Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. oktober 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sosialurin Nr. 75 — 7. oktober 1978 Figgjarskipan til Skopunar havn ein fyritreyt — Uppskotið fekk góða undirtøku frá ollum ting- monnunum, so nú er møguleiki fyri at fáa framt eitt av hjartamálum okkara, sigur Tórálvur Mohr Olsen Álagt verður landsstýrin- um at gera uppskot um figgingarskipan, soleiðis at havnarlagið í Skopun kann verða útbygt sum samferðsluhavn fyri Sandoynna. Soljóðandi var uppskot- ið, sum Tórálvur Mohr Ol- sen, legtingsmaður Javn- aðarfloksins á Sandi, sam- an við hinum sandoyar- tingmanninum legði fram fyri umleið tveimum vikum síðani. Somuleiðis var uppskotið undirskriv- að av formonnunum úr hinum flokkunum. Í viðmerkingunum til uppskotið verður m.a. sagt, at ymsar kanningar hava verið gjerdar til út- byggingar av havnini í Skopun, soleiðis at øll vanlig ferðsla kann ganga ótarnað. Nekur skitsuprojekt eru gjerd, og av teimum skilst, at kostnaðurin av eini tílíkari havnarbygg- ing fer at liggja einastaðni milum 40 og 90 miljónir krónur. Her er talan um so Skopunar havn mikið stórar peningailøg- ur, at vanliga fíggingar- mynstrið, har kommunan rindar 25%, ikki er nýti- ligt. Tingmenninir visa til rødu legmans á Olavsøku um henda spurning, at tað stendur landsstýrinum greitt, at her fyriliggur ein sersteða. Teir heita tí á landsstýrið at finna eina loysn, soleiðis at til ber at fara undir hetta arbeiði. Fyritreytin fyri rutuna Skopun — Kirkjubøur — Ein av orsøkunum til, at eg meti hetta hava so ovurhonds stóran tydn- ing er at skapa fyritreyt- irnar fyri, at Sandoyggin kann fáa eins góðar møgu- leikar fyri sambandi sum eru aðrarstaðir. Tað fyri- liggja fleiri ymisk skitsu- projekt, men felags fyri tey ell er, at tey eru so kostnaðarmikil, at tað er ógjerligt hjá eini komm- unu sum Skopunar kommunu einsamallari at fara undir. Tí er ein figgj- arskipan fortreytin fyri, at nakað av hesum projekt- um kann koma upp á tal. Eisini skulu vit minn- ast til, at Sandoyggin er vorðin eitt produktións- eki, sum krevur gott sam- band, sigur Tórálvur Mohr Olsen, og hann heldur fram: — Vit eiga at minnast til, at Sandoyggin er ein av teimum størstu oyggj- unum. Men hon skilur seg burtur frá hinum við teim nógv vánaligastu umsteð- unum at koma til og av oynni. Í besta veðri á sumri letur nógv seg gera, men um veturin er mang- an trupult. Tað hevur nógv verið talað um ferðasamband millum Skopun og Kirkju- bø. Men fyritreytin fyri hesi rutu er, at vit fáa út- bygt havnina í Skopun. Ein tilik útbygging kemur umframt ferðasambandið eisini bygdini til góðar. Útróðurin har fær betri umstødur, og er hetta eis- Tórálvur Mohr Olsen ini hart tiltrongt. Síðani menn fóru undir havnar- útbygging í Skopun eru umsteðurnar bert versn- aðar, sigur Tórálvur Mohr Olsen. Betri livimøguleikar — Fyri umleið tveimum árum síðani varð havnin heima á Sandi tikin í nýtslu. Tað sást skjótt, at við hesi útbygging vóru Hovdin £ PS bagte Fl Em Knuku betri skaptir á staðnum, og síð- livimeguleikar ani eru ikki færri enn fimm størri deksbátar komnir til bygdina. Hetta gevur sjálvandi væl av arbeiði, og er tað sjálvandi treytin fyri, at fólk steð- ast á plássinum, sigur Tórálvur. — Tað er tó ikki nóg mikið bert við einari havn, og tí varð eisini ein út- róðrarsteð bygd, og nú verður arbeitt fram í móti at fáa eitt flakavirki bygt saman við útróðrarsteð- ini. Vit hava fingið tilsegn frá tí almenna uppá 20% av partapeninginum til virkið og somuleiðis játt- aðan stuðul til útgrevstur og planering undir virkin- um, sigur Tórálvur, sum hevur gott treysti til, at eitt tílíkt virki kann bera seg. — Í letuni koma eini 2.000 tons uppá land á Sandi og er einki at ivast i, at vit við onkrum báti afturat kunna koma uppá tey 3.000 tonsini, sum virkið er projekterað til at kunna taka ímóti, heldur Tórálvur fyri. Trongligt í havnini — Tað er longu vorðið nakað trongligt inni í havnini á Sandi. Sum sagt er bátatalið nógv ekt, og er tað sjálvandi bert at fegnast um. Ætlanir eru nú at leingja pierin við 50 metrum, og fer hetta at geva eina munandi betri kyrru í havnini. Komm- unan hevur fingið játtaðar tær átta miljónirnar á ver- andi havnaætlan, sum leingingin er mett at kosta. Somuleiðis eru 750.000 krónur játtaðar til at gera norðasta enda á bátahylinum lidnan, men um ella nær hetta verður gjert hevur bygdarráðið enn ikki tikið stæðu til. volnes Jåttan um havnarútbygging í Skálavík, Húsavík og Dali — Í Skálavík er i løtuni væl av útróðri, og har eru atleguviðurskiftini | nógv batnað. Pierurin er longd- ur munandi og eitt grót- kast er lagt uttan fyri bátahylin. Hetta seinasta gjørdi eisini sitt til at fáa munandi betri kyrru har, sum ger, at bátarnir nú liggja tryggari. Eg kann tí bert fegnast um, at leg- tingið í vár játtaði pening til víðari útbygging av havnini í Skálavík og somuleiðis av lendingun- um í Húsavík og Dali, sigur Tórálvur Mohr Ol- sen. Skúvoyarbáturin kann rekja dagliga rutu Í Skúvoy er eisini bøtt um lendingarviðurskiftini, so tá nýggi báturin, sum skal rekja rutuna millum Skúvoy og Sand, fyrst í komandi ári verður liðug- ur, kann roknast við, at hann trygt kann halda dagliga rutu millum hesar báðar oyggjarnar. — Skúvoyarbáturin skuldi eftir ætlan verið liðugur í oktober, og er at harmast um, at henda tíð- in ikki helt, men góður verður hann, tá hann kemur. Hann vil beta nógv um ferðasambandið millum Sand og Skúvoy, og er hetta eisini hart tiltrongt, sigur Tórálvur. Tórálvur hevur nú sitið sum tingmaður Javnaðar- floksins fyri Sandoyar valdemi seinastu átta ár- ini og vit spyrja hann, um hann er negdur við tað, sum valdemi hansara hev- Á