Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. oktober 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A SND 5 3 = 3 Nr. 75 — 7. oktober 1978 Nyggi leidarin i Rådnum fyri ferðslutrygd: sosialurin — Vit mugu hugsa okkum betur um í ferðsluni Hver einstakur má kenna sína ábyrgd og vera samvitskufullur — Tað nyttar lítið at upplýsa og ráðgeva um trygd og ferðslu, um ikki hver einstak- ur bilførari kennur sína ábyrgd og er sam- vitskufullur í ferðsluni. Soleiðis sigur Olivur Næss, sum tann 1. okto- ber í ár tók við starvinum sum dagligi leiðari á Ráð- num fyri ferðslutrygd. Vit hittu Olivur á skriv- stovuni í KFUM-bygn- inginum við Hoydalsveg- in. Hóast nýggjur í starv- inum er Olivur farin til verka av álvara beinan- vegin. Tað er tann árliga lyktakanningin, sum stendur fyri durum, og her skulu nógvar fyrireikingar gerast. Sagt virkið frá sær Olivur er fegin um sitt nýggja arbeiði. Sjálvur hevur hann hesi seinastu 18 árini havt radiomek- anikaraverkstað í Havn. Hann hevur umvælt alla útgerð til radiotelefon- kommunikatiónina á landi bæði hjá almennum stovnum og privatum. Tá starvið sum leiðari á Ráðnum fyri ferðslutrygd varð lýst leyst herfyri, sekti Olivur starvið. Av níggju umsekjarum fekk hann starvið. Samstundis lat hann arbeiðsfólkið yv- irtaka virkið. Tað er Hans Jákup Michelsen, sum hevur yvirtikið radiotele- fonina. Fyribyrgja — Ferðsluspurningurin er sum heild ein fløktur spurningur, sum er torfer- ur at loysa heilt til fulnar, sigur Olivur Næss. Men júst tí eiga vit at leggja alla okkara orku í at loysa henda spurning. Ti tað er talan um menniskju, sum lata lív í ferðsluni av áv- um, sum kundu verið fyri- byrgdar frammanundan við betri upplýsing, sigur Olivur Næss. Og hann heldur fram: — Tað skal ikki dyljast, at hesir spurningar hava mín allar stersta áhuga. Vit vita, at biltalið í land- inum økist óhugnaliga skjótt — ja, so skjótt, at vit greiða ikki at fremja tey trygdartiltøk, sum eru neyðug fyri eini tryggari ferðslu. Nýggi leiðdrin á Ráðn- um fyri ferðslutrygd sigur víðari, at viðurskiftini í dag seta munandi sterri Politiskur fundur Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skipar fyri fundi tyskvøldid 10. ok- tober kl. 20.30 mannafelagsins. hólum arbeiðs- Við á fundinum verða valevnini fyri Suðurstreymoy. Øll javnaðarhugaði eru vælkomin. 12 SOSIALURIN 1978 SOSIALURIN 1978 NEVNDIN BINGO 56 SUSIALURIN 1978 Olivur Næss: — Vit mugu varða av hverjum eðr- um i ferðsluni krøv til ferðslutrygdina. — Tað er ikki nóg mikið at vit halda tær lógarásettu ferðslureglurnar. Vit eiga ikki at gloyma tær moralsku skyldurnar, sum einhver bilførari hevur i ferðsluni. Upplýsandi arbeiði Tað upplýsandi arbeiðið Mimir FØROYSKT KVØLD verður friggja- kvøldid 13. okt. 1978 kl. 21 vid borð- haldi, skemti og dansi. Tekningar- listin liggur i felagshølinum. Skrivstovukvinna sum umframt at duga væl maskin- skriving, eisini kann åtaka sær van- ligt skrivstovuarbeidi, kann fåa pláss á skúlaráðgevaraskrivstovuni. Løn sambært H.K. sáttmála. Skrivligar umsóknir verða at senda til skålarådgevaraskrivstov- una, Jónas Broncksgøtu 27 III innan 23. oktober 1978. Landsskúlaráðgevarin hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina. Hetta ar- beiðið fer ferðsluráðið eis- ini at halda fram við og leggja stóran dent á í framtíðini. Olivur vísur her á, at serlig áherðsla má leggj- ast á at hjálpa teimum niggju bilførarunum, sum fyri fyrstu ferð seta seg einsamføll i bil og skula klåra seg uttan hjålp frå koyrilærara i ti nogvu ferðsluni. At duga sær hógv — ØII vilja sleppa snikka- leys gjøgnum ferðsluna, men nógv gloyma, at tað eisini ræður um at duga sær hógv í ferðsluni, sigur Olivur Næss. Hann vísur á, at tann nógva ferðslan t.d. í Havn hevur tikið yvirhond, og hetta skapar ofta miklan ruðuleika bæði fyri gangandi og koyrandi. Skal tí alt ganga snikkaleyst fyri seg, mugu vit varða av hverjum eðrum. Ofta krevst av einum bilferara, at hann eisini hugsar fyri hini í ferðsluni. Ti ikki kenna ell somu ábyrgd at koyra mannsemiliga. Vónar, at fólk taka undir Olivur vónar, at fólk um alt landið fara at taka undir við arbeiðinum hjá Ráðnum. — Eg meti tað hava ovurhonds stóran tydning fyri, at ein tilikur stovnur skal virka, at samarbeiðið við ell pláss í landinum er gott. Vit skulu fremja ábetur í spurningum sum viðvíkja lívi og deyða: spurningum viðvíkjandi tryggleikan- um í ferðsluni. Hann visur í hesum sambandi á eina grein í Dimmalætting herfyri, har maður á bygd ger vart við vanda í ferðsluni. — Hetta er rætta manna- gongdin, og vónandi fara fleiri at taka undir við hesum blaðskrivara, sigur Olivur Næss. — Sjálvur ætli eg mær at vitja á pláss um alt landið og tosa við fólk á staðnum um ferðsluviður- skiftini. Hetta verður iva- leyst eitt krevjandi ar- beiði, men tað er so av- gjørt neyðugt fyri virk- semi Ráðsins í framtíðini. Síða 3 trý á getuni Skulu vit banna píka- dekkum? Eilev Lindberg, justermeistari — Ja, ti tað oyðileggur vegirnar. Ein kann saktans klára seg uttan píkar. Sjálvur havi eg gjert tað í eini tvey- trý ár. Eg havi nýtt radialdekk, og tað gongur fint. Manne Næs, keypmaður — Nei, tað haldi eg ikki. Fyri bygdafólk, sum arbeiða aðrastaðni enh í heimbygdini, er tað ringt at vita, um kavi er á fjøllunum, tå tey um kveldið fara heim aftur. Sum oftast er tað bert í skerðun- um, kavin er, so tað er býtt at skula seta ketur undir teir fáu hundrað metrarnar, kavin ligg- ur. Men at hava píka- dekk á ellum fýra hjól- unum er óneyðugt. Á teimum báðum, sum trekkja, er nóg mikið. Bjartur Dalsgarð, tryggingarmaður — Nei, avgjert ikki. So leingi vit einki altern- ativ hava til píkar, so skula teir ikki bannast. Ketur rokni eg ikki sum nakað alternativ til píkar. Tað hevur eisini vist seg, at bilar við pikadekkum hava verið tyri færri óhapp- um enn teir, sum eru skeidir á annan hátt