leygardagur 7. oktober 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Nr. 75 — 7. oktober 1978
sosialurin
Nýggjar maskinur eru
treytin fyri menning
Tað eru avgjørt vissir utflutningsmøguleikar fyri
grótídnað, metir Tórmóður Dahl
— Vit vóna, at Grótvirkið
verður nýmótansgjert. Tí
hava vit verið í Italia og
hugt eftir amboðum á eini
stórari grótmessu, sigur
Óli Nielsen, grótheggari,
við Sosialin.
Óli Nielsen, sum hevur
leitt virkið í eini tvey ár,
hevur fyri stuttum verið í
Nordur-Italia saman við
Sørin Sørensen, verkfreð-
ingi, ið er nevndarformað-
ur í Feroya Mekaniska
Grótídnað.
Avgamlar
maskinur
Oli Nielsen vísur á, at tað
heilt avgjert er neyðugt at
skifta maskinurnar út, um
nakað skal kunna gerast
við grótídnaðin.
Fleiri av maskinunum
eru frá aldaskiftinum.
Tær eru hopleysar at
arbeiða við og tað er ógvu-
liga avmarkað, hvat ið
kann gerast við teimum.
Framleiðslan verður alt
annað enn effektiv og tí
verða verufnar dýrar.
Fullfiggjað
útbygging
2—3 mill. kr.
Tað fyriliggur ikki nekur
Eitt snotuligt
blað
Eitt forvitnisligt og
snotuligt eintak %v
blaðnum Magn er kom-
ið út.
Í blaðnum eru 8— 10
greinir umframt tvær
stuttsegur og eitt bók-
arummæli.
Millum greinirnar er
ein samreða við ríkis-
umboðsmannin, Leif
Groth, ein samreða við
Carl Mouritsen i
Snikkarastovu og kon-
una um Kaffisøluna.
Bygdarsøgan er hesu
ferð av Eiði, har Magn
eisini hevur eina land-
brúksfrásegn, um
brúkið hjá Súsannu og
Jákup Ejdesgaard.
Tervurin á barna-
gerðum í Havn verður
eisini viðgjerdur, eins
og Magn hevur tikið
fram nakrar býar-
myndir úr Havn — be-
glas, bilar og
Nakrar av maskinunum á Grótvirkinum eru frá aldaskiftinum!
byggingarætlan fyri grót-
virkið, men meiningin er
at gera eitt upplegg til
eina útbygging.
Óli Nielsen sigur, at
nevndin fyri virkið er
sinnað fyri eini útbygg-
ing.
Hvussu kostnaðarmikil
ein útbygging verður, er
ikki lætt at siga, men Øli
Nielsen metir, at ein full-
figgjað útbygging á virk-
isøkinum Ýviri við Strond
fer at kosta einar tvær—
tríggjar mill. kr.
Men tó kunnu nýggjar
maskinur keypast fyri ein
rimuligan pris.
Framtíðar
ídnaður
— Tað er heilt avgjert ein
framtið í grótídnaðinum,
um nakað av peningi verð-
ur sett í, sigur Oli Nielsen,
sum heldur at tað er
ófatuligt, at feroyingar
ikki hava gjert meira
burtur úr grótinum, tí vit
hava jú grótið.
Kemur ídnaðurin veru-
liga á fetur, kann eisini
roknast við útflutningi av
grótverum. Tað var fyri
15—20 árum síðani sagt,
at grót var farið í seguna,
men so er ikki, sigur Oli.
Her hugsar hann serliga
um húsafasadur, grót til
trappur og harafturat
prýðislutir sum vaser,
lampur, brævpressur og
annað tilikt.
I løtuni verða so at siga
bara gravsteinar gjørdir å
grótvirkinum. Tið er ikki
til annað, men áður eru
eisini gjerdir prýðislutir á
virkinum
Gott at fáast við
Grótið í Feroyum, basalt,
er gott at fáast við. Óli
sigur, at tað hevur megu-
leikar fram um onnur
grótsleg. Soleiðis hevur
føroyska grótið í sjålvum
sær teir samlaðu eginleik-
arnar, sum granit, mar-
mor og sandsteinur hevur.
Óli greiður frá, at á
grótmessuni vóru
grótframleiðarar úr ellum
londum. Har metti hann
einum manni, sum kendi
nógv til basalt, men sum
ikki visti, at tað kundi
skyggjast — polerast —
sum tað føroyska kann.
Annars er basalt vanliga
poknut.
Tríggjar
hevuðsmaskinur
Grótvirkinum tørvar ser-
liga tríggjar maskinur:
sagi-, skeri- og slípu-
maskinur. Harafturat
koma aðrar smærri ser-
maskinur.
Síðan teir eru komnir
heimaftur hevur grótvirk-
ið fingið tilboð uppá tvær
maskinur — eina slípu- og
eina skerimaskinu. Tær
kunnu á bryggju í Italia
latast fyri 233.000 kr.
Harafturat kemur ein
sag. Hon liggur um hálva
millión kr. Soleiðis metir
Oli, at ein nýggjan av
maskinorkuni kann lata
seg gera fyri umleið eina
millión kr.
Stórur munur
Sum demi um, hvussu ó-
arbeiðsligar maskinurnar
á Grótvirkinum eru, tekur
Oli eitt virki, sum teir
vitjaðu í Italia.
Á virkinum, sum liggur
í einum dali, har fleiri
hundrað grótvirkir liggja,
arbeiða fimtan mans. Ella
tvífalt tað sum er á Grót-
virkinum í Havn.
Hesir 15 menninir
kunnu saga, skera, polera
og pakka einar 800—900
kvm. av kunstmarmori —
marmorpetti, sum eru
límað saman — um dagin.
Á Grótvirkinum í Havn
eru maskinurnar bert fer-
ar fyri at polera triggjar
kvm. og saga einar 7—8
kvm. um dagin.
Vissir útflutnings-
møguleikar
Tórmóður Dahl, ídnaðar-
ráðgevi, metir, at tað av-
gjert eru vissir útflutn-
ingsmeguleikar fyri grót-
idnaði. Hesin møguleikin
er eisini åvistur i ti stóra
idnadarålitinum, sum
landsstýrið hevur latið
eina nevnd gjert.
Tórmóður Dahl sigur,
at teir hava arbeitt við at
kanna meguleikar og
finna marknaðir fyri grót-
idnadin samstundis sum
meguleikarnir fyri kera-
mikkidnadin eru kannaðir.
Hetta verður gjert fyri at
hava eitt so breitt veru-
grundarlag sum meguligt.
Spurdur, um tað ikki er
í dýrara lagi at flyta grót
millum lond, sigur Tór-
móður Dahl, at tá vit
kunnu innflyta grót úr
Portugal fyri at prýða
kirkjuna í Havn, kunnu
vit saktans flyta út grót
til at prýða kirkjur og
bygningar við aðrastaðni
Síða 5
kring oyggjarnar
Fekk 35 tons
av makreli
Royndarveiðan við
gernum eftir makreli
undir Feroyum er nú
liðug. Fiskirannsókn-
arstovan leigaði klaks-
viksbåtin Juvel til hesa
royndina í august og
september. Úrslitið
gjørdist 828 kassar av
makreli, ella uml. 35
tons. Makrelurin varð
frystur til agn. Juvel
hevði tilsamans 31 set-
ur allan vegin runt um
oyggjarnar og var
úrslitið ójavnt, úr ong-
um upp í 105 kassar
uppá setuna. Mest var
at fáa norðan- og eyst-
anfyri.
Jákup Sverri Joen-
sen, fiskifreðingur,
sigur, at úrslitið er
betri, enn teir høvdu
væntað, og er ætlanin
at royna aftur næsta
ár.
Annars er onki for-
boð móti at veiða
makrel undir Feroyum
og fiskifreðingar hava
heldur ikki mælt frá ti.
Men enn vita teir lítið
um henda stovnin. Ma-
krelurin, sum Juvel
fekk, var góður og
kann væl brúkast til
matna, sigur Jákup
Sverri Joensen.
Javnaðarfundur
Komandi týskveld
skipar Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag fyri
fundi við valevnunum.
Fundurin verður kl.
20.30' í húsunum hjá
Havnar Arbeiðsman-
nafelag við Tinghús-
vegin.
Hans Holm
eisini å
Å vallistanum hjå Su8-
urstreymoyar Javnað-
arfelag, sum stóð í
Sosialinum seinasta
leygardag, var eitt
navn dottið burtur í
millum.
Tað var Hans Holm,
læraraskúlalærari,
sum av misgávum ikki
var nevndur.
Frumframførsla
i Havn
Í kveld verður frum-
framfersla av sjónleik-
inum Seymistovan í
Sjónleikarhúsinum.
Oskar Hermansson
hevur týtt leikin úr is-
lendskum. Í Íslandi
fekk leikurin sum er
gjerdur av einum ung-
um leikrithevunda, frá-
líka góða mótteku.
Maður av húsi at oysa
í samkomuhúsinum
Húsavík — ungmannafelagshúsið stendur á
slættanum
Tað hevur regnað dúg-
liga í heyst, so nógva
staðni hevur gingið
striltið at fáa hoygg-
ingina lidna. Eisini í
Húsavík, men leygar-
dagin 16. september
noyddust húsvíkingar
at sleppa ellum tank-
um um hoyggj og fara
fjølmentir oman í ung-
mannafelagshúsið við
spann í hond. Tað
hevði regnað av grimd
allan dagin og Teiga-
lendið, har sum ung-
mannafelagshúsið
stendur, lá undir vatni
og tað rann inn í húsið.
Tað gjerdi ikki mun,
hóast teir hegdu vegin
av, so har gjørdist ikki
annað enn at oysa og
vóna, at tað kláraði í.
Skopuningar og skál-
víkingar hevdu leigað
húsið til brúdleyp um
kveldið, men teir fingu
sína veitslu kortini, tí
móti kveldi blíðkaðust
veðurgudarnir og tá
brúdleypsgestirnir
komu var so toluliga
turt á Teigalendinum.
Gamalt fólk sigur, at
tað hevur ikki regnað
so nógv í Húsavík síð-
ani 12. oktober 1931.