leygardagur 7. oktober 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 75 — 7. oktober 1978
kring oyggjarnar
Royndu svart-
kjaftatrolið
Leivur Qssurson, sum
er leigaður av Fiski-
Fiskirannsóknar-
stovuni at gera roynd-
arfiskiskap eftir svart-
kjafti, er á Rygginum í
letuni. Teir hava nú
roynt eftir svartkjafti
síðani 1. august.
Endamálið við hes-
um royndum er at
kanna um svartkjaft-
urin fæst í so stórum
nøgdum, at hann kann
veiðast til matna.
Hetta er liður í teimum
royndum, sum m.a.
Heilsufreðisliga
Starvsstovan stendur
fyri
Á næstseinasta túr-
inum royndu teir eitt
nýtt svartkjaftatrol.
Hetta trolið riggaði
sera væl, teir fingu
umleið 25 tons í einum
háli, hetta var væl
meira enn teir høvdu
roknað við. Fyrimun-
urin við nýggja trol-
inum er tann, at tað
hevur stórar meskar
framman. Her gapar
trolið upp og niður ein-
ar 28 favnar.
Polarfrost
hevði 650 tons
á goymslu
fyrst í vikuni
Týsdagin sendi Polar-
frost 165 tons av flaki
til USAog gjerdist tá
eitt sindur rúmligari í
goymsluni. Virkið
hevði 500 tons inni fyri
avskipingina týsdagin.
Umframt flakið hevur
Polarfrost 130 tons av
slógvi á goymslu og
góð 100 tons av salt-
fiski. 52 tons av salt-
fiski eru farin til Ítalíu í
vikuni.
Útróður hevur ongin
verið hesa vikuna
vegna veður. Brimborg
kom inn mánadagin við
14 tonsum undan Fer-
oyum. Teir hevdu
roynt í 4 dagar, tá teir
noyddust at gevast fyri
veður.
Av ljósmynd á pappír
— i egnum myrkarúmi
Teir royna seg vid ti nyggja pappirinum
Mánakveldið og miku-
kveldið var framsyning
av einum nýggjum
slagi av litpappiri, sum
er framleitt av il-
FORD. Tað var FOTO-
BÚÐIN á Áarvegnum
sum saman við IL-
FORDi Danmark skip-
aði fyri. Tveir danir,
Svend Petersen og Leif
Puggaard, sum vóru
her í hesum sambandi.
Svend Petersen
greiddi frá um, hvussu
ein kundi gera egnar
myndir eftir einum dia-
positivi, t.v.s. ljós-
mynd, og hetta fingu
triggir luttakarar, sum
høvdu egnar ljósmynd-
ir vid, høvi til at royna.
Til at gera hesar lit-
myndir skal ein bert
hava eitt vanligt
myrkakamar vid van-
ligum vaksingartóli,
sum hevur filturskuffu,
men er ikki strangt
neyðugt. Síðani kann
alt tilfarið, t.v.s. vesk-
ur, filtur, pappír, tangi
o.a., keypast í Foto-
búðini. Fyri ikki at
keypa kettin í sekkin,
kann ein keypa eitt
royndarsett til at gera
tíggju myndir, so ein
kann síggja, um áhug-
in er fyri hesum. Ann-
ars kann alt keypast
hver sær. Eitt roynd-
royndarsett kostar
420, — kr., tå er vaks-
ingartól ikki við.
Leif Puggaard visti
filmsframvisara og
ljósmyndaframvísara
av merkinum Bell &
Howel. Ljósmynda-
framvísarin er nakað,
sum kann vera til
nyttu í skúlum. Ein
bandspælari spælir,
meðan myndirnar vis-
ast.,
ljóð frå skruvuni
stygdi allan fiskin
Flakatrolarin Vesturvón fekk einans 30 tons i 6 vikur
Flakatrolarin Vesturvon
er farin til Trondheim í
Noregi fyri at umvæla
skrúvuna. Vesturvón
hevur roynt undir Feroy-
um í einar seks vikur, og
teir hava einans fiskað 30
tons. Oll veiðan er legd
upp í Servági.
Tað er enn eitt sindur 6-
greitt, hví tað hevur ging-
ið so illa við fiskiskapinum
undir Feroyum. Teir hava
sæð nógvan fisk, og veðr-
ið hevur verið hampuligt.
Tá teir hevdu roynt í
triggjar vikur var trolarin
á Servági og skifti trol og
grunn. Men heldur ikki
hetta hjálpti.
Lítið av fiski kom í trol-
ið. Nú eru teir so farnir til
Noregs við bátinum, har
hann skal umvæla skrúv-
una. Hjalmar Hvitklett,
sum er ein av reiðarunum
av Vesturvón, sigur, at
,
trolarin fekk okkurt í
Vesturvón farin til Noregs at umvæla skrúvuna
skrúvuna, tá hann lá á
Bátsfjorðinum í Noregi
herfyri.
Nú halda teir, at tað er
hesin skaðin, sum er or-
søkin til møgulig óljóð, ið
styggir sjálvan fiskin. Við
Vesturvón til Noregs eru
12 mans.
Bacalao umhugsar at keypa
flakalinju til kongafisk
Um hini fiskasløgini fara at tróta
Fer fiskiskapurin eftir
toski, hýsu og upsa undir
Feroyum ikki at roynast
væl í heyst, fer flakavirkið
Bacalao at umhugsa at
keypa eina flakalinju til
kongafisk. Arne Poulsen,
virkisleiðari á Bacalao,
sigur, at teir hava tosað
um henda spurning, men
enn er so eingin avgerð
tikin.
Í letuni eru tveir av ís-
fiskatrolarunum, ið van-
liga avreiða til Bacalao,
undir Íslandi. Mýlingur
hevði 24 tons fyrr í vikuni,
og hann kemur heim í
næstu viku. Hallarklettur
hevði 40 tons fyrr í vikuni
og hann kemur heim við
veiðuni tann 14. oktober.
Ætlanin er at Mýlingur
iðvági, Vestmanna og av Eiði
skal gera ein túr til Ís-
lands aftrat í ár. Hallar-
klettur fer til Norra at
reinsa motorin.
Teir flestu av línubát-
unum hava annars ligið
inni vegna veður. Um
hálvan oktober fer henda
veiða helst at vinda uppá
seg aftur, tí tá skuldi verið
góð tíð til hýsuveiðu.
Fiskifreðingar siga annars
frá nógvari hýsu undir
Feroyum til heystar.
Fleiri frystarar
Bacalao umhugsar eisini
at keypa triggjar vertikal-
frystarar til slógv aftrat.
Virkið fekk fyri summar-
frítiðina seks tilikar fryst-
arar. Arne Poulsen sigur,
at virkið hevur fingið
slógv av Eiði, úr Vest-
manna og úr Miðvági.
Tann fyrsta mánaðin
eftir summarfritidina av-
skipaði Bacalao umleið
1000 tons av frystum
slógvi til Danmarkar.
Hetta er væl meira enn
teir hevdu roknað við, tí
fiskurin hevur ikki verið
so øgiliga nógvur. Arne
Poulsen sigur víðari, at
verður nógvur og stórur
fiskur aftur til vár, verður
helst neyðugt at útbyggja
frystiorkuna til slógv við
teimum trimum frystar-
unum afturat. Prisurin
fyri slógv á Bacalao er í
latnni 96 nurn fri kiln
MF
sed