leygardagur 7. oktober 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Lýsingar: Arne Thomsen
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Reyp
UNDIR UMRØDUNI av løgmans-
røduni fyrr í vikuni høvdu tjóðveld-
ismenn lyndi til at reypa av ollum ti,
sum avrikað er í hesum landsstýris-
skeiði.
ØLL MINNAST, at tjóðveldisflokk-
urin fyri nøkrum árum síðani sat i
einum ødrum landsstyri, og ta ferð-
ina var tað saman við fólkaflokk-
inum, sjálvstýrisflokkinum og fram-
burðsflokkinum. Hvussu nógv
kundu tjóðveldismenn reypa av tí
landsstýrinum?
NAKAÐ TAÐ SAMA, sum sam-
bandsmenn kunnu reypa av teimum
landsstýrisskeiðum, har sambands-
flokkurin hevur verið í samvinnu við
aðrar flokkar enn javnaðarflokkin.
T.d. av landsstýrisskeiðnum frá 1950
til 1954 saman við fólkaflokkinum
og frá 1954 til 1958 saman við fólka-
flokkinum og sjálvstýrisflokkinum.
TAÐ ER VORDID púra greitt, at øll
tey landsstýri, sum javnaðarflokk-
urin hevur verið uppi í og havt
leiðsluna av, hava fingið nógv frá
hondini. Tey hava givið viðkomandi
samgonguflokkum høvi til at reypa.
Hetta var tilfellið hjá landsstýrinum
frá 1958 til 1962. Og hetta sama hev-
ur verið tilfellið hjá trimum teimum
seinastu landsstýrunum.
HINVEGIN VAR lítið at reypa av í
tíðarskeiðnum frá 1950 til 1958. Og
enn minni í tíðarskeiðnum frá 1962
til 1966 tá sokallaðu sjálvstýrisflokk-
arnir leitaðu saman í landsstýri. So
orsøkin til at tjóðveldismenn kunnu
reypa nú, er ikki einans tann, at
flokkur teirra hevur sitið í Tinganesi
hesi fýra árini, men meginorsøkin er
tann, at hann hevur sitið har saman
við javnaðarflokkinum og undir
leiðslu hansara.
OG SKULU NÚ teir flokkar, sum
fara at mynda eitt komandi lands-
stýri, hava nakað at reypa av í 1982
— og tað skulu teir sjálvandi hava —
so skal javnaðarflokkurin eisini
verða við og helst hava leiðsluna í
einum komandi landsstýri.
MEN HETTA kann javnaðarflokkur-
in einans um hann fær ta neyðugu
undirtøkuna, tær neyðugu atkvød-
urnar og eisini tina atkvødu.
sosialurin
Tað er ongin flokkur í Før-
oyum í dag, sum alment
gongur inn fyri kapitalist-
isku samfelagsskipanini.
Sjálvt mest konservativu
fólkafloksmenn og sam-
bandsmenn eru á okkara
degum tað vit nevna liber-
alistar, frisinnadir um ein
vil, og tað er vanligt her
hjá okkum at seta liberal-
ismuna upp sum ein mót-
setning til sosialismuna.
Lætt foreinklað av Óla
Breckmann og eðrum súm
frælsi í mótsetning til
tvingsil. Tað kapitalist-
iska systemið er ikki liber-
alistiskt og ikki áhugað í
ti fríu og sunnu kapping-
ini, tað er langt síðani
sligið fast. Konsentratión-
in, fámannaveldi, í vinnu-
lívinum um allan heim er
so týðiligt, og altjóða
monopolkapitalistafyri-
tekurnar gera seg alt meir
og meiri galdandi fyri
hvenn dag sum gongur.
Eisini her heima hjá okk-
um síggja vit so týðiliga
hvenn veg tað ber, bara
fyri at nevna nakrar fáar
fyritøkur, sum grípa inni í
lívið hjá hverjum mans-
barni i Føroyum, so sum
Fiskasølan, Bankarnir og
Tryggingarsambandið,
hetta seinast nevnda við
vælsignilsi frá ti almenna.
Her er ein peningakon-
sentratión í okkara sam-
felagi, sum er heldur enn
ikki ódámlig — hesin
veruleiki reingist ikki, so
kunnu mótsteðumenn
okkara tosa so nógv teir
vilja um liberalismu, fri-
sinni í vinnulivinum 0.s.
fr., men veruleikin er tí-
verri ein annar. Her er eitt
peningafhonopol at finna
av eini aðrari verð, sum
als ikki er undirlagt nekr-
um sum helst eftirliti frá
fólksins síðu — øll meting
hjá hesum fyritskum
verða fyrst og fremst
mettar út frá einum hand-
ils- og profittsjónarmiði
og alt annað kemur í 2.
rød. Sosial sjónarmið t.d. í
húsabyggingarmálum eru
ring at fáa eyga á!
Sum kapitalismunnar
mótsetningur uppfata
nógv sosialismuna sum
eina samfelagsskipan,
hvar samfelagið hevur
ognarrættin til fram-
leiðsluamboðini, hvar
misnýtsla og misbrúk
skuldi halda uppat, bú-
skaparligu kreppurnar
hverva og í staðin skuldi
koma búskaparlig, sosial
og mentunarlig javnrætt-
indi. Útviklingurin hevur
víst, at ein sosialisering
ikki automatiskt fær hes-
ar fylgjur, og tað er væl
okkara týdningarmesta
læra, at sosialisman í
teimum kommunistisku
londunum virkar undir
tvingsli og diktaturi.
Okkara kritikkur av tí
kapitalistisku samfelags-
Nr. 75 — 7. oktober 1978
Sosialisma og kapitalisma
skipanini er tvieggjadur.
Kapitalistiska skipanin
førir til eitt stórt Orættvisi
í samfelagnum og demo-
kratiið kemur fyrr ella
seinri í vanda av system-
inum. Tað politiska og
økonomiska demokratiið,
sum er fyritreytin fyri
frælsi einstaklingsins,
kann ikki trívast undir
kapitalismu ella diktaturi.
Tað er okkara stóra upp-
gáva sum sosialdemokrat-
ar, at sameina demokrat-
iið og sosialismuna. Ikki
bert tí vit eru demokratar,
ella tí vit kunnu síggja tað
rætta í teimum sosialist-
isku hugsjónunum, men ti
kravið um frælsi menn-
iskjans fyri okkum javn-
aðarmonnum er tað avger-
andi og samstundis er
óloysiliga samanbundið
við kravið um økonomiskt
rættvisi. Tað er ikki eitt
endamál í sær sjálvum at
sosialisera, men at koma
peningaligum órættvísi til
lívs! Hetta kann gerast
t.d. við at samfelagið
tekur alla ábyrgdina av
teimum samlaðu iløgun-
um, framleiðsluni, av ar-
beiðsmarknaðinum o.s.fr.
ella hin vanligi mátin her á
okkara leiðum við at sam-
felagið yvir skattin og tær
almennu útreiðslurnar
roynir at javna størstu 6-
javnarnar i kapitalistiska
samfelagnum út sum
frægast, men viðgangast
við-
merkingar
má, at henda leiðin sýnist
at vera drúgv leið at
ganga, ti >revarnir< hava
so nógvar holur at fara í-
gjegnum!
Tað privatkapitalist-
iska systemið hevur har-
afturat fert til eina óhug-
naliga virðismeting av
persónum og innsatsi,
hvar bert eitt mál verður
nýtt og tað eru pengarnir,
ell onnur virði mugu víkja
fyri hesum eina — ella
sagt við eðrum orðum
hesir Mammons trælir
seta oftast prisin á, áðr-
enn mett verður um
góðskuna, av hverjum
slagi so hon enn er av! Tað
eru tekin til at bæði kapi-
talisman og kommunism-
an í dystinum um fyrsta-
plássið í materiellu kapp-
renningini hava gloymt
tað einstaka menniskjað,
og at parolan ljóðar at
stjórnirnar eru til fyri
fólksins skuld og ikki øv-
ugt.
Her er svarið eittans at
seta í staðin og tað er
javnaðarhugsjónin, sum
setur menniskjað í sentr-
um.
Johan Samuelsen
Fjølbroyttir
utbugvingarmøguleikar
Til fleiri av teimum størv-
um, sum eru enn i Før-
oyum og somuleiðis sett
av føroyingum, er ikki
gjørligt at utbugva seg
her heima.
Vit hava spurt Jåkup
Lindenskov, landsstyris-
mann, um landsstýrið
annaðhvert hevur fingið
nakra áheitan, ella sjálvt
vil taka nakað stig til fleiri
útbúgvingarmeguleikar
her.
— So hvert samfelagið
verður meiri fjeltáttað og
útbygt, er eisini neyðugt
at fjøltåtta útbúgvingar-
meguleikarnar, um vit
skulu vera ferir fyri at
fylgja við. Samfelagið
hevur játtað pening til út-
búgving til serútbúgving
av fólki í ymiskum starvi,
bæði í almennum virkjum,
stovnum og til fólk í
privatari vinnu. Øl vita
vit, at nógv sterri dentur
má leggjast á útbúgving-
ina í dag enn vit havá
gjørt. Hetta er ein fylgja
av at samfelag okkara er
vorðið nógv meira fjel-
táttað.
— Eisini í hesum val-
skeiði eru stórbroytingar
farnar fram í so máta —
ein fylgja av at samfelagið
er vorðið ríkari. Vit hava
skapt okkum sterri megu-
leikar til eitt gott samfel-
agsliv í egnum landi.
Fleiri hava fingið fleiri
meguleikar, virkismegu-
leikarnir = eru vorðnir
sterri, sigur Jákup Lin-
denskov.
— Verður hugsað her
um nakað ávíst útbúgv-
ingarøki?
— Eitt lítið lið, tó tydn-
ingarmikið, eru starvandi
innan heilsuverk okkara.
Vit hava fingið áheitan
um at seta á stovn undir-
vísing av sjúkrahjálpar-
um, fólk, sum skal starv-
ast á okkara sjúkrahús-
um, ellis-, rektar-, vistar-
heimum o.s.fr. Henda á-
heitanin er komin úr Suð-
uroy.
Í hesum føri er staðan
tann, at sjúkrahjálparar
ikki fáa útbúgvingina í
Danmark ti tilgongdin har
er so stór.
Tað er tí bæði rímiligt
og neyðugt at vit fáa hesa
undirvísing her, so at vit
kunnu útbúgva til tann
terv sum er í Feroyum.
— Vit kunnu byrja í
smáum, og verður hetta
eisini eitt stig á leiðini til
størri menning — ein
meguleiki afturat at
bjarga teimum ungu betri
møguleikar at útbúgva
seg i, Føroyum, og ikki
vera noyddir at fara av
landinum.
— Er hetta eitt tekin
um, at vit í framtíðini ikki
vilja taka av teimum til-
boðum vit hava í t.d.
Danmark?
— Sjálvandi skulu vit
varðveita møguleikarnar
til útbúgving aðrastaðni,
ti tað verður altíð neyð-
ugt, men tað er týdning-
armikið at leggja útbúgv-
ingarmynstrið soleiðis til
rættis at vit hava útbúgv-
ingarmeguleikar til flestu
av teimum størvum sum
neyðug eru í okkara sam-
felag.
TIN