gau« her norðri
undir væðingini við einum
bringubrettum, ljóshærd-
um mini-Fiihrer á odda,
hevði tað ikki verið hug-
naligt? Sum vit vita,
taptu nazistarnir, til stórt
vónbrot fyri hesar menn,
sum so, kvikir sum veður-
hanar, vendu sær til Ong-
lands. Sum tað stendur í
táttinum:
Fluttu fong til Flatlanda
og vunnu miklan eyð.
Síðkaði smoltur á føroysk-
um hávum
— væl vignast annans
deyð!
Sigst, at summir seinni
máttu
tiggja vatn og breyð
Troubadurix & Co.
Eg nevndi í áðni, at blað-
stjórin á Dagblaðnum er
rættiliga óviðkomandi í
hesi sak. Hetta er ikki
heilt beint. Hansara leik-
partur í hesum leiki er
tann sami sum hjá gekk-
inum í sjónleikum Shake-
speare's. Hann er tað
komiska elementið í mál-
inum. Og her má viðgang-
ast, at hann hevur skapt
dygdargott undirhald —
væl at merkja fyri tey,
sum hava ans fyri tí lág-
komiska og groteska.
Kann nakar hugsa sær
barokkari og láturligari
sjón enn hesa krossferð
Fólkafloksins ímóti ellum
tí, sum higartil hevur
tryggjað ti føroyska borg-
aranum frið og ekkaloysi.
Fremstur gongur, fúsur
og spelkin, hesin rái kapi-
talistaskósveinurin við tí
bondska gummiandlit-
inum. Honum á baki
Síða 7
Stutt yvirlit yvir
sakina Kirsten Brix —
Oli Breckmann
Tað var í vår, at Dagblaðið, fyri at útvega Fólka-
flokkinum atkveður til heystar, fór undir eina
drúgva og miðvísa útspilling av Kirsten Brix,
lærarinnu við Studentaskúlan. Dagblaðið skriv-
aði, at Kristen Brix hevði givið einum ávísum
næmingi lægri karakter, enn hesin hevði uppibor-
ið. Fyri at undirbyggja hetta vórðu karakterirnir í
stílunum hjá næminginum falsaðir. Upprunaliga
hevði Kirsten Brix givið næminginum 10- og 9-
tel, altso stak góðar karakterir. Hesi telini vóru
av falsaranum viskað út og — haldið tygum fast,
kæri lesari! — 6-tøl skrivað í staðin fyri. Kirsten
Brix legði sak ímóti Óla Breckmann, sum hevði
skrivað tær injurierandi greinirnar. Advokaturin
hjá Kirsten Brix, Halgir Winther Poulsen, kravdi
stílarnar sendar til kanning av skriftkenum. Úr-
slitið av hesum kanningum kom aftur fyri tveim-
um vikum síðani. Báðir teir skriftkenu,
sum
hevdu kannað stílarnar óheftir av hverjum eðr-
um, úttalaðu, at Kirsten Brix IKKI hevði skrivað
telini.
Tað, sum eyðkennir hetta mál, er, at Fólka-
flokkurin, sum hevur eftirlit við Dagblaðnum,
ikki lætst um vón. Ein annar politiskur flokkur
hevði alt fyri eitt havt steðgað blaðstjóranum.
Sakin gevur okkum sostatt eina mynd av, hvar
tann feroyski borgarin var staddur, um Fólka-
flokkurin hevði ræðið her í landinum.
koma floksins oddamenn,
summir meira enn til-
komnir, aðrir við silvuri í
hárinum, hver við síni
lítlu antidemokratisku og
antisosialu trummu, blint
aktandi hverjum boð frá
dirigentinum. Eg havi eitt
sindur ilt við at ímynda
mær dirigentin, her er jú
talan um nýskapan við lít.
Í mínum huga er hann tó
mest líkur Troubadurix
(hvers musiska íðkan er
so, at sjálvt Obelix — sum
valla er kålvføddur við
Beethoven, tíansheldur
Von Webern — forfardur
má taka til rýmingar), tí
ráari viðferð hevur okkara
móðurmál ongantíð fingið
enn í Dagblaðnum tey
seinastu 4 árini.
Hvussu verða
fruktirnar?
Fólkaflokkurin heldur í
hesum degum fund í heil-
um. Hvat teir tosa um á
hesum fundum, er ilt at
vita. Men er tað loyvt at
koma við einum uppskoti?
Hvat við at hildið eitt
symposium um doku-
mentfals? Evnið er sjálv-
andi fjølbroytt, men hin-
vegin skuldi ell tann neyð-
uga ekspertisan verið til
taks. Petur Háberg kundi
hóskandi lagt fyri við at
viðgjert evnið úr einum
bíbilskum sjónarmiði. Vit
lærdu í skúlanum, at >tú
skalt ikki bera falskan
vitnisburð ímóti næsta
tínum<. Helst er henda
læra ikki tíðarhóskandi
longur. Petur, sum iva-
leyst fylgir við í tí, sum
nýmótans eksegetar vita
at siga um evnið, kundi
komið við eini ajourfering.
Er onkur klausulur, vit
ikki vistu um? So er tað
tann anatomiska síðan 7
av sakini. Her mátti Essa
Arge verið tann rætti
maðurin. Hvat vi“ einum
fyrilestri um... well... ta
falsandi hondina? Skal
hon vera lítil ella stór,
breið ella smel, mjúk ella
knotut? Ella krevst eisini
her tann dygga argja-
hondin? Hákun Djurhuus
kundi sagt eitt sindur um,
hverja funktion doku-
mentfals hevur sum part-
ur av ti ferningi, sum skal
flytast fram til komandi
ættarlið — eitt sindur ill-
tungt kanska, nú elli tek-
ur at boyggja? Til seinast
hevði ikki verið av leið við
eini seguligari, juridiskari
gjøgnumgongd, byrjandi
við Hammurabi, og her er
Demmus Hentze tann
rætti maðurin. Innihaldið
avger Demmus sjálvur,
men tað mátti ligið so
raðið at brúkt yvirskrift-
ina, hann gjerdi til sína
háfloygdu fólkafundar-
reðu uppi á Hegoyggj fyri
fýra árum síðani: >Lýða
vit Gud og lóg og rætt...<
Og um vit ikki gera tað,
hvat so Demmus góðin?
Hvussu verður blóman,
sum sprettur úr tí kvist-
inum? Og hvat heldur tú,
Jóan Petur uppi í Treð
hevði sagt um tykkum
allar í dag?
dag?
Tit skulu hava takk fyri
sjónleikin. Rabelais hevði
ikki kunnað gjert tað
betri. Men leikurin gjerd-
ist bara ov ómatligur. Vit
noyddust tiverri at steðga
tykkum. Og hvat ið við-
víkir sóma og reinferi og
fólkaræði í Feroyum í
dag, so berið ongan ótta.
Vit hava eyguni við tykk-
um.
Hanus Andreassen